Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
29. mai 2017Nr. 78
Løgtingslóg um broyting í ymiskum lógum á málsøkinum persóns-, húsfólka- og arvarætti
(Myndugleikaflyting vegna yvirtøku av málsøkinum)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í lov nr. 56 frá 18. mars 1925 om Ægteskabets retsvirkninger, sum broytt við lov nr. 284 frá 11. november 1931, lov nr. 136 frá 7. mai 1937, § 54 í løgtingslóg nr. 55 frá 16. august 1962, anordning nr. 469 frá 24. september 1984 og § 4 anordning nr. 398 frá 20. apríl 2010, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 7, stk. 1, § 12, stk. 1 og § 20 verður “Overøvrigheden” broytt til: “Familjufyrisitingin”.
2. Í § 8, stk. 1 verður ”Overøvrigheden” broytt til: ”Familjufyrisitingini”.
3. Í § 12, stk. 3 og § 13 verður “Overøvrighedens” broytt til: “Familjufyrisitingarinnar”.
4. Í § 36 verður “Justitsministeriet eller af Overøvrigheden ifølge Justitsministerens Bemyndigelse” broytt til: “Familjufyrisitingini”.
5. Í § 49 verður “Københavns Byret” broytt til: “Retten på Færøerne”.
6. Í § 50, stk. 1 verður “Justitsministeriets” broytt til: ”landsstýrismansins”, og í stk. 2 verður “Justitsministeriet” broytt til: ”landsstýrismanninum” og í stk. 3 verður “Justitsministeren” broytt til: “landsstýrismanninum”.
7. § 52 verður orðað soleiðis:
“§ 52. Avgerðir hjá Familjufyrisitingini sambært hesi lóg kunnu kærast til Kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum.”
§ 2
Í lov nr. 102 frá 14. mars 1941 om Bevarelse af enkepensionsret ved Separation og Skilsmisse, sum broytt við lov nr. 268 frá 14. juni 1951, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 3 verður “Ministeriet for Handel, Industri og Søfart” broytt til: “Familjufyrisitingini”.
2. Aftan á § 3 verður sett:
“§ 3 a. Avgerðir hjá Familjufyrisitingini sambært hesi lóg kunnu kærast til Kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum.“
§ 3
Í lov nr. 397 frá 12. juli 1946 om borteblevne, sum sett í gildi við lov nr. 335 frá 19. november 1954, og broytt við § 9 í anordning nr. 398 frá 20. apríl 2010, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 2, stk. 2 verður “- i København Magistraten –“ strikað.
2. Í § 2, stk. 3 verður “Overøvrigheden” broytt til: “Familjufyrisitingin”.
3. Í § 3 verður “Pupilautoriteterne” broytt til: “Familjufyrisitingini”.
4. Í § 9 verður “Justitsministeriet” broytt til: “Landsstýrismaðurin”.
5. Í § 24, stk. 1 verður “Overformynderiet” broytt til: “umsitingardeildini”, og í § 25, stk. 4 verður “Overformynderiet” broytt til: “umsitingardeildina”.
6. Aftan á § 27 verður sum kapittul 6 a sett:
“Kapittul 6 a
Kæra
§ 27 a. Avgerðir hjá Familjufyrisitingini sambært hesi lóg kunnu kærast til Kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum.“
7. Í § 30, stk. 2 verður “Justitsministeriets” broytt til: “landsstýrismansins”.
§ 4
Í lov nr. 177 frá 23. juni 1956 om foranstaltninger i anledning af svangerskab m.v., sum sett í gildi við anordning nr. 228 frá 20. juni 1959, og sum broytt við anordning nr. 73 frá 14. mars 1968, anordning nr. 151 frá 21. mars 1988 og við § 4 í lov nr. 505 af 12. juni 2009, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 9, stk. 2 verður “Indenrigsministeren” broytt til: “Landsstýrismaðurin”.
2. Í § 11, stk. 1, 1. pkt. verður “justitsministeren efter forhandling med sundhedsstyrelsen” broytt til: “landsstýrismanninum”.
3. Í § 11, stk. 1, 2. pkt. verður “Justitsministeren” broytt til: “Landsstýrismaðurin” og ”om fornødent efter forhandling med handelsministeren” verður strikað.
4. Í § 12, stk. 1 verður “Justitsministeren” broytt til: “Landsstýrismaðurin” og í stk. 2 verður “justitsministeren” broytt til: “landsstýrismanninum”
5. § 13, stk. 3 og 4 verða strikað.
§ 5
Í lov nr. 200 frá 18. mai 1960 om børns retsstilling, sum sett í gildi við anordning nr. 367 frá 29. november 1962, og sum broytt við anordning nr. 13 frá 18. januar 1982, lóg nr. 92 frá 23. februar 1988 og § 6 í anordning nr. 398 af 20. april 2010, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 8, stk. 1, verður “mødrehjælpsinstitutionen eller politimesteren (i København overpræsidenten)” broytt til: “Familjufyrisitingina”.
2. § 9 verður strikað.
3. Í § 10, stk. 1 verður “mødrehjælpsinstitutionen eller politimesteren (overpræsidenten)” broytt til: “Familjufyrisitingini”.
4. Í § 10, stk. 2, § 16, stk. 1 og § 19, stk. 1 verður “Overøvrigheden” broytt til: “Familjufyrisitingin”.
5. Í § 11, stk. 1, verður “en politimester (i København overpræsidenten)” broytt til: “Familjufyrisitingini”.
6. Í § 11, stk. 3 og § 21 verður “Justitsministeren” broytt til: “Landsstýrismaðurin”.
7. Í § 13, stk. 2, § 14, stk. 2 og § 19, stk. 2, verður “overøvrigheden” broytt til: “Familjufyrisitingin”.
8. Í § 15, stk. 2, § 17, § 19, stk. 3 verður “overøvrigheden” broytt til: “Familjufyrisitingini”.
9. Sum § 21 a verður sett:
“§ 21 a. Avgerðir hjá Familjufyrisitingini sambært hesi lóg kunnu kærast til kærunevndina í almanna- og heilsumálum.”
10. Í § 22, stk. 3, 1. pkt. verður ”staten” broytt til: ”landskassan”
11. § 22, stk. 3, 3. pkt. verður orðað soleiðis:
”Familjufyrisitingin kann áseta stuðul frá landskassanum til tey endamál, sum eru nevnd í § 14, stk. 3 og § 15, stk. 1 í hesi lóg.”
12. Í § 22, stk. 3, 6. pkt. verður ”Staten” broytt til: ”Landskassin”.
13. § 23 verður strikað.
§ 6
Í lov nr. 150 af 24. april 1963 om inddrivelse af underholdsbidrag, sum broytt við anordning nr. 471 frá 15. september 1981, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 1, stk. 2, § 6, stk. 3 og § 19, stk. 4 verður “justitsministeren” broytt til: “landsstýrismanninum”, og í § 2, stk. 2 verður “Justitsministeren” broytt til: “Landsstýrismaðurin”.
2. Í § 4, stk. 2, § 20 og § 21, stk. 1 verður “overøvrighedens” broytt til: “Familjufyrisitingarinnar”.
3. Í § 10, stk. 2 verður “(i København af politidirektøren)” strikað.
4. Í § 15, stk. 1 verður “- i København af politidirektøren –“ strikað.
5. Í § 21 verður “overformynderiet” broytt til: “umsitingardeildina”.
6. § 23 a verður orðað soleiðis:
”§ 23 a. Avgerðir tiknar av Almannaverkinum og Familjufyrisitingini kunnu kærast til Kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum.
Stk. 2. Stk. 1 er ikki galdandi fyri avgerðir sambært § 4 og boð um eftirhald sambært § 5.”
§ 7
Í lov nr. 215 frá 31. mai 1963 om Arvelov sum sett í gildi við anordning nr. 272 frá 14. mai 1986, og sum broytt við § 29 í anordning nr. 582 af 23. juni 2008, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 13, stk. 1, § 41, stk. 2 og § 60, stk. 3 verður “justitsministeren” broytt til: “landsstýrismanninum”, og í § 58, stk. 2 og § 69, stk. 1 verður “justitsministeren” broytt til: “landsstýrismaðurin”, og í § 80 a, stk. 2 verður ”Justitsministeren” broytt til: ”Landsstýrismaðurin”.
2. Í § 61 og § 64 verður “Færøernes overformynderi” broytt til: “umsitingardeild”.
3. Í § 63 verður “Justitsministeren eller den, han bemyndiger dertil,” broytt til: “Familjufyrisitingin”.
4. Í § 67, stk. 2 verður “overøvrighedens” broytt til: “Familjufyrisitingarinnar”.
5. Aftan á § 71 verður sum kapittul 14 a sett:
“Kapittul 14 a
Kæra
§ 71 a. Avgerðir hjá Familjufyrisitingini sambært hesi lóg kunnu kærast til Kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum.”
6. § 81 verður strikað.
§ 8
Í lov nr. 234 frá 3. juni 1967 om sterilisation og kastration, sum sett í gildi við anordning nr. 73 frá 14. mars 1968, og sum broytt við § 5 í lov nr. 505 frá 12. juni 2009, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 7 og § 14 verður “justitsministeren” broytt til “Landsstýrismanninum”.
2. Í § 13, stk. 1 og stk. 2, verður “Justitsministeren” broytt til “Landsstýrismaðurin”.
3. Í § 3, stk. 4 og § 12, stk. 3, verður “justitsministeriet” broytt til: “Landsstýrismannin”.
4. § 18 verður strikað.
5. Í Anordning nr. 73 frá 14. mars 1968 verður í § 2, stk. 1 ”justitsministeren” broytt til: ”landsstýrismanninum” og í stk. 2 verður ”Justitsministeren” broytt til: ”Landsstýrismaðurin”.
§ 9
Í løgtingslóg nr. 47 frá 23. mars 1993 um kærunevnd í almanna- og heilsumálum, sum broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 28. apríl 2000 og løgtingslóg nr. 150 frá 20. desember 2005, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Heitið á løgtingslógini verður orðað soleiðis:
“Løgtingslóg um kærunevnd í almanna-, familju- og heilsumálum”
2. Í § 1, stk. 2 verður sum nr. 10-19 sett:
“10) lóg um rættarvirknaðar hjúnalagsins, sbrt. § 52,
11) lóg um varðveitslu av einkjupensjónsrætti við sundurlesing og hjúnaskilnaði, sbrt. § 3 a,
12) lóg um burturblivin, sbrt. § 27 a,
13) lóg um rættarstøðu barnanna, sbrt. § 21 a,
14) lóg um at krevja inn uppihaldspening, sbrt. § 23 a,
15) arvalógini, sbrt. § 71 a,
16) lóg um at ganga í og úr hjúnalagi, sbrt. § 46 a,
17) lóg um ættleiðing, burtur sæð frá avgerðum sambært § 4 a, sbr. § 25 a, stk. 1 og 2,
18) lóg um foreldramyndugleika og samveru, sbrt. § 30, sbr. tó § 13, stk. 1-4, og
19) verjumálslógini, sbrt. § 51 a, sbr. tó § 21, stk. 4 og § 22, stk. 1.”
3. Í § 1, stk. 1, nr. 4 og í § 7, stk. 1 verður “kærunevndina í almanna- og heilsumálum” broytt til: “kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum”, og í § 1, stk. 4 verður “kærunevndini í almanna- og heilsumálum” broytt til: “kærunevndini í almanna-, familju- og heilsumálum”.
§ 10
Í anordning nr. 37 frá 22. januar 2002 om ikrafttræden for Færøerne af lov om ægteskabs indgåelse og opløsning, sum broytt við § 33 í anordning nr. 228 frá 15. mars 2007 og við § 3 í anordning nr. 398 frá 20. apríl 2010, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 1, 1. pkt., § 6 og § 34, stk. 2. 2. pkt. verður “Rigsombudsmandens” broytt til: “Familjufyrisitingarinnar”.
2. Í § 1, 2. pkt., § 4, § 9, § 18, stk. 1, § 34, stk. 2, 3. pkt., 2. liður, og § 40, stk. 1 verður “Rigsombudsmanden” broytt til: “Familjufyrisitingin”.
3. Í § 11, § 12, stk. 3, 1. og 2. pkt., § 18, stk. 4, og § 35, stk. 2 verður “Justitsministeren” broytt til: “Landsstýrismaðurin”.
4. Í § 13, § 14, stk. 2 og § 15, stk. 2 verður “kirkeministeren” broytt til: “landsstýrismanninum”.
5. Í § 15, stk. 1 og § 20, stk. 1 verður ”Kirkeministeren” broytt til: ”Landsstýrismaðurin”.
6. Í § 18, stk. 3 verður “henholdsvis kirkeministeren og justitsministeren” broytt til: “landsstýrismanninum”.
7. Í § 19, stk. 2 verður “justitsministeren” broytt til: “Kærunevndini í almanna-, familju- og heilsumálum”.
8. Í § 21, stk. 3 verður “justitsministeren eller den, ministeren bemyndiger dertil” broytt til: “Kærunevndini í almanna-, familju- og heilsumálum”.
9. Í § 34, stk. 2, 3. pkt., 1. liður og tvær ferðir í § 43, stk. 2 verður ”Rigsombudsmanden” broytt til: ”Familjufyrisitingini”.
10. Í § 35, stk. 1 verður “kirkeministeren efter forhandling med justitsministeren” broytt til: “landsstýrismanninum”.
11. Í § 36, stk. 2 verður ”justitsministeren” broytt til: ”Familjufyrisitingini”.
12. Aftan á § 46 verður sum kapittul 5 a sett:
“Kapittul 5 a
Kæra
§ 46 a. Avgerðir hjá Familjufyrisitingini sambært hesi lóg kunnu kærast til Kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum.”
13. Í § 54 verður “justitsministeren” broytt til “landsstýrismanninum”.
§ 11
Í anordning nr. 1169 frá 25. november 2006 om ikrafttræden for Færøerne af lov om adoption, sum broytt við § 7 í anordning nr. 398 af 20. apríl 2010, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 1, stk. 1, § 6, stk. 2, § 8, stk. 1, § 11, stk.1, 3. pkt., § 18, stk. 3 og § 27 e verður ”Rigsombudsmanden” broytt til: ”Familjufyrisitingini”, og í § 25 a , stk. 1, 1. pkt., § 25 a, stk. 1, 2. pkt., 2. liður, verður ”Rigsombudsmanden” broytt til: ”Familjufyrisitingina”.
2. Í § 4 a, stk. 2, § 8, stk. 1, § 19, stk. 2, § 25 a, stk. 4 og § 27 e, stk. 1 og verður “ministeren for familie- og forbrugeranliggender” broytt til: “landsstýrismanninum”, og í § 8, stk. 5, § 25, § 25 a, stk. 1, § 25 b, stk. 1 og 5, § 27 a, stk. 2, § 27 b, stk. 2, § 27 c, stk. 1 og 2, § 27 d, stk. 1-4, og § 32, stk. 2 verður “Ministeren for familie- og forbrugeranliggender” broytt til: “Landsstýrismaðurin”.
3. Í § 10, § 11, stk. 1, 1., 2. og 5. pkt., tvær ferðir í § 11, stk. 4, § 12, § 15, stk. 1, § 25 a, stk. 1, 2. pkt., 1. liður, og § 25 a stk. 2 verður “Rigsombudsmanden” broytt til: “Familjufyrisitingin”.
4. Í § 11, stk. 5 og § 25 b, stk. 3 og 4 verður “Rigsombudsmandens” broytt til: “Familjufyrisitingarinnar”.
5. Í § 11, stk. 1, 6. pkt., § 11, stk. 2 og § 18, stk. 1 verður “ministeren for familie- og forbrugeranliggender” broytt til: “Kærunevndini í almanna-, familju- og heilsumálum”, og í § 11, stk. 5 verður “ministeren for familie- og forbrugeranliggenders” broytt til: ”kærunevndarinnar”, og í § 18, stk. 5 verður “ministeren for familie- og forbrugeranliggender” broytt til: “Kærunevndin í almanna-, familju- og heilsumálum”.
6. Í § 11, stk. 1, 4. pkt. verður “ministeren for familie- og forbrugeranliggender” broytt til: “Kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum”, og í § 11, stk. 3 verður “Ministeren for familie- og forbrugeranliggender” broytt til: “ Kærunevndin í almanna-, familju- og heilsumálum”.
7. Í § 25 a, stk. 1 verður “for Færøerne” strikað.
8. Í § 25 b, stk. 3 og stk. 5 og í § 27 d, stk. 3 verður “Adoptionsnævnet” broytt til: “Kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum”, og í § 25 b, stk. 6 verður “Adoptionsnævnet” broytt til: “Kærunevndin í almanna-, familju- og heilsumálum”.
9. Í § 25 b, stk. 4 verður “Adoptionsnævnet” broytt til: “Landsstýrismaðurin”.
§ 12
Í anordning nr. 228 frá 15. mars 2007 om ikrafttræden for Færøerne af lov om forældremyndighed og samvær, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 6, § 8, stk. 1, § 10, stk. 1 verður “Rigsombudsmanden” broytt til: “Familjufyrisitingina”, og í § 10, stk. 2, § 13 stk. 5, § 23, 1. pkt., 1. liður verður “Rigsombudsmanden” broytt til: “Familjufyrisitingini”, og í § 13, stk. 6, 2. liður, § 16, stk. 1-3, § 17, § 18, stk. 2, § 22, § 24, § 25, § 27, stk. 1-3 og § 29 verður “Rigsombudsmanden” broytt til: “Familjufyrisitingin”, og í § 13, stk. 6 og § 30, stk. 1 og 3 verður “Rigsombudsmandens” broytt til: “Familjufyrisitingarinnar”.
2. Í § 16, stk. 4, § 30, stk. 2-3, § 31, stk. 2 verður “Ministeren for familie- og forbrugeranliggender” broytt til: “Landsstýrismaðurin”, og í § 22 verður “ministeren for familie- og forbrugeranliggender” broytt til: “landsstýrismaðurin”.
3. Í § 30, stk. 1 verður “ministeren for familie- og forbrugeranliggender” broytt til: “Kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum”.
4. Í § 30, stk. 3 verður “og domstolenes” strikað.
5. Í § 31, stk. 1 verður “bekendtgørelse i Lovtidende og” strikað.
6. § 34 verður strikað.
§ 13
Í anordning nr. 397 frá 20. apríl 2010 om ikrafttræden for Færøerne af værgemålsloven, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 1, stk. 1, § 13, stk. 1-3, § 14, § 16, stk. 2, § 17, stk. 3, 1. pkt., § 18, stk. 1-4, § 19, stk. 1, § 20, stk. 1, 1. liður, § 21, stk. 1, 1. og 3. pkt. og § 28, verður “Rigsombudsmanden” broytt til: “Familjufyrisitingin”, og í § 3, stk. 5, § 17, stk. 3, 2. pkt, § 30, tvær ferðir í § 32, stk. 1, § 50, stk. 1 og § 53, stk. 2 verður “Rigsombudsmanden” broytt til: “Familjufyrisitingini”, og í § 17, stk. 1 og § 22, stk. 2 verður “Rigsombudsmanden” broytt til: “Familjufyrisitingina”, og í § 13, stk. 4, § 20, stk. 1 og 3, § 21, stk. 4, § 22, stk. 1 og 3, § 25, stk. 2, § 39, § 42, stk. 3, § 43, stk. 1 og 3 verður “Rigsombudsmandens” broytt til: “Familjufyrisitingarinnar”.
2. Í § 23, stk. 1, § 28, § 29, § 30, § 32, stk. 2 og § 40 verður “Justitsministeren” broytt til: “Landsstýrismaðurin”.
3. Í § 23, stk. 2 verður “Justitsministeren” broytt til: “Landsstýrismaðurin” og ”efter forhandling med ministeren for sundhed og forebyggelse” verður strikað.
4. Aftan á § 51verður sum kapittul 9 a sett:
“Kapittul 9 a
Kærur
§ 51 a. Avgerðir hjá Familjufyrisitingini sambært hesi lóg kunnu kærast til Kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum, samanber tó § 21, stk. 4 og § 22, stk. 1.”
§ 14
Stk. 1. Hendan løgtingslóg kemur í gildi ólavsøkudag 2018.
Stk. 2. Mál, sum á yvirtøkudegnum verða viðgjørd av einum ríkismyndugleika, verða avgreidd av Familjufyrisitingini. Mál, sum ein ráðharri í Danmark viðgerð, verða tó avgreidd av Kærunevndini í almanna-, familju- og heilsumálum. Harafturat tekur Familjufyrisitingin sær av øllum fyrispurningum um avgreidd mál, sum fylgja við yvirtøkuni, og sum ein ríkismyndugleiki fram til yvirtøkuna hevði ábyrgdina av.
Stk. 3. Um so er, at tað út frá einari ítøkiligari meting verður hildið óskynsamt, at ein føroyskur myndugleiki avgreiðir eitt verserandi mál, verður hetta avgreitt av viðkomandi myndugleika í Danmark. Danski myndugleikin boðar avvarðandi føroyska myndugleika frá hesum.
Í Tinganesi, 29. mai 2017
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 108/2016