Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
29. mai 2017Nr. 74
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul
(Studningur til aspirantar 12. mánaðin, stuðulsupphæddir ikki javnaðar í 2017 og heimild til Studna at lata upplýsingar til TAKS)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul, sum broytt við løgtingslóg nr. 76 frá 25. mai 2009, løgtingslóg nr. 154 frá 14. desember 2009, løgtingslóg nr. 135 frá 28. desember 2010, løgtingslóg nr. 174 frá 29. desember 2011, løgtingslóg nr. 49 frá 15. mai 2014, løgtingslóg nr. 41 frá 7. mai 2015, løgtingslóg nr. 102 frá 3. november 2016 og løgtingslóg nr. 53 frá 6. mai 2016 verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 17, stk. 1, 3. pkt. verður aftan á “uppihaldarum” sett: “og aspirantum”.
2. Í § 19, stk. 1 verður 2. pkt. orðað soleiðis:
“Tó verða nevndu stuðulsupphæddir ikki javnaðar 1. august 2017.”
3. Í § 23 verður sum stk. 3. sett:
“Stk. 3. Studna verður heimilað at lata víðari til TAKS neyðugar upplýsingar um lestrarvirkni hjá lesandi, sum vegna útbúgving fyribils hava tilhald uttan fyri Føroyar, soleiðis, at nevndu persónar kunnu sleppa undan skylduni at rinda kringvarpsgjald, hóast hesi framvegis eru skrásett sum búsitandi í Føroyum.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 29. mai 2017
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 111/2016