Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Í koming
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fíggjarmálaráðið
  • Útgávudagur: 05-05-2018
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2018 A - Løgtingslóg 64 frá 30. apríl 2018
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

30. apríl 2018Nr. 64

Løgtingslóg um javningarprosent til almannaveitingar

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1. Fyri hvørt ár verður roknað eitt javningarprosent, sum verður nýtt til at javna ymiskar upphæddir í almannalóggávuni.

§ 2. Javningarprosentið fyri komandi árið verður útroknað sum miðaltalið av

1)   prosentvísu broytingini í lønarkarminum hjá Fíggjarmálaráðnum í tólv mánaða skeiðnum, sum endaði 1. oktober í inniverandi ári, og

2)   prosentvísu broytingini í brúkaraprístalinum 3. ársfjórðing í inniverandi ári, í mun til 3. ársfjórðing árið fyri.

Stk. 2. Er roknaða javningarprosentið hægri enn prosentvísa broytingin í lønarkarminum hjá Fíggjarmálaráðnum, verður javningarprosentið sett til prosentvísu broytingina í lønarkarminum.

Stk. 3. Er roknaða javningarprosentið minni enn null, verður javningarprosentið sett til null.

§ 3. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð javningarprosentið fyri komandi árið í seinasta lagi 1. november.

§ 4. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur fyri útrokningina av javningarprosentinum, harundir reglur, sum taka atlit til broytingar í hagtalsgrundarlagnum fyri útrokningina av javningarprosentinum.

§ 5. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2020.

 

 

Í Tinganesi, 30. apríl 2018

 

Aksel V. Johannesen (sign.)

løgmaður

Lm. nr. 71/2017