Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
29. mai 2017Nr. 84
Løgtingslóg um broyting í lovbekendtgørelse om straffeloven
(Kynslig brotsverk)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í lovbekendtgørelse nr. 215 af 24. juni 1939 om straffeloven, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 25 frá 27. mars 2017, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Stytta heitið verður orðað soleiðis:
“(Revsilógin)”
2. Í § 93, stk. 3 verður “§§ 224 og 225” broytt til: “§ 225”.
3. § 94, stk. 4 verður orðað soleiðis:
“Stk. 4. Fyri brot á §§ 210 og 216-224, § 225 sambært §§ 216-224, § 226, § 227, stk. 1, § 245 a, § 246 sambært § 245 a, § 260, stk. 2 og § 262 a, stk. 2 móti einum persóni undir 18 ár, ella á § 232 móti einum barni undir 15 ár, verður fyrningarfreistin tó í fyrsta lagi roknað frá tí degi, at tann órættaði fyllir 21 ár. Sama er galdandi fyri brot á §§ 244, 245 og 246, tá ið talan er um fosturtøku, fosturfækkan ella sterilisering móti einum persóni undir 18 ár uttan samtykki, um hetta ikki er heimilað í lóg. Um gerningsmaðurin við harðskapi, ólógligum tvingsli sambært § 260 ella við aðrari revsiverdari gerð hevur tvingað tann órættaða til ikki at melda lógarbrotið til løgregluna, verður fyrningarfreistin tó í fyrsta lagi roknað frá tí løtu, at tvingsilin er hildin uppat.”
4. § 210 verður orðað soleiðis:
“§ 210. Tann, sum hevur samlegu við skyldfólk í fallandi legg, verður revsaður við fongsli í upp til 6 ár. Ættleiðing verður javnsett við biologiskan skyldskap.
Stk. 2. Tann, sum hevur samlegu við bróður sín ella systur sína, verður revsaður við fongsli í upp til 2 ár. Revsingin kann detta burtur hjá tí, sum er undir 18 ár.
Stk. 3. Ásetingarnar í stk. 1 og 2 galda eisini fyri aðrar kynsligar gerðir enn samlegu.”
5. Kapittul 24 verður orðaður soleiðis:
“Kapittul 24
Kynslig brotsverk
Neyðtøka
§ 216. Fyri neyðtøku verður tann revsaður við fongsli í upp til 8 ár, sum:
1) noyðir annan til samlegu við harðskapi ella hóttan um harðskap, ella
2) skaffar sær samlegu við at nýta annan ólógligan tvingsil, sambært § 260, ella skaffar sær samlegu, har tann órættaði er í slíkum tilstandi ella slíkari støðu, at viðkomandi ikki er førur fyri at seta seg upp ímóti gerðini.
Stk. 2. Fyri neyðtøku verður tann, sum hevur samlegu við barn undir 12 ár, revsaður við fongsli í upp til 12 ár.
Stk. 3. Revsingin eftir stk. 1 kann vaksa upp í 12 ár, um neyðtøkan hevur verið serliga vandamikil, ella umstøðurnar aðramáta eru serliga skerpandi.
Stk. 4. Tá ið revsingin verður ásett, skulu umstøðurnar vanliga roknast sum skerpandi, um tann órættaði hevur verið fyri menniskjahandli.
§ 217. (Strikað).
Misnýtsla o.a.
§ 218. Tann, sum við at misnýta annans sálarsjúku ella sálarliga menningartarn skaffar sær samlegu við viðkomandi, verður revsaður við fongsli í upp til 4 ár.
§ 219. Við fongsli í upp til 4 ár verður tann revsaður, sum:
1) starvast hjá kriminalforsorgini og hevur samlegu við persón, sum hevur tilhald í einum av stovnunum hjá kriminalforsorgini og er undir myndugleika hjá viðkomandi,
2) starvast hjá løgregluni og hevur samlegu við persón, sum er frælsisskerdur og í varðhaldi hjá løgregluni, ella
3) starvast á ella hevur eftirlit við samdøgursstovni ella tilhaldi hjá børnum og ungum, psykiatriskari deild, samdøgursstovni fyri persónar, ið bera víðfevnandi sálarlig brek, ella tílíkum stovni, og sum hevur samlegu við ein, sum er skrivaður inn á viðkomandi stovn.
§ 220. Tann, sum við grovari misnýtslu av annans arbeiðsliga, fíggjarliga, viðgerðarliga ella røktarliga bundinskapi skaffar sær samlegu við viðkomandi, verður revsaður við fongsli í upp til 1 ár. Er tann órættaði undir 18 ár, er revsingin upp í 4 ár.
§ 221. Við fongsli í upp til 4 ár verður tann revsaður, sum sníkir seg til samlegu við persón, sum heldur gerningsmaðurin er ein annar.
Kynslig misnýtsla av børnum
§ 222. Tann, sum hevur samlegu við barn undir 15 ár, verður dømdur í fongsul í upp til 8 ár, um ikki talan er um brot á § 216, stk. 2.
Stk. 2. Tá ið revsingin verður ásett, skulu umstøðurnar roknast sum skerpandi, um gerningsmaðurin hevur skaffað sær samlegu við at gera sær dælt av síni kropsligu ella sálarligu yvirvág.
Stk. 3. Hevur gerningsmaðurin skaffað sær samlegu við tvingsli ella við hóttanum, kann revsingin vaksa upp í 12 ár.
§ 223. Við fongsli í upp til 4 ár verður tann revsaður, sum hevur samlegu við persón undir 18 ár, og tann órættaði er stjúkbarn ella fosturbarn hjá viðkomandi, ella er litin honum upp í hendur til undirvísingar ella uppalingar.
Stk. 2. Sama revsing er fyri tann, sum grovliga misnýtir sína yvirvág í aldri ella royndum til at forføra ein persón undir 18 ár til samlegu.
§ 223 a. (Strikað).
§ 224. Tann, sum viðvirkar til, at persónur undir 18 ár fyri gjald ella lyfti um gjald hevur samlegu við kunda verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 6 ár.
Stk. 2. Tann, ið, sum kundi fyri gjald ella lyfti um gjald hevur samlegu við persón undir 18 ár, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 2 ár.
§ 225. Ásetingarnar í §§ 216-224 galda eisini fyri aðrar kynsligar gerðir enn samlegu.
§ 226. Tann, sum tekur pornografiskar myndir, filmar ella tílíkt av persóni undir 18 ár við tilætlan at selja ella aðramáta breiða út tilfarið, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 6 ár.
§ 227. Tann, sum viðvirkar til, at persónur undir 18 ár er við í pornografiskari framførslu, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 6 ár.
Stk. 2. Tann, ið sum áskoðari er til framførslu, nevnd í stk. 1, har persónur undir 18 ár er við, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 2 ár.
§ 228. Brot á § 216, stk. 1, nr. 2, §§ 218 ella 222-224, § 225 sambært § 216, stk. 1, nr. 2, §§ 218 ella 222-224, § 226 ella § 227, stk. 1, verða lutvíst linari revsað, um gerningsmaðurin av ókunnleika um tilstandin ella aldurin hjá tí órættaða ikki kann sigast at hava handlað tilætlað, men tó í ósketni.
§ 229-231. (Strikaðar).
Blúnisbrot
§ 232. Tann, sum fremur blúnisbrot, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 2 ár. Er tann órættaði undir 15 ár, er revsingin sekt ella fongsul í upp til 4 ár.
Prostitutión o.a.
§ 233. Tann, sum rekur vinnu, við at annar fyri gjald ella lyfti um gjald hevur kynsligt samband við kunda, fremur ruffarí og verður revsaður við fongsli í upp til 4 ár.
Stk. 2. Tann, sum aðramáta ger sær dælt av, at onkur við vinnuligum endamáli hevur kynsligt samband við kunda fyri gjald ella lyfti um gjald, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 3 ár. Sama er galdandi fyri tann, ið sum millummaður í fleiri endurtakandi førum ella við vinningi fyri eyga fremur, at annar fyri gjald ella lyfti um gjald hevur kynsligt samband við kunda.
Stk. 3. Tann, sum leigar út rúm á gistingarhúsi, soleiðis at annar við vinnuligum endamáli har kann hava kynsligt samband við kunda fyri gjald ella lyfti um gjald, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 1 ár.
§ 234. Tann, sum við ólógliga at skapa, styrkja ella gera sær dælt av villleiðing ella á annan ósømiligan hátt fær annan persón til fyri gjald ella lyfti um gjald at hava kynsligt samband við kunda, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 2 ár.
§ 235. Við sekt verður tann revsaður, sum:
1) selur ella letur ónærisligar myndir, filmar ella lutir til persón, sum er undir 18 ár, ella
2) almannakunnger, breiðir út ella við slíkum ætlanum ger ella flytur inn pornografiskar myndir, filmar ella lutir, ella
3) skipar fyri pornografiskum framførslum.
Barnapornografi
§ 236. Tann, sum breiðir út pornografiskar myndir, filmar ella aðrar pornografiskar, visuellar endurgevingar ella tílíkt av persónum undir 18 ár, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 2 ár ella undir serliga skerpandi umstøðum við fongsli í upp til 6 ár. Sum serliga skerpandi umstøður eru av øllum at rokna umstøður, har vandi er fyri lívinum hjá barninum, har ið grovur harðskapur verður nýttur, har barnið fær álvarsaman skaða, ella umstøður, har ið talan er um regluliga ella skipaða útbreiðslu.
Stk. 2. Tann, sum eigur ella keypir ella gjøgnum internetið ella tílíka skipan til at breiða út upplýsingar útvegar sær atgongd til myndir, filmar ella aðrar pornografiskar, visuellar endurgevingar ella tílíkt av persónum undir 18 ár, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 1 ár.
Stk. 3. Ásetingin í stk. 2 er ikki galdandi fyri myndir, filmar ella tílíkt av persónum, sum eru fyltir 15 ár, og sum geva samtykki til, at ein kann hava tilfarið í hondum. Samtykkið kann altíð takast aftur.
Dómsviðurskifti
§ 236 a. Tá ið dømt verður eftir §§ 216 ella 222, § 223, stk. 2, § 224, stk. 1, § 225 sambært §§ 216 ella 222, § 223, stk. 2, ella § 224, stk. 1, § 228 sambært eini av áðurnevndu ásetingum, § 232 ella § 262 a, stk. 2, kann tann dømdi saman við dóminum fáa hesi forboð:
1) tilhaldsforboð, sum er forboð fyri at vera ella ferðast á einum neyvari ásettum øki við gerningsstaðið,
2) bústaðarforboð, sum er forboð fyri, uttan við loyvi frá løgregluni, at lata børn undir 18 ár halda til á bústaði sínum ella sjálvur at halda til hjá persónum, har sum børn undir 18 ár búgva,
3) vitjanarforboð, sum er forboð fyri at fáa vitjan av børnum undir 18 ár, tá ið ein vaksin ikki er við, ella
4) kontaktforboð, sum er forboð fyri gjøgnum internetið ella tílíka skipan til at breiða út upplýsingar at royna at fáa samband við børn undir 18 ár, ið ikki kenna tann dømda.
Stk. 2. Forboð eftir stk. 1 fevnir ikki um samband, tilhald ella ferðing, sum tann dømdi av serligum orsøkum má metast at hava rætt til. Forboð eftir stk. 1, nr. 2 og 3 fevnir ikki um børn ella ættleidd børn hjá viðkomandi.
Stk. 3. Forboð kann verða givið, tá ið tað eftir slagnum á lógarbrotinum og eftir upplýsingum um tann dømda, herímillum um áður framdan kriminalitet, má metast at vera nærliggjandi vandi fyri, at tann dømdi annars fer at gera líknandi lógarbrot, og forboðið kann vera við til at fyribyrgja hesum vanda.
Stk. 4. Forboð verður sett at galda í 1 til 5 ár, frá tí at endaligur dómur er sagdur, ella tað verður sett at galda í óásetta tíð.
Stk. 5. Forboð má ikki vera í misjavna við tað ólag, sum tað skapar hjá tí dømda, við fyrilitið fyri teimum, sum tað skal verja, ella við slagið á lógarbrotinum.
Stk. 6. Tá ið forboð er sett at galda í óásetta tíð, kann tann dømdi aftan á 5 ár, roknað frá endaliga dóminum, krevja, at ákærumyndugleikin biður rættin taka støðu til, um forboðið skal standa við. Um serligar umstøður tala fyri tí, kann løgmálaráðharrin loyva, at málið verður lagt fyri rættin áðrenn hetta. § 59, stk. 2 er samsvarandi galdandi. Avgerðin verður tikin við úrskurði. Verður avgjørt, at forboðið heilt ella lutvíst skal standa við, kann tað leggjast fyri rættin av nýggjum, tó ikki fyrr enn 2 ár eru gingin.
Stk. 7. Brot á forboð eftir stk. 1 verður revsað við fongsli í upp til 4 mánaðir.”
6. § 262 a verður orðað soleiðis:
“§ 262 a. Fyri menniskjahandil verður tann revsaður við fongsli í upp til 8 ár, sum útvegar, flytur, handar víðari, hýsir ella seinni tekur í móti einum persóni, tá tað er ella hevur verið brúkt
1) ólógligur tvingsil sambært § 260,
2) frælsistøka sambært § 261,
3) hóttanir sambært § 266,
4) ólógligur háttur at skapa, styrkja ella gera sær dælt av villleiðing ella
5) annar ósømiligur háttur við tí í hyggju at misnýta viðkomandi til prostitutión, at taka upp pornografiskar myndir ella filmar, at vera við í pornografiskari framførslu, tvingsilsarbeiði, trælahald ella trælahaldslíknandi viðurskifti ella at taka burtur likamslutir.
Stk. 2. Á sama hátt verður tann revsaður, sum við tí í hyggju at misnýta ein persón til prostitutión, at taka upp pornografiskar myndir ella filmar, at vera við í pornografiskari framførslu, tvingsilsarbeiði, trælahald ella trælahaldslíknandi viðurskifti ella at taka burtur likamslutir
1) útvegar, flytur, handar víðari, hýsir ella seinni tekur í móti einum persóni undir 18 ár ella
2) gevur peningaupphædd ella annan fyrimun fyri at fáa samtykki til misnýtsluna frá einum persóni, sum hevur myndugleika yvir órættaða, og tann, sum fær slíka peningaupphædd ella annan fyrimun.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2017.
Í Tinganesi, 29. mai 2017
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 44/2016