Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
29. mai 2017Nr. 71
Løgtingslóg um Fiskivinnugrunn
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. Fiskivinnugrunnurin skal fíggja menning, nýskapan, gransking, royndir og verkætlanir í fiskivinnuni. Endamálið er at menna átøk og skipanir í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsligari burðardyggari gagnnýtslu av havtilfeinginum.
§ 2. Fiskivinnugrunnurin verður skipaður sum eksternur grunnur. 6 mió. kr. verða settar í grunnin, harav stovnsfæ grunsins er 3 mió. kr.
Stk. 2. Grunnurin hevur sjálvstøðugan roknskap og fíggjarstøðu í landsroknskapinum.
Stk. 3. Grunnurin kann fáa ein árligan stuðul á Løgtingsins fíggjarlóg.
Stk. 4. Grunnurin kann taka ímóti stuðli og fígging frá øðrum.
§ 3. Grunnurin verður fyrisitin av einum stýri við 5 limum. Landsstýrismaðurin velur formannin og stýrislimirnar. Stýrið verður valt fyri 4 ár.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um umsiting, samsýning og virksemi grunsins, og hevur eftirlit við grunninum.
§ 4. Stýrið ger virkisætlan og stuðulsætlan fyri trý ár í senn, og leggur hana fyri landsstýrismannin til góðkenningar.
Stk. 2. Grunnurin kann ikki nýta av stovnsfænum. Tó kann grunnurin, við loyvi frá landsstýrismanninum, nýta av stovnsfænum at seta í støðisogn til endamálið í hesi løgtingslóg, ella seta pening í felag, ið útinnir virksemi við sama endamáli sum Fiskivinnugrunnurin.
Stk. 3. Stýrið ásetur nærri reglur fyri mannagongdum viðvíkjandi tilsagnum, og verða hesar at góðkenna av landsstýrismanninum.
§ 5. Roknskaparhaldið skal fylgja løgtingslógini um landsins almenna roknskaparhald o.a.
Stk. 2. Roknskapirnir verða grannskoðaðir av landsgrannskoðanini.
Stk. 3. Stýrið ger á hvørjum ári eina frágreiðing um virksemið. Harundir serligt tilmæli um væntaðan tørv á játtanum í Løgtingsins fíggjarlóg komandi ár.
§ 6. Um Fiskivinnugrunnurin verður tikin av, verða ognir grunsins tá fluttar í landskassan.
§ 7. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 29. mai 2017
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 101/2016