Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
30. apríl 2018Nr. 70
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn
(Pensjónsnýskipan)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 39 frá 7. mai 1991 um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 103 frá 3. november 2016, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 2, stk. 1 verður 2. pkt. orðað soleiðis:
“Fyri persónar og arbeiðsgevarar er ásetti prosentparturin
1) 2,50% í 2018 og
2) 3,00% í 2019 og fylgjandi ár.”
2. § 2, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Persónur, sum hevur nátt pensjónsaldur sbrt. løgtingslóg um almannapensjónir rindar einki í grunnin. Arbeiðsgevarari, sum hevur nátt pensjónsaldur sbrt. løgtingslóg um almannapensjónir og hevur fólk í vinnu, rindar tó av útgoldnum A-inntøkum. Arbeiðsgevari rindar ikki gjald fyri løn hjá útlendingum undir FAS-skipanini.”
3. § 2, stk. 6 verður orðað soleiðis:
“Stk. 6. Persónur, sum er trý ár ella minni frá pensjónsaldri, sbrt. løgtingslóg um almannapensjónir, og sum ikki áður hevur havt fastan bústað í Føroyum, rindar einki í grunnin.”
4. § 3, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Rætt til arbeiðsmarknaðareftirløn eigur hvør persónur, sum
1) hevur fastan bústað í Føroyum
2) hevur nátt pensjónsaldur sbrt. løgtingslóg um almannapensjónir, og
3) hevur havt fastan bústað í Føroyum í minst 15 ár, meðan viðkomandi var millum 15 ár og pensjónsaldur sbrt. løgtingslóg um almannapensjónir, og í sama tíðarskeiði hevur verið skrásettur í Fólkayvirlitinum við bústaði í Føroyum.
Kravið um skráseting í Fólkayvirlitinum er ikki galdandi fyri sjómenn, sum av arbeiðsávum hava verið skrásettir í Fólkayvrlitinum í Grønlandi.”
5. § 3, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Persónur, sum ikki lýkur krøvini í stk. 1, men sum hevur búð í Føroyum í minst trý ár, meðan viðkomandi var millum 15 og 67 ár, hevur rætt til 1/40 av fullari arbeiðsmarknaðareftirløn fyri hvørt árið, viðkomandi búði í Føroyum, tó í mesta lagi 40/40.”
6. Í § 3, stk. 3 verður 1. pkt. orðað soleiðis:
“Rætturin tekur við hin fyrsta í mánaðinum, ið viðkomandi hevur nátt pensjónsaldur sbrt. løgtingslóg um almannapensjónir.”
7. § 5, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Stýrið fyri grunnin ásetir árligu veitingina til eftirlønartakarar á hvørjum ári galdandi fyri álmanakkaárið eftir. Stýrið kann broyta veitingina, um fyritreytirnar fyri ásetingini av veitingini broytast. Ein broyting av veitingini sambært 2. pkt. hevur virknað frá fyrsta í mánaðinum eftir, at stýrið hevur ásett broyttu veitingina.”
8. § 5, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Stýrið fyri grunnin ásetir árligu veitingina til eftirlønartakarar í seinasta lagi 1. oktober á hvørjum ári galdandi fyri álmanakkaárið eftir.”
9. § 10 a verður strikað.
10. Aftan á § 10 a verður sett:
“§ 10 b. Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við grunninum. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur, sum geva Tryggingareftirlitinum myndugleika at útinna uttanhýsis eftirlitið. Grunnurin hevur skyldu at lata eftirlitinum allar upplýsingar um grunsins viðurskifti, sum eftirlitið ynskir.
§ 10 c. Varnast Almannaverkið, at ein persónur eitt nú vegna sálarsjúku, menningartarn, heilaskaða, sinnisbrek ella misnýtslu ikki megnar at umsita arbeiðsmarknaðareftirlønina, kann Almannaverkið:
1) taka avgerð um, hvussu upphæddin skal útgjaldast ella
2) taka avgerð um, at avvarðandi ella starvsfólk í Almannaverkinum ella á vardum bústaði skal umsita upphæddina hjá pensjónisti.
Stk. 2. Upphæddin skal umsitast samsvarandi áhuga og vilja borgarans.
Stk. 3. Pensjónisturin og Almannaverkið kunnu avtala, at Almannaverkið umsitur upphæddina.
Stk. 4. Pensjónisturin skal hoyrast í tann mun, viðkomandi er førur fyri hesum, áðrenn Almannaverkið tekur avgerð sambært stk. 1.
Stk. 5. Almannaverkið skal ansa eftir, at pensjónisturin, ið er undir umsiting sambært stk. 1, ikki verður fyri misnýtslu ella sviki.
Stk. 6. Landsstýrismaðurn kann áseta nærri reglur um umsiting av arbeiðsmarknaðareftirløn, eitt nú reglur um eftirlit.
§ 10 d. Avgerðir eftir hesi løgtingslóg kunnu innan 4 vikur kærast til Skatta- og Avgjaldskærunevndina.
Stk. 2. Kæran skal verða skrivlig og styðja seg til grundir og hjáløgd próvskjøl.”
§ 2
Stk. 1. § 1, nr. 1-7 og nr. 9-10 koma í gildi dagin eftir, at løgtingslógin er kunngjørd, men hava virknað frá 1. januar 2018.
Stk. 2. § 1, nr. 8 kemur í gildi 1. juni 2018.
Stk. 3. Kærur um inn- og útgjald, sum ikki eru avgreiddar, verða eisini viðgjørdar av Skatta- og Avgjaldskærunevndini, hóast tær eru innlatnar, áðrenn henda løgtingslóg kom í gildi.
Í Tinganesi, 30. apríl 2018
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 70/2017