Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
29. mai 2017Nr. 85
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygd á sjónum
(Kanning av vanlukkum á sjónum)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 165 frá 21. desember 2001 um trygd á sjónum, sum broytt við løgtingslóg nr. 30 frá 19. mai 2008, løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011, løgtingslóg nr. 61 frá 17. mai 2013 og løgtingslóg nr. 122 frá 15. desember 2014, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 19, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Starvsfólk hjá Sjóvinnustýrinum og onnur, ið hava heimildir vegna Sjóvinnustýrið at útinna arbeiði sbrt. §§ 13 og 22, hava í arbeiði sínum, tá hetta er neyðugt, rætt til uttan rættarúrskurð at fara umborð á øll skip móti at vísa galdandi samleikaprógv. Á sama hátt hava starvsfólk og onnur, ið eru fevnd av stk. 1, tá hetta er neyðugt, rætt til at fara inn í hølir, har vinnuligt virksemi viðvíkjandi skiparakstri verður útint, og at fáa atgongd til viðkomandi øki ella vanlukkustað, undir hesum eisini vrak ella vraklutir.”
2. Aftan á § 19 verður sett:
“§ 19 a. Teir í § 19 nevndu persónar hava í sambandi við kanningar av vanlukkum og øðrum hendingum á sjónum rætt til at gera mátingar, royndir, tøkniligar kanningar og endurskapa hendingar o.a. við tí endamáli at fáa greiðu á orsøkini til eina vanlukku ella hending á sjónum.
Stk. 2. Um neyðugt fyri kanningararbeiðið, kann Sjóvinnustýrið geva skipi boð um, at skipið skal koma til lands, ella at tað ikki skal sigla víðari, fyrr enn arbeiðið í sambandi við kanning av vanlukku ella hending á sjónum er framt.
Stk. 3. Sjóvinnustýrið kann taka avgerð um, at vrak og vraklutir ikki verða burturbeindir, fluttir ella líknandi, fyrr enn neyðugu kanningarnar eru gjørdar.
Stk. 4. Sjóvinnustýrið skal skipa soleiðis fyri, at afturhald av skipi ikki verður longur enn neyðugt, og at arbeiðið umborð ikki verður tarnað óneyðugt.
§ 19 b. Hesar upplýsingar, innheintaðar í sambandi við kanningar sbrt. § 13, skulu ikki nýtast til annað endamál enn kanningararbeiði:
1) Allar vitnisfrágreiðingar og aðrar váttanir, frágreiðingar, ið eru móttiknar sum liður í kanningararbeiðinum, og upprit, ið eru gjørd í sambandi við, at nevndu frágreiðingar eru móttiknar o.a.,
2) upplýsingar, sum avdúka samleikan hjá persónum, sum hava givið frágreiðingar í sambandi við kanningina, og
3) upplýsingar viðvíkjandi persónum, sum hava verið partur av vanlukkuni ella hendingini til sjós, ið eru av serliga viðkvomum ella privatum slagi, undir hesum heilsuupplýsingar.
Stk. 2. Persónar, sum á ein hvønn hátt eru við í arbeiðinum at kanna vanlukkur og aðrar hendingar á sjónum, hava, undir ábyrgd sbrt. revsilógarinnar §§ 152 og 152 a-152 e, skyldu til mótvegis óviðkomandi at halda loyniligt tað, sum teir fáa kunnleika til í sambandi við kanningina.
Stk. 3. Ásetingarnar um innlit í løgtingslóg um innlit í fyrisitingina eru ikki galdandi fyri upplýsingar, ið eru givnar øðrum myndugleika innan karmarnar í stk. 2, tá hesar upplýsingar eru partur av einum máli um kanning av vanlukku ella hending á sjónum, ið enn er til viðgerðar.
Stk. 4. Ásetingin í stk. 3 er bara galdandi, inntil ein endalig frágreiðing fyriliggur, ella avgerð er tikin um, at ein slík frágreiðing ikki skal gerast.
Stk. 5. Upplýsingarnar, nevndar í stk. 1, kunnu latast víðari og nýtast til annað endamál enn kanningina, um týðandi samfelagslig atlit tala fyri hesum.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 29. mai 2017
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 89/2016