Nr. 77 29. mai 2017
Løgtingslóg um Talgildu Føroyar, sum broytt við løgtingslóg nr. 32 frá 26. mars 2021
§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at halda útreiðslur at fremja verkætlanina Talgildu Føroyar.
Stk. 2. Útreiðslurnar til verkætlanina Talgildu Føroyar kunnu í mesta lagi verða 153 mió. kr., í tann mun at landsstýrismaðurin ger avtalur sbrt. stk. 4.
Stk. 3. Útreiðslurnar hjá landsstýrismanninum kunnu í mesta lagi verða 93 mió. kr.
Stk. 4. Landsstýrismanninum verður heimilað at gera avtalur við privatar og almennar fyritøkur, grunnar og kommunur, at fíggja part av verkætlanini.
§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 31. desember 2023.
Í Tinganesi, 29. mai 2017
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 103/2016
1) Broytt við løgtingslóg nr. 32 frá 26. mars 2021.