Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
15. mai 2014Nr. 66
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 45 frá 15. mai 2007 um landsjørð, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 65 frá 17. mai 2013, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 7 a verður orðað soleiðis:
“§ 7 a. Búnaðarstovuni verður heimilað at taka aftur nýtslurætt frá festara til ein part av lendi ella alt lendið, tilhoyrandi festi, og leiga kommunu lendið til almannagagnligt endamál. Áðrenn nýtslurættur til lendið verður tikin aftur, skal festarin verða eftirspurdur.
Stk. 2. Verður nýtslurættur til lendið tikin aftur sbrt. stk. 1, skal kommunan rinda fult endurgjald, herundir:
1) endurgjald fyri mist bit og skerda fóðurframleiðslu sbrt. § 10, og endurgjald fyri annan fíggjarligan miss, festarin hevur, og
2) tær útreiðslur, sum Búnaðarstovan hevur av at broyta lendisnýtsluna samsvarandi leigusáttmálanum.
Stk. 3. Fæst ikki semja um endurgjald fyri annan fíggjarligan miss, ið festari hevur, sbrt. stk. 2, nr. 1, skal Búnaðarstovan heita á festara og leigara um í felag at útnevna metingarfólk at áseta endurgjaldið. Semjast partarnir ikki um at velja metingarfólk í seinasta lagi 4 vikur eftir áheitan frá Búnaðarstovuni, velur sorinskrivarin metingarfólkið.
Stk. 4. Búnaðarstovan skal kunna Búnaðargrunnin um ætlanina at taka aftur nýtslurætt til lendið. Búnaðargrunnurin skal hava rætt til at tryggja sær veð fyri verandi lán og gera sín veðrætt galdandi, áðrenn ætlanin verður framd.
Stk. 5. Avgerðin um at taka aftur nýtslurætt til lendið og ásetingin av endurgjaldinum fyri annan fíggjarligan miss, sbrt. stk. 2, nr. 1, kunnu leggjast fyri landbúnaðarstevnu við kærurætti til yvirlandbúnaðarstevnu.
Stk. 6. Endurgjaldið til festara fyri annan fíggjarligan miss, ið festari hevur, sbrt. stk. 2, nr. 1, verður goldið festara. Ásetingarnar í § 11, stk. 3-7 verða tó samsvarandi nýttar í sambandi við, at endurgjald verður latið fyri bygningar.
Stk. 7. Búnaðarstovan ger leigusáttmála við kommununa samsvarandi reglunum í § 7, stk. 4 og stk. 5, nr. 3. Leigumál skulu sum aðalregla ikki vera styttri enn 30 ár og geva møguleika fyri leingjan. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð leiguupphæddina. Leiguinntøkurnar eftir hesi grein verða fluttar á festikontu hjá festinum ella, um alt lendið, tilhoyrandi festið, verður útleigað, í felags festipulju.”
2. § 10 verður orðað soleiðis:
“§ 10. Tá Búnaðarstovan selur til byggigrundir ella tílíkt burtur av jørð ella tekur aftur nýtslurætt til lendi, sbrt. § 7 a, hevur hagin ella festarin rætt til endurgjald, sum svarar til avloysing fyri bit. Eisini hevur hagin ella festarin rætt til endurgjald og fyri skerdar møguleikar fyri fóðurframleiðslu í summarhálvuni. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um, hvussu endurgjald hesum viðvíkjandi verður ásett. Fæst ikki semja um endurgjaldið, verður málið viðgjørt eftir ásetingunum í § 37 í hagalógini. Endurgjaldið til haga ella festara verður rindað eftir ásetingunum í § 37 a í hagalógini.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 15. mai 2014
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 65/2013