Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
29. mai 2017Nr. 80
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald
(Afturbering av meirvirðisgjaldi fyri elakfør og vetnisakfør)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 161 frá 24. desember 2015, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Sum stytt heiti á løgtingslógini verður sett:
“(Meirvirðisgjaldslógin)”
2. Aftan á § 3 b verður sett:
“§ 3 c. Tann, sum keypir motorakfar, sum er fevnt av løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum, og sum bert nýtir ravmagn ella vetni til framdrátt, kann eftir umsókn fáa endurgoldið meirvirðisgjaldið.
Stk. 2. Í mesta lagi kr. 70.000 verða endurgoldnar eftir hesi grein fyri hvørt motorakfar samsvarandi við ein keypsprís á 350.000, íroknað meirvirðisgjald.
Stk. 3. Fyri at fáa endurgoldið meirvirðisgjaldið sambært stk. 1, skal motorakfarið vera skrásett áðrenn 1. januar 2019.”
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2017.
Stk. 2. Fyri at fáa meirvirðisgjaldið endurgoldið, skal umsókn verða latin TAKS í seinasta lagi 31. mars 2019.
Í Tinganesi, 29. mai 2017
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 70/2016