Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. juni 1983Nr. 63
Løgtingslóg um bústaðarhús til fólk í útbúgving, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 127 frá 25. oktober 1988
§ 1. Eftir reglunum í hesi lóg verður studningur latin til bústaðarhús, sum hava til endamál at hýsa fólki í útbúgving og tryggja teimum gott og hóskandi tilhald í útbúgvingartíðini.
§ 2. Studningur verður latin til:
1) Bygging av nýggjum bústaðarhúsum.
2) Keyp og umbygging av verandi bygningum til bústaðarhús.
3) Rakstur av bústaðarhúsum.
§ 3. Studningur kann veitast við upp til 65% av byggikostnaðinum ella keypsprísi og umbyggingarkostnaði.
2. stk. Studningurin er treytaður av, at viðkomandi stovnur hevur eginpening, sum, tá talan er um nýbygging, svarar til virðið av byggibúnum grundøki og annars til 10% av keypsprísi og umbyggingarkostnaði.
§ 4. Studningurin verður veittur sum rentu- og avdráttarfrítt lán við pantirætti í ognini innanfyri 90% av virðinum.
§ 5. Umsøkjarar, ið eru farnir undir bygging, keyp ella umbygging av bústaðarhúsi uttan frammanundan at vissa sær góðkenning landsstýrisins, kunnu ikki rokna við studningi úr landskassanum.
§ 6. Í rakstrarstudningi kann veitast upp til 50% av útreiðslunum til rentur og avdráttir av upprunaligu prioritetslánunum.
§ 7. Bústaðarhús, sum studningur verður latin til, skal vera sjálveigandi stovnur og skal hava viðtøkur, sum eru góðtiknar av landsstýrinum.
2. stk. Verða bústaðarhús ikki longur nýtt til endamálið ella verða tey seld, fellur tann parturin av ognarvirðinum ávikavist nettosøluprísinum, sum lutfalsliga svarar til tann studning, sum er veittur eftir § 3 í hesi lóg, samanber § 2, pkt. 1) ella 2), til landskassan, og landsstýrið ger av, hvussu hesin parturin av ognarvirðinum ávikavist nettosøluprísinum skal nýtast.
§ 8. Henda lóg kemur í gildi beinanvegin. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 34 frá 27. mai 1968 um lærlingaheim.
1) Broytt við løgtingslóg nr. 127 frá 25. oktober 1988.
2) Broytt við løgtingslóg nr. 55 frá 9. juni 1988.