Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Í koming
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fíggjarmálaráðið
  • Útgávudagur: 07-05-2018
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2018 A - Løgtingslóg 69 frá 30. apríl 2018
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

30. apríl 2018Nr. 69

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin)

(Pensjónsnýskipan)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1

Í løgtingslóg nr. 49 frá 14. mai 2013 um eftirløn, sum broytt við løgtingslóg nr. 152 frá 20. desember 2013, løgtingslóg nr. 133 frá 19. desember 2014, við § 2 í løgtingslóg nr. 134 frá 19. desember 2014, løgtingslóg nr. 44 frá 6. mai 2015 og løgtingslóg nr. 157 frá 24. desember 2015, verða gjørdar hesar broytingar:

 

1.    § 1, stk. 1 verður orðað soleiðis:

“Persónur, sum ikki hevur nátt fólkapensjónsaldur sambært løgtingslóg um almannapensjónir o.a., og sum hevur fulla skattskyldu til Føroyar, hevur skyldu til at spara saman til egna eftirløn sambært hesi løgtingslóg.”

 

2.    § 1, stk. 6 verður strikað.

 

3.    § 2, stk. 1 verður orðað soleiðis:

“Bundna eftirlønargjaldið er frá 1. januar 2014 í minsta lagi 1 prosent av A-inntøkuni og B-inntøkuni, og eftirlønargjaldið hækkar til 12 prosent í 2026 og seinni, soleiðis:

1)   Frá 1. januar 2014: 1 prosent.

2)   Frá 1. januar 2015: 2 prosent.

3)   Frá 1. januar 2016: 2 prosent.

4)   Frá 1. januar 2017: 3 prosent.

5)   Frá 1. januar 2018: 4 prosent.

6)   Frá 1. januar 2019: 5 prosent.

7)   Frá 1. januar 2020: 6 prosent.

8)   Frá 1. januar 2021: 7 prosent.

9)   Frá 1. januar 2022: 8 prosent.

10) Frá 1. januar 2023: 9 prosent.

11) Frá 1. januar 2024: 10 prosent.

12) Frá 1. januar 2025: 11 prosent.

13) Frá 1. januar 2026: 12 prosent.”

 

4.    § 3 verður orðað soleiðis:

§ 3. Tað í § 2, stk. 1 ásetta prosentgjaldið verður ikki rindað av niðanfyri nevndu peningaupphæddum:

1)    Vinningi av eydnuspæli, legati, sømdargávu og líknandi.

2)    Útgjaldi sambært løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn.

3)    Uppihaldspeningi sambært hjúnabandslóggávuni.

4)    Útgjaldi sambært løgtingslóg um ættleiðingarstuðul.

5)    Útgjaldi sambært løgtingslóg um lestrarstuðul.

6)    Útgjaldi av tryggingarupphædd og líknandi.

7)    Útgjaldi sambært løgtingslóg um tænastumannaeftirlønir.

8)    Útgjaldi av lutaeftirløn.

9)    Útgjaldi av lívrentu og líknandi.

10)  Útgjaldi sambært løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk, tó undantikið útgjaldi sambært §§ 12, 14, 22 og 25.

11)  Útgjaldi sambært løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl.

12)  Útgjaldi sambært løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar o.fl.

13)  Útgjaldi sambært løgtingslóg um almannapensjónir o.a.

14)  Útgjaldi sambært forsorgarlógini, tó undantikið útgjald sambært § 9, stk. 2, § 13 og § 17, stk. 3.

15)  Útgjaldi sambært løgtingslóg um stuðul til uppihaldspening.

16)  Útgjaldi sambært kunngerð um samsýning til fosturforeldur, tó undantikið útgjald sambært § 1, stk. 1.”

 

5.    § 4, stk. 3 verður orðað soleiðis:

Stk. 3. Eftirlønaruppsparing er partur av felagsbúnum, tá hjún verða sundurlisin ella skild. 1. pkt. er ikki galdandi fyri lívrentu, sum ikki kann afturkeypast.”

 

6.    Í § 12, stk. 2 verður 1. pkt. orðað soleiðis:

Inngjøld til eftirlønarsamansparing og persónstryggingar rinda eftirlønarskatt, sum ásett í skjali 1 til hesa løgtingslóg.”

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2019.

 

 

Í Tinganesi, 30. apríl 2018

 

Aksel V. Johannesen (sign.)

løgmaður

Lm. nr. 69/2017

 

 

 

Skjal 1

 

 

 

Er skattskylduga ársinntøkan størri enn:

men minni enn, ella ájavnt við:

er eftirlønarskatturin í prosent av samlaða inngjaldinum sama árið:

kr. 0

kr. 235.000

30,0

kr. 235.000

kr. 240.000

30,5

kr. 240.000

kr. 245.000

31,0

kr. 245.000

kr. 250.000

31,5

kr. 250.000

kr. 255.000

32,0

kr. 255.000

kr. 260.000

32,5

kr. 260.000

kr. 265.000

33,0

kr. 265.000

kr. 270.000

33,5

kr. 270.000

kr. 275.000

34,0

kr. 275.000

kr. 280.000

34,5

kr. 280.000

kr. 285.000

35,0

kr. 285.000

kr. 290.000

35,5

kr. 290.000

kr. 295.000

36,0

kr. 295.000

kr. 300.000

36,5

kr. 300.000

kr. 305.000

37,0

kr. 305.000

kr. 310.000

37,5

kr. 310.000

kr. 315.000

38,0

kr. 315.000

kr. 320.000

38,5

kr. 320.000

kr. 325.000

39,0

kr. 325.000

kr. 330.000

39,5

kr. 330.000

 

40,0