Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Mentamálaráðið
  • Útgávudagur: 23-05-2012
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2012 A - Hefti 21 A frá 23. mai 2012
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

15. mai 2012Nr. 62

Løgtingslóg um gymnasialar miðnámsútbúgvingar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 140 frá 18. desember 2015

Kapittul 1

Stevnumið

§ 1. Gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar eru lestrarfyrireikandi og almennandi útbúgvingar, ið geva næminginum fakligt grundarlag fyri hægri lestri og framhaldandi útbúgving.

Stk. 2. Útbúgvingarnar skulu hava eina greiða fakliga og námsfrøðiliga framtøku, og skulu tær styrkja og víðka fakliga førleika og lestrarførleika næmingsins.

Stk. 3. Útbúgvingarnar skulu geva næminginum fakliga vitan og hugfarsevni. Harumframt skulu útbúgvingarnar menna evni næmingsins at djúphugsa og viðgera evni í frásjón.

Stk. 4. Næmingurin skal ogna sær førleika at taka virknan lut í einum fólkaræðisligum samfelag, ið byggir á andsfrælsi, tolsemi og javnrættindi, og at taka á seg ábyrgd og skyldur í hesum høpi.

Stk. 5. Næmingurin skal læra at virða og røkja sína egnu mentan, eins og hann skal læra, at aðrar mentanir og onnur samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.

Stk. 6. Næmingurin skal gerast tilvitandi um tøkniligar og umhvørvisligar og aðrar avbjóðingar, so hann gerst førur fyri at virka fyri burðardyggari menning av samfelagnum.

Stk. 7. Næmingurin skal læra at nýta ymiskar arbeiðshættir og háttaløg og skal læra at taka virknan lut í einum lestrarumhvørvi, ið setir krøv um sjálvstøðugt arbeiðslag og samstarv. Næmingurin skal duga at leita upp og ogna sær vitan. Næmingurin skal harumframt duga at nýta vitan og kritiskt meta um tilognaða vitan.

Stk. 8. Útbúgvingarnar eru ein heild, og enda tær við próvtøku við støði í greitt fyrisettum fakligum málum.

Stk. 9. Landsstýrismaðurin hevur evstu ábyrgd av undirvísing og próvtøku í gymnasialu miðnámsútbúgvingunum og hevur eftirlit við teimum.

Bygnaður

§ 2. Gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar eru skipaðar við útbúgvingarbreytum, ið taka 3 ár, og við fyrireikingarbreyt, ið tekur 2 ár.

Stk. 2. Breytirnar eru

1)   búskaparbreyt,

2)   fyrireikingarbreyt,

3)   hugbreyt,

4)   náttúrubreyt,

5)   tilfeingisbreyt og

6)   tøknibreyt.

Stk. 3. 1) Leiðari útbúgvingarstovnsins kann við góðkenning landsstýrismansins stovna og bjóða út aðrar breytir og serliga skipað skúlatilboð til næmingar við serligum tørvi.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin tekur avgerð um, hvussu útboðið av útbúgvingarbreytum verður lagað í mun til samfelagstørvin, og hvar í landinum breytir verða bodnar út.

Stk. 5. 1) Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um treytir og mannagongdir í sambandi við góðkenning og skipan av útbúgvingarbreytum, serliga skipaðum skúlatilboðum sbrt. stk. 3 og í sambandi við avtøku av útbúgvingarbreytum og serliga skipaðum skúlatilboðum sbrt. stk. 2 og 3.

Kapittul 2

Skipan og innihald

§ 3. 3 ára útbúgvingarbreytirnar verða skipaðar innan ein karm samsvarandi við undirvísing í umleið 2600 klokkutímar.

Stk. 2. Einstaki næmingurin skal í minsta lagi hava

1)   4 A-stig og 3 B-stig á búskaparbreytini,

2)   4 A-stig og 3 B-stig á hugbreytini,

3)   4 A-stig og 3 B-stig á náttúrubreytini,

4)   3 A-stig og 4 B-stig á tilfeingisbreytini og

5)   3 A-stig og 4 B-stig á tøknibreytini.

Stk. 3. Minsta talið av lærugreinum á C-stigi verður ásett soleiðis, at samlaða klokkutímatalið ikki verður niðan fyri eitt minst loyvt klokkutímatal á breytini. 

Stk. 4. 2 ára útbúgvingarbreytin verður skipað innan ein karm samsvarandi við undirvísing í umleið 1750 klokkutímar.

Stk. 5. Einstaki næmingurin skal í minsta lagi hava 2 A-stig og 3 B-stig á fyrireikingarbreytini.

Stk. 6. Minsta talið av lærugreinum á C-stigi verður ásett soleiðis, at samlaða klokkutímatalið ikki verður niðan fyri eitt minst loyvt klokkutímatal á breytini. 

Stk. 7. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um skipan av breytum sbrt. stk. 1 – 6.

§ 4. Útbúgvingarbreytirnar verða skipaðar við felagslærugreinum, breytalærugreinum og vallærugreinum.

Stk. 2. Lærugreinarnar eru skipaðar sum gymnasialar lærugreinar á A-, B- og C-stigi, har A-stig er hægsta stigið. Ein lærugrein hevur altíð greiðan stigvøkstur í sær, og eitt hægri stig byggir á eitt lægri stig.

Stk. 3. Felagslærugreinar eru kravdar lærugreinar á A-, B- og C-stigi, og eru tær felags fyri allar útbúgvingarbreytirnar. Felagslærugreinarnar eru:

1)   føroyskt A,

2)   enskt B,

3)   søga C,

4)   ítróttur og heilsa C,

5)   samfelagsfrøði C og

6)   støddfrøði C.

Stk. 4. Breytalærugreinar eru kravdar lærugreinar á A-, B- og C-stigi, sum eru serstakar fyri einstøku útbúgvingarbreytina og mynda eina lestrarkós.

Stk. 5. Vallærugreinar eru lærugreinar á A-, B- og C-stigi, sum antin kunnu veljast sum ”kravt val” á breytini ella sum ”frítt val” tvørtur um útbúgvingarbreytir.

Stk. 6. Fakligt arbeiðssamstarv millum lærugreinar m.a. í breytauppgávu og breytaverkætlan verður lýst í kunngerð.

Stk. 7. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur sbrt. stk. 1-5 um skipan av felagslærugreinum, breytalærugreinum og vallærugreinum

§ 5. Útbúgvingarbreytirnar fevna eisini um lestrarmenning, breytauppgávu og breytaverkætlan. Fyrireikingarbreytin fevnir ikki um breytauppgávu.

Stk. 2. Lestrarmenning skal fremjast á einstøku breytunum fyrsta árið í útbúgvingini, og skal lestrarmenningin gera einstaka næmingin tilvitandi um fakligu krøvini í valdu breytini og geva honum amboð at nýta í einum virknum lestrarumhvørvi.

Stk. 3. Á 3-ára útbúgvingarbreytunum verður breytauppgáva skrivað 2. árið, og breytaverkætlan verður skrivað 3. árið.

Stk. 4. Á fyrireikingarbreytini verður breytaverkætlan skrivað 2. árið.

Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur sbrt. stk. 1-4 um lestrarmenning, breytauppgávu og breytaverkætlan.

Útbúgvingarbreytir

§ 6. Útboðið av útbúgvingarbreytum skal geva einstaka næminginum møguleika at velja lestrarkós, ið gevur næminginum førleika at fara undir víðari útbúgving eftir áhuga. Hvør einstøk útbúgvingarbreyt skal tryggja, at næmingurin fær fakligan og almennandi lestrarførleika.

§ 7. Útbúgvingarbreytirnar, sbrt. § 2, stk. 2, verða skipaðar við støði í gymnasialu lærugreinarøðini.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um skipan av einstøku breytunum og um innihald í breytunum, stig og vav av lærugreinum í breytunum, og karmar fyri hvar í breytunum lærugreinarnar koma fyri og við hvørjum klokkutímatali.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um námsætlanir og letur gera námsætlanir við fyrisettum málum fyri hvørja lærugrein.

§ 8. Næmingur, sum byrjar í einari útbúgvingarbreyt, kann í seinasta lagi 1. oktober sama ár søkja um at skifta breyt. Møguligt skifti skal fara fram í seinasta lagi 15. oktober sama ár.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um skifti sbrt. stk. 1.

§ 9. Gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar kunnu eisini takast sum stakgreinalestur og sum sjálvlestur.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um stakgreinalestur og sjálvlestur.

§ 10. Leiðari útbúgvingarstovnsins skal skipa fyri, at næmingurin fær einsæris ráðgeving og lestrarvegleiðing um, hvussu útbúgvingin kann fremjast innan ásettu tíðarkarmarnar.

Stk. 2. Leiðari útbúgvingarstovnsins skal í sambandi við arbeiðið at minka um fráfallið bjóða næmingi, ið hevur tørv á hesum, vegleiðing.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um ráðgeving og lestrarvegleiðing sbrt. stk. 1 og fráfall sbrt. stk. 2.

§ 11. Leiðari útbúgvingarstovnsins kann geva næmingi avriksflutning í lærugrein, um stig og ella innihald frá aðrari útbúgving kann javnsetast.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð reglur um avriksflutning.

Kapittul 3

Leiðsla

§ 12. Útbúgvingarstovnarnir verða skipaðir hvør við sínum leiðara. Landsstýrismaðurin setur í starv og loysir úr starvi leiðara útbúgvingarstovnsins.

Stk. 2. Leiðari útbúgvingarstovnsins setur í starv og loysir úr starvi leiðarar, lærarar og onnur starvsfólk í útbúgvingarstovninum.

Stk. 3. Leiðari útbúgvingarstovnsins hevur yvirskipaðu, umsitingarligu, námsfrøðiligu og fíggjarligu ábyrgdina av øllum virkseminum á útbúgvingarstovninum mótvegis landsstýrismanninum sbrt. reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir.

Stk. 4. Leiðari útbúgvingarstovnsins skipar bygnaðin í útbúgvingarstovninum sbrt. reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir.

Stk. 5. Leiðari útbúgvingarstovnsins leiðir og lutar út alt arbeiðið í útbúgvingarstovninum.

Stk. 6. Leiðari útbúgvingarstovnsins tekur allar ítøkiligar avgerðir viðvíkjandi næmingunum, til dømis avtalur um útbúgvingartíð uttanlands, upptøku, ávaringar, burturvísing og onnur agatiltøk.

Lærararáð, samstarvsnevnd og gymnasialt útbúgvingarráð

§ 13. Í hvørjum útbúgvingarstovni verður skipað lærararáð og samstarvsnevnd við til- og ummælisrætti eftir reglum, ið landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð. Limir í lærararáðnum eru leiðsla og starvsfólk, ið hava námsfrøðiligar uppgávur í útbúgvingarstovninum. Limir í samstarvsnevndini eru umboð fyri leiðslu, lærarar og næmingar.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin tilnevnir eitt gymnasialt útbúgvingarráð við 7 limum. 3 av limunum verða beinleiðis tilnevndir av landsstýrismanninum, og 4 limir verða tilnevndir av landsstýrismanninum eftir tilmæli. Limirnir verða tilnevndir fyri eitt 3 ára skeið og kunnu tilnevnast av nýggjum.

Stk. 3. Ráðið skal ráðgeva landsstýrismanninum í málum og spurningum, sum viðvíkja gymnasialu útbúgvingunum.

Stk. 4. Fyri hvønn ráðslim verður varalimur tilnevndur.

Stk. 5. Ráðslimirnir skulu hava fakligt innlit í gymnasialu miðnámsútbúgvingarskipanina.

Stk. 6. Landsstýrismaðurin tilnevnir formannin. Leiðari á útbúgvingarstovni, sum hevur gymnasiala miðnámsútbúgvingarskipan, hevur rætt at møta til fundir í ráðnum. Mentamálaráðið røkir skrivarauppgávurnar í ráðnum.

Stk. 7. Útbúgvingarráðið kann av sínum eintingum umrøða og gera tilráðing í málum, ið eru av týdningi fyri útbúgvingarnar.

Stk. 8. Formaðurin í útbúgvingarráðnum kann heita á serkøn fólk at vera við á ráðsfundum.

Stk. 9. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um m.a., hvør skal tilmæla tilnevning av limum til útbúgvingarráðið og um starvsskipan hjá útbúgvingarráðnum.

Dygdarmenningar- og eftirmetingarskipan

§ 14. Landsstýrismaðurin hevur yvirskipaða ábyrgd av og eftirlit við undirvísing, dygdarmenning, eftirmeting og próvtøku sbrt. hesi lóg.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann geva leiðara útbúgvingarstovnsins boð í námsfrøðiligum málum.

§ 15. Leiðari útbúgvingarstovnsins hevur ábyrgd av at seta í verk dygdarmenningar- og eftirmetingarskipan fyri alt virksemi á stovninum.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir yvirskipaðar reglur fyri dygdarmenningar- og eftirmetingarskipan sbrt. stk. 1.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin góðkennir dygdarmenningar- og eftirmetingarskipan sbrt stk. 1.

§ 16. Landsstýrismaðurin kann krevja allar upplýsingar frá útbúgvingarstovninum, sum eru fortreyt fyri vanligari hagtalsuppgerð innan útbúgvingar, og persónsupplýsingar í teimum málum, har landsstýrismaðurin er kærumyndugleiki sbrt. § 40.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um skráseting, innsavning og goymslu av viðkomandi upplýsingum.

Kapittul 4

Lærarar

§ 17. Fyri at verða settur sum lærari í teimum gymnasialu miðnámsútbúgvingunum skal viðkomandi hava lokið kandidat- ella masterútbúgving frá universiteti ella øðrum akademiskum útbúgvingarstovni í einari ella fleiri lærugreinum í gymnasialu lærugreinarøðini.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann loyva, at vikið verður frá stk. 1 eftir nærri ásettum reglum.

Stk. 3. Í sambandi við starvsetan er tað leiðari útbúgvingarstovnsins, sum góðkennir fakligan førleika sbrt. nærri ásettum reglum.

Stk. 4. Fyri at verða settur í fast starv sum lærari í teimum gymnasialu miðnámsútbúgvingunum skal viðkomandi hava staðið námsfrøðiliga útbúgving í seinasta lagi 2 ár frá setanardegnum.

Stk. 5. Gymnasialu útbúgvingarstovnarnir hava skyldu at taka í móti lærarakandidatum til verkligan part av námsfrøðiligu útbúgvingini.

Stk. 6. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur sbrt. stk. 1 - 4.

Kapittul 5

Próvtøka og eftirmetingar

§ 18. 1) 2) Gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar enda við próvtøku. 3 ára gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar fevna um í minsta lagi 9 próvtøkur, íroknað próvtøku í eini breytaverkætlan. Í ítrótti og heilsu verður tó eingin próvtøka hildin.

Stk. 2. 1) Gymnasiala fyrireikingarbreytin endar við próvtøku í øllum lærugreinum, tó ikki í lærugreinini ítróttur og heilsa.

Stk. 3. Gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar kunnu setast saman sum stakar próvtøkur í kravdum lærugreinum og vallærugreinum sbrt. ásetingunum fyri einstøku breytirnar í § 9.

§ 19. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð karmarnar fyri próvtøku.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir próvtøkutíðarskeið og próvtøkudagar.

§ 20. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um próvtøkur, m.a. reglur um krøv til próvtøkur, próvtøkusløg, próvdøming, próvtøl, talmet og útskriving av prógvi.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ger av, hvørjum lærugreinum á hvørjum ári einstaki næmingurin skal til próvtøku í.

Stk. 3. Próvtøkurnar eru einsæris hjá næminginum uttan í teimum førum, har luttøka av fleiri næmingum er ein fortreyt fyri, at próvtøkan kann haldast.

Stk. 4. Øll próvtøkuavrik verða dømd einsæris.

§ 21. Leiðari útbúgvingarstovnsins heldur próvtøku og skrivar út prógv fyri lokna útbúgving og skrivar undir skjalváttan fyri lokna próvtøku í støkum lærugreinum.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um, hvørjar upplýsingar eitt prógv fyri lokna gymnasiala miðnámsútbúgving skal fevna um, m.a. ársmet, próvtøl, próvtal fyri breytaverkætlan, umframt hvørja vekt ársmet og próvtøl hava í útrokningini av próvtøkuúrslitinum.

Kapittul 6

Upptøka

§ 22. Upptøka á eina 3 ára útbúgvingarbreyt er treytað av, at umsøkjarin hevur fullført 9. flokk sambært ásetingunum í lógini um fólkaskúlan ella hevur lokið samsvarandi útbúgving og lýkur upptøkukrøvini til einstøku breytina, sum søkt verður inn á.

Stk. 2. Umsøkjari, ið lýkur upptøkukrøvini sbrt. stk. 1, verður tikin upp.

Stk. 3. Umsøkjari, ið ikki lýkur krøvini sbrt. stk. 1, kann verða tikin upp eftir nærri reglum um upptøkuroynd, sbrt § 24.

§ 23. Upptøka til fyrireikingarbreytina er treytað av, at umsøkjari hevur fylt 18 ár í seinasta lagi 31. desember í tí ári, hann byrjar undirvísingina.

Stk. 2. Umsøkjari, ið hevur fullført 9. flokk sambært ásetingunum í lógini um fólkaskúlan ella hevur lokið samsvarandi útbúgving, og sum lýkur upptøkukrøvini til fyrireikingarbreytina, verður tikin upp.

§ 24. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um upptøkukrøv sbrt. § 22 og 23 fyri umsøkjarar til allar útbúgvingar­breytirnar og fyri stakgreinalesandi og sjálvlesandi.

§ 25. Í Føroyum verða tvey upptøkuøki til gymnasialu skipanina.

Stk. 2. Upptøkuøki B fevnir um Norðoyggjar, Eysturoy og tann partin av Sunda kommunu, sum liggur á Streymoynni.

Stk. 3. Upptøkuøki A er tann parturin av Føroyum, sum ikki er nevndur í stk. 2.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann tó gera serligar reglur fyri upptøkuøkini sbrt. stk. 2 og 3.

Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann, um serlig viðurskifti gera tað neyðugt, býta næmingar millum økini, sum nevnd eru í stk. 2 og stk. 3.

Stk. 6. Umsøkjari kann í sambandi við umsókn um upptøku til miðnámsútbúgvingar raðfesta 3 ymisk útbúgvingarynski. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð  nærri reglur um umsókn, upptøku og upptøkumannagongd.

Stk. 7. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um fullnýtslu av undirvísingarligum og fíggjarligum tilfeingi í sambandi við upptøku og skipan av flokkum.

§ 26. Næmingar við útbúgving, ið kann javnmetast við stigið og innihaldið 1. árið á einari gymnasialari breyt, kann søkja um upptøku um framhald á 2. ári á einari gymnasialari breyt.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um upptøku eftir stk. 1.

Kapittul 7

Næmingar

§ 27. Næmingur skal vera til staðar og vera virkin í undirvísingini.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ger reglur um at vera til staðar og at vera virkin í undirvísingini. 

Stk. 3 Landsstýrismaðurin ger nærri reglur um agatiltøk fyri brot á reglurnar, sum givnar eru sbrt. stk. 2.

Stk. 4. Leiðari útbúgvingarstovnsins hevur skyldu at kunna næmingin um reglurnar í stk. 2 og 3.

§ 28. Leiðari útbúgvingarstovnsins ger reglur fyri skilhald.

Stk. 2. Næmingur hevur skyldu at halda skilhaldsreglur stovnsins.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin góðkennir skilhaldsreglur skúlans og ger nærri reglur um agatiltøk fyri brot á reglurnar, sum givnar eru sbrt. stk.2

Stk. 4. Leiðari útbúgvingarstovnsins hevur skyldu at kunna næmingin um reglurnar sbrt. stk. 2 og um avleiðingarnar, um reglurnar ikki verða fylgdar.

§ 29. Leiðari útbúgvingarstovnsins hevur ábyrgd av, at framdar verða regluligar og ítøkiligar innanhýsis eftirmetingar av lestrarstøðu næmingsins.

Stk. 2. Leiðari útbúgvingarstovnsins skal saman við viðkomandi lærarum í minsta lagi eina ferð í hvørjari skúlahálvu eftirmeta úrslit í einstøku flokkunum og ella bólkunum og hjá einstaka næminginum.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ger reglur um eftirmetingar sbrt. stk. 1 og 2, og leiðari útbúgvingarstovnsins hevur skyldu at kunna næmingin um hesar.

Stk. 4. Leiðari útbúgvingarstovnsins kann í serstøkum føri nokta at flyta næming upp í næsta flokk, um mett verður, at hann ikki hevur fingið nóg mikið burtur úr undirvísingini. Hevur næmingur eitt miðaltal ájavnt við ella størri, enn krevst fyri at standa, kann leiðari útbúgvingarstovnsins ikki nokta uppflyting.

Stk. 5. Landsstýrismaðurin ger nærri reglur um uppflyting í hægri flokk.

Stk. 6. Næmingur, hvørs lestrarstøða ikki er nøktandi, skal bjóðast vegleiðingarsamrøðu.

§ 30. Næmingar á gymnasialu útbúgvingarstovnunum hava rætt til at skipa staðbundin næmingaráð og næmingaráð fyri alt landið.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð reglur fyri val av næmingaráði og virkisøkið hjá ráðunum.

Stk. 3. Næmingaráð gera sjálv sína starvsskipan, sum verður góðkend av leiðara útbúgvingarstovnsins.

§ 31. Skúlaárið í gymnasialu miðnámsútbúgvingunum sbrt. hesi lóg er frá 1. august til 31. juli árið eftir og er ásett at vera 199 skúladagar.

Kapittul 8

Undirvísing, løgd serliga til rættis

 

Næmingar, ið bera brek

§ 32. Leiðari útbúgvingarstovnsins skal skipa fyri, at næmingur, ið ber likamligt ella sálarligt brek og hevur tørv á sernámsfrøðiligari hjálp ella serligum stuðli, fær tilboð um hetta.

Stk. 2. Leiðari útbúgvingarstovnsins skal skipa fyri, at næmingur, ið ikki fær fylgt vanligu undirvísingini, tí næmingurin ber brek, í serligum føri fær tilboð um longda útbúgvingartíð og serlig undirvísingaramboð, so hann kann fullføra útbúgvingina.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ger nærri reglur um tilboð til næming, ið ber brek, sbrt. stk. 1 og 2, og um, at próvtøkur kunnu verða lagdar serliga tilrættis.

Sjúkraundirvísing

§ 33. Leiðari útbúgvingarstovnsins skal skipa fyri, at næmingur, ið vegna sjúku í avmarkaðum tíðarskeiði ikki kann fylgja vanligu undirvísingini, skal hava tilboð um sjúkraundirvísing.

Stk. 2. Leiðari útbúgvingarstovnsins skal skipa fyri, at næmingur, sum vegna sjúku í longri tíð ikki kann fylgja vanligu undirvísingini, fær tilboð um umlagda útbúgvingartíð.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ger í kunngerð nærri reglur um sjúkraundirvísing sbrt. stk. 1 og um umlagda útbúgvingartíð sbrt. stk. 2.

Næmingar, ið fáast við úrvalsvirksemi

§ 34. Ein 3 ára útbúgvingargongd kann verða løgd serliga til rættis sum ein 4 ára útbúgvingargongd fyri næming, sum íðkar úrvalsítrótt, úrvalstónleik ella annað úrvalsvirksemi á høgum stigi.

Stk. 2. Ein 2 ára útbúgvingargongd kann verða løgd serliga til rættis sum ein 3 ára útbúgvingargongd fyri næming á fyrireikingarbreytini, sum íðkar úrvalsítrótt, úrvalstónleik ella annað úrvalsvirksemi á høgum stigi.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um longda útbúgvingargongd, og hvussu próvtøkur kunnu verða lagdar serliga til rættis sbrt. stk. 1 – 2.

Námsferðir

§ 35. Partar av undirvísingini kunnu skipast sum námsferðir ella líknandi.

Stk. 2. Landsstýrismaður ger í kunngerð nærri reglur um námsferðir og innhald sbrt. stk. 1.

Sjálvboðin undirvísing

§ 36. Útbúgvingarstovnurin kann skipa fyri avmarkaðari, sjálvbodnari undirvísing.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um sjálvbodna undirvísing sbrt. stk. 1.

Kapittul 9

Royndar- og menningarvirksemi

§ 37. Landsstýrismaðurin kann fremja royndar- og menningarvirksemi.

Stk. 2. Leiðari útbúgvingarstovnsins kann við støði í einari ítøkiligari og gjølliga lýstari ætlan søkja landsstýrismannin um góðkenning av royndar- og menningarvirksemi.

Stk. 3. Royndar- og menningarvirksemið má ikki minka um møguleikar næminganna at nýta teirra útbúgving í hægri framhaldsútbúgvingum ella rættindi teirra í øðrum førum.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um royndar- og menningarvirksemi sbrt. stk. 1-3.

Kapittul 10

Fígging

§ 38. 1) Landskassin fíggjar gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar og serliga skipað skúlatilboð sbrt. § 2, stk. 3.

Stk. 2. Stuðul kann verða veittur til royndar- og menningarvirksemi, eftirútbúgving, útgerð til undirvísing og onnur átøk undirvísingini at frama.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann geva leiðara á útbúgvingarstovni boð í fíggjarligum málum.

Gjøld

§ 39. Undirvísingin í teimum gymnasialu miðnámsútbúgvingunum er ókeypis fyri næmingarnar.

Stk. 2. Næmingarnir skulu sjálvir útvega sær bøkur, teldu og annað undirvísingartilfar.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann heimila skúlunum at taka gjald, ið samsvarar við kostprís, fyri ljóstøk, útprenting og annað tilfar, sum verður nýtt í undirvísingini.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um gjald fyri innskriving til próvtøku og endurpróvtøku hjá sjálvlesandi, stakgreinalesandi og fjarlesandi.

Kapittul 11

Kærur

§ 40. Avgerð leiðara útbúgvingarstovnsins í námsfrøðiligum málum, m.a. í próvtøkumálum, kann innan 7 dagar eftir, at avgerðin er kunngjørd næminginum, kærast til landsstýrismannin. Kæran skal vera skrivlig, ítøkilig og grundgivin.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um kærur sbrt. stk. 1.

Stk. 3. Fyrisitingarlig avgerð, ið er tikin av leiðara útbúgvingarstovnsins, sum ikki er fevnd av stk. 1, kann kærast til landsstýrismannin. Kærufreistin er 4 vikur eftir, at kærarin hevur móttikið avgerðina.

Kapittul 12

Skiftisreglur

§ 41. Løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 1995 um studentaskúlar, løgtingslóg nr. 107 frá 29. juni 1995 um skeið til hægri fyrireikingarpróvtøku, løgtingslóg nr. 43 frá 23. apríl 1999 um hægri handilspróvtøku (HH-útbúgving), løgtingslóg nr. 42 frá 23. apríl 1999 um hægri tøkniliga próvtøku (HT-útbúgving), løgtingslóg nr. 42 frá 26. mars 2002 um útbúgvingar innan fiskiídnað og havbúnað eru galdandi fyri næmingar, sum fyri 1. august 2013 fóru undir hesar útbúgvingar

1)   Studentaskúlaútbúgving (ST),

2)   Hægri Fyrireikingarpróvtøku (HF),

3)   Hægri handilspróvtøku (HH),

4)   Hægri tøkniliga próvtøku (HT) og

5)   Hægri próvtøku innan fiskivinnu (HIF),

Stk. 2. Omanfyrinevndu lógir, og tær reglur, sum eru gjørdar við heimild í teimum, verða í gildi til tey, sum byrjaðu fyri 1. august 2013, hava havt høvi at gera seg lidnan við útbúgvingarnar í stk. 1.

Stk. 3. 1) Reglurnar í §§ 13 og 27–30 í hesi lóg eru eisini galdandi fyri tey, sum byrjaðu útbúgvingina fyri 1. august 2013.

 

Kapittul 13

Gildiskoma

§ 42. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2013 og er galdandi fyri næmingar, sum byrja í breytaskipanini skúlaárið 2013/2014 ella seinni.

Stk. 2. § 12 í hesi lóg er tó ikki galdandi fyri yrkisskúlar, sum eru fevndir av ásetingum um leiðslu sbrt. kapittli 2 í løgtingslóg nr. 106 frá 29. desember 1998 um yrkisskúlar.

Stk. 3. Kapittul 10 í hesi lóg er tó ikki galdandi fyri yrkisskúlar, sum eru fevndir av ásetingum um fígging sbrt. kapittli 3 í løgtingslóg nr. 106 frá 29. desember 1998 um yrkisskúlar.

 

Tórshavn, 15. mai 2012

 

Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður

Lm. nr. 174/2011

 

 



1) Broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 15. mai 2014, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Tó hava § 1, nr. 3 og 4 virknað frá 1. august 2013.”

2) Broytt við løgtingslóg nr. 140 frá 18. desember 2015.