Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
29. mai 2017Nr. 86
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.
(Sjálvboðin trygging, persónsskari og gjald)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 101 frá 20. desember 2002, løgtingslóg nr. 66 frá 2. mai 2003, løgtingslóg nr. 88 frá 8. mai 2003, løgtingslóg nr. 9 frá 30. mars 2004, løgtingslóg nr. 165 frá 22. desember 2009, løgtingslóg nr. 176 frá 22. desember 2009, løgtingslóg nr. 62 frá 26. mai 2011, løgtingslóg nr. 66 frá 15. mai 2012, løgtingslóg nr. 151 frá 20. desember 2012 og løgtingslóg nr. 117 frá 24. november 2016, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 14 verður stk. 2 strikað.
2. Aftan á § 14 verður sett:
“§ 14 a. Stjórar í egnum feløgum kunnu tryggja sær dagpening sambært hesari lóg frá 1. fráverudegi.
Stk. 2. Stjóri í egnum felag kemur undir stk. 1, um:
1) felagið hevur avmarkaða ábyrgd fyri eigaran í felagnum,
2) persónurin eigur beinleiðis 100% av ognarlutunum í felagnum, og
3) felagið umframt stjóran ikki ella bert í lítlan mun hevur leysa arbeiðsmegi afturat sær.
Stk. 3. Hevur eitt felag fleiri stjórar, koma teir undir stk. 1, um teir tilsamans eiga beinleiðis 100% av ognarlutunum í felagnum, og felagið annars lýkur treytirnar í stk. 2.”
3. Í § 15, stk. 1 verður aftan á “vinnurekandi” sett: “ella stjórar í egnum feløgum sambært § 14 a”.
4. Í § 20, stk. 2 og stk. 6 verður “Toll- og Skattstova Føroya” broytt til: “TAKS”.
5. § 21 verður orðað soleiðis:
“§ 21. Gjaldið til sjálvbodnu tryggingina er 3.000 kr. fyri hálvárið fyri hvønn tryggjaðan.
Stk. 2. Gjaldið verður javnað sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag, rundað til næstu 10 kr.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um innkrevjing av gjaldi, burturfall, útmelding o.a.”
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2017.
Stk. 2. Tryggingargjøld, sum eru goldin fyri tíðarskeiðið 1. juni 2016 og til 31. mai 2017, eru galdandi fyri tíðarskeiðið og fram til 30. juni 2017.
Í Tinganesi, 29. mai 2017
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 84/2016