Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
26. mai 2010Nr. 58
Løgtingslóg um matvørur v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 102 frá 13. juli 2017
1. kapittul
Endamál og øki
§ 1. Endamál lógarinnar er at tryggja brúkarunum heilsugóðar matvørur við góðari góðsku, verja brúkararnar móti villleiðing, eitt nú ovurrós í sambandi við marknaðarføring av matvørum v.m., at fremja heilsugóðar matarvanar og soleiðis gera sítt til at tryggja matvøruframleiðarum og handilsfólkum rímiligar og einsháttaðar treytir og at fremja føroyskan matvøruútflutning. Hetta skal stuðlast við einum virknum og tørvsvendum almennum eftirliti av øllum liðum í framleiðslu og umsetningi av matvørum.
Stk. 2. Í tann mun, ikki annað er ásett í hesi lóg, galda ásetingarnar í ES-fyriskipan nr. 178/2002 frá 28. januar 2002. Fyriskipanin er tikin við sum skjal 11) til hesa lóg.
§ 2. Lógin fevnir um:
1) Matvørutrygd og samanseting av matvørum, sbr. 2., 3. og 7. kap.
2) vatngóðsku og -trygd, sbr. 2., 3., 5., 6. og 8.-10. kap., galdandi frá tí staði, har rávatn verður tikið inn.
3) Kost og føðslu, sbr. 4. kap.
4) Marknaðarføring og merking av matvørum, sbr. 5. og 6. kap.
5) Matvøruvirki, sbr. 8. og 9. kap.
6) Myndugleikar og eftirlit, sbr. 10.-15. kap.
Stk. 2. Um ikki annað er ásett í hesi lóg, galda á lógarøkinum allýsingarnar í grein 2 og 3 í ES-fyriskipan (EF) nr. 178/2002 frá 28. januar 2002 um almennar meginreglur og krøv í matvørulóggávuni (Skjal 1 1 ).
Stk. 3. Lógarinnar reglur um tilvirking fevna um allar liðir í framleiðslu, tilvirking og lating av matvørum.
2. kapittul
Matvørutrygd
§ 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um heilsufrøði í sambandi við tilvirking og/ella sølu og lating av matvørum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um sjálvrøkt og heilsukanning av persónum, ið starvast við tilvirking, marknaðarføring og eftirliti við matvørum.
§ 4. Forboð er fyri sølu av matvørum, um tær, nýttar á vanligan hátt, kunnu metast at bera ella verða atvold til sjúku ella kunnu hava eitran sum fylgju, ella um matvørurnar vegna sjúkligar broytingar, spillu, dálkingarevni, skeiva virking ella av aðrari orsøk kunnu metast at vera óegnaðar til fólkamat.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, við hvørjum treytum dálkað matvøra kann verða seld ella latin.
Stk. 3. Tá ið vandi er fyri, at matvørur úr ávísum landafrøðiligum økjum eru dálkaðar, eitt nú hava verið fyri geislavirkni ella umhvørvisdálking, ella á annan hátt kunnu vera ónýtiligar sum fólkamatur ella fóður, kann landsstýrismaðurin við avgerð banna, avmarka ella áseta treytir fyri marknaðarføring av slíkum vørum.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur, eitt nú banna, avmarka ella áseta treytir fyri at dyrka grøði, ala húsdýr og fisk, veiða, fiska ella henta frukt, ber, soppar v.m. á teimum í stk. 3 nevndu landafrøðiligu økjunum, sjálvt um dyrking, aling, veiða, fiskiskapur ella henting ikki fer fram við marknaðarføring fyri eyga.
§ 5. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um at nýta ávísar lutir ella mannagongdir, tá ið matvørur verða viðgjørdar, eitt nú ílegutøkni, geislaniðursjóðing og aðrar niðursjóðingar- ella viðgerðarhættir.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at matvørur ella tilfar, sum annaðhvørt ikki higartil hevur verið mett sum matvøra, ella sum eru framleidd við at nýta tøkni, ið ikki higartil hevur verið nýtt til endamálið, skal góðkennast innan nýtslu ella marknaðarføring.
3. kapittul
Samanseting av matvørum
§ 6. Landsstýrismaðurin kann við fyriliti fyri heilsu, føðslu ella góðsku ella fyri at tryggja brúkarunum týdningarmikil føðsluevni áseta reglur um samanseting og eginleikar hjá matvørum, eitt nú matvørum, ætlaðar til serstøk føðsluendamál og til kostískoyti.
§ 7. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at viðbótarevni og angevni skulu góðkennast innan nýtslu.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um eginleikar og reinleika hjá viðbótarevnum og angevnum og um treytirnar fyri, hvussu hesi evni verða nýtt, eitt nú við hvørjum endamáli, í hvørjum mongdum og í hvørjum vørum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð gera ein lista yvir góðkend viðbótarevni og teirra nýtslu, og skal hesin listi vera atkomiligur hjá almenninginum.
§ 8. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at nærri tilskilaðir bólkar av viðbótarevnum og angevnum kunnu verða nýttir eftir, at ein av landsstýrismanninum ásett freist upp á upp til 6 mánaðir eftir fráboðan til landsstýrismannin er úti. Áðrenn freistin er úti, kann landsstýrismaðurin seta forboð fyri fráboðaðu nýtsluni av evninum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um at nýta angevni og tøknilig hjálparevni og um, at matvørur ella evni, ið verða nýtt til tilvirking av matvørum, skulu hava sporingarevni sum viðbót.
4. kapittul
Kostur og føðsla
§ 9. Landsstýrismaðurin skal síggja til, at brúkararnir fáa upplýsing um viðurskifti, sum lógin fevnir um, eitt nú um føðslu.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann saman við landsstýrismanninum í heilsumálum skipa fyri eftiransingarskipanum fyri matvørur og kanningum av matvørum og av kosti og føðslu hjá fólkinum. Hetta skal gerast við tí fyri eyga at gera reglur á lógarøkinum og gera tilmæli um kost og føðsluevni, leiðbeiningar til myndugleikar og virki og brúkaraupplýsing um kost og føðslu.
§ 10. Landsstýrismaðurin kann saman við landsstýrismanninum í heilsumálum áseta reglur um upplýsingarvirksemi hjá privatum framleiðarum, eitt nú virkjum, um kost og føðslu.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at matvørur skulu vera merktar á tann hátt, at føðsluvirðið er tilskilað, eitt nú um, hvussu føðsluvirðið skal vera tilskilað á pakkitilfari, í lýsingum o.tíl. § 19 verður at nýta samsvarandi fyri føðslulýsingar.
§ 11. Landsstýrismaðurin kann saman við landsstýrismanninum í heilsumálum leiðbeina og áseta reglur um almennar matskipanir.
5. kapittul
Marknaðarføring og merking av matvørum
§ 12. Matvørulýsingar, merking og framløga av matvørum, eitt nú formur, útsjónd ella innpakking, nýtta pakkitilfarið, tann háttur, sum vørurnar eru lagdar fram, og umhvørvið, har tær verða sýndar fram, og tær upplýsingar, ið á einhvønn hátt verða givnar um vørurnar, mugu ikki villleiða ella kunna nýtast til at villleiða.
§ 13. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um merking, marknaðarføring ella lýsing um matvørur, eitt nú í sambandi við, at
1) skilað verður til, at matvørur hava serstøk lekjandi ella fyribyrgjandi árin,
2) hálovan verður nýtt um, at ein matvøra ikki hevur ávísar eginleikar,
3) hálovan verður nýtt, sum tilskilar, at ein matvøra er serliga góð fyri fólk, ið hava tørv á serkosti vegna sjúku, aldur ella onnur viðurskifti, ella sum tilskilar at fyribyrgja sjúku.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at matvøruvirki, tá ið ein vøra verður marknaðarførd, ikki mugu umrøða eginleikar við vøruni ella virkinum, sum eru alment galdandi fyri samsvarandi vørur ella virki.
§ 14. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at matvørur skulu vera merktar við upplýsingum, ið hava týdning fyri brúkararnar, virkini ella eftirlitsmyndugleikarnar.
§ 15. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um at nýta vøruheiti ella serlig merki á matvørum ella avísum sløgum av matvørum, ið tilskila, at vørurnar hava verið undir vanligum ella serligum eftirliti, ella at vørurnar hava eina serliga góðsku, samanseting ella landafrøðiligan uppruna, ella hava fingið eina serliga viðgerð.
Stk. 2. Nýtslan av teimum vøruheitum ella serligu merkjunum, ið eru ásett sambært stk. 1, er bannað á øðrum vørum. Tað er somuleiðis bannað at nýta merki, ið kunnu mistakast fyri vøruheitini ella serligu merkini, ið eru ásett sambært stk. 1, á ein hátt, ið kann villleiða viðvíkjandi framleiðslu, viðgerð, samanseting, landafrøðiligum uppruna v.m. av vøruni.
§ 16. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um merking av viðbótarevnum og angevnum, eitt nú um nýtsluleiðbeining og ávaringarmerking.
§ 17. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, hvussu merking av matvørum skal fara fram, eitt nú á hvørjum málum kravdu upplýsingarnar skulu vera, og hvar upplýsingarnar skulu setast.
6. kapittul
Sjálvbodnar merkingarskipanir
§ 18. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um eina sjálvbodna merkingarskipan til tess at fremja framleiðslu og sølu av matvørum og landbúnaðar- og fiskavørum annars, ið hava framúr góða góðsku ella serlig eyðkenni.
Stk. 2. Til hjálpar við fyrisitingini av eini sjálvbodnari merkingarskipan, og tá ið reglur skulu ásetast fyri hesa merkingarskipan, kann landsstýrismaðurin seta eina nevnd við serkunnleika í matvørugóðsku.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um samansetingina av nevndini og virksemi hennara. Landsstýrismaðurin ásetur starvsskipan nevndarinnar.
§ 19. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, hvørjar vørur, ið ein sjálvboðin merkingarskipan fevnir um, eitt nú seta lutleys góðskukrøv, ið gera av krøvini til framleiðslu, tilevning v.m. Hesi krøv skulu vera strangari enn tey krøv, sum eru galdandi sambært lóggávuni annars.
Stk. 2. Innfluttar vørur, eitt nú livandi djór, kunnu vera undir eini sjálvbodnari merkingarskipan, um tað er skjalprógvað, at vøran er viðgjørd ella djórið er vaksið upp í samsvari við tær reglur og tey krøv, ið eru ásett sambært lógini.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann gera av, at innfluttar vørur kunnu vera undir einari sjálvbodnari merkingarskipan, um tær í upprunalandinum koma undir eina góðskuskipan, ið eftir ítøkiligari meting av hvørjari einstakari vøru verður mett at hava krøv, sum kunnu javnmetast við krøv, ið henda merkingarskipan setur.
§ 20. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um góðkenning og fráboðan av virkjum, ið ynskja at tilvirka ella marknaðarføra vørur, ið eru undir eini merkingarskipan.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um tilmelding av framleiðarum í fyrsta liði, ið ynskja, at alt ella partar av teirra virksemi er undir eini merkingarskipan.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at tilmeldaðir framleiðarar í fyrsta liði og góðkend ella tilmeldað virki, ið bróta krøv ella aðrar treytir í eini sjálvbodnari merkingarskipan, fyribils ella varandi skulu útihýsast frá hesi merkingarskipan.
§ 21. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um merking av teimum vørum, ið ein sjálvboðin merkingarskipan fevnir um, eitt nú um tilskilað vøruheiti og um nýtslu av serligum merkjum, sbr. § 15, stk. 1.
§ 22. Tey virki og teir framleiðarar í fyrsta liði, sum eru í einari sjálvbodnari merkingarskipan, bera beinleiðis útreiðslurnar, ið standast av hesi skipan.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um gjøld til at rinda óbeinleiðis útreiðslur í sambandi við eina sjálvbodna merkingarskipan.
7. kapittul
Tilfar og lutir
§ 23. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um
1) góðkenning av tilfari og lutum, ið verða nýtt í sambandi við viðgerð ella marknaðarføring av matvørum,
2) góðkenning av evnum, ið eru partar av tilfari og lutum,
3) góðkenning av framleiðslumannagongdum, ið verða nýttar, tá ið tilfar og lutir verða framleidd
4) samanseting og merking av tilfari og lutum,
5) avsmitting av tilfari og lutum,
6) krøv til haldføri og styrki á tilfari og lutum, ið skulu nýtast til ávísar matvørur ella í serligum førum, og
7) at heilsu- og góðskuváttanir skulu fylgja við tilfari og lutum.
§ 24. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um góðkenning, samanseting og merking og eisini nýtslu av reingerðar-, sóttreinsingar- og smyrjievnum.
§ 25. Fyri tær í § 23 og § 24 nevndu vørur verða § 3, §§ 12-17, § 34, stk. 1, §§ 37-39, § 47, §§ 49-52 og § 54 at nýta samsvarandi.
8. kapittul
Virki
§ 26. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um løggilding og skráseting av matvøruvirkjum. Eitt nú kunnu ásetast reglur um, nær eitt matvøruvirki kann byrja, nær nýggj løggilding skal útvegast, og nær eigaraskifti skal fráboðast.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um tær treytir, sum matvøruvirki skal lúka fyri at verða løggilt ella skrásett.
Stk. 3. 2) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at ávís matvøruvirki ella sløg av matvøruvirkjum, undir hesum heilsølur, smásølur, matarhallir, torg, fyribils sølustøð o.a., kunnu verða undantikin kravinum um løggilding og skráseting.
§ 27. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at løggild ella skrásett matvøruvirki, sbr. § 26, stk. 1, ikki kunnu byrja at flyta matvørur inn í landið ella út úr landinum, fyrr enn hetta virksemið er skrásett.
§ 28. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at viðgerð og marknaðarføring av tilfari og lutum, ið eru ætlað at koma í samband við matvørur, ikki kunnu byrja, fyrr enn hetta virksemið er skrásett.
§ 29. Landsstýrismaðurin kann í teimum sambært § 26 ásettu reglunum áseta, at løggilding ella skráseting verður tikin aftur, um virkið ikki lýkur settu krøvini, ella um fortreytirnar fyri løggildingini ella skrásetingini broytast munandi. Um ikki annað er fráboðað í avgerðini, hevur afturtøkan virknað frá fráboðan til virkið.
Stk. 2. Tann, sum ein avgerð sambært stk. 1 viðvíkur, kann krevja, at avgerðin verður løgd fyri rættin.
Stk. 3. Áheitan um hetta skal vera sett fram innan 4 vikur eftir, at viðkomandi hevur fingið boð um avgerðina við upplýsing um, at kravt kann verða, at málið verður lagt fyri rættin, og um freistina fyri hesum. Umsitingarmyndugleikin leggur sakarmál móti viðkomandi eftir reglunum í rættargangslógini um borgarligan rættargang.
Stk. 4. Rætturin kann við úrskurði gera av, at sakarmál er steðgandi.
§ 30. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um framleiðslu í fyrsta liði av matvørum við tí fyri eyga at tryggja og betra um eginleikarnar hjá matvørunum viðvíkjandi heilsufrøði og dygdargóðsku.
§ 31. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um neyðslátur av sjúkum ella skaddum djórum, tá ið neyðslátur er neyðugur av djóraverndarávum.
§ 32. 2) Framleiðarar í fyrsta liði kunnu, hóast ásetingina í § 26, slátra egin djór og tilvirka slátrið til nýtslu í egnum húsarhaldi og til sølu beinleiðis ella umvegis heilsølu ella smásølu til endaliga brúkaran á heimamarknaðinum. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um treytirnar fyri slátur og marknaðarføring hjá framleiðarum frá egnum virki beinleiðis ella umvegis heilsølu ella smásølu til brúkaran o.a.
Stk. 2. 3) 2) Á sama hátt sum eftir stk. 1 kunnu matvørur frá veiðu, frá egnum garði ella fari framleiðarans verða seldar endaliga brúkaranum á heimamarknaðinum eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur.
Stk. 3. 3) 2) Ásetingarnar sambært hesi grein fevna ikki um fisk og fiskavørur, tá talan er um sølu umvegis heilsølu ella smásølu til endaliga brúkaran á heimamarknaðinum.
Stk. 4. 2) Loyvi at selja matvørur sambært stk. 1 og 2 er treytað av, at árligi umsetningur framleiðarans er niðanfyri eitt av landsstýrismanninum ásett mark, sum í mesta lagi kann vera 1 mió. kr.
§ 33. 2) Tilvirkan av matvørum úr góðkendum føroyskum og útlendskum rávørum frá mjólkaúrdrátti og svínakjøti kann, hóast ásetingina í § 26, fara fram til sølu beinleiðis ella umvegis heilsølu ella smásølu til endaliga brúkaran á heimamarknaðinum eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur.
Stk. 2. 2) Loyvi at selja matvørur sambært stk. 1 er treytað av, at árligi umsetningur framleiðarans er niðan fyri eitt av landsstýrismanninum ásett mark, sum í mesta lagi kann vera 1 mió. kr.
§ 34. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um heilsufrøði í og innrætting og rakstur av matvøruvirkjum, flutningtólum o.tíl., ið koma undir matvørulóggávuna. Eitt nú kunnu reglur verða ásettar um góðkenning av flutningstólum, hølum, innbúgvi, útgerð, maskinum, pakkitilfari o.tíl og um ís, guvu luft og luftevni, ið verða nýtt til viðgerð av matvørum ella til reingerð av hølum, útgerð v.m.
§ 35. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at virki, ið lógin fevnir um, fyri egna rokning skulu fremja innaneftirlit.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, á hvønn hátt virkini skulu kunna skjalprógva upprunan av teimum matvørum og øðrum evnum, ið eru ætlað til ella væntandi verða latin út í eina matvøru, sum virkið hevur fingið. Landsstýrismaðurin kann eisini áseta reglur um, hvussu virki skulu kunna sanna, hvørji hini virkini eru, sum vøran hjá virkinum er latin til.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at virki, ið lógin fevnir um, fyri egna rokning skulu lata gera nærri ásettar greiningar og kanningar, at greiningarúrslitini skulu sendast eftirlitsmyndugleikunum, og at greiningarnar skulu verða gjørdar á ávísum starvsstovum, sbr. § 46, stk. 1.
§ 36. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um førleikakrøv, eitt nú innan matvøruheilsufrøði, fyri ávísar persónar, ið arbeiða á virkjum, sum lógin fevnir um.
9. kapittul
Innflutningur, útflutningur og samhandil
§ 37. Landsstýrismaðurin kann við fyriliti fyri heilsuni hjá menniskjum, djórum ella plantum áseta reglur ella taka avgerð um innflutning, útflutning og endurinnflutning av matvørum, eitt nú banna innflutningi, útflutningi og endurinnflutningi av matvørum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur ella taka avgerð um matvørur, ið verða fluttar gjøgnum landið sum farmur á gjøgnumferð ella verða lagdar á goymslu sum farmur á gjøgnumferð.
§ 38. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um viðgerð, samanseting, góðsku, merking, eftirlit v.m. við vørum, ið verða fluttar úr landinum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann eisini áseta reglur um heilsufrøði, innrætting, rakstur, eftirlit og innaneftirlit v.m. hjá virkjum, sum flyta vørur úr landinum.
Stk. 3. Um ikki annað er ásett, verða lógin og tær reglur, ið eru ásettar við heimild í lógini, eisini at nýta í sambandi við matvørur, sum verða latnar skipum og flogførum til matna.
§ 39. Í samhandli í skipanini í EBS eru §§ 37 og 38 galdandi samsvarandi.
§ 40. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um stovnan, innrætting og rakstur av veterinerum marknaeftirlitsstøðum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann eitt nú áseta reglur um, at tað í sambandi við umsókn um stovnan av marknaeftirlitsstøðum uttan útreiðslu fyri landið skulu vera neyðturviliga útgjørd høli og útbúnaður tøkur hjá marknaeftirlitinum til tess at hava eftirlit við teimum matvørum av djórum v.m., sum lógin fevnir um, tá ið innflutt verður úr londum og útflutt verður til lond, ið ikki eru limir í Evropeiska Samveldinum, og sum ikki hava gjørt avtalu við Evropeiska Samveldið um marknaeftirlit.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann gera av, at marknaeftirlitsstøðir, ið einans verða nýttar í sera avmarkaðan mun, skulu niðurleggjast sum marknaeftirlitsstøðir.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at útreiðslurnar í sambandi við rakstur av teimum í stk. 1 nevndu marknaeftirlitsstøðum, ið ikki verða rindaðar av gjaldinum, sum verður kravt sambært § 43, heilt ella fyri ein part verða rindaðar av staðbundnu íognarunum í marknaeftirlitsstøðini.
§ 41. Landsstýrismaðurin kann gera avtalur um, at stovnan og rakstur av marknaeftirlitsstøðum, sum nevndar í § 40, heilt ella fyri ein part verða fíggjað av staðbundnum íognarum.
§ 42. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um tøkniligan stuðul, ið landsstýrismaðurin eftir áheitan frá einum virki veitir til tess at loysa trupulleikar í sambandi við útflutning av matvørum. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um gjald fyri stuðulin. Hetta gjald kann ásetast sum ein regluligur tíðarbundin prísur til fulla ella lutvísa rindan av teimum veruligu útreiðslunum. Kravt kann verða, at goldin útlegg í sambandi við stuðulsveitingina verða endurgoldin.
10. kapittul
Gjøld til ávís endamál
§ 43. Teir framleiðarar í fyrsta liði og tey virki, sum lógin fevnir um, rinda útreiðslurnar í sambandi við umsjón og eftirlit, ið verða gjørd sambært lógini og reglum, givnum við heimild í lógini, um ikki landsstýrismaðurin ásetur annað.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um innkrevjing og rindan av gjøldum til útreiðslur, ið standast av umsjón og eftirliti sambært lógini ella reglum, givnum við heimild í lógini, eitt nú fyri serstakliga krevjandi eftirlit og serliga umsjón, eftirlit og greiningar ella annað serligt eftirlit, sbr. § 49.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um gjald fyri serstakar veitingar og avgreiðslur, eitt nú løggildingar, góðkenningar, skrásetingar, fráboðanir, kanningar og skjalváttanir, ið verða givnar sambært lógini ella reglum sambært lógini viðvíkjandi teimum viðurskiftum, ið lógin fevnir um.
Stk. 4. Krøv sbr. stk. 1-3 kunnu verða innheintað og pantað av Taks eftir reglunum um innkrevjing av skatti og avgjøldum.
Stk. 5. Heimilað verður Taks at krevja inn skuld sbrt. stk. 1-3 við at halda aftur í A-inntøku skuldarans sbrt. heimildunum hesum viðvíkjandi í skattalógini, mótrokning í avlopsskatti og negativum meirvirðisgjaldi.
Stk. 6. Tey krøv sbrt. stk. 1, ið ikki verða innheintað av Taks, kunnu innkrevjast av øðrum innkrevjingarstovni.
Stk. 7. Tann, ið tekur við einum virki ella heilt ella lutvíst heldur fram við virkseminum hjá einum virki, sum er undir umsjón ella eftirliti sambært hesi lóg ella sambært reglum, givnum sambært lógini, ábyrgist fyri teimum hartil hoyrandi gjøldum, sum viðvíkja tíðini innan yvirtøkuna.
Stk. 8. Tey í stk. 1-5, § 22, § 50, stk. 2 og § 59 nevndu gjøld kunnu heintast inn við panting, sum ásett í stk. 4 og 5.
Stk. 9. Tann myndugleiki, ið stovnar kravið, kann geva eftir krøv eftir galdandi reglum.
§ 44. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at ávís smásøluvirki, ið sum liður í ósjálvsøknum sosialum arbeiði, framleiða ella selja matvørur uttan vinnuligan vinning fyri eyga og uttan kappingarligan týdning í mun til onnur virki, heilt ella lutvíst kunnu sleppa undan gjøldum, ið § 43 fevnir um.
11. kapittul
Myndugleikar
§ 45. Landsstýrismaðurin hevur yvirskipaða eftirlitið við, at lógin og tær við heimild í lógini ásettu reglur verða hildnar. Landsstýrismaðurin leggur umsiting av eftirliti, umsjón, kanningum og kunningarvirksemi v.m., ið hava samband við matvørulóggávuøkið, til Heilsufrøðiligu starvsstovuna, ið eftir nærri reglum, sum landsstýrismaðurin hevur ásett fyri virksemi hennara, verður stuðlað av lands- og kommunumyndugleikum.
§ 46. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at almennar og privatar starvsstovur skulu vera akkrediteraðar av einum akkrediteringarstovni, sum er samundirskrivari av fleirsíðaðu avtaluni hjá EA (European co-operaton for Accreditation) um sínámillum viðurkenning, og skulu tær verða góðkendar ella lúka ávís góðskukrøv fyri at kunna røkja kanningaruppgávur sambært matvørulóggávuni.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur ella taka avgerð um meting og góðkenning av greiningarháttum, og um hvørjir greiningarhættir skulu nýtast í starvsstovukanningum sambært matvørulóggávuni.
12. kapittul
Altjóða reglur
§ 47. Landsstýrismaðurin kann áseta tær reglur og taka tær avgerðir, sum eru neyðugar til tess at fremja direktiv, fyriskipanir og avgerðir hjá ES um viðurskifti, ið matvørulóggávan fevnir um, og sum Føroyar – við einum av Løgtinginum góðkendum sáttmála við ES – hava bundið seg til at halda. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um frávik frá reglunum í omannevndu rættarskjølum í tann mun, tey loyva hesum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur til tess at lúka altjóða sáttmálar og avtalur.
13. kapittul
Eftirlit og almannakunngering av kanningarúrslitum
§ 48. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um umsjón og eftirlit við, at lógin ella tær sambært lógini ásettu reglur verða hildnar.
§ 49. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at serstakt eftirlit skal vera við ávísum sløgum av matvørum.
§ 50. Landsstýrismaðurin ella tann myndugleiki, sum hann sambært kunngerð hevur heimilað, tekur tær avgerðir, ið verða mettar neyðugar til at tryggja, at tey krøv, ið eru ásett í matvørulóggávuni ella í reglum, givnar við heimild í lógini, verða hildin.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ella tann myndugleiki, sum hann sambært kunngerð hevur heimilað, kann gera av, at tey sambært stk. 1 framdu tiltøk skulu fremjast fyri rokning virkisins.
Stk. 3. Um forboð ella boð, givin eftir stk. 1, ikki verða fylgd, kann landsstýrismaðurin ella tann myndugleiki, sum hann sambært kunngerð hevur heimilað, seta bann fyri framhaldandi rakstri og møguliga taka løggildingina ella skrásetingina frá virkjum, sum 8. kap. í lógini fevnir um. Um ikki annað er fráboðað í avgerðini, hevur frátøkan virknað frá fráboðan til virkið.
Stk. 4. Tann, sum ein avgerð sambært stk. 3 viðvíkur, kann krevja, at hon verður løgd fyri rættin.
Stk. 5. Áheitan um hetta skal setast fram innan 4 vikur eftir, at viðkomandi hevur fingið boð um avgerðina, ið skal upplýsa rættin at krevja rættarroynd og um freistina fyri tí. Umsitingarligi myndugleikin leggur sakarmál móti viðkomandi eftir reglunum í rættargangslógini um borgarligan rættargang.
Stk. 6. Rætturin kann við úrskurði gera av, at sakarmál er steðgandi.
§ 51. Eftirlitsmyndugleikin og persónar, sum hava serstaka heimild til hetta, hava nær sum helst móti hóskandi samleikaváttan og uttan rættarúrskurð atgongd at almennari og privatari ogn, økjum, flutningsførum, handilsbókum og skjølum v.m., eitt nú eisini tilfari, ið verður goymt elektroniskt, fyri at fáa til vega upplýsingar at nýta til at loysa uppgávur sambært matvørulóggávuni.
Stk. 2. Um neyðugt veitir løgreglan hjálp í hesum sambandi.
§ 52. Eitt matvøruvirki skal eftir áheitan frá eftirlitsmyndugleikunum geva allar upplýsingar, eitt nú um fíggjarlig og roknskaparlig viðurskiftini, sum hava týdning fyri at fremja eftirlitið, og uttan kostnað veita eftirlitsmyndugleikunum neyðuga hjálp í sambandi við eftirlit, royndartøku, ljóstøku og lating av skrivligum tilfari og útskrift av elektroniskum upplýsingum og øðrum tiltøkum, ið verða sett í verk sambært matvørulóggávuni.
Stk. 2. Eitt matvøruvirki skal kunna skjalprógva, at upplýsingar og uppáhald, sum virkið av sær sjálvum kemur við, eru røtt.
Stk. 3. Eftirlitsmyndugleikin kann sum liður í eftirliti og eftiransan uttan kostnað móti kvittan taka ella áleggja virkinum at taka royndir av matvørum, eitt nú rávørum, hálvvirkaðum vørum og liðugvørum, ísi, vatni, guvu, luft, luftevni, tilfari og lutum, týningarevnum, reingerðar- og sóttreinsingarevnum v.m.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at eitt matvøruvirki skal hjálpa eftirlitsmyndugleikunum at senda royndir og bera útreiðslurnar av tí.
§ 53. Til at ansa eftir, um matvørueftirlitið fer fram samsvarandi matvørulóggávuni, eftirlitsætlanini og eftirlitsskipanunum og á ein tilfeingisliga hóskandi hátt, kann landsstýrismaðurin seta eina føroyska matvørueftirlitsnevnd ella gera avtalu við matvørustýri í øðrum landi um, at matvørueftirlitsnevndin í avvarðandi landi átekur sær nevndu uppgávur.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin tilnevnir limirnar í nevndini. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um samansetingina av nevndini. Nevndin velur sjálv formannin millum limirnar. Landsstýrismaðurin ásetur starvsskipan nevndarinnar og nærri reglur um uppgávur nevndarinnar.
§ 54. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um almannakunngering við navns nevning av úrslitum og eisini slag og stødd á revsiatgerðum við grundarlagi í eftirliti, sum verður framt sambært matvørulóggávuni. Landsstýrismaðurin kann eitt nú áseta reglur um, at kæra ikki er steðgandi. Landsstýrismaðurin kann eisini áseta reglur um, á hvønn hátt og í hvørjum formi kanningarúrslit skulu gerast atkomulig hjá almenninginum á eftirlitsstaðnum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um form og stødd á almannakunngeringini eitt nú, at almannakunngeringin kann verða givin í elektroniskum formi. Landsstýrismaðurin kann gera av, at ávís úrslit ikki skulu almannakunngerast.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann gera av, at almannakunngering skal fara fram við støði í eini av landsstýrismanninum stovnaðari elektroniskari kunningarskipan til kanningarúrslit. Fyri at almannakunngera hesi kanningarúrslit kann landsstýrismaðurin nær sum helst, eitt nú tíðarvist, lata einum ikki nærri tilskilaðum tali av móttakarum bæði einstakar upplýsingar og hópupplýsingar úr kunningarskipanini. Ein og hvør kann úr kunningarskipanini fáa upplýsingar, sum annaðhvørt hava verið almannakunngjørdar, ella sum skulu almannakunngerast. Atgongdin fevnir bæði um einstakar upplýsingar og um hópupplýsingar.
14. kapittul
Ráðgevandi matvørunevndin
§ 55. Landsstýrismaðurin setur eina ráðgevandi matvørunevnd. Nevndin gevur ummæli um týdningarmikil matvørupolitisk evni, eitt nú um føðslu, rørslu og matvørugóðsku, sum nevnt í § 18, stk. 2, og um uppskot til nýggja lóggávu á økinum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um samansetingina av nevndini og virksemi hennara. Landsstýrismaðurin ásetur starvsskipan nevndarinnar.
15. kapittul
Kæra og heimiling
§ 56. Leggur landsstýrismaðurin sínar heimildir eftir lógini til annan myndugleika undir ráðnum, kann landsstýrismaðurin áseta reglur um rættin at kæra um avgerðir myndugleikans, eitt nú um, at avgerðirnar ikki kunnu leggjast fyri annan fyrisitingarligan myndugleika, og um rættin hjá myndugleikunum at taka upp aftur eitt mál, eftir at kæra er komin inn.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann eftir samráðing við viðkomandi landsstýrismann ella viðkomandi kommunufelagsskap áseta reglur um, hvussu aðrir almennir myndugleikar ella stovnar skulu røkja uppgávur sambært lógini. Landsstýrismaðurin kann í hesum sambandi áseta reglur um rættin at kæra um avgerðir hjá hesum myndugleikum ella stovnum, eitt nú um, at avgerðirnar ikki kunnu leggjast fyri annan fyrisitingarligan myndugleika, og um rættin hjá myndugleikum ella stovnum at taka upp aftur eitt mál, eftir at kæra er komin inn.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur, sambært hvørjum landsstýrismaðurin leggur sínar heimildir viðvíkjandi góðkenning v.m. av bjálvaðum flutningstólum, sbr. sáttmála frá 1. september 1970 um altjóða flutning av matvørum, ið spillast skjótt, og um tað serliga tilfarið, ið skal nýtast til slíkan flutning (ATP), til ein privatan stovn. Landsstýrismaðurin skal í hesum sambandi áseta reglur um rættin at kæra um avgerðirnar hjá privata stovninum. Landsstýrismaðurin kann broyta avgerðirnar uttan kæru. Landsstýrismaðurin varðveitir sína fullu fyriskipanarheimild.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann seta nevndir at hjálpa til við fyrisitingini av serstøkum økjum, ið hava samband við matvørulóggávuna. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um hetta. Landsstýrismaðurin skal í hesum sambandi áseta reglur um rættin at kæra um avgerðir hjá hesum nevndum. Landsstýrismaðurin kann broyta avgerðirnar uttan kæru. Landsstýrismaðurin varðveitir sína fullu fyriskipanarheimild.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um rættin hjá viðkomandi brúkarafelagsskapum at kæra avgerðir, ið eru tiknar av eftirlitsmyndugleikanum, sum fylgja av eini fráboðan um møguligt brot á matvørulóggávuna.
§ 57. Landsstýrismaðurin kann, tá serlig orsøk er til tess, geva boð um undantaksloyvi frá ásetingunum í hesi lóg og teimum reglum, ið eru ásettar við heimild í hesi lóg.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann, tá ið stórar vanlukkur henda, eitt nú kreppa ella kríggj, áseta tær reglur og taka tær avgerðir, ið eru neyðugar fyri at tryggja ta gagnligastu nýtsluna av matvørum, sleppa undan dálking v.m. fyri at tryggja, at fólkið fær matvørur.
Stk. 3. Um reglur og avgerðir eftir stk. 2 hava við sær fíggjarligt tap fyri virki ella framleiðara, hevur landið endurgjaldsskyldu.
Stk. 4. Endurgjald verður, um semja ikki fæst um endurgjaldið, avgjørt eftir reglum, ið landsstýrismaðurin ásetur.
16. kapittul
Revsing v.m.
§ 58. Um ikki hægri revsing er uppiborin sambært lóggávuni annars, verður tann revsaður við bót, ið
1) ikki fylgir avgerðum, sum viðkomandi hevur fingið boð um sambært § 50, stk. 1, ella § 57, stk. 1,
2) ikki gevur eftirlitsmyndugleikanum atgongd sambært § 51,
3) ikki gevur upplýsingar ella hjálpir eftirlitsmyndugleikanum sambært § 52, stk. 1, ella
4) ikki tekur royndir sambært § 52, stk. 3.
Stk. 2. Avgerðir, boð, forboð og reglur, tiknar og givnar sambært §§ 50, stk. 1, og 57, stk. 1, skulu fráboðast sambært reglunum í løgtingslóg nr. 109 frá 17. desember 1987 um alment kunngerðablað § 2, stk.1. Frávik frá hesum reglum kunnu gerast eftir reglum, ásettar av landsstýrismanninum í kunngerð.
Stk.3. Revsingin, ásett í stk. 1, kann herðast til fongsul í upp til 2 ár, um gerðin ella undanlátið er tilætlað ella er gjørt av grovum ósketni, og tað við brotinum er
1) voldur skaði á heilsu, ella um vandi hevur verið fyri tí, ella
2) fingin er ein fíggjarligur vinningur, ella ætlanin hevur verið at fáa fíggjarligan vinning til viðkomandi sjálvan ella onnur.
Stk. 4. Í reglum, ið verða givnar sambært lógini, kann revsing verða ásett við bót fyri brot á reglurnar ella treytir, ið verða givnar sambært reglunum. Eisini kann verða ásett, at revsingin kann herðast til fongsul í upp til 2 ár, um treytirnar eru samsvarandi teimum, ið eru tilskilaðar í stk. 3.
Stk.5. Revsiábyrgd kann verða áløgd løgfrøðiligum persónum sambært reglunum í 5. kap. í revsilógini.
Stk. 6. Tá ið bót verður ásett sambært stk. 1 og 4, skal umframt vanligu reglunum í revsilógini fyrilit verða havt fyri umsetninginum hjá virkjunum.
§ 59. Verður eitt brot ikki mett at hava við sær harðari revsing enn bót, kann Heilsufrøðiliga Starvsstovan boða frá, at málið kann verða gjørt av uttan rættarsókn, um tann, sum hevur framt brotið, játtar seg sekan í brotinum og váttar at vera til reiðar innan eina nærri ásetta freist, ið eftir umsókn kann verða longd, at rinda eina í fráboðanini ásetta bót.
Stk. 2. Viðvíkjandi teirri í stk. 1 nevndu fráboðan verða reglurnar í rættargangslógini um krøv til ákærurit og um ikki at hava skyldu til at taka til orða at nýta samsvarandi.
Stk. 3. Verður bótin goldin rættstundis, ella verður hon, eftir at tikið er við bótini, heintað inn ella goldin, fellur onnur rættarsókn burtur.
17. kapittul
Gildiskoma v.m.
§ 60. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 46 frá 21. juni 1985 um matvørur v.m.
Stk. 3. Kunngerðir, givnar við heimild í løgtingslóg nr. 46 frá 21. juni 1985 um matvørur v.m., verða verandi í gildi, til tær verða settar úr gildi.
Stk. 4. Brot á tær í stk. 3 nevndu reglur verður revsað sambært higartil galdandi reglum.
Stk. 5. Virki, ið sambært higartil galdandi reglum eru “góðkend”, verða at meta sum “løggild” eftir hesi lóg og reglum, givnar eftir hesi lóg.
Stk. 6. Virksemi, ið sambært higartil galdandi reglum er “tilmeldað”, verður at meta sum “skrásett” eftir hesi lóg og reglum, givnar eftir hesi lóg.
Tórshavn, 26. mai 2010
Kaj Leo Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 148/2009
1) Skjal 1 er ikki lagt út her, men er at finna í Kunngerðablaði A 2010 á síðu 148 – 171.
2) Broytt við løgtingslóg nr. 102 frá 13. juli 2017.
3) Broytt við løgtingslóg nr. 51 frá 6. mai 2016, har § 2 ljóðar soleiðis: ”Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. oktober 2016. Samstundis fer úr gildi § 60, stk. 2 í løgtingslógini.”
4) Broytt við løgtingslóg nr. 86 frá 22. mai 2015.