Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
2. oktober 1978Nr. 58
Løgtingslóg um skúlafyrisiting, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 46 frá 26. mars 2002
Kapittul 1.
Tann hægra fyrisitingin.
Kapittul 2.
Fólkaskúlin.
§ 8. 3) (Strikað).
§ 9. 3) (Strikað).
§ 12. 3) (Strikað).
§ 13. 3) (Strikað).
§ 15. 3) (Strikað).
§ 16. 3) (Strikað).
Kapittul 3.
Frítíðarundirvísingin.
§§ 17-20. 1) (Strikað).
Kapittul 4.
Aðrir almennir skúlar.
§ 21. Leiðarin av einum almennum skúla, sum ikki kemur undir kapittul 2 og 3, hevur ta dagligu umsitingina og undirvísingarligu ábyrgdina av skúlanum.
2. stk. Hann hevur ábyrgdina av, at undirvísing skúlans samsvarar við galdandi reglur.
3. stk. Hann hevur ábyrgdina av, at galdandi játtanir fyri skúlan verða hildnar.
§ 22. 1) Leiðarin ger árliga í samráð við lærararáðið fíggjarætlan fyri skúlan. Fíggjarætlanin verður send landsstýrismanninum.
2. stk. Hann ger árliga í samráð við lærararáðið undirvísingarætlan fyri skúlan og broytingar í hesari. Landsskúlaráðið skal góðkenna undirvísingarætlanir og broytingar í hesum.
3. stk. Hann tekur í samráð við lærararáðið lut í byggimálum viðvíkjandi skúlanum eftir nærri av landsstýrinum ásettum reglum.
4. stk. Hann kann, møguliga aftaná samráð við lærararáðið, taka ein og hvønn spurning av týdningi fyri skúlan til viðgerðar og leggja hann fyri skúlafyrisitingina.
Kapittul 5.5)
Sjálveigandi stovnar.
§ 24. 5) (Strikað).
§ 26. 5) (Strikað).
Kapittul 6.
Privatir skúlar.
Kapittul 7.
Starvsfelagaráð.
§ 28. 1) 5) 7) Á hvørjum almennum skúla við meira enn tveimum lærarum í føstum starvi, verður skipað eitt lærararáð, hvørs limir eru leiðarin og lærararnir í føstum starvi, tímalærarar og faklærarar og fólk, ið starvast við umsiting og ráðgevingarvirksemi við skúlan ella stovnin, um so er, at tey hava fastar undirvísingartímar har. Landsskúlaráðið kann fyriseta reglur um, í hvønn mun persónar, ið annars røkja undirvísing ella aðra undirvísingarligar arbeiðsuppgávur á einum skúla ella stovni, eru limir í ella luttaka í lærararáðnum, eins og tað kann fyriseta, at onnur kunnu taka lut í lærararáðnum.
2. stk. Á einum skúla ella stovni við bert einum ella tveimum lærarum í føstum starvi kemur hvør av hesum í lærararáðsins stað.
3. stk. (Strikað).
4. stk. 1) (Strikað).
5. stk. (Strikað).
§ 29. 7) (Strikað).
2. stk. (Strikað).
3. stk. (Strikað).
4. stk. 1) (Strikað).
5. stk. 1) (Strikað).
6. stk. 1) (Strikað).
§ 30. 1) 5) Lærararáðið við aðrar almennar skúlar kann gjøgnum leiðara skúlans ella stovnsins geva ummæli og koma við uppskoti til landsstýrismannin um allar spurningar, ið viðvíkja avvarðandi skúla. Tað gevur ummæli í øllum málum, ið leiðarin, tann serliga nevndin fyri stovninum ella landsstýrismaðurin leggur fyri tað.
2. stk. 1) Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um virksemi lærararáðsins.
3. stk. Útreiðslurnar av virksemi lærararáðsins verða goldnar av skúlans ella stovnsins fíggjarætlan.
§ 31. 1) 5) Um so er, at tað á einum almennum skúla verður stovnað næmingaráð, hava umboð fyri hetta høvi til at taka lut í skúlans ella stovnsins virksemi og leiðslu eftir nærri av landsstýrismanninum ásettum reglum.
2. stk. Útreiðslurnar av virksemi næmingaráðsins verða goldnar yvir skúlans ella stovnsins fíggjarætlan.
Kapittul 8.
Aðrar reglur.
§ 34. 1) (Strikað).
§ 35. 7) (Strikað).
§ 36. 1) Um so er at eitt bygdaráð/býráð ikki uppfyllir sínar skyldur sambært skúlalóggávuna av fíggjarligum slagi, kann landsstýrið eftir áheitan frá landsskúlaráðnum lata avvarðandi tiltøk gera fyri kommununnar rokning.
Kapittul 9.
Fremjingar- og fyribilsreglur.
1) Broytt við lóg nr. 55 frá 20. mai 1996, har §2 ljóðar soleiðis: “Henda lóg fær gildi 29. juli 1996, og samstundis verður allur danski teksturin í lógini strikaður.”
2) Broytt við løgtingslóg nr. 95 frá 13. juni 1995, har § 2, stk. 1 ljóðar soleiðis: “Henda lóg fær gildi frá ólavsøkudegi 1995.”
3) Broytt við løgtingslóg nr. 125 frá 20. juni 1997, har § 67, stk. 7 er soljóðandi: “Stk. 7. Ásetingarnar í §§ 46-56 fáa tó gildi 1. januar 2001. Samstundis fara úr gildi §§ 7-16 í løgtingslóg nr. 58 frá 2. oktober 1978 um skúlafyrisiting, sum seinast broytt við ll. nr. 55 frá 20. mai 1996.”
4) Broytt við løgtingslóg nr. 164 frá 22. desember 1995.
5) Broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 29. desember 1998, har § 21, stk. 4, er soljóðandi: “Stk. 4. Í løgtingslóg nr. 58 frá 2. oktober 1989 um skúlafyrisiitng við seinni broytingum verða gjørdar hesar broyting: 1) Kapittul 5 verður strikaður. 2) Í § 28, stk. 1, verða orðini “ella sjálveigandi undirvísingarstovnar” strikað. 3) Í § 30, stk. 1, verða orðini “og við sjálveigandi undirvísingarstovnar” strikað. 4) Í § 31, stk. 1, verða orðini “ella sjálveigandi undirvísingarstovni” strikað.
6) Broytt við løgtingslóg nr. 46 frá 26. mars 2002, sum kemur í gildi 1. august 2002.
7) Broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 3. apríl 2001, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. august 2001.”