Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
15. mai 2012Nr. 63
Løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 159 frá 10. desember 2021
Kapittul 1
Øki lógarinnar
§ 1. Lógin fevnir um tiltøk, ið stuðla undir eitt virkið arbeiðslív hjá persónum, sum hava ella kunnu fáa trupulleikar við at varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin.
Stk. 2. Lógin fevnir eisini um tiltøk, ið fyribyrgja avleiðingar av langtíðarfráveru frá arbeiði vegna arbeiðsloysi, sjúku el.a.
Stk. 3. 1) Fevnd av hesi lóg eru:
1) persónur, sum fær veiting vegna arbeiðsloysi, sbrt. § 11, sbr. § 12, í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur,
2) persónur, sum fær veiting vegna sjúku ella øðrum trupulleikum enn arbeiðsloysi, sbrt. § 11, sbr. § 12, í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur,
3) persónur, sum fær veiting, sbrt. § 3, stk. 1-2 í lóg um dagpening vegna sjúku v.m.,
4) persónur, sum, orsakað av minkaðum arbeiðsførleika, tørvar serligan stuðul fyri at koma í arbeiði,
5) fyritíðarpensjónistur sbrt. § 3, stk. 1 og
6) persónur undir 18 ár, sum, orsakað av likamligum ella sálarligum breki, uttan fyriskipan ikki kann væntast at kunna forsyrgja sær og sínum í framtíðini.
§ 2. Persónur undir fólkapensjónsaldur, sum hevur lógligt uppihald og fastan bústað í Føroyum, er fevndur av hesi lóg.
Stk. 2. Útlendingar við tíðarbundnum arbeiðs- og uppihaldsloyvum eru ikki fevndir av hesi lóg.
Stk. 3. Persónur, sum uppiheldur sær í øðrum landi, hevur ikki rætt til stuðul sambært hesi lóg. Hetta er tó ikki galdandi fyri uppihald í øðrum landi sambært § 10, stk. 4.
Serligar treytir
§ 3. Fyritíðarpensjónistur kann fáa tilboð sambært hesi lóg, um útgjald av fyritíðarpensjón verður steðgað sambært § 25, stk. 2 í lóg um almannapensjónir. Henda treyt er tó ikki galdandi í sambandi við fyriskipan sbrt. § 24, og henda treyt er ikki galdandi í sambandi við stuðul til fyriskipan sbrt. § 9, stk. 1, nr. 6 fyri lægstu og miðal fyritíðarpensjónistar.
Stk. 2. Persónur sbrt. § 1, stk. 3, nr. 3 fær veiting sambært hesi lóg, um veiting sambært hesi lóg er hægri.
Stk. 3. Stuðul til fyriskipanir sambært hesi lóg er ikki tengdur at ogn umsøkjarans ella inntøku og ogn hjúnafelagans.
Kapittul 2
Upplýsing og vegleiðing
§ 4. 2) Í fyrstu atløgu metir Almannaverkið, um viðkomandi við upplýsing og vegleiðing sjálvur kann loysa íkomnu støðuna við vantandi arbeiði.
Stk. 2. Upplýsing og vegleiðing er at skilja sum hjálp í mun til arbeiðsmøguleikar og útbúgvingarmøguleikar.
Stk. 3. Upplýsing og vegleiðing kann tó eisini fevna um ráðgeving um persónligar og fíggjarligar trupulleikar, herundir um rættindi og stuðulsmøguleikar sambært aðrari lóggávu.
Kapitul 3
Virknisvenjing
§ 5. Virknisvenjing er:
1) arbeiðstilboð á einum almennum ella privatum arbeiðsplássi, ella
2) styttri arbeiðsrættað skeið.
Stk. 2. Virknisvenjing kann tó eisini fevna um aðra styttri, ikki beinleiðis arbeiðsrættaða fyriskipan, um mett verður, at tað kann økja møguleikarnar hjá viðkomandi aftur at fáa arbeiði.
Stk. 3. Val av virknisvenjing verður gjørt við støði í, hvussu viðkomandi skjótast møguligt aftur kann koma í arbeiði.
Stk. 4. Virknisvenjing sbrt. stk. 1, nr. 1 verður játtað fyri í mesta lagi 6 mánaðir í senn, men vanliga ikki longur enn 3 mánaðir.
Stk. 5. Eftir lokna virknisvenjing verður fyriskipanin endurmett, og mett verður um møguleikarnar hjá tí einstaka at fáa vanligt arbeiði ella at fara undir útbúgving, áðrenn nýggj virknisvenjing verður sett í verk.
§ 6. Virknisvenjing verður sett í verk í seinasta lagi, tá persónur sbrt. § 1, stk. 3, nr. 1 hevur fingið veiting vegna arbeiðsloysi í samanhangandi 6 mánaðir.
Stk. 2. Freist sambært stk. 1 kann útsetast upp til 3 mánaðir, um mett verður, at tað økir um møguleikarnar at røkka endamálinum sbrt. § 5, stk. 3.
Stk. 3. Persónar sbrt. § 1, stk. 3, nr. 2 og 3 fáa eisini tilboð um virknisvenjing, um tað kann sameinast við sjúku ella aðrar trupulleikar, sum viðkomandi hevur.
§ 7. 1) Persónur, ið luttekur í virknisvenjing, fær framhaldandi stuðulsveiting sbrt. § 11, sbr. § 12, í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur ella sbrt. løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. Persónur í virknisvenjing sbrt. § 5, stk. 1, nr. 1 fær harumframt eina virknisviðbót í tíðarskeiðinum fyri virknisvenjingina. Virknisviðbót kann tó ikki latast, um samlaði stuðulin hervið verður hægri enn veiting sbrt. § 12.
Stk. 2. Virknisviðbótin lækkar ella fellur burtur við ógrundaðari fráveru.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð nærri reglur um virknisvenjing, tímatal, upphædd fyri virknisviðbót og lækking av virknisviðbót.
Kapittul 4
Arbeiðsbúgving
Arbeiðsbúgving
§ 8. Stuðul verður veittur til arbeiðsbúgving, tá tað er ein neyðug fyritreyt fyri, at viðkomandi frameftir kann forsyrgja sær og sínari familju við at arbeiða. Stuðulin fevnir um arbeiðsrættaðar fyriskipanir og fíggjarliga hjálp, ið hava til endamáls at gera viðkomandi føran fyri at átaka sær arbeiði sambært treytum á vanliga arbeiðsmarknaðinum.
Stk. 2. Tey, ið eru fevnd av arbeiðsbúgving sambært stk. 1, eru persónar, ið ikki kunnu fáa, hava mist ella eru í vanda fyri at missa sítt tilknýti til arbeiðsmarknaðin orsakað av likamligum ella sálarligum breki, varandi sjúku ella sosialum orsøkum.
Fyriskipanir
§ 9. Fyriskipanir sambært § 8 eru:
1) ástøðilig útbúgving,
2) yrkisútbúgving,
3) arbeiðsvenjing á vanliga arbeiðsmarknaðinum,
4) fyrireikandi fyriskipan,
5) avklárandi fyriskipan og
6) styttri førleikagevandi skeið.
Stk. 2. Arbeiðsvenjing sbrt. stk. 1, nr. 3 er ein styttri beinleiðis arbeiðsrættað fyriskipan á vanliga arbeiðsmarknaðinum, tó uttan at talan er um yrkisútbúgving. Fyriskipan við arbeiðsvenjing kann vanliga ikki vara longur enn 1 ár.
Stk. 3. Fyrireikandi fyriskipan sbrt. stk. 1, nr. 4 er styttri varandi skúlagongd á fólkaskúla- ella miðnámsstøði, tá tað er fyritreyt fyri fyriskipan sbrt. stk. 1, nr. 1 ella 2.
Stk. 4. Avklárandi fyriskipan sbrt. stk. 1, nr. 5 er arbeiðsroynd á einum arbeiðsplássi ella eitt skúlatiltak, tá tað er fyritreyt fyri at seta fyriskipan í verk sbrt. stk. 1, nr. 1, 2, ella 3. Fyriskipanin kann í mesta lagi vara 1 ár.
Stk. 5. Styttri førleikagevandi skeið sbrt. stk. 1, nr. 6 eru skeið, ið geva betri atgongd til arbeiði.
Val av fyriskipan
§ 10. Avgerð um val av fyriskipan sbrt. § 9 verður tikin við støði í fyritreytum og ynskjum um framtíðar yrkisleið hjá tí einstaka.
Stk. 2. Val av fyriskipan skal vera skynsamt í mun til fyritreytirnar og stytst møguligu leiðina hjá tí einstaka at røkka endamálinum um at gerast førur fyri at forsyrgja sær og sínari familju.
Stk. 3. Val av fyriskipan skal takast við støði í eini neyvari heildarmeting av fremjandi og tarnandi fyritreytunum. Í heildarmetingingini skulu atlit takast til:
1) skúlagongd og útbúgving,
2) arbeiðsroyndir higartil,
3) áhugamál,
4) innlæringarevni,
5) evni og hug hjá viðkomandi at innganga í sosialar og arbeiðsligar samanhangir,
6) heilsulig viðurskifti, herundir arbeiðstarn,
7) familjuviðurskifti og onnur sosial viðurskifti av týdningi fyri fyriskipan,
8) arbeiðsmøguleikar eftir lokna fyriskipan og
9) onnur viðurskifti, ið verða mett at hava týdning.
Stk. 4. 3) Val av fyriskipan skal taka støði í, at fyriskipanin skal fremjast í Føroyum. Til fólk við sjónbreki og hoyribreki kann fyriskipan heilt ella lutvíst fyriskipast í øðrum landi, um egnað fyriskipan ikki er í Føroyum.
Stk. 5. 4) Persónar, sum hava miðnámsskúlaprógv, og sum hava autismu ella somu eyðkenni og líknandi avbjóðingar í mun til útbúgving, sum tey, ið hava autismu, kunnu í serligum førum fáa stuðul til førleikagevandi útbúgving uttanlands, um so er, at tað ikki finst hóskandi tilboð í Føroyum.
Stk. 6. 3) 4) Í sambandi við fyriskipan sbrt. § 9, stk. 1, nr. 5 og 6 kann stuðul veitast til styttri tiltøk í øðrum landi.
Stk. 7. 3) 4) Í meting av tarnandi fyritreytum sbrt. stk. 3 skulu atlit ikki takast til møguligar strukturtrupulleikar á arbeiðsmarknaðinum.
Stk. 8. 3) 4) Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur fyri vali av fyriskipan og um metan av atlitum.
Fyriskipanarætlan og uppfylging
§ 11. Stuðul til arbeiðsbúgving er treytaður av, at ein fyriskipanarætlan við tíðarætlan fyriliggur. Treytin er tó ikki galdandi fyri stuðul til avklárandi fyriskipan sbrt. § 9, stk. 1, nr. 5.
Stk. 2. Stuðul til arbeiðsbúgving verður játtaður fyri ásettu tíðina fyri avtalaðu fyriskipanina.
Stk. 3. Um talan er um serlig sjúkuviðurskifti ella aðrar vælgrundaðar orsøkir, kann víkjast frá tíðarætlan.
Stk. 4. Fyriskipan, sum er sett í verk, og ætlanin fyri fyriskipanina skal fylgjast og javnan takast upp til metingar, hvørt útlit eru fyri, at endamálið við fyriskipanini verður rokkið.
Stuðulsveiting
§ 12. 5) 1) Í sambandi við fyriskipan sbrt. § 9, stk. 1, nr. 1, 4, 5 og 6 verður stuðul veittur til uppihald sambært fylgjandi ásetingum:
1) Persónur, ið býr einsamallur og hevur forsyrgjaraskyldu mótvegis barni, fær 100% av hægstu uppihaldsveiting.
2) Persónur, ið er sambúgvandi og hevur forsyrgjaraskyldu mótvegis barni, fær 80% av hægstu uppihaldsveiting.
3) Persónur 25 ár og eldri, ið býr einsamallur og ikki hevur forsyrgjaraskyldu mótvegis barni, fær 85% av hægstu uppihaldsveiting.
4) Persónur 25 ár og eldri, ið er sambúgvandi og ikki hevur forsyrgjaraskyldu mótvegis barni, fær 60% av hægstu uppihaldsveiting.
5) Persónur yngri enn 25 ár, ið ikki býr hjá einum ella báðum foreldrum, og ikki hevur forsyrgjaraskyldu mótvegis barni, fær 50% av hægstu uppihaldsveiting.
6) Persónur yngri enn 25 ár, ið býr hjá einum ella báðum foreldrum, og ikki hevur forsyrgjaraskyldu mótvegis barni, fær 30% av hægstu uppihaldsveiting.
Stk. 2. 1) Hægsta uppihaldsveiting sbrt. hesi løgtingslóg er ásett í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum. Sambúgvandi er at skilja sum persónur, sum býr saman við øðrum vaksnum persóni.
Stk. 3. 2) 6) Í serligum førum, og bert tá talan er um persón við fleiri enn tveimum børnum at forsyrgja, kann Almannaverkið taka avgerð um, at persónur í fyriskipanartíðarskeiðnum fær hægri veiting, enn ásett sbrt. stk. 1 ella § 13 a, stk. 1.
Stk. 4. 5) 6) 1) Persónur, sum vegna týðandi likamligt ella sálarligt brek ella víðfevndar sosialar trupulleikar, sum má hava ávísan bústað og harvið hægri bústaðarútreiðslur, kann, umframt veitingina sbrt. stk. 1, § 13 a, stk. 1 ella § 14, stk. 1, fáa fíggjarligt ískoyti til bústaðarútreiðslur.
Stk. 5. 5) Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta reglur um veitan av ískoytisupphædd sambært stk. 3 og 4.
Stk. 6. 5) Inntøkur frá arbeiði, aðrar inntøkur, vinningur ella møguligur annar stuðul til uppihald í fyriskipanartíðarskeiðnum verða mótroknað í stuðulsveitingini.
Stk. 7. 5) 6) Skattskyldug inntøka, sum ein persónur kann hava, uttan at upphædd verður mótroknað sbrt. stk. 6, er 1.000 kr. faldað við tali av mánaðum í árinum, sum fyriskipanin varir.
Stk. 8. 5) Stuðul verður veittur frá fyrsta degi í tí mánaði, fyriskipanin er byrjað.
Stk. 9. 5) Persónur í fyriskipan, har uppihald og matur er goldin, fær ikki stuðul sbrt. stk. 1, men fær upphædd til persónligan tørv.
Stk. 10. 5) Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð nærri reglur um stuðul og upphædd til persónligan tørv sambært stk. 9.
§ 13. 6) Lesandi í útbúgvingaraldri fær ikki stuðul sbrt. § 12 til:
1) framhaldsdeild fólkaskúlans, tá tann lesandi ikki hevur forsyrgjaraskyldu mótvegis barni, og er undir 18 ár,
2) miðnámsútbúgving, tá tann lesandi ikki hevur forsyrgjaraskyldu mótvegis barni, og er undir 22 ár,
3) førleikagevandi útbúgving, tá tann lesandi er undir 25 ár.
Stk. 2. 6) Tá talan er um persónar, sum hava umfatandi arbeiðstarn og djúptøknar persónligar og sosialar trupulleikar, kann víkjast frá treyt sbrt. stk. 1.
§ 13 a. 3) 6) 7) 1) Hóast ásetingarnar í § 12, stk. 1 verður stuðul til uppihald til lesandi, ið fáa lestrarstuðul, sambært løgtingslóg um lestrarstuðul, veittur sambært fylgjandi ásetingum:
1) Persónur, ið býr einsamallur og hevur forsyrgjaraskyldu mótvegis barni, fær 37% av hægstu uppihaldsveiting. Fyri hvørt barnið aftrat fyrsta barninum, ið hevur skrásettan bústað hjá viðkomandi, lækkar veitingin við 20%.
2) Persónur, ið er sambúgvandi og hevur forsyrgjaraskyldu mótvegis barni, fær 34% av hægstu uppihaldsveiting. Fyri hvørt barnið aftrat fyrsta barninum, ið hevur skrásettan bústað hjá viðkomandi, lækkar veitingin við 18%.
3) Persónur, 25 ár ella eldri, ið býr einsamallur og ikki hevur forsyrgjaraskyldu mótvegis barni, fær 50% av hægstu uppihaldsveiting.
4) Persónur, 25 ár ella eldri, ið er sambúgvandi og ikki hevur forsyrgjaraskyldu mótvegis barni, fær 28% av hægstu uppihaldsveiting.
5) Persónur, yngri enn 25 ár, ið ikki býr hjá foreldrum, og ikki hevur forsyrgjaraskyldu mótvegis barni, fær 21% av hægstu uppihaldsveiting.
6) Persónur, yngri enn 25 ár, ið býr hjá foreldrum, og ikki hevur forsyrgjaraskyldu mótvegis barni, fær 16% av hægstu uppihaldsveiting.
7) Persónur, ið er uppihaldari at barni, og sum livir í samlívi ella er giftur við persóni, ið er lesandi, og sum móttekur lestrarstuðul, fær 44% av hægstu uppihaldsveiting.
8) Persónur, ið býr einsamallur, og sum rindar barnagjald fær 50% av hægstu uppihaldsveiting.
9) Persónur, ið er sambúgvandi, sum ikki hevur heimabúgvandi børn, men sum rindar barnagjald, fær 28% av hægstu uppihaldsveiting.
10) Umframt veiting sbrt. nr. 8 og 9 verður veitt ein viðbót samsvarandi við vanligt barnagjald.
Stk. 2. Stuðul til uppihald til lesandi, ið fáa lestrarstuðul sambært løgtingslóg um lestrarstuðul, verður 12. mánaðin veittur sambært § 12, stk. 1 í hesi løgtingslóg.
§ 13 b. 8) Bundna eftirlønargjaldið sbrt. løgtingslóg um eftirløn verður lagt aftrat veiting sbrt. §§ 12, stk. 1, 13 a, stk. 1, 14, 22 og 25.
Stuðulsveiting sum lønarískoyti
§ 14. 3) 6) Í sambandi við fyriskipan á arbeiðsmarknaðinum sbrt. § 9, stk. 1, nr. 2 og 3, verður stuðul veittur sum lønarískoyti sambært fylgjandi ásetingum:
1) Til yrkisútbúgving verður lønarískoyti veitt til løn til lærling.
2) Til persón í yrkisútbúgving, sum er forsyrgjari ella farin upp um vanligan útbúgvingaraldur, verður lønarískoyti veitt til minstuløn sambært sáttmála á viðkomandi arbeiðsøki.
3) Til arbeiðsvenjing verður lønarískoyti veitt til minstuløn sambært sáttmála á viðkomandi arbeiðsøki.
Stk. 2. 2) 6) Lønarískoytið sbrt. stk 1, nr. 1 og 3 verður avtalað millum Almannaverkið og arbeiðsgevaran, og kann vera upp til 80% av ásettu lønini í mun til arbeiðstarnið hjá viðkomandi persóni.
Stk. 3. 6) Í serligum føri, tá arbeiðsgevari økir sítt starvsfólkatal fyri at seta persón sbrt. stk. 1, nr. 1 ella 3 við umfatandi skerjingum í arbeiðsevnunum, kann 100% lønarískoyti verða veitt.
Stk. 4. 6) Lønarískoyti til persón, sum fær stuðul sbrt. stk. 1, nr. 2, er lønarískoyti sbrt. stk. 2 ella 3 umframt eina upphædd samsvarandi við munin millum lærlingaløn og minstuløn sambært sáttmála á viðkomandi arbeiðsøki.
§ 15. 2) Almannaverkið veitir lønarískoytið sum endurgjald til arbeiðsgevara fyri útlagda løn, og skal sáttmáli gerast millum Almannaverkið og arbeiðsgevara um rindan av lønarískoyti. Lønarískoytið verður uppgjørt hvønn ársfjórðing.
Stk. 2. Lønarískoytið verður rindað frá fyrsta degi í mánaðinum, fyriskipanin er játtað, og sáttmáli er undirskrivaður.
§ 16. Stuðulsveiting sbrt. §§ 12 og 14 lækkar fyrst fyri síðan at fella burtur, um persónur hevur ógrundaða fráveru, ella um persónur orsakað av arbeiði ella øðrum virksemi ikki heldur seg til fyriskipanarætlanina sbrt. § 11.
Stk. 2. 1) Við burturfall av stuðli kann persónur søkja um veiting sbrt. § 11, sbr. § 12, í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð nærri reglur um lækking og burturfall av stuðli sambært stk. 1.
§ 17. 4) Um persónur, ið fær stuðulsveiting sbrt. § 12 ella § 13 a, stk. 1, verður sjúkur og fyribils ikki kann fylgja fyriskipanarætlanini, kann stuðul sbrt. § 12 ella § 13 a, stk. 1 halda fram upp til 6 mánaðir, um útlit eru fyri, at fyriskipanin kann halda fram óbroytt aftaná sjúkraskeiðið hjá viðkomandi.
Stk. 2. Um viðurskifti sbrt. stk. 1 gera seg galdandi fyri persón, ið fær lønarískoyti sbrt. § 14, verður lønarískoytið afturhildið, og veiting sbrt. § 12 veitt í staðin í tíðarskeiði sbrt. stk. 1.
Stuðulsveiting til uppihald uttanlands
§ 18. 2) Um persónur í sambandi við fyriskipan eftir § 9 sbrt. § 10, stk. 4 flytur bústað, kann viðkomandi persónur fáa veiting sambært lóggávu í viðkomandi landi, tá tað verður mett at vera skynsamasta loysnin. Í tílíkum førum ger Almannaverkið avtalu við viðkomandi kommunu um gjald fyri fyriskipanina.
Annar stuðul
§ 19. 1) Umframt stuðul ella lønarískoyti sbrt. §§ 12, 13 a ella 14 kann stuðul eisini veitast til tilfar, útgerð og aðrar útreiðslur, ið eru ein fylgja av fyriskipanini, men sum ikki eru at meta sum ábyrgd hjá arbeiðsgevara ella skúlaverki at útvega.
Stk. 2. 1) Stuðul til aðrar stakútreiðslur verður veittur sbrt. § 19 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur.
Stk. 3. 1) Hjálparráð at nýta í sambandi við arbeiðsbúgving verða veitt sbrt. § 29 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur.
Stk. 4. 3) Stuðul verður ikki veittur til skúlatilfar og amboð, ið vanliga verða nýtt til skúlanýtslu.
Kapittul 5
Stuðul til íverksetan av egnari fyritøku
§ 20. Um mett verður, at endamálið at gera persón føran fyri at forsyrgja sær og sínum kann røkkast við íverksetan av egnum virki heldur enn við arbeiðsbúgving, kann eitt rentufrítt lán veitast til íverksetan av egnum virki, treytað av, at viðkomandi hevur tær neyðugu fakligu og handilsligu fyritreytirnar fyri at reka eitt virki.
Stk. 2. Rentufría lánið kann í mesta lagi vera 50.000 kr., og eigur at verða tryggjað við tinglýstum veðhaldi, tá hetta er møguligt.
Stk. 3. Lánið verður afturgoldið við 1/96 um mánaðin, og byrjar viðkomandi at gjalda lánið aftur í seinasta lagi 6 mánaðir eftir, at lánið er veitt.
Stk. 4. Rentufría lánið kann verða útsett ella eftirgivið orsakað av sjúku, arbeiðsloysi el.l.
Stk. 5. Lán til íverksetan av egnum virki er treytað av, at ein ætlan fyriliggur, ið lýsir, hvussu stovnan og rakstur av virkinum verður framt, og at viðkomandi faklig viðmæli fyriliggja.
Stk. 6. Umframt lán kann stuðul eisini veitast til uppihald sbrt. § 12 í styttri tíðarskeið, tó vanliga ikki longur enn 6 mánaðir. Eisini kann stuðul latast til viðkomandi skeið sambært § 9, stk. 1, nr. 6.
Kapittul 6
Tillagað starv
§ 21. Lønarískoyti til tillagað starv kann veitast persóni til starv á arbeiðsmarknaðinum, um arbeiðsførleikin hjá viðkomandi varandi er minkaður við í minsta lagi 1/3, og tað førir við sær, at viðkomandi ikki kann fáa ella varðveita arbeiði undir vanligum treytum á arbeiðsmarknaðinum.
Stk. 2. Minkaði arbeiðsførleikin skal vera orsakað av likamligum ella sálarligum breki, varandi sjúku ella týðandi persónligum sosialum viðurskiftum.
Stk. 3. Við minkaðan arbeiðsførleika er at skilja, at talan er um minkaðan arbeiðsførleika fyri viðkomandi arbeiðsøki, men ikki bert í mun til ávíst starv ella ávísar arbeiðsuppgávur.
Stk. 4. Lønarískoyti verður ikki veitt til persón, tá arbeiðsførleikin er minkaður orsakað av heilsustøðu, sum ikki er mett at vera stórvegis verri enn aldurssvarandi.
Stk. 5. Lønarískoyti kann ikki veitast, um ein fyriskipan við arbeiðsbúgving ikki er roynd, ella um mett verður, at útlit eru fyri, at viðkomandi kann gerast førur fyri at forsyrgja sær og sínum við fyriskipan sbrt. § 9.
Stk. 6. Lønarískoyti kann bert veitast til starv hjá persóni á arbeiðsplássi, har viðkomandi er í starvi frammanundan, um tað kann ávísast, at tað ikki er nóg mikið við tillagingum ella øðrvísi uppgávubýti á arbeiðsplássinum, fyri at viðkomandi starvsfólk kann røkja sínar skyldur mótvegis arbeiðsgevara.
Stk. 7. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur um meting av varandi minkaðum arbeiðsførleika sbrt. stk. 1-6.
§ 22. 9) 8) 1) Lønarískoyti sbrt. § 21 er í mesta lagi 18.552 kr. um mánaðin umframt frítíðarløn, arbeiðsmarknaðargjøld og eftirlønargjald sbrt. løgtingslóg um eftirløn.
Stk. 2. 9) 1) Arbeiðsgevarin rindar løn sbrt. viðkomandi sáttmála fyri arbeiðstíðina, sum arbeiðsavrikið hjá viðkomandi løntakara verður mett at samsvara við. Lønarískoyti verður veitt sum endurgjald fyri lønarmiss orsakað av minkaða arbeiðsførleikanum.
Stk. 3. 9) 1) Hægsta lønarískoyti verður veitt, tá arbeiðsgevari rindar 2.000 kr. um mánaðin í løn. Lønarískoytið verður lækkað við 30% av inntøku frá arbeiðsgevaranum oman fyri upphæddina á 2.000 kr. og upp til og við 15.000 kr. Lønarískoytið verður lækkað við 50% av inntøku frá arbeiðsgevaranum oman fyri upphæddina á 15.000 kr.
Stk. 4. 9) 1) Løn og lønarískoyti tilsamans kann ikki vera hægri enn løn sbrt. viðkomandi sáttmála samsvarandi við starvsbrøkin, sum viðkomandi arbeiddi frammanundan.
Stk. 5. 2) 9) 1) Við løn sbrt. stk. 4 er ikki at skilja løn hjá fyritíðarpensjónisti, sum fer í tillagað starv sbrt. treytum í § 3, stk. 1, pkt. 1.
Stk. 6. 9) 1) Lønarískoytið fellur burtur, tá tað er lægri enn 1/5 av upphæddini sbrt. stk. 1.
Stk. 7. 9) 1) Um persónur hevur aðra lønarinntøku, enn avtalað, fellur lønarískoytið burtur. Inntøka frá kommunalari ella borgarligari umboðan er tó ikki at rokna sum lønarinntøka.
Stk. 8. 6) 9) 1) Upphæddir sbrt. stk. 1 og 3 verða javnaðar sbrt. løgtingslóg um javningarprosent til almannaveitingar.
Stk. 9. 9) (Strikað).
Arbeiðsgevari
§ 23. Lønarískoytið kann veitast til starv hjá privatum ella almennum arbeiðsgevara.
Stk. 2. 2) 1) Almannaverkið metir um minkaða arbeiðsførleikan og ásetir lønarískoytið við støði í væntaðari lønarinntøku frá arbeiðsgevara. Lønarískoytið verður ásett fyri eitt 12 mánaða tíðarskeið, sbr. tó stk. 3. Almannaverkið rindar lønarískoyti beinleiðis til arbeiðstakaran og frítíðarløn, arbeiðsmarknaðargjøld og eftirlønargjald eftir galdandi reglum.
Stk. 3. 1) Almannaverkið hevur eftirlit við, at tann løn, sum arbeiðsgevarin rindar, samsvarar við tann brøk, sum arbeiðstakarin er mettur at vera skerdur og tekur mál upp til nýggja viðgerð, um ósamsvar er millum ta løn, sum arbeiðsgevarin rindar, og arbeiðstakari er mettur at vera skerdur.
Stk. 4. 1) Tað er ein treyt fyri at fáa lønarískoyti, at arbeiðstakarin er í framhaldandi starvi, og at Almannaverkið hevur eftirlit.
Stk. 5. 1) Umframt avtalu um lønarískoyti verður avtala gjørd um arbeiðstíð, arbeiðsuppgávur og møgulig serlig atlit í hesum sambandi.
Stk. 6. 2) 1) Lønarískoytið verður veitt frá 1. arbeiðsdegi, eftir at lønarískoytið er játtað.
Stk. 7. 2) 1) Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um lønarískoyti, arbeiðstíð o.a.
Kapittul 7
Avtalað løn til fyritíðarpensjónistar
Serlig arbeiðsfyriskipan á vanliga arbeiðsmarknaðinum
§ 24. Fyritíðarpensjónistur og arbeiðsgevari kunnu í samráð við viðkomandi fakfelag gera avtalu um løn til serliga arbeiðsfyriskipan á arbeiðsmarknaðinum, tá fyritíðarpensjónisturin ikki verður mettur at hava restarbeiðsevnir, ið viðkomandi kann nýta sambært vanligu treytunum á arbeiðsmarknaðinum.
Stk. 2. Fyritreyt fyri avtalu um løn er, at uppgávurnar, sum fyritíðarpensjónistur skal loysa í serligu arbeiðsfyriskipanini, eru at meta sum fyrifallandi arbeiði á arbeiðsplássinum í mesta lagi í 15 tímar um vikuna.
Stk. 3. Umframt avtalu um løn verður avtala gjørd um arbeiðstreytir annars, herundir arbeiðstíðina.
Stk. 4. 2) Treyt fyri avtalu um serliga arbeiðsfyriskipan er, at Almannaverkið váttar, at viðkomandi er fyritíðarpensjónistur.
Kapittul 8
Leiðbeinaraskipan
§ 25. Fyri at stuðla undir, at persónur kann fasthalda starv undir vanligum treytum á arbeiðsmarknaðinum ella í sambandi við fyriskipan sbrt. §§ 9 og 21, kann stuðul veitast til ein leiðbeinara, tá tað verður mett at vera ein fyritreyt fyri, at viðkomandi kann luttaka í fyriskipan.
Stk. 2. Stuðul til leiðbeinara til persón í starvi undir vanligum treytum á arbeiðsmarknaðinum verður bert veittur, um mett verður, at persónur annars er í vanda fyri at missa tilknýtið til arbeiðsmarknaðin, og annars lýkur treytir fyri fyriskipan sambært hesi lóg.
Stk. 3. Við leiðbeinarauppgávur eru at skilja uppgávur, ið liggja uttan fyri tað, ein arbeiðsgevari ella viðkomandi útbúgvingarstovnur kann væntast at taka sær av.
Stk. 4. Stuðul til leiðbeinarauppgávur verður latin sum endurgjald fyri lønarútreiðslur til starvsfólk, ið skal taka sær av leiðbeinarauppgávuni.
Stk. 5. 2) 6) Almannaverkið kann eisini veita stuðul til leiðbeinara við at keypa tænastu uttan fyri arbeiðsplássið ella útbúgvingarstovnin til at røkja leiðbeinarauppgávuna. Í serligum førum og bert tá mett verður, at tað er ein fyritreyt fyri, at ein persónur kann luttaka í eini fyriskipan, kann stuðul veitast til sálarfrøðiliga viðgerð.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð nærri reglur um leiðbeinaraskipanina, tíðarskeið, tímatal og stuðulsupphædd.
Kapittul 9
Arbeiðsmarknaðarrættindi
§ 26. 1) Tillagað starv er starv sambært vanligum treytum á arbeiðsmarknaðinum.
Stk. 2. Um persónur í tillagaðum starvi eftir í minsta lagi eitt ár missir sítt starv, og ikki hevur rætt til arbeiðsloysisstuðul sambært lóg um arbeiðsloysistrygging, og viðkomandi ikki hevur nýtt tillagað starv í boði, fær viðkomandi veiting vegna arbeiðsloysi sbrt. § 11, sbr. § 12, í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur, uttan mun til ogn, tó í mesta lagi í 12 mánaðir.
Stk. 3. 2) Um persónur fær játtað stuðul sambært stk. 2, tí ALS sýtir útgjald vegna minkaða arbeiðsførleikan, hóast ALS hevur kravt inngjald, skal ALS endurrinda Almannaverkinum samlaða inngjaldið hjá viðkomandi persóni.
§ 27. 6) 1) Um persónur, ið hevur fingið stuðulsveiting sambært § 12, ikki hevur arbeiði eftir lokna fyriskipan sbrt. § 9, stk. 1, nr. 1 og 2, fær viðkomandi í eitt tíðarskeið á í mesta lagi tríggjar mánaðir veiting sbrt. § 11, sbr. § 12, í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur, uttan mun til ogn, roknað frá síðsta degi í tí mánaði, fyriskipanin endaði.
Stk. 2. 6) Kvinnur, sum vegna barnsburð fara í farloyvi frá fyriskipan sbrt. § 9, stk. 1 kunnu fáa framhaldandi veiting sbrt. § 12 ella 13 a í mesta lagi í 12 mánaðir.
Kapittul 10
Málsviðgerð og eftirmeting
§ 28. 2) Almannaverkið tekur avgerð um fyriskipanir sambært hesi lóg.
Stk. 2. 2) Almannaverkið kann til eina og hvørja tíð taka avgerð um, at fyriskipan sambært hesi lóg skal endurskoðast ella eftirmetast.
Stk. 3. Útreiðslur, ið standast av lýsing av máli sbrt. stk. 1 til læknaváttanir o.a., verða rindaðar sambært hesi lóg.
§ 29. 2) Almannaverkið kann við samtykki borgarans krevja almennar myndugleikar, útbúgvingarstovnar, sjúkrahús, heilsustarvsfólk, arbeiðsloysisskipanina, tryggingarfeløg, arbeiðsgevarar, privat, ið útinna uppgávur fyri tað almenna, o.o. eftir upplýsingum, undir hesum upplýsingar um heilt privat viðurskifti og aðrar trúnaðarupplýsingar, ið hava týdning fyri viðgerð av máli sambært hesi lóg.
Stk. 2. 2) Almannaverkið kann í málum um afturgjald av stuðli sbrt. § 32 innheinta upplýsingar sbrt. stk. 1 uttan samtykki.
§ 30. Persónar, ið søkja stuðul til fyriskipan sambært hesi lóg, hava skyldu at virka fyri at upplýsa málið, herímillum at vera við í neyðugum læknakanningum ella viðgerðum.
Stk. 2. 2) Um persónur ikki virkar fyri at upplýsa málið, ella sýtir fyri at geva samtykki til, at Almannaverkið kann biðja um upplýsingar, skal Almannaverkið viðgera málið út frá verandi upplýsingum í málinum.
Stk. 3. 2) Persónar hava skyldu at upplýsa Almannaverkinum um allar broytingar í fyriskipanartíðarskeiðnum, ið kunnu hava ávirkan á rættindi sambært hesi lóg. Arbeiðsgevarar hava somuleiðis í sambandi við fyriskipan sbrt. § 9, stk. 1, nr. 2, 3, 5 og sbrt. § 21 skyldu at boða Almannaverkinum frá um broytingar í starvsviðurskiftunum, ið kunnu hava týdning fyri rættin til lønarískoyti.
Stk. 4. 2) Almannaverkið skal skriftliga kunna viðkomandi persón og arbeiðsgevara um, hvørjar broytingar kunnu hava ávirkan á rættindi sambært hesi lóg.
Kapittul 11
Eftirlit, afturgjald og fyrning
§ 31. 2) Almannaverkið kann fremja eftirlit við fyriskipanum sambært hesi lóg.
Stk. 2. 2) Almannaverkið kann áleggja arbeiðsgevara ella útbúgvingarstovni at geva frágreiðing í mun til fyriskipan sambært hesi lóg.
Stk. 3. 2) Almannaverkið kann hjá arbeiðsstaði ella útbúgvingarstovni fáa upplýsingar um skrásetingar um viðurskifti arbeiðstakarans ella næmingsins, ið eru viðkomandi fyri fyriskipanina.
Stk. 4. 2) Almannaverkið kann áleggja útbúgvingarstovni ella arbeiðsstaði dagliga at skráseta upplýsingar um arbeiðstakara ella næming í tann mun, hesar upplýsingar ikki eru skrásettar hjá øðrum almennum myndugleika, og upplýsingarnar eru viðkomandi fyri fyriskipan arbeiðstakarans ella næmingsins.
§ 32. 2) Hevur nakar av órøttum fingið veiting ella lønarískoyti, og átti hann at verið vitandi um hetta, skal hendan upphæddin gjaldast aftur. Tað sama er galdandi, um orsøkin er vantandi ella skeivar upplýsingar frá viðkomandi, sum hesin hevur skyldu at lata Almannaverkinum.
Stk. 2. 2) Almannaverkið kann í sambandi við afturgjald gera avtalu um afturgjaldskipan.
§ 33. Afturgjaldskrav, við afturatkomnum eykagjøldum, rentum o.ø. mótvegis persóni undir fyriskipan sambært hesi lóg, kann krevjast inn við panting ella afturhaldast í A-inntøkuni.
Stk. 2. Afturgjaldskrav við afturatkomnum eykagjøldum, rentum o.ø. mótvegis arbeiðsgevara kann krevjast inn við panting.
Stk. 3. TAKS fremur sbrt. stk. 1 og 2 panting eftir reglunum um innkrevjing av skattum og avgjøldum og afturheldur í A-inntøku eftir reglunum um lønarafturhald í skattalógini.
§ 34. Endurgjaldskrøv frá arbeiðsgevara fyri útgoldna løn til persón undir fyriskipan sambært hesi lóg eru undir eitt ára fyrning.
§ 35. 2) Afturgjaldskrøv fyri veitingar, sum Almannaverkið av órøttum hevur útgoldið, detta burtur eftir 5 árum, tá tað ikki hevur verið fíggjarliga møguligt at krevja hesi inn.
Kapittul 12
Kærumøguleiki, gildiskoma og skiftisreglur
§ 36. 1) 10) Avgerðir tiknar sambært hesi løgtingslóg kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.
§ 37. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2013.
Stk. 2. Í málum, har avgerð ikki er tikin, tá henda lógin kemur í gildi, verður avgerð tikin sambært reglunum í hesi lóg.
Stk. 3. 5) Tey, sum hava fingið játtað endurbúgving, áðrenn hendan lóg kemur í gildi, fáa hóast ásetingarnar í § 13, stk. 2 stuðulsveiting restina av játtanartíðarskeiðnum. Veitingin verður veitt eftir reglunum í § 12.
Stk. 4. 5) Sáttmálar við arbeiðsgevarar um læru- og arbeiðsuppvenjing, sum eru gjørdir eftir § 18 í forsorgarlógini, áðrenn hendan lóg kemur í gildi, halda áfram við óbroyttum treytum restina av sáttmálatíðarskeiðnum.
§ 38. Skipanin tillagað starv og avtalað løn sbrt. §§ 21-24 verður eftirmett áðrenn 1. januar 2016.
§ 39. Landsstýrismaðurin skal eftir 2 árum leggja fram fyri tingið frágreiðing um, hvørt lógin virkar eftir ætlan, herundir um broytingar mugu gerast í lógini.
Tórshavn, 15. mai 2012
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 177/2011
1) Broytt við løgtingslóg nr. 187 frá 18. desember 2020, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2021. Stk. 2. Persónur, sum er í tillagaðum ella vardum starvi, áðrenn henda løgtingslóg fær gildi, fær lønarískoyti eftir higartil galdandi reglum. Tó verður áseting og eftirlit í sambandi við tillagað starv framt eftir ásetingunum í § 23, stk. 2 og 3, sum ásett í § 1, nr. 12 og 13. Stk. 3. Fer persónur í tillagaðum ella vardum starvi eftir higartil galdandi reglum í annað ella nýtt tillagað starv, verður tað viðgjørt eftir reglunum í hesi løgtingslóg.”
2) Broytt við løgtingslóg nr. 142 frá 18. desember 2013.
3) Broytt við løgtingslóg nr. 70 frá 22. mai 2015, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Tey, sum hava fingið játtað stuðul til fyriskipan í øðrum landi, áðrenn henda løgtingslóg kemur í gildi, fáa hóast ásetingarnar í § 1, nr. 1 í hesi løgtingslóg stuðulsveiting restina av játtanartíðarskeiðinum. Stk. 3. Tey, sum áðrenn henda løgtingslógin kemur í gildi, hava fingið játtað stuðul til arbeiðsfremjandi tiltak, ið eisini gevur rætt til lestrarstuðul, verða hóast ásetingarnar í § 13 a mótroknaði sbrt. § 13, stk. 1 fram til 1. august 2016.”
4) Broytt við løgtingslóg nr. 76 frá 29. mai 2017, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2017.”
5) Broytt við løgtingslóg nr. 142 frá 20. desember 2012, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2013. Stk. 2. Í § 1, nr. 3 verður § 12, stk. 4, 2. pkt. sett úr gildi 1. juli 2013.”
6) Broytt við løgtingslóg nr. 132 frá 20. desember 2016, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá fyrsta degnum í fyrsta útgjaldsskeiðnum, eftir, at lógin er kunngjørd.”
7) Broytt við løgtingslóg nr. 138 frá 16. desember 2015.
8) Broytt við løgtingslóg nr. 152 frá 12. desember 2018, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2019.”
9) Broytt við løgtingslóg nr. 103 frá 13. juli 2017, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2018.”
10) Broytt við løgtingslóg nr. 159 frá 10. desember 2021, har § 43 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2022. Samstundis fer løgtingslóg nr. 47 frá 23. mars 1993 um kærunevnd í almanna-, familju- og heilsumálum úr gildi.”