Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Almannamálaráðið
  • Útgávudagur: 06-06-1997
Valmøguleikar
Tín lógalisti

6. juni 1997Nr. 90

Løgtingslóg um stuðul til uppihaldspening, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 136 frá 28. desember 2010

§ 1. 1) Rætt til stuðul eftir hesi lóg hevur:

1)   persónur, sum av tí almenna er álagdur at gjalda uppihaldspening til hjúnarfelaga, skildan ella sundurlisnan, og

2)   persónur sum av tí almenna er álagdur at gjalda uppihaldspening til børn yngri enn 18 ár, og sum ikki búgva hjá uppihaldsskylduga.

Stk. 2. 1) Stuðulin er treytaður av, at umsøkjarin er undir fullari skattskyldu í Føroyum.

Stk. 3.  Landsstýrismaðurin kann áseta neyvari reglur um fyrisitingina av hesi lóg.

§ 2. 2) 3) Tann árliga stuðulsupphæddin verður 40% av tí uppihaldspeningi, sum persóni er álagt at gjalda, og sum hann hevur goldið. Stuðul sambært § 1, stk. 1, nr. 2 verður tó bert veittur fyri goldnu upphæddina, sum fer upp um vanliga árliga gjaldið fyri eitt barn, sum ásett í lógini um áseting og javning av almannaveitingum. Fevnir umsóknin um gjald fyri fleiri ár, verður stuðulin lækkaður samsvarandi fyri hvørt árið.

Stk. 2. Landskassin rindar stuðulin til uppihaldspening.

Stk. 3. Stuðulin verður útgoldin seinast í juni og seinast í desember mánaði.

Stk. 4. Stuðulin verður útgoldin á konto í peningastovni.

§ 3. 3 Stuðul verður bert veittur eftir umsókn, ið skal vera latin inn í seinasta lagi 1. juli fyri uppihaldspening, sum er goldin undanfarna álmanakkaár.

Stk. 2. Serligt umsóknarblað skal nýtast, tá søkt verður um stuðul.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um krøv til skjalprógv, sum neyðug eru fyri at støða kann takast til, um ein persónur hevur rætt til stuðul.

§ 4. Um  ein persónur fær ella hevur fingið endurgjald  á annan hátt fyri útreiðslur til uppihaldspening, hevur hesin persónur samtíðis ikki rætt til stuðul  eftir hesi lóg.

§ 5. Rætturin til stuðul  kann ikki  verða fyri rættarsókn, fyrr enn hann er útgoldin. Avtala um transport er útgjaldaranum óviðkomandi.

§ 6. Avgerðir, tiknar sambært hesi lóg,  kunnu kærast til landsstýrismannin.

Stk. 2. Kærast skal innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann síggja burtur frá kærufreistini, tá ið serlig viðurskifti gera seg galdandi.

Stk. 4. 4) Landsstýrismaðurin kann áseta, at heimildin hjá landsstýrismanninum eftir stk. 1 kann leggjast til eina kærunevnd

§ 7. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi frá og við inntøkuárinum 1997.

 



1) Broytt við løgtingslóg nr. 69 frá 2. mai 2001.

2) Broytt við løgtingslóg nr. 78 frá 25. mai 2009, har § 2 er soljóðandi: ” Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2009.

Stk. 2. Lógin hevur virknað fyri gjøld til uppihaldspening, sum falla til gjaldingar 1. juli 2009 ella seinni.

3) Broytt við løgtingslóg nr. 136 frá 28. desember 2010, har §§ 2 og 3 eru soljóðandi: “§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. jan. 2011. § 3 Umsókn um stuðul til uppihaldspening, sum er goldin framman undan gildiskomuni sambært § 2, skal vera latin inn í seinasta lagi 1. juli 2011.”

4) Heimild landsstýrismansins sum kærumyndugleiki er lagdur til kærunevndina í almanna- og heilsumálum, sum skal viðgera og taka endaliga fyrisitingarliga avgerð í kærumálum.Víst verður til løgtingslóg nr. 47 frá 23. mars 1993.