Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
29. mai 2017Nr. 81
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn
(Heimild til fígging av bústaðarbygging)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 62 frá 31. mai 2010 um Húsalánsgrunn, sum broytt við løgtingslóg nr. 140 frá 6. oktober 2011 og løgtingslóg nr. 125 frá 7. desember 2012, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Aftan á § 8 a. verður sum kapitul 4 b sett:
“Kapittul 4 b
Fígging av bústaðarbygging hjá Húsalánsgrunninum
§ 8 b. Húsalánsgrunnurin kann fíggja bygging av bústøðum upp til 250 mió. kr. við at skriva út lánsbrøv til íleggjarar í Føroyum, við at taka lán frá stovnsligum íleggjarum í Føroyum ella við bankaláni úr føroyskum banka.
Stk. 2. Húsalánsgrunnurin veitir trygd í fastari ogn hjá Húsalánsgrunninum fyri allari fígging sbrt. stk. 1.
Stk. 3. Landsbanki Føroya umsitur alla fígging sbrt. stk. 1.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum skal í hvørjum einstøkum føri góðkenna fíggingina sbrt. stk. 1.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann í serligum førum í samráð við Landsbanka Føroya loyva, at tann í stk. 1 nevnda upphædd heilt ella lutvíst verður fíggjað á annan hátt, enn ásett í stk. 1, men við somu trygd, sum ásett í stk. 2.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 29. mai 2017
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 80/2016