Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Uttanríkis- og vinnumálaráðið
  • Útgávudagur: 29-05-2017
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2017 A - Løgtingslóg 72 frá 29. mai 2017
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

29. mai 2017Nr. 72

Løgtingslóg um filmshús

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

Endamál og uppgávur

§ 1. Filmshúsið skal vera ein savnandi depil og røkja uppgávur, sum birta upp undir film sum vinnu, íroknað:

1)   Ráðgeva og leiðbeina føroyskum filmsfólkum og verða savningarstaður fyri føroyska filmsumhvørvið.

2)   Marknaðarføra føroyskan film uttanlands, marknaðarføra Føroyar sum filmsland og veita ráðgeving í sambandi við filmsframleiðslur.

3)   Virka fyri at hækka førleikastøðið innan filmsframleiðslu í Føroyum.

Leiðsla

§ 2. Leiðslan av Filmshúsinum er hjá einum stýri við trimum limum, sum landsstýrismaðurin tilnevnir, harav ein eftir tilmæli frá Mentamálaráðnum og ein eftir tilmæli frá Felagnum Føroysk Filmsfólk.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir samsýning til leiðsluna.

Virksemi og umsiting

§ 3. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um virksemi og umsiting av Filmshúsinum, og um at skrivstovuhaldið verður lagt til skrivstovu, sum landsstýrismaðurin skipar.

Kæra

§ 4. Fyrisitingarligar avgerðir, sum Filmshúsið hevur tikið, kunnu kærast til landsstýrismannin innan 4 vikur eftir, at avgerðin er tikin.

Gildiskoma

§ 5. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Í Tinganesi, 29. mai 2017

 

Aksel V. Johannesen (sign.)

løgmaður

Lm. nr. 83/2016