Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
29. mai 2017Nr. 82
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um jarðhitaskipanir
(El riknar hitapumpuskipanir)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 22 frá 16. mars 2012 um jarðhitaskipanir verða gjørdar hesar broytingar:
1. Heitið á løgtingslógini verður orðað soleiðis:
“Løgtingslóg um el riknar hitapumpuskipanir”
2. Í § 1, stk. 1 verður “jarðhitaskipanum” broytt til: “hitaskipanum bygd á hitapumpur”.
3. § 1, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Luft til luft hitapumpur, minni enn 4 kW, eru undantiknar ásetingunum í hesi løgtingslóg, sbr. tó § 6 a, stk. 3 og 4 og § 9, stk. 3.”
4. Í § 2 verður sum nýtt nr. 1 sett:
“1) Hitapumpuskipan: Skipan við el- riknari hitapumpu, ið tekur hita úr jørð, vatni, sjógvi ella luft at hita luft ella vatn í sethúsum og bygningum.”
Nr. 1-3 verða eftir hetta nr. 2-4.
5. § 2, nr. 3, sum verður nr. 4, verður orðað soleiðis:
”4) Vatnrætt jarðhitaskipan: Jarðhitaskipan, har hiti verður savnaður gjøgnum vatnrætt niðurgrivnar slangur, sum liggja í lendinum við bygningin.”
6. Í § 5, stk. 1, § 7, stk. 2, 1. pkt. og § 9, stk. 5, 2. pkt. verður “Jarðfeingi” broytt til: “Umhvørvisstovuni”.
7. Í § 5, stk. 2 verður “Jarðfeingi” broytt til: “Umhvørvisstovuna”.
8. Í § 6, stk. 1, nr. 3 verður “reglur til útbúnað” broytt til: “útbúnaður”.
9. Yvirskriftin yvir § 3 verður orðað soleiðis:
“Útgreiningar, loyvi og fráboðanir um hitapumpuskipanir”
10. Aftan á § 6 verður sett:
“§ 6 a. Áðrenn hitapumpuskipanir, sum ikki eru jarðhitaskipanir, verða settar upp, skal góðkendur installatørur, eigarans vegna, útgreina hitatørvin, dimensionera hitaskipanina og útgreina nyttuna.
Stk. 2. Oyðublað við upplýsingum eftir stk. 1 og um slag og stødd á hitapumpu, skal latast Umhvørvisstovuni til kunningar, áðrenn farið verður undir at seta hitapumpuskipanina upp.
Stk. 3. Oyðublað við upplýsingum um slag og stødd á luft til luft hitapumpu minni enn 4 kW, skal latast Umhvørvisstovuni til kunningar, áðrenn hitapumpuskipanin verður sett upp.
Stk. 4. Tað er ábyrgd eigarans at lata Umhvørvisstovuni upplýsingar eftir stk. 2 og 3.
Stk. 5. Tá onnur hitapumpuskipan enn jarðhitaskipan verður tikin úr nýtslu, skal eigarin boða Umhvørvisstovuni frá hesum innan 30 dagar eftir at slík skipan er tikin úr nýtslu.”
11. Í § 7, stk. 1, § 9, stk. 1, 1. pkt., § 9, stk. 5, 1. pkt. og § 14, stk. 2, 1. pkt. verður “Jarðfeingi” broytt til: “Umhvørvisstovan”.
12. Í § 8, nr. 2 verður “Jarðhitaskipanin” broytt til: “jarðhitaskipanin”.
13. Í § 9, stk. 1, 1. pkt. verður “jarðhitaskipanum” broytt til: “hitapumpuskipanum”.
14. Í § 9, stk. 1, nr. 2 og stk. 4 verður “jarðhitaskipan” broytt til: “hitapumpuskipan”.
15. § 9, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Bert góðkendur installatørur av hitapumpu kann installera hitapumpu. Hetta er eisini galdandi fyri hitapumpur, minni enn 4 kW.”
16. Heitið á kapitli 3 verður orðað soleiðis:
“Rakstur av hitapumpuskipanum og burturtøka av jarðhitaskipanum”
17. § 12, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Hitapumpuskipanin skal verða eftirkannað av góðkendum installatøri av hitapumpuskipanum í minsta lagi eina ferð í hvørjum kalendaraári, tó undantikið í tí kalendaraárinum, tær eru tiknar í nýtslu.”
18. Í § 12, stk. 2 verður “jarðhitaskipanini” broytt til: “hitapumpuskipan”.
19. Í § 12, stk. 3 verður “jarðhitaskipanini” broytt til: “hitapumpuskipanini”.
20. Í § 14, stk. 1 verður “í vinnumálum” strikað.
21. Í § 15, stk. 1 verður aftan á “§ 3,” sett: “§ 6 a, stk. 2, og 5,”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 29. mai 2017
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 106/2016