Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. mai 1996Nr. 71
Løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar o.fl., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 159 frá 10. desember 2021 1)
Kapittul 1 1)
Forskotsvís rindan av gjaldi til uppihald av einum barni
§ 1. Henda lóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar er givin út sambært § 1, stk. 2, nr. 7 í ríkislóg nr. 315 frá 15. mai 1995 um almannaveitingar í Føroyum.
§ 2. Um barnagjaldið, ásett sambært lóggávuna um rættarstøðu barnanna, ikki er goldið forfallsdagin, kann tann persónur, sum hevur rætt til at innheinta gjaldið, biðja um, at tað verður goldið av tí almenna.
Stk. 2. Í sáttmála við onnur lond kann ásetast, at eitt útlendskt gjaldsskjal kann verða javnsett við eitt føroyskt, danskt og grønlendskt gjaldsskjal í samband við forskotsvísari rindan av barnagjaldi. Fyritreytin fyri javnseting er, at skjalið í viðkomandi landi kann verða nýtt sum grundarlag fyri rættiligari innheintan av barnagjaldi.
§ 3.2) Gjald kann verða rindað forskotsvís, til barnið fyllir 18 ár.
Stk. 2. 2) Rætturin til at fáa gjaldið forskotsvíst rindað er treytaður av:
1) at barnið, ella tann av foreldrunum, sum hevur foreldramyndugleikan yvir barninum, hevur danskan heimarætt ella sambært reglur, ásettar av landsstýrismanninum, er javnsettur við heimafólkið, ella er fevndur av einum sáttmála um rindan av gjøldum av hesum slagi,
2) at barnið er búsitandi í Føroyum,
3) at barnið ikki er gift,
4) 3) at barnið ikki er sett heiman sambært barnaverndarlógini ella á einum stovni, sum er góðkendur sambært forsorgarlógini, ella á annan hátt verður uppihildið við almennum stuðli,
5) at tann, sum gjaldið skal rindast til, hevur fastan bústað í Føroyum,
6) at tann, sum gjaldið skal rindast til, ikki býr saman við gjaldsskylduga.
Stk. 3. 3) 1) Hóast ásetingina í stk. 2, nr. 2, kann barn uppihalda sær fyribils í aðrari kommunu ella uttanlands í útbúgvingarørindum í upp til eitt ár.
§ 4. Verður biðið um at fáa gjald útgoldið fyri tíðina frammanundan dagsetingini á gjaldsskjalinum, kann gjaldið verða útgoldið hálvárliga í tann mun, sum treytirnar hava verið loknar á teimum hálvárligu forfalsdøgunum, sum høvdu komið, um gjaldsskjalið hevði verið til við byrjanini av gjaldstíðarskeiðnum.
§ 5. 2) 3) Gjald kann verða kravt útgoldið forskotsvís við tí upphædd, sum er ásett við heimild í lógini um rættarstøðu barnanna, tó í mesta lagi við eini upphædd, ið svarar til tað vanliga gjaldið sambært lógini um áseting og javning av almannaveitingum.
§ 6. 2) 4) Um tær í § 3 nevndu treytir eru loknar, kunnu serstøk gjøld, sum eru ásett sambært lógini um rættarstøðu barnanna til útreiðslur í samband við føðing og uppihald til móðrina fyri og aftaná føðing, rindast forskotsvíst.
Stk. 2. Um tær í § 3 nevndu treytir eru loknar, kunnu serstøk gjøld, sum eru ásett sambært lógina um rættarstøðu barnanna til útreiðslur í samband við barnsins dóp, konfirmatión, sjúku ella jarðarferð ella av øðrum serligum orsøkum, rindast forskotsvíst av tí almenna við eini upphædd, sum liggur innanfyri tað markið, sum háyvirvaldið setir.
§ 7. Tá tað verður mett neyðugt í mun til tarv barnanna, kann gjaldið verða rindað fyri styttri tíðarskeið í senn enn ásett í gjaldsskjalinum.
§ 8. Rætturin til at krevja gjald útgoldið forskotsvíst stendur við til og við ársdagin fyri forfallsdegnum fyri gjaldinum.
Stk. 2. Um barnið, um tað mundið eitt gjald verður kravt útgoldið forkostsvíst, verður uppihildið av tí almenna, ella foreldur tess búgva saman um hetta mundið, ella móðirin býr saman við tí gjaldsskylduga, kann gjald einans útgjaldast fyri tíðina inntil almenna umsorganin ella samlívið byrjar.
§ 9. 2) 3) 1) Umsókn um forskotsvísa útgjalding av uppihaldsgjaldi verður latin inn til Almannaverkið.
Stk. 2. 2) 3) 1) Gjaldið verður útgoldið forskotsvíst av Almannaverkinum. TAKS røkir innheintingina eftir reglunum í § 10.
Stk. 3. 5) (Strikað).
§ 10. 2) Tá eitt gjald verður útgoldið forskotsvíst, ígongur tað almenna í rættin til at innheinta gjaldið. Hesin rætturin er í mun til tað almenna undir vanligari 20 ára fyrning.
Stk. 2. 2) Innheinting fer fram eftir reglunum í lóg um innheinting av uppihaldsgjøldum við fylgjandi broytingum:
1) 3) TAKS fremur panting eftir reglunum um innkrevjing av skattum og avgjøldum.
2) Lønarafturhald fer fram á sama hátt sum lønarafturhald eftir § 136, stk. 1 í skattalógini.
3) Avgerð kann ikki takast um avsiting fyri gjøld, sum viðvíkja einum tíðarskeiði sum er meira enn 1 ár frammanfyri tað tíðarskeiðið, tá forskotsvísa útgjaldingin er farin fram.
Stk. 3. Tá gjald er útgoldið forskotsvíst, yvirtekur landskassin fyri eina upphædd, sum svarar til skyldug gjøld, rættin hjá tí gjaldsskylduga til útgjald av ov nógv goldnum skatti við endurgjaldi og rentum.
§ 11. Tað almenna skal hjá tí gjaldsskylduga royna at innheinta alla upphæddina, sum sambært resolutiónini eftir lógini um rættarstøðu barnanna eigur at verða rindað. Um so er, at upphæddin, sum verður innheintað er størri enn forskotsvís útgoldnu gjøldini, verður avlopsupphæddin útgoldin til tann, sum hevur rætt til at krevja barnagjaldið.
§ 12. Rindar ein gjaldsskyldugur til tað almenna eina upphædd til fullnað fyri forskotsvíst útgoldin gjøld, hevur hann rætt til at krevja, at upphæddin fyrst verður nýtt til fullnað fyri tann partin av gjøldunum, har avgerð er tikin um avsiting.
§ 13. 1) Forskotsvís útgoldin gjøld, sum ikki eru afturgoldin av tí gjaldsskylduga, skulu eftirgevast av Almannaverkinum,
1) tá einki gjald forskotsvíst er útgoldið tað síðsta árið, ella
2) tá tann gjaldsskyldugi hevur verið innsettur á stovni undir Kriminalforsorgini í útgjaldingartíðarskeiðnum.
Stk. 2. Tað er ein fyritreyt fyri eftirgeving av forskotsvíst útgoldnum gjøldum eftir stk. 1, at tann gjaldsskyldugi ikki er førur fyri at rinda ta skyldugu upphæddina, uttan at honum kemur at vanta tað, sum má metast at vera neyðugt til egið ella familjunnar uppihald.
§ 14. Um tann gjaldsskyldugi er staddur í Danmark ella Grønlandi, verða reglurnar sambært tí har galdandi lóggávuni um innheinting av forskotsvíst útgoldnum gjøldum og um eftirgeving av slíkum gjøldum v.m. nýttar.
Kapittul 2 1)
Gjald til børn, tá einans annað av foreldrunum livir, umframt til faðir- og móðurleys børn v.fl.
§ 15. 2) Um einans annað av foreldrum barnsins er á lívi, rindar tað almenna árliga eitt gjald til barnsins uppihald.
Stk. 2. 1) Sama gjald verður rindað til eitt barn føtt uttan fyri hjúnarlag, tá faðirskapurin ikki er staðfestur ella tá barnið er ættleitt av støkum persóni.
Stk. 3. 2) 3) Um hvørki av foreldrum barnsins er á lívi, rindar tað almenna árliga eitt økt gjald til barnsins uppihald.
§ 16. Fyri gjaldið eftir § 15 eru treytirnar í § 3 við neyðugum tillagingum galdandi.
Stk. 2. Rætt til at móttaka upphæddina hevur tann persónur, sum hevði havt rætt til at krevja eitt gjald til barnið sambært lóggávuni um rættarstøðu barnanna.
Stk. 3. 3) Er tað fyri eitt barn ásett eitt endurgjald til barnið fyri mistan uppihaldara, verður endurgjaldsupphæddin frádrigin í gjaldinum sambært § 15, stk. 1 og stk. 3.
§ 17. 1) Umbøn um gjald eftir § 15 verður latin inn til Almannaverkið.
§ 18. 3) 1) Gjaldið verður útgoldið av Almannaverkinum mánaðarliga frammanundan. Gjaldið verður útgoldið fyrstu ferð fyri mánaðin aftan á tann mánaðin, tá treytirnar fyri at fáa gjaldið eru loknar, og seinastu ferð fyri tann mánaðin, tá rætturin til gjaldið heldur uppat. Gjøld sum skulu veitast einum barni, aftan á at ein gjaldsskyldugur er deyður, verða útgoldin frá endanum av tí tíðarskeiðnum, sum tað seinast er útgoldið gjald fyri sambært lóggávuni um rættarstøðu barnanna.
Stk. 2. 5) (Strikað).
§ 19. 1) Eftir kanning í hvørjum einstøkum føri kann Almannaverkið veita stuðul til útreiðslur í samband við barnsins dóp, konfirmatión, sjúku og jarðarferð ella av øðrum serstakum orsøkum.
Kapittul 3 1)
Serligt barnaískoyti til einsamallar uppihaldarar 6)
§ 19 a. Til børn, yngri enn 18 ár, verður veitt barnaískoyti sambært reglunum í hesi lóg.
§ 19 b. 3) Barnaískoyti verður veitt, tá tann, sum hevur foreldramyndugleikan ella hevur lut í foreldramyndugleikanum yvir einum barni, er einsamallur uppihaldari og sambært fólkayvirlitinum hevur barnið búgvandi. Sí tó § 19 c.
Stk. 2. 1) Um annar parturin hevur fingið lutað foreldramyndugleikan, men hin parturin hevur barnið hjá sær, so kann Almannaverkið gera av, at barnaískoyti verður latið tí partinum, ið hevur barnið búgvandi, um hesin er einsamallur uppihaldari.
Stk. 3. Persónar, sum liva í samlívi, verða ikki mettir sum einsamallir.
§ 19 c. 3) Barnaískoyti verður bert veitt, um treytirnar í § 3, stk. 2, nr. 1-5 og stk. 3 eru loknar.
§ 19 d. 3) Barnaískoyti lutast barninum eftir § 19 b, stk. 1 og stk. 2 og verður útgoldið tí, ið uppiheldur barninum.
Stk. 2. Barnaískoyti verður útgoldið eftir umsókn. Serligt umsóknarblað skal nýtast, tá søkt verður um stuðul.
Stk. 3. 3) 1) Almannaverkið kann heinta inn upplýsingar av týdningi fyri viðgerð av málum um barnaískoyti frá skattamyndugleikum, Landsfólkayvirlitinum, kommunalum myndugleikum og øðrum viðkomandi, ið hava kunnleika til viðurskiftini.
Stk. 4. Ískoyti verður útgoldið hvønn ársfjórðing í forskoti.
Stk. 5. 3) Barnaískoyti verður útgoldið fyrstu ferð ársfjórðingin eftir, at rætturin til ískoyti er staðfestur, og síðstu ferð tann ársfjórðingin, rætturin til ískoyti fellur burtur.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um útgjald av barnaískoyti fyri styttri tíðarskeið, enn ásett í hesi grein.
19 e. 1) Almannaverkið heitir eina ferð um árið á tey, ið fáa barnaískoyti eftir § 19b, um skrivliga at vátta, at tey framhaldandi lúka treytirnar fyri at fáa barnaískoyti.
Stk. 2. 1) Hevur Almannaverkið ikki móttikið váttanina seinast ein mánað eftir áheitan, steðgar útgjaldið av barnaískoytinum frá næsta ársfjórðingi. Útgjaldið kemur aftur í gildi ársfjórðingin eftir, at váttanin er móttikin.
19 f. Rætturin til barnaískoyti kann ikki verða fyri rættarsókn, fyrr enn hann er útgoldin. Avtala um transport er útgjaldaranum óviðkomandi.
Kapittul 4 1)
Fyrisitingarligar ásetingar o.a.
§ 20. 3) 1) 7) Avgerðir Almannaverksins sambært hesi løgtingslóg kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.
§ 21. Tann, sum móttekur stuðul sambært hesi lóg, skal fráboða útgjaldandi myndugleikanum um broytingar í egnum ella barnsins viðurskiftum, ið kunnu hava við sær, at stuðulin minkar ella fellur burtur.
Stk. 2. Hevur nakar hóast betri vitan móttikið stuðul sambært lógini uttan at hava rætt til tað, skal viðkomandi afturgjalda ta upphæddina, sum er fingin av órøttum.
§ 22. 2) Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um fyrisitingina av hesi lóg.
§ 23. 2) Upphæddir í hesi løgtingslóg og javning av teimum verða ásettar í serligari løgtingslóg.
Stk. 2. Broyting í tí vanliga gjaldinum við gildi frá einum 1. apríl ella 1. oktober, hevur gildi fyri tey hálvársgjøldini, sum forfella aftaná hesa dagseting.
§ 24. Henda lóg kemur í gildi 1. januar 1997.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi ríkislóg nr. 57 frá 15. mars 1967 sb. lógarkunngerð almannamálaráðisins nr. 99 frá 2. mars 1988 fyri Føroyar um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl., við seinni broytingum.
1) Broytt við løgtingslóg nr. 104 frá 3. november 2016.
2) Broytt við løgtingslóg nr. 6 frá 25. januar 2001.
3) Broytt við løgtingslóg nr. 16 frá 2. mars 2011, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. mars 2011.”
4) Broytt við løgtingslóg nr. 25 frá 14. mars 1997.
5) Broytt við løgtinglsóg nr. 23 frá 21. apríl 1999, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi frá 1. januar 1999.”
6) Broytt við løgtingslóg nr. 38 frá 21. mai 2008, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. september 2008.”
7) Broytt við løgtingslóg nr. 159 frá 10. desember 2021, har § 43 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2022. Samstundis fer løgtingslóg nr. 47 frá 23. mars 1993 um kærunevnd í almanna-, familju- og heilsumálum úr gildi.”