Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
Nr. 76 29. mai 2017
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk
(Stuðul til fyriskipan uttanlands)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 63 frá 15. mai 2012 um arbeiðsfremjandi tiltøk, sum broytt við løgtingslóg nr. 142 frá 20. desember 2012, løgtingslóg nr. 142 frá 18. desember 2013, løgtingslóg nr. 70 frá 22. mai 2015, løgtingslóg nr. 138 frá 16. desember 2015 og løgtingslóg nr. 132 frá 20. desember 2016, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 10 verður aftan á stk. 4 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 5. Persónar, sum hava miðnámsskúlaprógv, og sum hava autismu ella somu eyðkenni og líknandi avbjóðingar í mun til útbúgving, sum tey, ið hava autismu, kunnu í serligum førum fáa stuðul til førleikagevandi útbúgving uttanlands, um so er, at tað ikki finst hóskandi tilboð í Føroyum.”
Stk. 5-7 verða eftir hetta stk. 6-8.
2. Í § 17, stk. 1 verður tvær staðni aftan á “§ 12” sett: “ella § 13 a, stk. 1”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2017.
Í Tinganesi, 29. mai 2017
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 131/2016