Nr. 75 29. mai 2017
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald
(Mvg-frítøka av føroyskum bátasmíði)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 161 frá 24. desember 2015, verður henda broyting gjørd:
Í § 12, stk. 1 verður sum litra p sett:
”p) Søla og umvæling av føroyskum træbátum.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 29. mai 2017
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 52/2016