Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
6. juni 2017Nr. 93
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd (Barnaverndarlógin)
(Privat samdøgursrøkt o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 139 frá 18. desember 2013, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 11, stk. 2 verður orðað soleiðis:
”Stk. 2. Harumframt tekur Høvuðsbarnaverndarnevndin avgerð í málum viðvíkjandi rætti til ókeypis umboðan, sbr. § 57, stk. 3, í øllum málum viðvíkjandi umsorganaryvirtøku og samverurætti, sbr. §§ 19, 22, 23 og 24, í málum um familjuviðgerð og dagstovnatilboð á stovnum hjá landinum, sbr. § 15 a, fyriskipan eftir § 15 b, stk. 3 og í málum um privata samdøgursrøkt, sbr. § 63 a, stk. 5.”
2. Í § 22, stk. 4, verður aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett:
“Høvuðsbarnaverndarnevndin tekur eftir tilmæli frá Barnaverndartænastuni støðu til, um umboðið fyri Barnaverndartænastuna skal virka sum
1) eftirlit við ella
2) stuðul hjá foreldrunum.”
3. Í § 27, stk. 5 verður aftan á 2. pkt. sum nýtt pkt. sett:
“Um mett verður, at næstrafólk ella onnur, ið hava tætt samband við barnið, eiga at veljast sum fosturforeldur, ger Barnaverndartænastan eitt ítøkiligt tilmæli til Fosturforeldraskipanina at taka avgerð út frá.”
4. Aftan á § 63 verður sum kapittul 9 a sett:
“Kapittul 9 a
Privat samdøgursrøkt
§ 63 a. Ongin kann hava eitt barn undir 15 ár í samdøgursrøkt í privatari familjurøkt longur enn 3 samfeldar mánaðir uttan at hava fingið loyvi frá viðkomandi barnaverndartænastu í økinum, har røktarfamiljan býr.
Stk. 2. Neyðugt er ikki við loyvi sambært stk. 1 tá talan er um nær skyld ella aðrar næstringar, ið barnið hevur eitt tætt tilknýti til.
Stk. 3. Loyvi sambært stk. 1 verður bert givið, um ein kanning av røktarfamiljuni vísir, at uppihaldið er barninum at gagni. Tá loyvið verður givið, skal barnaverndartænastan gera foreldramyndugleikahavaran varugan við ásetingina í stk. 5.
Stk. 4. Tað er ábyrgdin hjá foreldramyndugleikahavara at tryggja sær, at røktarfamiljan hevur neyðuga loyvið.
Stk. 5. Høvuðsbarnaverndarnevndin kann, eftir áheitan frá røktarfamiljuni ella barninum, taka avgerð um, at barnið ikki skal flyta heim aftur frá privatari familjurøkt sambært stk. 1 og 2, um mett verður, at hetta kann skaða barnið.
Stk. 6. Ásetingarnar í stk. 1-5 eru ikki galdandi, tá bara annað av foreldrunum hevur foreldramyndugleika yvir barninum, og barnið býr hjá hinum foreldrinum.”
5. Í § 69, stk. 1, verður “§ 33, stk. 3” broytt til: “§ 35, stk. 2”.
6. Í § 69, stk. 2, verður ”Barnaverdaøkini” broytt til: ”Barnaverndarøkini.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 6. juni 2017
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 113/2016