Nr. 67 29. mai 2017
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kolvetnisvirksemi
(Heimild at leingja leitiloyvi við upp til 4 árum)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 31 frá 16. mars 1998, sum broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 26. mai 2010 og løgtingslóg nr. 50 frá 15. mai 2014, verður gjørd hendan broyting:
Í § 8, stk. 1, 1. pkt. verður “2 ár” broytt til: “4 ár”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 29. mai 2017
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 63/2016