Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
17. mai 2000Nr. 83
Løgtingslóg um eftirskúlar, sum broytt við løgtingslóg nr. 86 frá 16. mai 2022
Kapittul 1
Endamál og virkisøki
§ 1. Endamálið við lógini er at skipa viðurskiftíni, áseta karmarnar og tann almenna stuðulin til eftirskúlar í Føroyum, soleiðis at áhugað kunnu fara undir virksemið.
§ 2. Lógin er galdandi fyri eftirskúlar, sum undirvísa aldursbólkum samsvarandi 8.-10. flokki í fólkaskúlanum. Høvuðsreglan er, at næmingarnir búgva á skúlanum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann geva loyvi tíl, at skúlagongd eftir 10. flokk eisini kemur undir lógina.
Stk. 3. 1) Tað er ikki eitt krav sambært stk. 1, at skúlin hevur øll floksstigini í 8.-10. flokki.
§ 3. Uppgáva eftirskúlans er við atliti at tí einstaka næminginum og í samstarvi við foreldrini at fremja, at næmingarnir nema sær kunnleika, fimi, arbeiðshættir og málbúnar, sum stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu, persónligu menningini.
Stk. 2. Eftirskúlin eigur at skapa sovorðin líkíndi fyri uppliving, virkishugi og djúphugsan, at næmingarnir kunnu menna sína sannkenning, sítt hugflog og hug tíl at læra, og at teir kunnu venja síni evni til sjálvstøðuga metíng, støðutakan og virkan og búnast í treystí til sín sjálvs og til teir møguleikar, sum eru í felagsskapinum.
Stk. 3. Eftirskúlin skal í sátt og samvinnu við foreldrini hjálpa til at geva næmingunum eina kristna og siðalagsliga uppaling. Hann skal við støði í heimligari mentan menna kunnleika næminganna um føroyska mentan og hjálpa teimum at fata aðrar mentanir og samspæl manna við náttúruna. Hann skal búgva næmingarnar til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættíndí og skyldur í einum fólkaræðisligum samfelag. Undirvísing og gerandislív skúlans eiga at vera grundað á andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði.
Stk. 4. Undirvísingin eigur at verða skipað soleiðis, at fakliga støðið er tað sama sum í fólkaskúlanum. Øðrvísi arbeiðshættir og arbeiðsvenjing eiga at verða partar av undirvísingini.
§ 4. Undirvísingarligt samstarv kann verða skipað millum eftirskúla og fólkaskúla.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann geva einum eftirskúla loyvi at hava somu fráfaringarroyndir og vallærugreinir sum fólkaskúlin. Reglurnar fyri royndunum eru tær somu sum í fólkaskúlanum, og skúlin ger sjálvur av, á hvørjum floksstigi royndirnar fara fram.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann í samráð við skúlamyndugleikarnar á staðnum loyva næmingum eftirskúlans at taka fráfaringarroyndirnar í fólkaskúlanum.
Kapittul 2
Góðkenning og eftirlit
§ 5. Landsstýrismaðurin skal góðkenna ein eftirskúla, áðrenn farast kann undir undirvísingina.
Stk. 2. Fyri at fáa góðkenning skal eftirskúlin vera:
1. ein fakligur og/ella námsfrøðiligur valmøguleiki í mun til almenna skúlan,
2. skipaður fyri at nøkta ein størrí undirvísingartørv enn vanligt, ella
3. skipaður fyrí næmingar við breki.
Stk. 3. Undirvísingarhøli og útbúnaður skulu góðkennast av landsstýrismanninum og so vítt gjørligt verða tillagað tørvinum hjá brekaðum.
§ 6. 1) Treytin fyri at ein eftirskúli kann fara undir virksemi sítt er, at skúlin skjalprógvar við undirskrift foreldranna, í seinasta lagi 1. apríl sama ár, sum skúlaárið byrjar, at í minsta lagi 16 næmingar eru innskrivaðir at byrja komandi skúlaár, smb. tó § 19.
Stk. 2. 1) Lýkur skúlin ikki treytirnar, ásettar í stk. 1, kann landsstýrismaðurin loyva honum at halda fram við ella uttan stuðli.
Stk. 3. 1) (Strikað).
§ 7. Landsstýrismaðurin kann taka stig til at seta eftirskúlar á stovn.
Stk. 2. Eftirskúlarnir verða skipaðir sum sjálvsognarstovnar, hvørs viðtøkur skulu góðkennast av landsstýrismanninum. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um karmar og innihald í viðtøkunum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann taka aftur góðkenningina av einum eftírskúla, um so er, at skúlin ikki heldur galdandi reglur.
§ 8. Undirvísingarætlan skúlans skal góðkennast av landsstýrismanninum.
Stk. 2. Næmingareglurnar fyri skúla og skúlaheim skulu góðkennast av landsstýrismanninum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin hevur eflirlit við eftirskúlum og kann í hesum sambandi biðja um allar neyðugar upplýsingar um næmingar, lærarar, undirvísing, rakstur og fíggjarviðurskifti.
§ 9. Talið á skúladøgum í árinum er í minsta lagi tað sama sum í fólkaskúlanum.
Kapittul 3
Rættur næminganna
§ 10. Eftirskúlar hava skyldu at taka næmingar upp úr øllum landinum.
Stk. 2. Stýrið fyri skúlan kann áseta almennar reglur fyri innskrivingina. Høvuðsreglan er, at næmingar hava sama rætt at verða innskrivaðir í eftirskúlan sum í fólkaskúlan.
Stk. 3. Heimstaðarkommunurnar hjá næmingunum skulu í september mánað hava boð um teir næmingar í kommununi, sum eru innskrivaðir í verandi skúlaári.
§ 11. Næmingarnir hava rætt til sernámsfrøðiliga hjálp og ráðgeving á sama støði sum næmingarnir í fólkaskúlanum.
Stk. 2. Eftirskúlar hava rætt til somu tænastuveitingar frá Sernámsdeplinum, sum fólkaskúlarnir hava.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann, um bólkar av næmingum við breki ganga í skúlanum, veita stuðul, smb. § 20. Stuðulin verður tá veittur lutfalsliga eftir talinum av næmingum við breki.
Stk. 4. Avgerðin, um ein næmingur skal hava veitíng vegna serligan tørv, verður tikin av Sernámsdeplinum í samráð við skúlan.
Kapittu 4
Leiðsluviðurskifti
§ 12. Eitt skúlastýri skal verða valt til hvønn eftirskúla. Limir tess eru:
1. 2 foreldraumboð, vald av og ímillum teirra, ið hava foreldramyndugleikan yvir teimum næmingum, sum eru innskrivaðir í skúlan.
2. 2 umboð fyri áhugabólkin, sum rekur skúlan.
3. 1 umboð fyri starvsfólkið, valt av og ímillum teirra, ið starvast í skúlanum.
4. 1 umboð fyri næmingarnar, valt av og ímillum teirra, ið eru næmingar í skúlanum.
Hesi hava øll atkvøðurætt. Formaðurin í skúlastýrinum skal verða valdur ímillum foreldraumboðini ella umboðini fyri áhugabólkin.
Stk. 2. Er eingin áhugabólkur knýttur at skúlanum, hava foreldrini rætt til umboðið hjá áhugabólkinum.
Stk. 3. Leiðari skúlans er skrivari stýrisins og tekur lut uttan atkvøðurætt á stýrisfundum.
Stk. 4. Næmingaumboðið skal ikki vera á fundi, tá ið mál, ið viðvíkja einstøkum næmingum ella lærarum, verða umrødd.
Stk. 5. Valskeiðið hjá stýrislimunum er 2 ár. Landsstýrismaðurin ger reglur um valið.
§ 13. Stýrið er ovasta leiðsla í skúlanum og virkar samsvarandi viðtøkum skúlans. Eftir tilmæli skúlaleiðarans staðfestir stýrið virksemið í einum skúlaárí, eins og tað skal góðkenna skúlans rakstrarætlan og roknskap.
Stk 2. Tá ið eitt stýri er valt, skal tað boða landsstýrismanninum frá, hvørjir limirnir í stýrinum eru. Broytingar í samansetingini av stýrinum skulu somuleiðis fráboðast landsstýrismanninum.
Kapittul 5
Starvsfólkaviðurskifti
§ 14. Skúlastýrið setir skúlaleiðara, lærarar og onnur starvsfólk. Skúlaleiðarin kann seta starvsfólk, sum eru í tíðaravmarkaðum størvum.
Stk. 2. Høvuðsreglan er, at fólk við læraraútbúgving skulu setast í størv, sum krevja undirvísingarligan førleika.
Stk. 3. Skúlastýrið kann, um serligar grundir tala fyri tí, seta fólk uttan læraraútbúgving.
§ 15. Skúlin hevur ein leiðara, sum hevur ta námsfrøðiligu og fyrisitingarligu leiðsluna. Leiðarin hevur mótvegis stýrinum ábyrgdina av,
1. at galdandi lógir og reglur verða hildnar,
2. at undirvísingin verður framd eftir galdandi reglum,
3. at undirvísingarligu viðurskiftini eru í lagi,
4. at tann av stýrinum góðkenda rakstrarætlan verður hildin og
5. at skúlans virksemi er í samsvari við avgerðir og ásetingar stýrisins.
§ 16. Starvsfólk skúlans hava rætt til somu løn sum fólk í samsvarandi størvum í fólkaskúlanum.
Kapittul 6
Fígging av rakstri og íløgum
§ 17. Virksemið hjá eftirskúlunum verður lutvíst fíggjað við stuðli, sum landsstýrismaðurin og kommunurnar útvega. írestandi fígging skal útvegast við næmingagjaldi og/ella privatum stuðli.
Stk. 2. Landskassans partur er:
1. Til allar rakstrarútreiðslur, heruppií útreiðslur til løn til skúlaleiðara, lærarar og onnur starvsfólk, ljós og hita, leigu, viðlíkahald, undirvísingartilfar, trygging o.s.fr, verða latín í mesta lagi 70% av kostnaðinum.
2. Til keyp av húsum, bygging ella um- og uppíbygging av húsum til eftirskúla verða eftir landsstýrismansins góðkenning sum rentu- og avdráttarfrítt lán latin í mesta lagi 50% av virðinum eftir virðismeting.
3. Til keyp av innbúgvi og undirvísingaramboðum eftir landsstýrismansins góðkenning verða latin í mesta lagi 50% av kostnaðinum í stuðli, smb. Tó § 20, stk. 1.
Stk. 3. Fyri at fáa stuðul sambært stk. 2, nr. 1, skal landsstýrismaðurin frammanundan góðkenna, hvørji størv verða skipað í skúlanum.
Stk. 4. Skúlin skal lata inn fíggjarætlan fyri komandi fíggjarár innan 1. juni.
Stk. 5. Heimstaðarkommunan skal gjalda fyri teir næmingar, sum eru í undirvísingarskyldugum aldri.
Stk. 6. 1) Kommununnar stuðul til næmingar í eftirskúlum verður roknaður eftir einum miðalkostnaði, við grundarlagi í rakstrarútreiðslunum fyri hvønn næming í skúlunum hjá fimm teimum størstu kommununum. Stuðulin til hvønn næming í eftirskúlum er 70% av miðalkostnaðinum fyri hvønn næming. Avdráttur, renta og leiga eru ikki roknað upp í rakstrarútreiðslurnar.
Stk. 7. Kommununnar stuðul eftir stk. 6 verður í fyrsta umfari at leggja út av landsstýrinum, og síðan býtir Føroya Gjaldsstova útreiðslurnar við árslok millum kommunurnar eftir heimstaðnum, næmingarnir smb. landsfólkayvirlitinum høvdu, áðrenn teir søktu inn á eftirskúlan.
Stk. 8. Eru eingi rakstrartøl fyri kommunalu útreiðslurnar, smb. stk. 5 og 6, útroknar Føroya Gjaldstova eitt miðaltal við grundarlagi í fimm teimum størstu kommununum.
Stk. 9. Næmingagjaldið verður ásett av stýrinum. Landsstýrið kann lata stuðul til hvønn næming eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur í samráði við skúlastýrið.
§ 18. Landsstýrismaðurin kann halda aftur ella taka aftur stuðul og møguliga krevja stuðul afturgoldnan, um treytir fyri veiting av stuðli ikki verða hildnar.
Stk. 2. Um lønin í eftirskúlanum er hægrí enn sáttmálasetta lønin, verður stuðulin roknaður við grundarlagi í sáttmálasettu lønini. Er lønin lægrí enn sáttmálasetta lønin, verður stuðulin roknaður við grundarlagi í útgoldnu lønini.
Stk. 3. Møguligt yvirskot hjá sjálvsognarstovninum kann ikki flytast til annað virksemi, men skal nýtast til rakstur ella íløgur.
Kapittul 7
Fígging av eftirskúlum fyri næmingar við breki
§ 19. 1) Treytin fyri at ein eftirskúli fyri næmingar, ið bera breka, kann fara undir virksemi sítt er, at skúlin skjalprógvar við undirskrift foreldranna, í seinasta lagi 1. apríl sama ár, sum skúlaárið byrjar, at í minsta lagi 12 næmingar eru innskrivaðir at byrja komandi skúlaár.
Stk. 2. 1) Lýkur skúlin ikki treytirnar, ásettar í stk. 1, kann landsstýrismaðurin loyva honum at halda fram við ella uttan stuðli.
Stk. 3. 1) (Strikað).
§ 20. Eftirskúlar fyrí næmingar við breki fáa stuðul eftir vanligu reglunum tó soleiðis, at stuðulin til undirvísingaramboð og innbúgv, smb. § 17, stk. 2 nr. 3, er í mesta lagi 75% av kostnaðinum.
Stk. 2. Kommunurnar kunnu gjalda stuðul, smb. § 17, stk. 5-9, fyri næmingar við breki, ið ikki longur eru í undirvísingarskyldugum aldri, men yngri enn 21 ár.
Stk. 3. Næmingar skúlans hava rætt til ókeypis hjálpartól eftir galdandi reglum.
Kapittul 8
Roknskapur og grannskoðan
§ 21. Roknskapurin hjá eftirskúlum sambært hesi lóg skal gerast og setast upp samsvarandi kunngerð um roknskaparverk landsins o.a.
Stk. 2. Roknskapurin skal grannskoðast av løggildum grannskoðara. Grannskoðaður roknskapur og grannskoðarafrágreiðing skulu sendast landsstýrismanninum.
Stk. 3. Grannskoðaradeild landskassans kann í sambandi við landsgrannskoðanina biðja um upplýsingar beinleiðis frá stýrinum.
Stk. 4. Um tað í grannskoðarafrágreiðingini, smb. stk. 2, verður víst á lógarbrot ella onnur óreglulig viðurskifti í sambandi við umsitingina av skúlanum, skal landsstýrismaðurin alt fyrí eitt, um grannskoðanin gevur orsøk til tess, seta í verk tiltøk, sum aftur tryggja lóglig viðurskifti og fullgóða umsitíng. Sama er eisini galdandi, um landsstýrismaðurin á annan hátt verður gjørdur kunnugur við nevndu viðurskifti.
Kapittul 9
Ymsar ásetingar
§ 22. Avgerð, sum skúlastýri og leiðari skúlans hava tikið, kann verða kærd til landsstýrismannin í seinasta lagi 4 vikur eftir, at avgerðin er fráboðað.
Stk. 2. Reglurnar um innlit eftir fyrisitíngarlógini og lógini um alment innlit galda fyri eftirskúlar.
Kapittul 10
Gildissetan
§ 23. Hendan løgtingslóg kemur í gildi 1. august 2000.
Tórshavn, 17. mai 2000
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður