Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslógarkunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Samferðslumálaráðið
  • Útgávudagur: 02-03-1988
Tilvísingar
Valmøguleikar
Tín lógalisti

2. mars 1988Nr. 14

Løgtingslógarkunngerð um ferðslu, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 94 frá 6. juni 2017 1)

Hervið verður kunngjørd løgtingslóg nr. 65 frá 9. september 1963 um ferðslu, sum broytt við m.ø. løgtingslógunum nr. 44 frá 3. august 1965, nr. 31 frá 27. mai 1968, nr. 21 frá 26. mai 1971, nr. 32 frá 26. apríl 1974, nr. 15 frá 25. mars 1976, nr. 52 frá 1. juni 1977, nr. 66 frá 18. oktober 1978, nr. 40 frá 1. juni 1979, nr. 57 frá 12. mai 1980, nr. 38 frá 31. mars 1982, nr. 89 frá 10. juni 1982, nr. 67 frá 5. juni 1986 og nr. 106 frá 17. desember 1987

I Inngangsfyriskipanir

Lógarumráðið 2) og endamál

§ 1. Tá ið onki annað er fyrisett, galda reglurnar í hesi lóg vanliga ferðslu eftir veg, sum nýttur verður av einum ferðsluslag ella fleiri.

2) Stk. 2. Endamálið við ferðslulógini er, at eingin skal doyggja ella fáa álvarsligt mein av ferðsluvanlukku í vegaflutningsskipanini.

Orðskiljingar

§ 2. Reglurnar í hesi lóg skulu nýtast í samsvari við niðanfyri tilskilaðu orðskiljingar v.m.

I

Vegur: vegur, gøta, pláss, brúgv, berghol. smoga, breyt o.t.. privat sum alment.

Akbreyt: Tann vegálin, sum avløgd er til akstur, tó ikki súkklubreyt. Reglurnar um akbreytir koma eisini í nýtslu fyri súkklubreytir so langt, tað ber til.

Farbreyt: Hvør breytin, sum akbreytin kann leggjast sundur í, og sum er nóg mikið breið hjá einum akfarfylgi.

Vegfarandi: Hvør, sum ferðast eftir veg ella annars er staddur á vegi ella í akfari á vegi.

Kjørbreyt: Tað, sum í lógini er fyrisett sum kjørbreyt, verður somuleiðis nýtt um vegagreiningar og vegamunnar.

II

Akfar: Hvørt far, sum aka kann eftir vegi uttan skinnarar, antin tað hevur hjól, beltir, gangarar ella annað.

Motordrivið akfar: Hvørt akfar, sum hevur motor sum drívmegi.

III

Sum motordrivin akfør er at skilja:

A. Motorakfar: Motordrivið akfar, sum í høvuðsheitum er tilgjørt sum egið akfar til nýtslu til fólka- ella vøruflutning ella sum, um so er, at tað er útgjørt til aðra nýtslu, er tilgjørt ella uttan størri broyting í tilgerðini kann fáast at ganga meira enn 30 km um tíman.

3) Motorakfør verða sundurbýtt í:

a)    Bilur (motorvognur): Motorakfar, sum hevur 4 ella fleiri hjól ella beltir, rullur, gangarar ella tílíkt, og somuleiðis motorakfar á 3 hjólum, sum hevur eginvekt yvir 400 kg.

b)    Motorsúkklur: Motorakfar á 2 hjólum við ella uttan síðuvogn, og motorakfar á 3 hjólum við eginvekt undir 400 kg.

c)    Prutl: Motorakfar á tveimum ella trimum hjólum við motori, hvørs slagvolumen ikki fer upp um 50 cm3 ella við elmotori, og við eini konstruktivt ásettari ferð sum í mesta lagi er 45 km/t. Prutl verða flokkað í stórt prutl við eini konstruktivt ásettari ferð, sum er meira enn 30 km/t og lítið prutl við eini konstruktivt ásettari ferð, sum í mesta lagi er 30 km/t.

B. Traktor: 4) Motordrivið akfar, sum í høvuðsheitum er útgjørt at draga annað akfar ella arbeiðsamboð, og sum er gjørt at ganga í mesta lagi 40 km/t..

3) C. Motoramboð: Motordrivið akfar, sum í høvuðsheitum er útgjørt sum arbeiðsamboð, og gjørt at ganga í mesta lagi 30 km um tíman og bert við størri broyting í tilgerðini kann fáast at ganga skjótari, eisini motordrivið akfar, sum ætlað er at skula stýrast av persóni til gongu, er at skilja sum motoramboð.

5) D. Lendisakfar (ATV): Motordrivið akfar á 4 hjólum ella fleiri við eini eginvekt yvir 190 kg. Motororkan skal vera størri enn 15 kW. Akfarið skal vera útgjørt við last ella viðførisberara.

 

IV 4)

Viðfestiakfar: Akfar, ið er tilgjørt til at verða drigið av øðrum akfari. Viðfestiakfør verða býtt í viðfestivogn, leguvogn og viðfest amboð.

Viðfestivognur: Akfar, sum drigið verður av motordrivnum akfari og er ætlað til fólka- ella vøruflutning, leguvognur tó undantikin.

Leguvognur: Akfar, sum verður koplað upp í motordrivið akfar, so at akfarið ella tess last liggur inn á tað akfarið, sum dregur, og sum er ætlað til fólka- ella vøruflutning.

Viðfest amboð: Annað akfar, sum verður koplað upp í annað motordrivið akfar. Húsvognur er mettur sum viðfest amboð.

Síðuvognur: Akfar við eittans hjóli, sum verður koplað upp í síðuna á motorsúkklu á 2 hjólum, og er ætlað til fólka- ella vøruflutning.

V

Bulvognur: Motordrivið akfar ella uppí tað koplað akfar, sum hevur vekt, átrýst, stødd ella aðra tilgerð, ið forðar akfarinum skráseting, og sum er ætlað til flutning av serstakliga tungari ella rúgvismiklari vøru.

6) Lítil breytmotorsúkkla (pocketbike): Motordrivið akfar á tveimum hjólum, sum hevur stødd, tilgerð ella útgerð, ið forðar akfarinum at verða góðkent til skráseting, og sum er minni enn 150 cm til longdar.

VI

Eginvekt: Vektin á akfari, lidnum til brúks við øllum tilhoyrandi sum vanligt í nýtsluni. Vektin á drívevni (brenni, smyrjolju og kølivatni) og førara, kemur ikki uppí eginvektina.

6) Verulig heildarvekt: Vektin á akfarinum í løtuni við drívevni, førara og lassi.

6) Loyvd heildarvekt: Størtsa vektin á akfari við drívevni, førara og lassi, sum loyvd er í skráseting ella í góðkenning.

Ástrýst: Tað samfelda trýstið niður á veg frá øllum hjólunum, sum hava center innanfyri 2 paralell, steyrrætt plán, løgd vinkulreist á akfars longdarás gjøgnum alla tess breidd við 1 m fráleika teirra millum.

VII

Parkering: Einhvør burturseting av akfari við ella uttan førara. Steðgur styttri enn 3 minuttir, steðgur at fara av ella uppí ella at leggja uppá ella leggja av vørur, kemur tó ikki undir parkering.

VIII 7)

Lyktatendringartíðin: Tíðin frá sólsetri til sólarris og annars tá nýtsla av lyktum akfarsins er neyðug, orsakað av myrkri, mjørka, támi, regni ella líknandi vánaligum sýnis- ella ljósviðurskiftum, antin fyri at akfarið gerst sjónligt fyri øðrum ferðandi, ella fyri at geva føraranum nóg stóra sjónarvídd.

IX

Fjølbygt øki: Øki, hvørs mark er víst við serligari avmerking.

Serstakar fyriskipanir

§ 3. Í ivamálum ger landsstýrið endaliga av, hvønn bólkin eftir § 2, II-IV, eitt akfar kemur undir. Somuleiðis kann tað, tá ið serstakar grundir eru fyri, gera av, at akfar av serstøkum slag kemur undir annan bólk enn fyrisett eftir orðskiljingunum í § 2, II-V, eins og serstakar forskriftir kunnu fyrisetast um vektreglurnar eftir VI.

II Fyriskipanir um akfør

A. Tilgerð og útgerð av akfari.

Almennar fyriskipanir

§ 4. Eitthvørt akfar skal vera soleiðis útgjørt og í tílíkum standi, at tað kann nýtast uttan óneyðugan vanda og ónáðir hjá øðrum og uttan at skaða vegirnar.

Stk. 2. Eigari ella hann (brúkarin), sum hevur varandi ræði á akfarinum, hevur ábyrgdina av, at akfarið er í lógligum standi, serstakliga at róðurvæl og bremsur virka tryggiligt og kraftmikið, at koplingin til viðfestan vogn, leguvogn ella viðfest amboð, um hann hevur tílíkt, er tryggiligt og í tryggiligum standi, og at signalvæl og uttanáskriftir eru, sum tær eiga.

§§ 5-9 eru avtiknar.

Fyriskipanir fyri akfør

§ 10. 7) Landsstýrið kann fyriseta reglur um tilgerð, útgerð og tilhoyr hjá akfari og um persónliga trygdarútgerð til førara og ferðandi og fyriseta, hvørjar áskriftir og merkir akfør av eftirlitsorsøkum skulu hava. Landsstýrið kann gera av, at tær kunngerðir, sum ferðslumálaráðið í Danmark sambært ferðslulógini hevur givið út um stakfyriskipanir um tilgerð og útgerð hjá akførum, skulu heilt ella sum ein part hava gildi her á landi. Kunngerðir um stakfyriskipanir um tilgerð og útgerð hjá akførum eru undantiknar lýsing.

Stk. 2. Landsstýrið kann fyriseta reglur um forboð fyri innflutningi og sølu av útgerð og tilhoyri til akfør og persónligari trygdarútgerð til førara og ferðandi, um so er, at tílíkir lutir ikki lúka tær reglur, ið fyrisettar verða eftir 1. stk., ella nýtslan av teimum hevur við sær vanda ella óneyðugar ónáðir fyri førara ella onnur ferðandi.

Stk. 3. Landsstýrið kann, um tað fyri ferðslutrygdar sakir gerst neyðugt, forbjóða at nýta eitt akfar, sjálvt um tað lýkur tær reglur, sum ásettar verða sambært 1. stk.

B. Eftirlit við akførum.

Skráseting av motordrivnum akførum v.m. 5

§ 11. 8) 5) Motorakfar, traktorur og lendisakfar skulu, áðrenn farið verður tikið í nýtslu, verða skrásett her á landi og fáa nummarspjaldur, smbr. tó §§ 12 og 14. Sama er galdandi um viðfestis- ella leguvogn til akfar við skrásetingarskyldu og eisini húsvogn. Landsstýrið kann seta reglur um skrásetingarskyldu fyri onnur viðfestisamboð og fyri motoramboð.

Stk. 2. Landsstýrið kann gera av, at akfar, sum yvirhøvur verður nýtt uttan fyri alfaraveg, verður ikki skrásett. Við undantøku frá skráseting verða ásett tey øki, sum akfarið kann verða nýtt á, og eisini verða settar aðrar treytir fyri tilgerð, útgerð og nýtslu.

Stk. 3. Landsstýrið setir reglur um:

1)   skráseting,

2)   nummarspjøldur,

3)   at hava hjá sær skrásetingarskjøl við akstur,

4)   um bráfeingis ella hissini akstur við skrásetingarskyldugum akfari, ið ikki er skrásett, og

5)   (Strikað).

Serligar reglur fyri koyring við lendisakfari

§ 11 a. 5) Lendisakfar kann bert koyra á ella tvørtur um veg í sambandi við yrkisligan flutning til ella frá ella millum arbeiðsøki, og skal flutningurin tá fara fram á stytst møguligum strekki.

Traktorar sum sleppa undan skráseting

§ 12. Traktorar, sum at kalla eittans verða nýttir uttanfyri veg sum dráttar- ella drívmegi hjá arbeiðsamboðum, koma tó ikki undir skráseting, um so er, at teir eittans nýta veg:

a)    til egnan flutning til og frá arbeiðsstað og verkstaðnum, og til tess at flyta egnan úrdrátt og vørur, sum fara til egnan úrdrátt, innan kommunumarksins,

b)    sum dráttarmegi hjá arbeiðsamboðum til og frá arbeiðsstað ella verkstaðnum (viðfestur vognur verður mettur javnbjóðis arbeiðsamboð, tá ið hann eittans verður nýttur til flutning av amboðum),

c)    til royndarakstur ella tílíkan stokkutan akstur eftir loyvi frá politivaldi í hvørjum einstøkum føri.

Stk. 2. Traktorar koma heldur ikki undir skráseting, sum umframt akstur sum tilskilað í stk. 1 eittans eru í nýtslu á veg til vegarbeiði á vegøki, sum avskilað er á tryggan hátt við stongsil ella merking ella í nýtslu til reingerð, sóping av kava og tílíkt.

Eftirlitssýn

§ 13. 8) Politivaldið og motorsakkøni hava altíð rætt at steðga hvørjum akfari og fáa tað kannað ella fáa at vita, at bilførarin lýkur treytirnar lógliga at kunna føra akfarið. Spyrst tað burturúr, at akfarið lýkur ikki reglurnar í hesi lóg ella forskrift givin eftir henni, kann nýtslan av tí verða forboðin og nummarspjøldur ella onnur fyrisett kennismerkir burturtikin, til brekini eru umvæld.

Stk. 2. Við brýr og við serstøk vegstrekkir, t.d. byrgingar, kann fast eftirlit setast viðv. vekt og stødd av akførum.

Stk. 3. Politivaldið og tann motorkøni kunnu nær tað skal vera krevja eitt skrásett ella góðkent akfar víst fram til eftirkanningar at vita, um tað framvegis lýkur krøvini í ella eftir hesi lóg. Føroya landsstýri kann fyriseta reglur um tíðarvissar eftirkanningar.

Stk. 4. Verður akfar ikki víst fram eftir tilsøgn, kann politivaldið seta forboð fyri nýtslu av tí og taka nummarspjøldrini (kenningarmerkir).

C. Útlendsk akfør

§ 14. Fyri útlendsk akfør, sum fyribils kunnu nýtast her á landi eftir millumlanda sáttmála, sum Danmark hevur tikið við, galda reglurnar í §§ 5-10 bert so langt, sum tær hava heimild í sáttmálanum. Akfør, sum hava skrásetingarskyldu eftir § 11, kunnu nýtast her á landi uttan skráseting, um tey eru lógliga skrásett í heimlandinum og hava tjóðarmerki og nummarspjaldur, ið hvussu er fyri aftan á akfarinum, smbr. tó stk. 3.

Stk. 2. Føroya landsstýri ger gjølligari reglur um eftirlit við teim í stk. 1 nevndu akførum, meðan tey eru her á landi, og fyrisetur reglur, undir hvørjum treytum akfør, sum koma inn higar úr útlandinum, uttan at vera undir sáttmála sum nevnt í stk. 1, kunnu nýtast her á landi.

Stk. 3.9) Um eigarin (brúkarin) av motorakfari, sum innflutt er frá útlandinum, ella øðrum akfari undir § 11, er búsitandi her á landi, skal tað skrásetast ella øll tess nummarspjøldur latast inn til skrásetingarmyndugleikan innan 14 dagar eftir, at akfarið er komið. Tekur eigari (brúkari), sum er ikki búsitandi her á landi, bústað her eftir komuna ella skiftir akfarið hond til her búsitandi eigara (brúkara), kemur tað undir skráseting ella nummarspjøldrini latin inn innan 14 dagar eftir.

III Fyriskipanir um førarar av akførum v.m.

Tilvitsávirkandi evni, sjúka, overving v.m.4)

§ 15. 7) 4) 3) Ongin hvørs blóð, meðan ella aftaná koyrt verður, hevur í sær evni, ið ávirka tilvitið, sum sambært reglum, ásettum av landsstýrismanninum, eru flokkað sum vandamikil fyri ferðslutrygdina, má føra ella royna at føra motordrivið akfar. Ásetingin í 1. pkt. er á sama hátt galdandi fyri evnir, sum viðkomandi hevur tikið sambært eini lógligari ávísing, um hetta ikki er gjørt í samsvari við ávísingina.

Stk. 2. 4) Heldur ongin, sum orsakað av sjúku, veikleika, overving, ovvekri ella undir árini av huglættandi ella doyvandi evnum ella av tílíkum grundum er soleiðis háttaður, at hann ikki er førur fyri at føra akfarið á tryggan hátt, má føra ella royna at føra eitt motordrivið akfar.

Rúsdrekkakoyring v.m.4)

§ 16. 7) 4) Fyri rúsdrekkakoyring verður hann revsaður, sum koyrir ella roynir at koya motordrivið akfar eftir at hava drukkið so nógv rúsdrekka, at alkoholstyrkin í blóðinum, meðan hann koyrir ella aftaná, fer upp um 0,20 promillu, ella um alkoholstyrkin í útandingarluftini, meðan hann koyrir ella aftaná, fer upp um 0,10 mg pr. litur luft. Sama er, um tann, sum hevur koyrt motordrivið akfar og sekur ella ósekur hevur verið uppi í ella fyri ferðsluóhappi ella hevur verið eltur av løgregluni, og sum innanfyri 6 tímar eftir endaðan akstur tekur til sín rúsdrekka í tílíkari nøgd, at alkoholinnihaldið í blóðinum í nevnda tíðarbili ella aftaná fer upp um 0,20 promillu, ella um alkoholstyrkin í útandingarluftini í nevnda tíðarbili ella aftaná fer upp um 0,10 mg pr. litur luft. Ásetingin í 2. pkt. hevur ikki gildi, um løgreglan hevur latið blóðroynd taka ella hevur gjørt av, at blóðroynd skal ikki verða tikin.

Stk. 2. Fyri rúsdrekkakoyring verður somuleiðis hann revsaður, sum annars koyrir ella roynir at koyra motordrivið akfar eftir at hava drukkið so nógv rúsdrekka, at hann ikki er førur fyri at koyra akfarið á tryggan hátt.

Stk. 3. 4) 3) Ásetingarnar í stk. 1 og 2 verða at nýta samsvarandi, um tann, sum koyrir, roynir at koyra ella hevur koyrt prutl.

Stk. 4. 4) Súkklu, hestavogn ella hest er ongum loyvt at stýra ella royna at stýra, sum er so mikið ávirkaður av rúsdrekka ella av teimum í § 15, stk. 2 nevndu grundum, at hann ikki er førur fyri á tryggan hátt at koyra akfarið ella ríða á hesti.

Stk. 5. 4) Tað er forboðið at sleppa persóni, sum av rúsdrekka ella av teimum í § 15, stk. 2 nevndu grundum er í slíkum skili, at hann ikki er førur fyri á tryggan hátt at stýra akfari ella hesti, at koyra akfarið ella ríða á hestbaki.

Eftirlit v.m.

§ 16 a. 4) Løgregluni er hvørja og eina tíð loyvt at krevja, at hann, sum koyrir akfar ella ríður á rossi, ger útandingar-, sveitta- ella spýttroynd ella letur eyguni kannað. Løgreglan kann krevja, at ein persónur ger útandingarroynd á øðrum staði, enn komið er fram á hann, um orsøk er til at halda, at hann hevur framt brot á § 16.

Stk. 2. 4) Løgregluni er loyvt at føra persón fram til at taka blóð- og landroynd, um grund er til at halda, at hann hevur brotið § 15 ella § 16, stk. 1-4, ella hann sýtir ella ikki er førur fyri at vera við til útandingarroynd. Er illgruni um annað enn ávirkan av rúsdrekka, kann løgreglan føra tann, sum um varðar, fram til læknakanningar. Sama er við illgruna um ávirkan av rúsdrekka, tá ið serligar umstøður mæla til tess.

Stk. 3. Landsstýrið kann gera gjøllari ásetingar um tær royndir og kanningar, sum nevndar eru í 1. stk. og 2. stk.

Brúk av fartelefon og øðrum teleútbúnaði 7)

§ 16 b. Førari av akfari má ikki, meðan hann koyrir, brúka handhildna fartelefon.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um nýtslu av øðrum teleútbúnaði ella líknandi undir koyring.”

Ábyrgd hjá førara fyri stand hjá akfari

§ 17. Førari av akfari skal alsamt ansa eftir, at akfarið er í tryggiligum standi, serstakliga at stýri- og bremsu-, signal- og báknvæl og lyktir virka eftir forskriftunum og trygt, og at tilkoplingin til viðfestan vogn, leguvogn ella viðfest amboð, um tey eru, eru trygg og í tryggiligum standi.

Koyrikort til motorakfar

§ 18. 8) 10) Bert tann, ið hevur fingið koyrikort, kann koyra motorakfar. Tann, ið koyrir, skal hava koyrikortið hjá sær og skal vísa løgregluni tað, um kravt verður.

Stk. 2. Koyrikort kann verða latið persóni, ið

1)   er fyltur 18 ár,

2)   11) hevur nóg góð eygu og annars hevur neyðugan andligan og likamligan førleika, og

3)   við eini roynd prógvar, at hann hevur tørvandi dugnaskap í akstri og neyðugan kunnleika til akfarið og viðferð tess og til ferðslureglurnar.

Stk. 3. 3) Koyrikort til lítið prutl kann verða latið persóni, ið hevur fylt 15 ár og lýkur tey krøv, ið sett eru í stk. 2, nr. 2 og 3. Lítið prutl kann harumframt verða koyrt av persónum, sum hava koyrikort til stórt prutl, motorsúkklu ella bil. Landstýrismaðurin setir reglur um treytirnar fyri at fáa útgivið koyrikort til lítið prutl.

Stk. 4. 10) Landsstýrismaðurin kann seta eykatreytir og herða treytirnar í stk. 2 fyri at fáa koyrikort til:

1)   motorakfar, ið verður nýtt til vinnuligan fólkaflutning,

2)   ávísar motorsúkklur,

3)   motorakfar, hvørs heildarvekt er yvir 3.500 kg,

4)   4) viðfestiakfar til akfør, nevnd í nr. 3.

Stk. 5. Koyrikort kann verða sýtt einum, ið er bundin av at nýta dusandi ella onnur tilvitsávirkandi evni ella ikki kann sær hógv við rúsdrekka. Kravt kann verða, at spurningurin um hetta verður skotin inn fyri rættin sambært reglunum í § 78, stk. 3 í revsilógini.

Stk. 6. Koyrikort til motorakfar, ið verður nýtt til vinnuligan fólkaflutning, kann verða sýtt sambært treytum, ið nevndar eru í § 78, stk. 2 í revsilógini.

Stk. 7. Landsstýrið setir reglur um treytirnar fyri at fáa útgivið koyrikort, heruppií um koyriroyndina og um útsjóndina á koyrikortinum og innihald tess.

Stk. 8. 3) Hevur umsøkjari ikki áður havt koyrikort til motorakfar av sama slag, skal hann hjá góðkendum koyrilærara hava fingið læru í akstri, og í tilgerð og viðferð akfarsins. Hevur umsøkjarin ikki áður havt koyrikort, skal hann hjá viðurkendum koyrilærara hava fingið læru í ferðslureglunum. Ásetingarnar galda ikki fyri koyrikort til lítið prutl.

Stk. 9. 9) Landsstýrið setir reglur um ta læru, ið nevnd er í stk. 8 og kann heruppií seta reglur um læru á serstøkum avbyrgdum venjingarstøðum og -økjum. Landsstýrið kann harumframt leggja eina meginætlan fyri læruna og reglur um at góðtaka lærubøkur, annað lærutilfar og høli til læruna. Meginreglur og ætlan gjørdar við heimild í hesum stykki eru undantiknar lýsing.

Stk. 10.7) Landsstýrismaðurin kann áseta, at tær av ferðslumálaráðharranum í Danmark givnu ásetingarnar um heilsuligu krøvini fyri útgevan og endurnýggjan av koyrikortum heilt ella partvíst skulu galda her í landinum. Ásetingarnar verða ikki kunngjørdar.

Stk. 11. 3) Koyrikort til stórt prutl kann verða latið persóni, ið hevur fylt 16 ár og lýkur tey krøv, ið sett eru í stk. 2, nr. 2 og 3. Stórt prutl kann harumframt verða koyrt av persónum, sum hava koyrikort til motorsúkklu ella bil.

Koyrikort til traktor, motoramboð og lendiskafar  7) 5) 3)

§ 18 a. 7) Dragi (traktor) og motoramboð kunnu einans teir persónar koyra, ið hava fingið koyrikort til bil ella serstakt koyrikort til draga (motoramboð).

Stk. 2. Stk. 1 geldur ikki fyri koyring á vegaøkjum, ið eru avmarkað á fullgóðan hátt við avbyrging ella merking, ei heldur fyri koyring við motoramboð, ið stýrt verður av fólki til gongu. Slík koyring er loyvd persóni, ið hevur fylt 16 ár.

Stk. 3. Tá ið stk. 2, nr. 1 og stk. 8 eru frá, geldur § 18 eisini viðvíkjandi koyrikorti til draga (motoramboð). Koyrikortið kann verða útgivið til persónar, ið hava fylt 16 ár.

Stk. 4. 7) 5) 3) Lendisakfar má einans førast av persónum, sum hava fingið koyrikort til bil ella motorsúkklu.

Gildi hjá koyrikorti

§ 18 b. 8) 3) 11) Koyrikort verður útgivið við 15 ára gildistíð, tó í mesta lagi til handhavin hevur fylt 75 ár. Fyri koyrikort til tey motorakfør, ið nevnd eru í § 18, stk. 4, kann landsstýrið seta styttri gildistíð.

Stk. 2. 12) Landsstýrið kann gera av, at koyrikort til bil ella motorsúkklu, fyrstu ferð, tað verður tikið, verður útgivið við upp til 2 ára gildistíð, og at eigarin, áðrenn gildistíðin er farin, skal fáa eykalæru og taka nýggja roynd í serstøkum aksturførleika sum treyt fyri, at koyrikort við gildistíð sum ásett í stk. 1, 1. pkt., kann verða latið. Landsstýrið setir reglur fyri eykalæruna og royndina og fyri avleiðingarnar av, at eykalæra hevur ikki verið og roynd ikki tikin, áðrenn gildistíðin er av.

Stk. 3. 11) Landsstýrið setir reglur um gildistíðina hjá koyrikortum, ið eru latin persónum, sum hava fylt 73 ár. Landsstýrið kann eisini skipa fyri, at um umstøður eru til tess, skal koyrikort hava styttri gildistíð enn ásett er í stk. 1.

Stk. 4. 9) Tá ið gildistíðin er úti, kann koyrikort verða endurnýggjað, um eigarin lýkur treytirnar. Myndugleikin, sum gevur úr koyrikortini ger av, um nýggj roynd skal verða tikin. Landsstýrið kann seta reglur um nýggja royndartøku.

Stk. 5. 13) Landsstýrið ásetir reglur um umbýti av koyrikorti.

Stk. 6. (Strikað).

Koyrirættindi mist og afturvunnin

§ 18 c. 8) 9) 10) Myndugleikin, sum gevur út koyrikortini, kann taka koyrirættindini frá persóni, ið ikki longur lýkur treytirnar fyri at fáa koyrikort. Synjar persónur fyri at vera við til tær kanningar ella royndir, ið neyðugar eru til avgerðar um málið, kann løgreglan taka koyrirættindini frá honum í løtuni. Spurningur, hvørt persónur er bundin av at nýta dusandi ella onnur tilvitsávirkandi evni ella rúsdrekka, kann krevjast inn fyri rættin, smb. § 78, stk. 3 í revsilógini.

Stk. 2. 9) 11) Um persónur, ið hevur koyrikort, ikki longur lýkur tey krøv, ið ásett eru í § 18, stk. 2, nr. 2, hevur hann sjálvur skyldu til at boða myndugleikanum, sum gevur út koyrikortini, frá. Læknin, sum hevur kannað ella viðgjørt henda persón, hevur skyldu til at ávara hann, um hann heldur tað vera ódømi, at hann framvegis koyrir motorakfar.

Stk. 3. 7) 10) 4) Er persónur frádømdur koyrirættin treytaleyst, kann hann, tá ið frátøkutíðin er umliðin, fáa rættindini aftur, um hann stendur eftiransandi roynd. Er persónur frádømdur koyrirættin treytaleyst orsakað av rúsdrekkakoyring, kann hann, tá ið frádømutíðin er umliðin, einans afturvinna koyrirættin aftaná at hava luttikið í skeiði í rúsdrekka og ferðslu (R/F-skeiði), og tá ein eftiransandi koyriroynd er staðin. Koyriroyndin kann verða tikin, áðrenn frátøkutíðin er úti. Verkliga royndin kann tó ikki verða tikin, fyrr enn mánaður er eftir av frátøkutíðini. Hevur hin dømdi í øðrum førum enn teim i pkt. 2 nevndu  staðið koyriroynd, ið inniheldur ferðsluástøði,  aftan á ta hending, sum leiddi til átalu, skal eftiransandi roynd ikki verða tikin, um so er, at royndin er staðin ikki meira enn eitt ár áðrenn frátøkutíðin er úti, og ikki meira enn eitt ár, áðrenn søkt verður um at fáa koyrikort aftur. Hóast ein koyriroynd er staðin, skal hin dømdi hava luttikið í R/F-skeiði.

Stk. 4. 7) 10) 4) 3) Er persónur frádømdur koyrirættin treytað, skal hann innan eina freist, sum verður ásett av Akstovuni, til eina eftiransandi koyriroynd. Koyrirætturin verður tikin, um viðkomandi ikki stendur royndina ella letur vera við at fara til hana. Eftiransandi roynd verður ikki kravd, um so er, at hin dømdi hevur staðið eina koyriroynd, ið inniheldur ferðsluástøði, aftaná tilburðin, sum var orsøk til frádømingina.

Stk. 5. 7)  14) 10) 6) 4) Landsstýrismaðurin ásetur reglur um innihaldið í koyrifrálæruni  og um fremjingina av R/F-skeiðunum í sambandi við endurvinning av koyrirættinum aftaná eina treytaleysa ella treytaða frádøming, og um eftiransandi koyriroynd, herundir um afturtøku av koyrirættinum sbrt. stk. 4.

Stk. 6. 9) 6) Tann, ið hevur mist koyrirættindi síni bráðfeingis ella burturav ella sum avleiðing av einum koyriforboði, skal lata myndugleikanum, sum gevur út koyrikortini, koyrikortið. Løgreglan kann vera til hjálpar, við atliti til at taka aftur koyrikort.

§ 18 d. 6) Er koyriforboð givið eftir § 59h fyri tilburðir, sum eru umfataðir av § 59a, stk. 1 ella 5, kann førarin einans fáa koyrirættindini aftur, um hesin frammanundan hevur gjøgnumført nýggja serliga koyrifrálæru og hevur staðið eftiransandi roynd.

Stk. 2. 4) Er koyriforboð givið eftir § 59 h fyri tilburðir, sum eru umfataðir av § 59 a, stk. 1, nr. 2, kann førarin einans fáa koyrirættin aftur, um hesin frammanundan hevur luttikið í einum R/F-skeiði og hevur staðið eina eftiransandi koyriroynd.

Stk. 3. 4) Fyri at fáa koyrirættindini aftur, skal førarin hava gjøgnumført nýggja serliga koyrifrálæru og hava staðið eftiransandi koyriroynd, um so er, at førarin innanfyri tey fyrstu trý árini aftaná, at hann fekk koyrirættindini fyrstu ferð, hevur framt eitt brot, ið ber við sær, at koyrirættindini eru frádømd treytaleyst:

1)   sbrt. § 59a, stk. 2, nr. 1,

2)   sum fylgja av, at førarin hevur gjørt seg sekan í fleiri tilburðum, sum hvør sær eru umfataðir av § 59a, stk. 1, 4 ella 5 og eitt av brotunum er umfatað av stk. 1, nr. 1, 3 ella 4, ella stk. 5, og hesin tilburðurin er farin fram innan fyri tey fyrstu trý árini eftir, at koyrirættindini vórðu fingin fyrstu ferð, ella

3)   sum fylgja av, at førarin hevur gjørt seg sekan í tilburðum, sum eru umfataðir av § 59a, stk. 1, nr. 1-4 ella stk. 5, ið ber við sær, at koyrirættindini verða frádømd treytaleyst sbrt. § 59a, stk. 2, nr. 5, 6 ella 7 ella gjørt seg sekan í tilburðum, sum eru umfataðir av § 59a, stk. 2, nr. 3 ella 4.

Stk. 4. 4) Serlig koyrifrálæra ella R/F-skeið skal verða gjøgnumført og eftiransandi koyriroynd verða staðin, uttan mun til, um dømdi hevur staðið eina koyriroynd eftir tí tilburði, sum varð orsøk til koyriforboðið ella treytaleysu frádømingina.

Stk. 5. 4) Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um innihaldið í serligu koyrifrálæruni og um eftiransandi koyriroyndina.

Venjingarkoyring við motorakfari

§ 19. Næmingi, ið lærir at koyra bil, er ikki loyvt at koyra til venjingar uttan so, at hann hevur sær við lið góðkendan koyrilærara, ið tá eisini er at rokna sum tann, ið bilin førir. Við koyriroyndina er næmingurin tó at rokna sum bilførari. Um einhvør, ið longu hevur koyrikort, vil íðka seg at koyra í góðkendum akfari við góðkendum koyrilærara undir liðini, er koyrilærarin eisini tá at rokna sum akfarsførari. Í førum, tá ið koyrilærarin er at rokna sum førari, galda reglurnar í §§ 15, 16 og 16a eisini fyri næmingin.

Stk. 2. Næmingi er ikki loyvt at koyra á motorsúkklu til venjingar uttan so, at góðkendur koyrilærari leggur lag á og ansar eftir; hann ábyrgist, at venjingarkoyringin verður framd á tílíkum stað og á tílíkan hátt, at hon eftir dugnaskaparstigi næmingsins er at rokna sum vandaleys fyri aðra ferðslu. Sama geldur um venjingarkoyring við draga (traktor).

Stk. 3. Koyrt má ikki verða til venjingar fyrr enn 3 mánaðir, áðrenn næmingur hevur aldur til at fáa koyrikort, og hjá einum, ið hevur mist koyrirættindi síni, ikki fyrr enn 3 mánaðir áðrenn frátøkutíðin er umliðin.

Stk. 4. Landsstýrið setir reglur um venjingarkoyring og um tilgerð av serstøkum avbyrgdum venjingarstøðum og -økjum og um eftirlit við akførum, ið nýtt verða til venjingar. Landsstýrið kann eisini seta reglur um trygdarútgerð og trygging av akførum, ið nýtt verða til venjingar á serstøkum avbyrgdum støðum og økjum.

Koyrilærarar

§ 19 a. 8) 11) Góðkendur sum koyrilærari kann persónur verða, sum

1)   hevur fylt 24 ár,

2)   hevur ognað sær koyrirætt,

3)   í teimum seinastu tveimum árunum, ikki hevur verið frádømdur koyrirættin ella fingið koyrirættin afturtiknan fyrisitingarliga,

4)   hevur framt eina námsfrøðiliga undirvísingargongd, sum er góðkend at geva atgongd til koyrilæraraútbúgvingina,

5)   hevur framt eina góðkenda koyrilæraraútbúgving,

6)   hevur staðið eina roynd fyri koyrilærarar, og

7)   ikki hevur verið uppi í máli, ið kemur undir § 78, stk. 2 í revsilógini.

Stk. 2. 11) Landsstýrismaðurin kann seta reglur um, hvørjar koyrikortbólkar, ið koyrirættur skal vera ognaður til fyri at fáa góðkenning sum koyrilærari.

Stk. 3. 11) Góðkenningin er galdandi í 5 ár, tó í mesta lagi so leingi, sum tann, sum varðir, hevur koyrikort. Góðkenningin kann verða endurnýggjað, um handhavin enn lýkur treytina í stk. 1, nr. 7, í teimum seinastu tveimum árunum ikki hevur verið frádømdur koyrirættin treytaleyst ella fingið koyrirættin afturtiknan fyrisitingarliga og sannar í umlidna tíðarskeiðinum at hava framt kravda eftirútbúgving.

Stk. 4. 11) Hevur handhavi av eini koyrilæraragóðkenning í teimum seinastu tveimum árunum framman undan tíðarskeiðinum fyri endurnýggjanini, sbr. stk. 3, verið frádømdur koyrirættin treytað, verður koyrilæraragóðkenningin endurnýggjað, treytað av, at eftiransandi koyriroynd er staðin, og at aðrar treytir, ið eru ásettar í sambandi við frádømingina, verða hildnar.

Stk. 5. 11) Eru treytirnar í stk. 3 fyri endurnýggjan av góðkenningini ikki loknar, skal handhavin standa eina nýggja koyrilærararoynd fyri at fáa góðkenning.

Stk. 6. 11) Landsstýrismaðurin kann seta reglur um koyrilæraraútbúgvingina, um royndina, um at lata góðkenning, um yrki koyrilæraranna og um kravda eftirútbúgving sum treyt fyri endurnýggjan av góðkenningini sum koyrilærari. Landsstýrismaðurin kann harafturat seta reglur um undantak, frá teimum ásetingum um endurnýggjan av koyrilæraragóðkenningini, sum er ásett sambært 1. pkt.

§ 19 b. 11) Tann, ið við dómi verður dømdur sekur í grovum ella endurtiknum brotum av reglum um útinnan av yrki sum koyrilærari, kann við dóminum verða frádømdur rættin, at útinna yrki sum koyrilærari fyri eitt nærri ásett tíðarskeið, sum í minsta lagi er 1 ár ella fyri alla tíð.

Stk. 2. Er rætturin at útinna yrki sum koyrilærari frádømdur fyri longri tíð enn 2 ár eftir stk. 1, kann spurningurin um at fáa rættin aftur, áðrenn frádømingartíðin er úti, verða lagdur fyri dómstólarnar. Framløgan fer fram eftir reglunum í § 78, stk. 3 í revsilógini og kann í fyrsta lagi vera, tá ið 2 ár eru liðin av frádømingartíðini. Rætturin kann bara fáast aftur, tá ið heilt serstakar umstøður gera seg galdandi. Hevur rætturin til at útinna yrki sum koyrilærari áður verið frádømdur viðkomandi, kann afturveitan av koyrirættinum, áðrenn frádømingartíðin er útliðin, bara henda sum undantak, og framløgan kann í fyrsta lagi fara fram, tá ið 5 ár eru liðin av frádømingartíðini.

Stk. 3. Í málum, nevnd í stk. 1, kann rætturin við úrskurði avgera, at viðkomandi, meðan málið er fyri, ikki kann útinna yrki sum koyrilærari. Í úrskurðinum kann verða avgjørt, at kæra ikki fær steðgandi virknað. Verður fríkennandi dómur sagdur í málinum um frádøming av rættindunum, fellur forboðið burtur, sjálvt um dómurin verður kærdur.

Stk. 4. Tann, ið hevur fingið frádømt rættin at útinna yrki sum koyrilærari, skal lata Akstovuni koyrikortið. Tann, sum, meðan málið er fyri, ikki kann útinna yrki sum koyrilærari, sbr. stk. 3, skal lata løgregluni koyrikortið og í staðin fáa eitt fyribils koyrikort uttan koyrilæraragóðkenning.

Stk. 5. Hevur rætturin at útinna yrki sum koyrilærari verið frádømdur sbr. stk. 1, kann góðkenning sum koyrilærari bara fáast aftur, treytað av, at viðkomandi stendur eina nýggja koyrilærararoynd, lýkur treytirnar í § 19 a, stk. 1, nr. 3 og ikki eftir frádømingina er dømdur fyri eitt mál, ið kemur undir § 78, stk. 2 í revsilógini.

Upplýsingarskylda o.a.

§ 20. Eigari (nýtari) av akfari skal eftir beiðing frá løgreglu siga frá, hvørji ið nýtt hava akfarið sum førarar.

Stk. 2. Eigari (nýtari), førari og tann, ið annars hevur ræði á motordrivnum akfari, mega ikki lata føringina til nakran, ið ikki kann føra akfarið á løgligan hátt.

Útlendskir førarar

§ 21. Persónar, ið ikki hava bústað í Føroyum, kunnu uttan at hava føroyskt ella danskt koyrikort á dvøl her á landi føra motorakfar eftir reglum, ið landsstýrið setir.

Stk. 2. Landsstýrið kann seta reglur um, við hvørjum treytum, ið persónar, ið hava rættindi til at føra motorakfar í útlondum, kunnu fáa føroyskt koyrikort.

Stk. 3. 9) Landsstýrið kann áseta, at koyrikort, sum útgivin eru í Noregi, Íslandi ella í landi, sum er limur í Euroeiska Samveldinum, fáa gildi her á landi, eisini eftir, at handhavarin hevur tikið bústað her.

IV Ferðslureglur

A. Inngangsfyriskipanir.

§ 22. Reglurnar, sum í hesum bólki eru givnar fyri akfør, akstur ella akandi, galda eisini súkkluakstur, akstur við handvogni og ríðing so langt tað ber til. Undir somu reglu er eisini leiðsla av rossi og stórdýrum. Tey skulu vera undir tryggiligari eftiransing.

Stk. 2. Undir nýtsluni av reglunum í hesum bólki er eisini hann, sum leiðir barnavogn, rullistól ella annað avlamisfar, sum gjørt er til at dríva við hond, at rokna sum gangandi.

B. Reglur um ferðslu yvirhøvur.

Grundreglur

§ 23. Vegfarandi skulu hava fyrilit og vera ansin, so ikki øðrum gerst vandi, skaði ella ónáðir, og so ferðslan verður ikki tarnað ella órógvað meira enn neyðugt er. Fyrilit skal eisini havast yvirfyri teim, sum búgva ella eru stødd við veg.

Stk. 2. Serstakt fyrilit skal havast fyri børnum og persónum, sum nýta frámerki, sum landsstýrið hevur fyrisett fyri avlamin. Hetta frámerkið kann eittans vera nýtt av persónum, sum hava vánalig eygu ella eru dulir ella hava annað kropsligt brek, sum eru teim serstakliga mein í ferðsluni.

Ávísingar í ferðsluni

§ 24. Vegfarandi skulu gera eftir ávísingum, sum politivald ella vegamyndugleiki fyrisetur í ferðslutalvum, avmerkingum ella signalum.

Stk. 2. 4) Vegfarandi skulu gera eftir ávísingum, sum politivaldið gevur at halda skil á ferðsluni og steðga, tá løgreglan gevur tekn.

Stk. 3. 4) Ávísingar sambært stk. 1 og 2 ganga fram um ferðslureglurnar.

Stk. 4. 4) Tað er forboðið at beina fyri, flyta, avlaga, dálka ella skala ferðslutalvur, -avmerking ella -signal.

Neyðsendarkoyring v.m.

§ 25. Landsstýrið ásetur reglur fyri neyðsendarkoyring og kann her víkja frá reglum í hesi lóg. Landsstýrið kann eisini áseta reglur um førarar av neyðsendarakførum.

Stk. 2. Tá ið tað í neyðsendarkoyring verða nýtt serlig ljóð- ella ljóssignal, sum landsstýrið hevur ásett, skulu onnur vegfarandi í góðari tíð fara av vegnum fyri akfarinum. Tey, sum koyra, skulu um neyðugt steðga.

Stk. 3. Landsstýrið kann áseta gjøllari reglur til tess at tryggja, at sjúkravognar og sløkkibilar ódarvaðir fáa koyrt til og frá staðnum, har ið óhapp hevur borist til ella eldur er íkomin.

Stk. 4. Motorakfar, sum staka ferð verður nýtt til koyring við ógvuliga sjúkum ella illa meiddum ella øðrum tílíkum ørindum, sum ikki tola at bíða, og sum frammi á akfarinum hevur fest sjónskan hvítan dúk, hevur í hesari koyring sama rætt sum neyðsendarakfar. Tann, sum akfarið koyrir, skal sum skjótast aftan á slíka koyring boða løgregluni frá hesum. Óheimilað nýtsla av hvítum dúki er forboðin.

Stk. 5. Ørindaleysum er ikki loyvt at koma nær staðnum, har skaði er hendur ella eldur íkomin, at bjargingar- ella sløkkiarbeiðið, heruppií koyring til og frá staðnum, av hesum verður darvað.

Stk. 6. Vegfarandi skulu geva barnaflokki undir umsjón, líkskara ella aðrari tættari hópgongu frítt at fara.

Skyldur, tá ferðsluóhapp er.

§ 26. Hvør tann, sum sekur ella ósekur kemur upp í ferðsluóhapp, skal beinan vegin steðga og eftir førimuni veita meiddum hjálp og annars taka lut í teimum tiltøkum til at tryggja ferðsluna, sum óhappið elvir til. Um ein annar, sum er uppi í óhappinum, biður um tað, skal tann avvarðandi geva navn og bústað. Somu upplýsingar skulu, tá biðið verður um tað, gevast tí, sum ognin hjá ella lutir hava verið fyri skaða.

Stk. 2. Tann, sum sekur ella ósekur skalar ferðslutalvur, merking á akbreyt ella súkklubreyt, signalútbúning ella aðrar ferðsluskipanir, skal beinan vegin fáa merkingina í rættlag aftur, um tað er gjørligt. Ber hetta ikki til, skal avvarðandi gera tað, sum neyðugt er, til at vara onnur ferðandi.

Stk. 3. Hvør tann, sum sekur ella ósekur kemur upp í ella annars verður fyri ferðsluóhappi, hevur skyldu til beinan vegin at boða løgregluni frá ferðsluóhappinum. Henda áseting hevur ikki gildi, um av ferðsluóhappinum bert stendst lítilsverdur skaði á lutir, tó um skaði verður gjørdur á annans mans ogn ella lutir, eisini treytað av tí, at tann, sum skaðan voldi, við tað sama vendir sær til tann, sum fyri skaða hevur verið.

Forboð fyri at hanga uppi í akfari og fyri spæli v.m.

§ 27. 7) Eingin má leypa av ella upp á eitt akfar, sum er í gongd, ella uppihalda sær á gáttini á akfari ella líknandi, uttan at tað er serliga góðkent til hetta.

Stk. 2. Sleta, handvognur ella líknandi má ikki heingjast aftur úr akfari. Tann, sum stendur á skíðum, skoytum, rulluskoytum ella líknandi, má ikki togast av akfari.

Stk. 3. Á vegi má ikki koyrast á rullubretti ella líknandi ella gerast hálku- ella skreiðibreytir. Á vegi, sæð burtur frá vegi, sum er merktur sum spæligøta, má ikki spælast ella spælast bólt, ferðsluni til bága.

At seta ella leggja nakað frá sær á vegi v.m.

§ 28. Uttan loyvi frá politivaldi má ongin lutur leggjast ella setast á veg, sum kann vera ferðsluni til bága, uttan so, at serstøk viðurskiftir gera tað neyðugt. Ber tað ikki til at beina lut burtur av akbreyt, skal hann altíð beinast til viks, so mikið sum gjørligt, eisini vegatilfar.

Stk. 2. Burtursettur ella burturlagdur lutur skal vera týðuliga avmerktur í lyktatendringartíðini við bjart lýsandi lyktum við litleysum glasi, í so stórum tali og soleiðis, at tær vísa hann í ummáls.

Stk. 3. Glaspettir, seymur og rusk, olja ella annað, sum kann vera ferðsluni til vanda ella ampa ella skaða vegin, mugu ikki vera tveitt ella løgd eftir á vegi.

C. Fyriskipanir fyri akandi.

Undir akstri skal nóg mikið varsemi vísast, sum neyðugt er, og tørvandi fyrilit fyri ferðsluni yvirhøvur, smbr. fylgjandi greinir.

Nýtsla av ymsum farbreytum á vegum

§ 29. Hevur vegur serstakar farbreytir til ymisk sløg av ferðslu, skulu tey, ið koyra, nýta ta breyt, ið ætlað er til ferðslu við akfari av avvarðandi slagi.

Stk. 2. Prutl skal fara eftir súkklubreyt, er ikki annað tilskilað við merking. Ferðin á súkklubreyt skal vera soleiðis háttað, at hon er ikki til vanda ella ampa fyri aðra ferðslu á hesi breyt. Súkkla og prutl mega bert fara eftir súkklubreyt høgrumegin við vegin ferðsluleiðina, um ikki annað er tilskilað við merking.

Stk. 3. Súkkla ella prutl mega ikki ferðast á súkklubreyt, um so er, at akfarið vegna breidd sína, tá ið tað er laðið, kann vera til munandi ampa fyri onnur ferðandi á súkklubreytini.

Stk. 4. Landsstýrið kann seta reglur um ferðing hjá súkklum á gongubreytum. Í tílíkum førum eigur greiniligt mark at vera millum tann partin av gongubreytini, sum súkklur kunnu ferðast eftir, og tann partin, ið er kannaður fólki til gongu.

Stk. 5. Har, sum skriðspor er, skal tað verða nýtt av akførum, ið ferðast við minni ferð enn teirri, ið tilskilað er á ferðslutalvuni við skriðsporið. Annað akfar má ikki ferðast á skriðspori. Tá ið farið verður út av skriðspori, skal førarin vissa sær, at atgerðin kann verða framd uttan vanda ella bága fyri onnur.

Pláss á vegnum

§ 29 a. Koyrandi skulu við fyriliti fyri aðrari ferðslu og viðurskiftum yvirhøvur halda seg so langt til høgru, sum til ber.

Stk. 2. Hevur akbreytin tríggjar farbreytir, má akfar ikki nýta ta farbreyt, sum er longst vinstrumegin ferðsluleiðina uttan so er, at ferðslan er einvegis.

Stk. 3. So mikið langt skal vera til akfar fyri framman, at vandi er ikki fyri ákoyring, um akfarið fyri framman steðgar ella minkar ferðina. Akfar, sum er undir serligari ferðsluavmarkan, smbr. § 30 b, skal uttan fyri fjølbygt øki eisini lata so langt vera til næsta akfar fyri framman, at akfør, ið fara framum, vandaleyst kunnu koma inn í millum hetta akfar og tað fyri framman.

Stk. 4. Akfør skulu halda seg høgrumegin við gøtuhólmar, ferðsluvitar og tílíkt, ið er á akbreytini. Tó kann eisini verða farið vinstrumegin við, um tað er tilskilað við merking ella um nevndi útbúningur er á akbreyt við einvegisferðslu.

Stk. 5. Akfar, ið nýtt verður í vegarbeiði, kann við tørvandi varsemi verða koyrt soleiðis, ið arbeiðið krevur.

Sneiðing o.a.

§ 29 b. Í rúmari tíð framman fyri krossveg, har sum akbreytin hevur tvær ella fleiri farbreytir, kannaðar ferðslu sama veg, skal akfar taka seg út á farbreytina longst til høgru, skal tað sneiða til høgru, og á farbreytina longst til vinstru, skal tað sneiða til vinstru. Akfar, ið skal beina leið, kann halda seg á teirri farbreyt, sum við fyriliti fyri aðrari ferðslu og framhaldandi akstri er tann, ið best er hóskandi.

Stk. 2. Tann, sum ætlar at broyta farleið staddur á krossveg, skal, áðrenn sneitt verður, vissa sær, at atgerðin er ikki til vanda ella óneyðugan bága fyri onnur, sum fara somu leið.

Stk. 3. Tá ið sneitt verður til høgru, skal akfarið verða havt so langt út at høgra jaðara, sum til ber. Sneiðingin skal vera so krøpp sum til ber. Tá ið sneitt verður til vinstru, skal akfarið verða havt so langt sum til ber inni á miðjuni á akbreytini ella, um akbreytin hevur einvegis ferðslu, at vinstra jaðara. Sneiðingin verður soleiðis gjørd, at akfarið, tá ið tað fer av krossvegnum, er statt høgrumegin á teirri akbreyt, ið tað sneiðir inn á.

Stk. 4. Hevur akbreytin, sum akfar aftaná sneiðingina kemur inn á, tvær ella fleiri akbreytir, ið bert kunnu nýtast til ferðslu sama veg, skal sneiðingin hóast reglurnar í stk. 3 fara fram soleiðis, sum best er hóskandi, hvat hinari ferðsluni og framhaldandi ferðsluni viðvíkur.

Stk. 5. Mótkoyrandi akfør, sum hvørt av síni vegsíðu fara inn á krossveg, har tey bæði skulu sneiða til vinstru, kunnu fara hvørt fram við øðrum til vinstru, um tað fær verið uttan vanda ella ampa.

§ 29 c. § 29b, stk. 1-3, geldur eisini, tá ið koyrt verður um ella burtur frá akbreyt uttan fyri krossveg.

Stk. 2. Akfar, ið nýtt verður í vegarbeiði, kann við tørvandi varsemi verða koyrt soleiðis, ið arbeiðið krevur.

Vending, bakking og farbreytarskifti o.a.

§ 29 d. Tann, ið skal venda ella bakka við akfari, skal frammanundan vissa sær, at atgerðin kann verða framd uttan vanda ella bága fyri onnur. Vent skal verða frameftir til vinstru uttan so at umstøðurnar ikki loyva tað.

Stk. 2. Áðrenn tann, ið koyrir, fer av stað frá vegjaðara, skiftir um akbreyt ella á annan hátt flytur akfarið til viks, skal hann vissa sær, at atgerðin kann verða framd uttan vanda ella óneyðugan ampa fyri onnur. Sama geldur, tá ið akfar skal steðga ella minka ferðina.

Stk. 3. Har ið talið á farbreytum, sum eru kannaðar ferðslu sama veg, minkar, skulu tey, ið koyra, við fyriliti hvørt fyri øðrum, laga koyring sína eftir broyttu umstøðunum, heruppií við møguliga at broyta ferð. Sama geldur, tá ið tvær akbreytir renna saman.

Koyring við busssteðg o.a.

§ 29 e. Akfar, sum har ið nærbýlt er, nærkast busssteðgi, har sum bussur er steðgaður á, skal, um bussførarin gevur merki um fráferð, minka ferðina og, um neyðugt er, steðga, so at bussurin sleppur frá. Bussførarin sleppur harvið ikki frá at vera serliga eftiransin til tess at koma ikki í vanda.

Stk. 2. Akfar, sum nærkast bussi, ið er steðgaður at taka upp ella seta av ferðafólk, skal sýna serskilt eftiransni. Sama geldur, tá ið bussur fer frá tílíkum stað. Førarin skal serliga hava eyguni eftir, um fólk til gongu er á akbreytini ella á veg út á hana.

Vanligar reglur

§ 30. Akferðin skal alsamt laga seg eftir viðurskiftunum við fyrilit fyri annara tryggleika. Bæði vega-, veður- og sýnisviðurskiftir, hvussu akfarið sjálvt er og tess last og ferðsluviðurskiftini yvirhøvur skulu gevast gætur. Ferðin má ongantíð vera meiri enn so, at førarin hevur fult ræði á akfarinum. Akfarið skal kunna steðgast á tí vegastrekki, sum førarin hevur útsýni yvir, og frammanfyri hvørjari forðing, sum roknast kann við. Akfarið skal undir øllum umstøðum – eisini í hálku – kunna steðgast á triðinginum av tí fría vegastrekkinum, sum førarin hevur fult útsýni yvir. Tá skift verður frá fjarljósi (langt ljós) til nærljós (stutt ljós), skal ferðin áðrenn niðurblending laga seg eftir nýggja útsýninum.

Stk. 2. Akandi skulu hava eina eftir viðurskiftunum hóskandi lítla ferð:

1)   á fjølbygdum øki,

2)   tá ið sýnið er versnað av ljós- ella veðurviðurskiftunum,

3)   við krossveg og í vegabugi,

4)   frammanfyri gonguteigi,

5)   frammanfyri høvd ella í øðrum støðum, har útsýnið er avmarkað,

6)   tá ið vandi er fyri blending,

7)   tá ið akfarið møtir øðrum akfari á smølum vegi,

8)   í vátum, hálum ella smednum føri,

9)   tá ið akfarið nærkast bussi, sum er steðgaður, fyri at ferðandi kunnu fara av ella uppí,

10) tá ið akfarið nærkast børnum á ella við veg,

11) tá ið akfarið nærkast seyði, hestum ella øðrum kríatúrum á vegi ella við veg,

12) tá ið vegarbeiði verður gjørt og

13) fram við óhappsøki á vegnum.

Stk. 3. Akandi mugu ikki forða vanligari koyring hjá øðrum á tann hátt, at viðkomandi uttan rímiliga grund koyrir við óvanliga lítlari ferð ella knappliga bremsar.

Stk. 4. Í ringum gongi skal ferðin lagast soleiðis, at onnur, so vítt tað ber til, verða ikki dálkað.

Hægsta mark fyri ferð

§ 30 a. Akferðin má ikki fara upp um fylgjandi mark:

1)

á fjølbygdum øki

50 km/t.

2)

uttanfyri fjølbygt øki

80 km/t.

Stk. 2. 7) Á vegastrekki, har tað ikki er ráðiligt ella ynskiligt at loyva akstur við ferð upp til vanligt hægstamark, kann ásetast eitt lægri hægstamark. Í fjølbygdum øki kann á líknandi hátt ásetast ein lægri hámarksferð fyri eitt nærri avmarkað øki.

Stk. 3.7) Fyri eitt vegastrekki kann ásetast ein hægri hámarksferð enn hægstamarkið fyri ferð, um so er, at umstøðurnar, herundir fyrilitini fyri aðrari ferðslu, loyva tí, og avgerandi ferðslutrygdarlig fyrilit ikki tala ímóti.

Mesta ferð hjá ymsum akfarssløgum

§ 30 b. 7) 6) Fyri bussar, hvørs loyvda heildarvekt er yvir 3.500 kg., og liðbussar má ferðin óansæð § 30 a ongantíð fara upp um 70 km/t. Í fjølbygdum øki má ferðin ikki fara upp um 50 km/t, sjálvt um ein hægri staðbundin hámarksferð er ásett.

Stk. 2. 6) Fyri aðrar bilar, hvørs loyvda heildarvekt er yvir 3.500 kg (lastbilar), og fyri vognarøð, samansett av einum lastbili ella bussi, hvørs loyvda heildarvekt er yvir 3.500 kg, og einum skrásetingarskyldugum, viðfestum akfari, má ferðin óansæð § 30a ongantíð fara upp um 70 km/t. Í fjølbygdum øki má ferðin ikki fara upp um 50 km/t, sjálvt um ein hægri staðbundin hámarksferð er ásett.

Stk. 3. 6) Fyri bilar við eini loyvdari heildarvekt upp á ikki yvir 3.500 kg má ferðin hóast § 30a ongantíð fara upp um 70 km/t, um viðfestur er vognur, leguvognur ella skrásetingarskyldugt, viðfest amboð, herímillum húsvognur.

Stk. 4. Fyri bilar, ið hava viðfest eitt ikki skrásetingarskyldugt amboð, og fyri traktorar og motoramboð má ferðin óansæð § 30a ongantíð fara upp um 30 km/t.

Stk. 5. Fyri motordrivið akfar ella vognarøð við einum ella fleiri hjólpørum við massivari hjólklæðing má ferðin óansæð § 30a ongantíð fara upp um 15 km/t.

Stk. 6. 5) Fyri lendisakfar og vognarað, samansett av lendisakfari og skrásetingarskyldugum viðfestum akfari, má ferðin uttan mun til § 30 a ongantíð fara upp um 60 km/t.

Stk. 7. 5) Tá motordrivið akfar verður skrásett ella góðkent, kann serligt, lægri hægstamark setast fyri ferð, um so er, at tess tilgerð ger tað neyðugt.

Stk. 8. 5) Landsstýrismaðurin kann, um viðurskiftini tala fyri hesum, seta hægri hámarksferð enn fyrisett eftir stk. 1-5, galdandi fyri serlig sløg av akførum, um so er, at ferðslutrygdarligar ella akfarstekniskar grundir ikki tala ímóti hesum.

§ 30 c. 3) Fyri stórt prutl má ferðin uttan mun til § 30 a ongantíð fara upp um 45 km/t.

Stk. 2. Fyri lítið prutl má ferðin uttan mun til § 30 a ongantíð fara upp um 30 km/t.

Møti

§ 31. Akfør, ið møtast, skulu halda seg til høgru. Tey skulu lata ivaleysa langt vera ímillum sín og samtíðis vera serliga ansin við ferðandi høgrumegin á akbreytini. Er vegurin lutvíst avbyrgdur, skal tað akfarið, ið er tímegin, ið byrgingin er, um neyðugt steðga og lata akfarið, ið kemur ímóti, sleppa framvið.

Stk. 2. Við møti við akfør, ið nýtt verða í vegaarbeiði, kann við tørvandi varsemi verða koyrt á tann hátt, ið lagaligastur er.

Framumkoyring

§ 31 a. 3) Farið skal verða fram um akfar vinstrumegin. Tó skal verða farið høgrumegin fram um akfar, ið sneiðir til vinstru ella eyðsæð ger seg til at sneiða til vinstru. Súkklur og lítil prutl kunnu fara høgrumegin fram um akfør av øðrum slag.

Stk. 2. Tann, ið ætlar sær at koyra fram um akfar, skal vissa sær, at tað kann henda vandaleyst, og tí serstakliga:

1)   at farbreytin, har sum farið skal verða framum, á ivaleysa longum teini er leys við ferðslu ímóti, og at ikki annað er, ið forðar fyri framumkoyring,

2)   at tann, ið koyrir frammanfyri, ikki gevur merki um, at hann ætlar at fara fram um annað akfar,

3)   at akfør, ið koma aftanífrá, ikki hava gjørt seg til at fara framum,

4)   at tað – uttan tá ið koyrt verður framum á farbreyt, har sum mótferðsla er ikki loyvd – aftaná framumkoyring er gjørligt at føra akfarið tryggiliga inn aftur í ferðslustreymin uttan at vera honum til ampa.

Stk. 3. Tann, ið fer fram um akfar, skal hava ivaleysa langt ímillum sítt akfar og tað, ið hann fer framum. Verður farið framum vinstrumegin, skal tann, ið fer framum, taka seg innaftur til høgru, fyrst ið tað gerst uttan vanda ella ampa. Tó er ikki neyðugt at fara inn aftur á høgru farbreyt, um so er at ætlanin er beinanvegin at fara fram um eitt akfar afturat, og treytirnar fyri tílíkari framumkoyring annars eru loknar.

Stk. 4. Akfar, ið nýtt verður í vegarbeiði, kann verða farið framum við tørvandi varsemi og á tann hátt, ið lagaligastur er.

§ 31 b. Tá ið ein, ið koyrir, varnast, at akfar, ið kemur aftanífrá, ætlar at fara framum vinstrumegin, skal hann taka seg so langt til høgru, sum gerst, og má ikki seta meiri ferð á.

Stk. 2. Um akfar hevur lítla ferð ella tekur upp nógv rúm, og akbreytin er mjá ella bugut ella ferðsla er ímóti, skal førarin vera serliga varin fyri ferðslu, ið kemur aftanífrá. Um tað kann lætta um framumkoyringina, skal hann minka um ferðina, og, um  neyðugt er, hava akfarið til viks, fyrst tað ber til, og møguliga steðga heilt.

Bann fyri framumkoyring

§ 31 c. Ikki er loyvt at koyra framum:

1)   tætt framman fyri krossveg, uttan so at:

a)    akførini fara eftir frabreytum, ið eru kannaðar ferðslu sama veg, smbr. § 29, stk. 1,

b)    farið verður framum til høgru við fyriliti fyri akfari, ið sneiðir til vinstru,

c)    ferðslan á krossvegnum verður stýrd av løgreglu ella ferðsluljósum, ella

d)   11) ferðslan á tvørvegnum hevur treytaleysa víkiskyldu sambært § 32, ella

2)   tá ið útsýnið frameftir er vánaligt av tí at tað ber uppfyri ella vegurin sneiðir, uttan so, at akbreytin tann vegin, ið koyrt verður, hevur í minsta lagi tvær farbreytir, har sum mótferðsla ikki er loyvd.

Stk. 2. 3) Stk. 1 hevur ikki gildi fyri koyring fram um súkklur og lítil prutl við tveimum hjólum.

Framviðkoyring og farbreytarskifti í tættari ferðslu

§ 31 d. Er ferðslan tøtt og tekur seg fram í fleiri røðum við ferð, ið verður avgjørd av teimum, ið undan koyra, er tað ikki at rokna fyri framumkoyring, um akfar á eini farbreyt fer fram við akfari á aðrari farbreyt. Í tílíkum førum er ikki loyvt at skifta um akbreyt, uttan so at tað krevst eftir § 29b, stk. 1, § 29c, stk. 1, § 29d, stk. 3, ella tað er til tess at seta akfarið ella steðga.

Stk. 2. Fer akfar eftir farbreyt, ið við merking er kannað ávísum slag av ferðslu, fram við akfari á aðrari farbreyt, ið ikki er kannað tílíkum slag av ferðslu, ella verður farið fram við tí, er hetta ikki at skilja sum framumkoyring.

Framumkoyring og framviðkoyring við gonguteig

§ 31 e. Akfar, ið nærkast gonguteigi, má hvørki fara framum annað akfar ella framvið tí, um so er, at hetta akfar forðar fyri fullum útsýni yvir gonguteigin.

Víkiskylda v.m.

§ 32. Akandi skulu sýna serligt varsemi við vegamót.

Stk. 2. Tá ið koyrt verður inn á ella tvørtur um veg, hevur tann akandi víkiskyldu fyri akferðsluni frá báðum síðum (treytaleys víkiskylda), um so er, at hetta er víst við avmerking sambært § 48.

Stk. 3. Treytaleys víkiskylda er eisini galdandi fyri útakstur frá parkeringsplássi, eigindómi ella grundstykki, tangastøð ella øðrum tílíkum plássi við vegin, frá gøtu, gonguvegi, dyrkivegi ella tílíkum og fyri allan útakstur frá vegi, sum fer um gongubreyt ella súkklubreyt. Súkklandi ella akandi á prutli, ið snara frá súkklubreyt út á akbreytina, hava eisini treytaleysa víkiskyldu.

Stk. 4. Tá ið akandi í øðrum førum ferðast soleiðis, at ferðsluleiðirnar skera hvørja aðra, hevur førarin á tí akfari, sum hevur hitt um høgru hond, víkiskyldu (høgra víkiskylda). Fyri tað sleppur ongin førari undan skylduni at ansa serstakliga væl eftir, tá ið farið verður frá vegi við lítlari ferðslu inn á ella tvørtur um annan veg. Serstakliga tá ið farið verður frá vegi við lítlari ferðslu inn á ella tvørtur um veg, sum eyðsæð er meira týðandi, skal hann, sum kemur frá tí minna vegnum, í góðari tíð minka um ferðina og í hóskandi mun sleppa ferðsluni á tí størra vegnum framum.

Stk. 5. Akandi, sum hava víkiskyldu, skulu týðiliga vísa, at tey vilja halda víkiskylduna við í góðari tíð at minka um ferðina ella steðga. Haldast má bert fram, um hetta kann gerast uttan vanda ella bága, tá havt verður í huga støðan hjá øðrum akførum, fráleikin til hesi og ferð teirra.

Stk. 6. Akandi mugu ikki snara til vinstru, fyrr enn hetta kann fara fram uttan bága fyri mótgangandi ferðslu. Tá ið snarað verður til høgru, má hin akandi ikki tarna súkklandi ella akandi á prutli, sum koyra beint frameftir. Sama er galdandi fyri akstur tvørtur um ella av akbreytini uttan fyri vegamót.

Stk. 7. Akandi, sum nærkast ella koyra inn á vegamót, skulu koyra soleiðis, at hetta ikki hevur við sær óneyðugan bága fyri ferðsluna á tvørvegnum, um so er, at viðkomandi verður noyddur at steðga á vegamótinum. Á vegamóti, har ferðslan verður stýrd við signali, má tann akandi, sjálvt um signalið vísir grønt ljós, ikki koyra inn á vegamótið, um so er, at viðkomandi orsakað av ferðsluviðurskiftunum á staðnum átti at sæð, at farast kann ikki av vegamótinum, áðrenn signalið hevur skift til grønt ljós fyri ferðsluni á tvørvegnum.

Stk. 8. Landsstýrið kann í kunngerð avtaka stk. 4, pkt. 2 og 3.

Skyldur móti gangandi

§ 32 a. Akandi, sum møta ella fara framum gangandi, skulu geva tí gangandi stundir til at fara til viks og annars geva tí gangandi neyðugt pláss á vegnum.

Stk. 2. Akandi, sum koyra tvørtur um gongubreyt ella gongugøtu, ella føra akfar inn á akbreytina frá útakstri frá eigindómi við veg, skulu steðga fyri gangandi. Sama er galdandi fyri koyring inn á ella tvørtur um gonguveg.

Stk. 3. Tá ið koyrt verður á gonguvegi, skal akandi vísa serstakt varsemi og fyrilit ímóti gangandi.

Stk. 4. Tá ið snarað verður á krossveg, mugu akandi ansa eftir, at hetta er uttan vanda fyri gangandi, ið fara yvir um vegin, sum skal nýtast til framhaldandi akstur. Sama er galdandi fyri akstur tvørtur um veg ella av akbreytini uttan fyri krossveg.

Stk. 5. Akandi, sum nærkast gonguteigi, uttan regulering, skulu laga ferðina soleiðis, at hetta hevur ikki við sær vanda fyri gangandi, sum stødd eru á teiginum ella eru á veg út á hann. Tann akandi skal um neyðugt steðga og lata tann gangandi fara tvørtur um.

Stk. 6. Við gonguteig, har ferðslan verður regulerað av politivaldi ella signali, skal akandi, sjálvt um hann annars eftir signali ella polititekni kann fara yvir um gonguteigin, steðga, so gangandi, sum eru stødd á gonguteiginum, kunnu fara yvirum. Liggur tílíkur teigur við krossveg, skal akandi, sum aftaná sneiðing á krossvegi skal fara yvir um teigin, koyra við hóskandi lítlari ferð og um neyðugt steðga, so at gangandi kunnu fara yvirum, sum eru stødd á gonguteiginum ella eru á veg út á teigin.

Stk. 7. Akandi skulu um gjørligt royna at sleppa undan, at akfarið verður steðgað á gonguteiginum.

Steðgur og parkering

§ 33. Steðgur og parkering má ikki fara fram á tílíkum stað ella soleiðis, at tað hevur við sær vanda ella ónáðir fyri ferðsluna.

Stk. 2. Steðgur ella parkering má bert fara fram í høgru síðu á vegnum, sama veg sum ferðslan gongur. Á vegi við minni ferðslu og vegi við einvegis ferðslu kann steðgur ella parkering tó fara fram í vinstru síðu. Akfarið skal setast úti á jaðara á vegnum ella, um tað ber til, uttanfyri.

Stk. 3. 3) Akfar, sum vegna ferðsluóhapp, motorbrek ella av aðrari orsøk er steðgað á plássi, har steðgur ella parkering er forboðin, skal skjótast gjørligt flytast til eitt hóskandi pláss. Er akfarið steðgað á tílíkum stað ella soleiðis, at tað hevur við sær vanda fyri ferðsluna, skal førarin, um so er, at akfarið ikki beinanvegin verður beint burtur, taka stig til at ávara onnur vegfarandi. Motordrivið akfar, undantikið tvíhjólað prutl og tvíhjólað motorsúkkla uttan síðuvogn og viðfest akfar, skal avmerkjast við einum ávaringartrýkanti. Hesin skal setast soleiðis, at koyrandi, sum nærkast, verða ávarað í góðari tíð. Landsstýrismaðurin fyrisetur nærri reglur um ávaringarskipanina.

Stk. 4. 6) Steðgur ella parkering má ikki fara fram á súkklubreyt, gongubreyt og tílíkum. Við avmerking ella í staðbundnari kunngerð kann fyrisetast, at akfar, hvørs loyvda heildarvekt ikki er meira enn 3,5 tons, kann steðga ella parkera við einum parti av akfarinum á gongubreyt, um so er, at hetta hevur ikki við sær vanda ella ampa fyri ferðsluna á gongubreytini. 1. pkt. er ikki galdandi fyri súkklur og prutl.

Stk. 5. Tá ið førari fer frá akfari, skal hann vissa sær, at akfarið fer ikki í gongd av sær sjálvum. Førarin skal eisini seta tiltøk í verk, ið kunnu fyribyrgja, at akfarið uttan loyvi kann nýtast av øðrum.

Stk. 6. Tá ið vognhurðar verða latnar upp, úr verður farið, lagt verður uppá ella av, skal tað gerast soleiðis, at tað er uttan vanda ella óneyðugan bága.

Stk. 7. Um tómgongd: Akfør, ið standa still á bygdum øki og kunnu steðga motorinum, skulu gera tað.

§ 33 a. Steðgur ella parkering má ikki fara fram:

1)   3) á gonguteigi ella út fyri útkoyring frá súkklubreyt ella innan fyri fráleika upp á 10 m framman fyri gonguteiginum ella útkoyringini,

2)   á krossvegi ella inannfyri ein fráleika uppá 5 m fá næsta kanti á tvørgangandi koyribreyt ella súkklubreyt,

3)   soleiðis, at ferðslutalvur ella -signal koma afturundir,

4)   undir brúgv ella í bergholi,

5)   uppi á og nærhendis høvd og í ella við vegasneiðing, har illa sæst,

6)   4) á strekki, har akbreytin framman fyri vegamót við hindrunarstriku er løgd sundur í farbreytir ella 5 m áðrenn, eitt slíkt strekki byrjar,

7)   við síðuna av hindrunarstriku, um fráleikin millum akfarið og strikuna er minni enn 3 m og brotin strika ikki er millum akfarið og hindrunarstrikuna,

8)   á avmerktum bíðingarplássi hjá hýruvognum ella

9)   á avmerktum steðgiplássi hjá bussum styttri enn 12 metrar frá hvørjumegin skeltið ella á tí avmerkta strekkinum hvørjumegin skeltið.

Stk. 2. Heldur ikki má parkerast:

1)   úr fyri inn- og útakstri til og frá eigindómi ella soleiðis, at akstur til og frá eigindómi tarnast munandi,

2)   við síðuna av øðrum akfari, sum er steðgað á vegjaðara, undantikið tveyhjólað súkkla, tveyhjólað prutl ella tveyhjólað motorsúkkla uttan síðuvogn,

3)   7) soleiðis at atgongd til annað akfar verður tarnað, ella at hetta ikki kann førast frá staðnum,

4)   7) út fyri brandkranar ella

5)   7) á akbreytini á høvuðsvegum uttan fyri fjølbygt øki.

§ 33 b. §§ 33 og 33a eru ikki galdandi fyri akfør, ið nýtt verða til vegarbeiði, um so er, at steðgur ella parkering er neyðug vegna arbeiðið, og neyðug trygdartiltøk verða framd. Sama er galdandi fyri steðg ella parkering, tá ið hetta verður gjørt av politivaldi, sløkkiliði ella bjargingarliði.

Bákn og tekn

§ 34. Tá ið neyðugt er til tess at fyribyrgja og verja fyri vanda, skal tann, ið koyrir, gera onnur ferðandi var við vandan við ljóð- ella ljósbákni. Í lyktatendringartíð skal akfar nýta ljósbákn í staðin fyri ljóðbákn, uttan so er, at vandin er hóttandi. Ljóðbákn má ikki verða nýtt í øðrum førum, enn tilskilað í 1. og 2. pkt., og má ikki vara longur enn neyðugt. Ljósbákn verður givið við blunki við fjar- og nærljósum á akfarinum.

Stk. 2. 3) Akfar skal geva tekn, áðrenn farið verður avstað frá vegjaðara og áðrenn vent og sneitt verður. Tá ið skift verður um farbreyt ella akfarið verður førkað munandi til viks, skal tekn verða givið, um tað er neyðugt hinari ferðsluni til leiðbeiningar. Teknið verður givið við blunkljósi, har sum tað er kravt ella loyvt at seta tað á akfarinum, og annars við at rætta hondina beint út.

Stk. 3. 3) Akfar, ið steðgar ella brádliga minkar ferðina, skal geva tekn, tá ið tað er kravt øðrum til leiðbeiningar. Teknið verður givið við steðglykt, har sum tað er kravt ella loyvt at seta hana á akfarinum, og annars við at hava hondina á loft.

Stk. 4. Tey tekn, ið nevnd eru í stk. 2 og 3, skulu verða givin í rúmari tíð undan tilætlaðu atgerðini. Steðgað skal vera við tekngevingini í seinasta lagi, tá ið atgerðin er at enda komin.

Stk. 5. 3) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um nýtslu av skaðablunki.

Lyktaljós

§ 35. Tá ið koyrt verður í lyktatendringartíðini, skulu tær fyriskipaðu lyktir verða tendraðar. Á fleiri samankoplaðum akførum er bert neyðugt at hava baklyktir tendraðar aftast í vognfylginum og nummarspjaldrarlyktina tendraða við aftasta nummarspjaldur í vognfylginum.

Stk. 2. Fjarljós (langt ljós) skal nýtast, tá ið sjónarmáli førarans vegna ferðina á akfarinum annars ikki er nóg góður til trygga koyring.

Stk. 3. Fjarljós (langt ljós) er ikki loyvt at nýta:

1)   á strekki, har vegurin hevur nóg gott lýsi,

2)   tá ið komið verður ímóti øðrum akfari, og bilið teirra millum er soleiðis, at førarin á tí kann blindast,

3)   tá ið koyrt verður aftan á annað akfar, um so er, at tann, sum undan koyrir, kann blindast av fjarljósinum, og tá ið nærljós við ferðini á akfarinum og lýsinum annars í geyma, gevur føraranum nóg góðan sjónarmála til trygga koyring.

Stk. 4. 7) Um so er, at fjarljós (langt ljós) sambært stk. 2 ikki er hildið neyðugt, ber til at nýta nærljós (stutt ljós). Um ikki er loyvt sambært stk. 3 at nýta fjarljós (langt ljós), skal nærljós (stutt ljós) verða nýtt.

Stk. 5. 7) Tokulyktir er einans loyvt at nýta í toku og í grovum avfalli og kunnu, tá so er, nýtast í staðin fyri tær fyriskipaðu lyktirnar. Hjálpilykt er ikki loyvt at nýta til annað enn tað, sum lyktin er ætlað til.

Stk. 6. 7) Lyktir mugu ikki nýtast soleiðis, at aðrir førarar verða blindaðir.

Stk. 7. 7) At nýta aðrar lyktir og onnur endurskin enn ásett ella loyvt er í hesi lóg ella teimum ásetingum, sum givnar eru sambært lógini, er forboðið.

§ 35 a. 7) 3) Tá koyrt verður uttan fyri lyktatendringartíðina, skulu nærljós (stutt ljós) nýtast á motordrivnum akførum. Tá koyrt verður við motoramboðum, er hetta bert galdandi, um motoramboðið er útgjørt við nærljóslyktum. Í staðin fyri nærljós kunnu nýtast serlig koyriljós ella tokulyktir, ið venda frameftir.

Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 verður ikki nýtt, tá koyrt verður við akførum, sum eru í gerð ella undir umvæling.

Stk. 3. § 35, stk. 6, er eisini galdandi undir koyring uttan fyri lyktatendringartíðina.

§ 35 b. 7) Akfør, sum ikki skulu hava lyktir, skulu í lyktatendringartíðini vera merkt eftir ásetingum, sum landsstýrismaðurin fyriskipar.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um merkingar av reiðfólki.

§ 35 c. 7) Er akfar í lyktatendringartíðini steðgað ella parkerað á vegi, skal støðuljós (parkeringsljós), baklyktir og nummarspjaldraljós vera tendrað. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at eisini aðrar lyktir enn tær, sum nevndar eru í 1. pkt., skulu ella kunnu vera tendraðar.

Stk. 2. Akfar, sum ikki skal vera útgjørt við lyktum, skal, tá ið tað í lyktatendringartíðini er steðgað ella parkerað á vegi, vera merkt eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir.

Stk. 3. Aðrar lyktir enn tær, sum stk. 1 og 2 fata um, er ikki loyvt at hava tendraðar.

Stk. 4. Er motordrivið akfar, ið ikki er longri og breiðari enn ávikavist 6 m og 2 m, parkerað fram við vegjaðaranum í fjølbygdum øki, nýtist tað einans at hava støðuljós (parkeringsljós) og baklykt inn móti miðjuni á vegnum tendraðar, uttan so, at akfarið er koplað aftrat øðrum akfari. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at serlig síðulykt verður nýtt ístaðin.

Stk. 5. Tá ið samankoplað akfør steðga ella verða parkerað, hevur ásetingin í § 35, stk. 1, pkt. 2 gildi.

§ 35 d. 7) § 35c hevur ikki gildi, um vegurin hevur so gott ljós, at akfarið skilliga sæst nóg langt burturi, ella um tað er steðgað ella parkerað á parkeringsplássi ella øðrum øki, ið er merkt av til parkering.

Stk. 2. 3) Ljós nýtist heldur ikki at vera tendrað á tvíhjólaðari súkklu, tvíhjólaðum prutli ella tvíhjólaðari motorsúkklu við ongum síðuvogni, um so er, at akfarið verður sett uttast við vegjaðaran.

Ferming og skipan í akfari

§ 36. Fólk og farmur mega ikki verða soleiðis skipað, at førarin hevur ikki frítt útsýni og nóg góðar atstøður til at handfara stýrisgøgn. Farmur skal vera soleiðis skipaður, at tann tekngeving, ið nevnd er í § 34, stk. 2 og 3, ella kravd lykt ella nummarspjaldur verða ikki fjald.

Stk. 2. Ferðafólk má ikki verða havt við í tílíkum tali ella soleiðis sett, at tað kann vera til vanda fyri tey sjálv ella onnur.

Stk. 3. 4) Tað er bannað at hava ferðafólk í last- ella vørurúmi í akfari. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um undantak frá 1. pkt.

Stk. 4. 4) Farmur skal vera soleiðis havdur, at hann er ikki til vanda fyri fólk ella veldur ognum skaða. Hann má heldur ikki verða drigin aftaná ella detta av niður á vegin, elva til ørkymlandi dustrok ella líkan ampa, órógva ferðsluna ella gera óneyðugan gang.

Stk. 5. 4) Landsstýrið kann seta reglur um, hvussu farmur skal verða skipaður ella festur, og um merking av longum ella breiðum førningi.

Stk. 6. 4) Landsstýrið kann seta reglur um flutning av hættisligum farmi, heruppií um kravda ábyrgdartrygging til at svara endurgjald fyri skaða, ið kann henda við flutningi av tílíkum farmi.

Flutningur av fólki

§ 36 a. Landsstýrið kann seta trygdarreglur um flutning av fólki.

§ 36 b. 7) Húsvognur má ikki nýtast til flutning av persónum.

Breidd, longd og hædd á akfari

§ 37. Landsstýrið fyrisetur reglur um størstu breidd, longd og hædd á akfari og vognraði, bæð við og uttan last, heruppií um akstur við serliga breiðum, longum ella høgum akførum ella vognrøðum.

Stk. 2. Uttan mun til, hvørjar reglur sambært 1. stk. verða fyrisettar, hevur førarin, tá koyrt verður undir brúm, leiðingum, í tunnlum v.m., skyldu at vissa seg um, at farandi er uttan vanda ella bága.

6) Vekt og ástrýst

§ 38. 6) Landsstýrið setir reglur um mesta loyvda ástrýst og heildarvekt á akførum bæði fermdum og tómum.

Stk. 2. 6) Løgreglan kann eftir samráðingar við avvarðandi vegmyndugleika loyva frávik frá reglum settum sambært stk. 1 um mestu loyvdu heildarvekt ella ástrýst, um so er, at tilætlaður flutningur ikki eftir øllum líkindum kann verða framdur á annan hátt. Loyvið frá løgregluni skal havast við á ferðini.

Íkopling (samanbinding) og sleiping

§ 39. 15) 3) Í bil, undantikið liðbuss, kann bert eitt viðfest akfar koplast. Í motorsúkklu, undir hesum motorsúkklu við síðuvogni, sbrt. stk. 2, kann bert ein viðfestur vognur ella eitt viðfest amboð koplast. Í stórt prutl kann bert ein viðfestur vognur koplast. Í traktor og motoramboð kunnu koplast tveir viðfestir vognar ella ein viðfestur vognur og eitt viðfest amboð. Í lítið prutl kann ikki koplast viðfest akfar.

Stk. 2. Í motorsúkklu og súkklu kann verða koplaður síðuvognur, sum skal vera høgru megin motorsúkkluna ella súkkluna. Í prutl má ikki verða koplaður síðuvognur.

Stk. 3. 3) Landsstýrið kann áseta reglur fyri íkopling av viðfestum akfari og síðuvogni, og somuleiðis reglur fyri, hvat kann verða havt við í ella á slíkum akførum. Fyri akstur á ávísum økjum kann landsstýrið loyva frávik frá regluni í stk. 1, 4. pkt.

Stk. 4. Landsstýrið kann áseta reglur fyri sleiping av akførum.

Koyring við bulvogni

§ 40. Koyring við fermdum bulvogni kann bert fara fram við loyvi frá løgregluni. Loyvi fæst eftir samráðingar við vegmyndugleikan. Loyvi verður givið til einstaka koyring ella til koyring á ávísum strekki ella á ávísum øki. Bulvognur kann bert verða nýttur til flutning, sum ikki eftir øllum líkindum kann verða framdur á annan hátt.

Stk. 2. Landsstýrið kann seta reglur um koyring við bulvogni.

Óneyðugt óljóð o.a.

§ 41. Tann, ið koyrir motordrivið akfar, skal fara soleiðis við tí, at tað gevur ikki frá sær óneyðugt óljóð ella óneyðugan royk og gasssløg.

Stk. 2. Ímillum húsa ella í nánd er óneyðug og órógvandi koyring ikki loyvd. Farleið, ferð og koyringarlag annars eiga á tílíkum støðum at verða soleiðis háttað, at onnur verða ikki óneyðuga órógvað.

Trygdarbelti 7) 4)

§ 42. 5) Um sæti í einum bili, lendisakfari ella á tríhjólaðari motorsúkklu hevur trygdarbelti, skal hetta undir koyring nýtast av tí persóni, sum í sætinum situr, sbr. tó stk. 2 og 3 og § 42 b.  Saman við trygdarbelti kann selakoddi verða nýttur.

Stk. 2. Skyldan at nýta trygdarbelti er ikki galdandi undir bakking ella undir koyring á parkeringsplássi, bensinstøð, verkstaðarøki ella undir líknandi viðurskiftum.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at ávísir persónar sleppa undan skylduni at nýta trygdarbelti, sbr. stk. 1, heruppií í sambandi við serstøk sløg av koyring.

Stk. 4. Bilførarin skal ansa eftir, at ferðandi, sum ikki eru fylt 15 ár, nýta trygdarbelti í samsvari við stk. 1 og reglum, ásettar sambært stk. 3.

Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at førarin av einum bussi heilt ella lutvíst sleppur undan skylduni sambært stk. 4, og um hvørji tiltøk førarin í staðin skal gera.

Trygdarútgerð til børn

§ 42 a. Tá koyrt verður í øðrum bilum enn bussum ella á tríhjólaðari motorsúkklu, ið hava sæti til ferðandi við trygdarbelti, skulu børn, ið eru minni enn 135 cm, undir koyring nýta góðkenda trygdarútgerð, sum er tillagað hædd og vekt barnsins, sbr. tó stk. 5. 

Stk. 2. Í øðrum bilum enn bussum, ið ikki hava sæti við trygdarbelti til ferðandi, har góðkend trygdarútgerð, tillagað hædd og vekt barnsins, kann verða sett í, kunnu børn undir 3 ár ikki verða flutt, meðan børn, sum eru 3 ár og eldri og undir 135 cm, einans kunnu verða flutt á einum øðrum sæti enn forsetrinum, sbr. tó stk. 5.

Stk. 3. Børn kunnu ikki verða flutt í bili í barnastóli, ið vendur aftureftir, á einum sæti, sum hevur stoytkodda frammanfyri, um ikki stoytkoddin er gjørdur óvirkin.

Stk. 4. Tá koyrt verður í bussi, skulu børn, sum eru 3 ár og eldri, og sum eru undir 135 cm, nýta trygdarbelti ella aðra góðkenda trygdarútgerð, í tann mun sætið hevur hetta, sbr. tó stk. 5.

Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um nýtsluna av trygdarútgerð, tá børn undir 135 cm verða flutt, heruppií um, at stk. 1, 2 og 4 heilt ella lutvíst ikki skulu nýtast.

Stk. 6. Bilførarin skal ansa eftir, at reglurnar í stk. 1-4 og reglur, ásettar sambært stk. 5, verða hildnar.

Stk. 7. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at bussførari heilt ella lutvíst kann sleppa undan teirri í stk. 6 nevndu skyldu, og um hvørji tiltøk førarin í staðin skal gera.

Stk.8. Til tess at hava eftirlit við, at reglurnar í stk. 1, 2 og 4 og reglur, ásettar við heimild í stk. 5, sbr. stk. 6, verða hildnar, kann løgreglan til eina og hvørja tíð krevja, at eitt barn, ið verður flutt í bili ella á tríhjólaðari motorsúkklu, verður mátað og vigað. Løgreglan mátar og vigar barnið.

Talið á ferðandi, ið lógliga kunnu verða flutt

§ 42 b. Talið á ferðandi á forsetrinum í einum bili, má ikki fara upp um talið á sitiplássum til ferðandi, sum hava trygdarbelti. Ásetingin í 1. pkt. verður at nýta samsvarandi viðvíkjandi flutningi av ferðandi á baksetrinum ella baksetrunum í einum bili.

Stk. 2. Ásetingin í stk. 1, 1. pkt. verður ikki at nýta á flutning í bilum, har sitiplássini til ferðandi á forsetrinum ikki hava trygdarbelti. Ásetingin í stk. 1, 2. pkt. verður ikki at nýta á flutning av ferðandi í bilum, har sitiplássini á baksetrinum ella baksetrunum ikki hava trygdarbelti.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at stk. 1 ikki skal verða nýtt í serligum førum, heruppií tá flutt verða ferðandi, sum sambært reglum, ásettar sambært § 42, stk. 3 og § 42 a, stk. 5, sleppa undan at nýta trygdarútgerð, og tá tað snýr seg um serstøk sløg av koyring.

Stk. 4. Tann ferðandi hevur skyldu til at ansa eftir, at ásetingin í stk. 1 og reglur, ásettar sambært stk. 3, verða hildnar. Fyri ferðandi, ið ikki eru fylt 15 ár, skal førarin tó síggja til, at reglan í stk. 1 og reglur, ásettar sambært stk. 3, verða hildnar.

Fallhjálmar

§ 42 c. 5) Førari av tvíhjólaðari motorsúkklu, motorsúkklu við síðuvogni ella lendisakfari, og av prutli, og øll ferðandi, sum fylt eru 15 ár, skulu, meðan koyrt verður, nýta fastspentan fallhjálm við hjálmglugga. Um fallhjálmur ikki hevur hjálmglugga, skulu verndarbrillur nýtast.

Stk. 2. Førarin skal síggja til, at hvør, sum við er, ið hevur fylt 8 ár, men enn ikki 15 ár, er í fastspentum fallhjálmi við hjálmglugga. Um fallhjálmur ikki hevur hjálmglugga skulu verndarbrillur nýtast.

Stk. 3. Skyldan til at nýta fallhjálm er  ikki galdandi, meðan koyrt verður á bilaplássi, tænastustøð, verkstaðarrúmi ella í líkum umstøðum.

Stk. 4. 5) Skyldan at nýta fallhjálm er ikki galdandi fyri lendisakfar, um tað er útgjørt við trygdarbeltum og føraravernd.

Stk. 5. 5) Landsstýrið kann áseta reglur um undantøkur frá skylduni at nýta fallhjálm.

Serreglur fyri motorsúkklur og lendisakfør 5

§ 43. Motorsúkkla má ikki koyra undir liðini á øðrum akfari í akstri.

Stk. 2. Tann, ið koyrir á motorsúkklu, kann bert nýta gongubreyt í teimum førum, ið nevnd eru í § 32a, stk. 2.

Stk. 3. 7) Tann, ið situr aftan á motorsúkklu, skal hava hvønn fótin sínumegin á súkkluni.

Stk. 4. 7) 6) 5) Á motorsúkklu og í síðuvogni hennara og á lendisakfari má ikki verða ført meiri fólk enn farið er ætlað til. Á motorsúkklu og í síðuvogni hennara og á lendiskafari mugu einans verða førd fólk, sum fylt eru 8 ár.

Stk. 5. 4) 5) Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta reglur um trygdarbúna og aðra útgerð hjá førara og ferðandi á motorsúkklu og í síðuvogni hennara og á lendisakfari.

Serreglur fyri prutl

§ 44. Prutl má ikki koyra undir liðini á øðrum akfari í akstri.

Stk. 2. 4) § 45, stk. 2 og 3 um pláss á vegnum og koyring um krossveg er eisini galdandi fyri prutl, tó soleiðis, at um prutl skal sneiða til vinstru á krossvegi við meira enn einari farbreyt, har tann eina er til sneiðing til vinstru, kann prutlið stilla seg mitt í hesi farbreyt. Prutlið skal tá sneiða soleiðis, at tá tað fer av krossvegnum, skal tað vera statt høgrumegin á teirri akbreyt, ið tað sneiðir inn á. § 29 b, stk. 2 er galdandi, tá sneitt verður til vinstru.

Stk. 3. 3) Tann, ið koyrir á prutli, skal hava báðar føtur á ástigur ella fótskørum og ið hvussu er aðra hond á stýrinum.

Stk. 4. 3) Tann, ið koyrir á prutli, má ikki halda í annað akfar ella í førara ella eyksfólk á øðrum akfari.

Stk. 5. 15) 3) Á tveyhjólaðum prutli má bert førarin vera. Á øðrum prutli mugu ikki vera fleiri persónar enn tað er ætlað til.

Stk. 6. 15) 6) 3) Á prutli mega ikki havast við lutir, ið eru meira enn 2 m langir ella 70 cm breiðir. Lutir, ið við eru havdir, mega ikki forða føraranum í at hava fult ræði á prutlinum ella í at gera tey tekn, hann eigur. Tann, ið koyrir á prutli, má heldur ikki hava við sær lutir, i annars eru til ampa fyri hina ferðsluna. Landsstýrið kann seta reglur um mestu longd, breidd, hædd og vekt á lutum, ið fluttir verða á prutlum, ið eru serliga útgjørd til vøruflutnings ella sum avlamisakfør.

§ 45. Súkkla má ikki koyra undir liðini á øðrum akfari. Har, ið nóg góð rúmd er, kunnu tvær súkklur koyra lið um lið, um tað er vandaleyst og ikki nøkrum til ampa. Um bákn verður givið um framumkoyring, mega súkklur ikki fylgjast lið um lið, uttan so at ferðsluumstøðurnar loyva ella krevja tað. Súkkla við trimum ella fleiri hjólum eigur tó aldri at koyra lið um lið við aðra súkklu.

Stk. 2. Súkkla skal altíð halda seg høgrumegin á teirri farbeyt, ið liggur longst høgrumegin ferðsluleiðina. Farbreytin vinstrumegin við kann tó um neyðugt verða nýtt, tá ið farið verður framum, um tað ikki fær verið høgrumegin.

Stk. 3. Framman undan krossveg skal súkkla, ið skal beint fram ella sneiða til vinstru, hóast tað, ið stendur í § 29b, stk. 1 og 3, kortini framvegis halda seg til høgru á vegnum. Um so er, at ein ella fleiri farbreytir, sum við avmerking eru kannaðar akførum, ið skulu sneiða til høgru, er tað kortini loyvt súkklum at halda seg høgrumegin á næstu farbreyt, ið ikki er kannað teimum, ið skulu sneiða til høgru. Súkkla, ið skal sneiða til vinstru, skal halda fram heilt tvørtur um krossvegin og kann tástani fara at sneiða, tá ið tað fær verið uttan ampa fyri hina ferðsluna. Hetta geldur, sama hvør avmerking er, uttan so at tað skilst av henni, at hon er fyri súkklur. 1.-4. pkt. galda eisini fyri akstur tvørtur um ella burtur av akbreyt uttan fyri krossveg.

Stk. 4. Tann, ið súkklar, skal hava báðar føtur á ástígunum og ið hvussu er aðra hondina á stýrinum.

Stk. 5. Bannað er at súkkla á gongubreytum, uttan so at annað er tilskilað í teimum reglum, sum landsstýrið setir sambært § 29, stk. 4. Súkkla skal verða leidd tvørtur um gongubreyt.

Stk. 6. Tann, ið súkklar, má ikki halda sær í annað akfar ella í ein, ið koyrir við øðrum akfari.

Stk. 7. Tann, ið setir súkklu frá sær, skal læsa hana, uttan so at hon skal standa heilt stutt.

§ 45 a. Barn yngri enn 6 ár má ikki súkkla uttan í fylgi við einum 15 ára gomlum ella eldri, ið hyggur at tí.

Stk. 2. Súkkla má ikki flyta fleiri fólk enn hon er ætlað til. Tó kunnu tvey børn yngri enn 6 ár verða havd við á súkklu, um hon hevur serligt sæti við verju fyri hjólsnældunum, og tann, ið súkkluni stýrir, hevur fylt 15 ár.

Stk. 3. 6) Á súkklu mega ikki havast við lutir, ið eru meir enn 3 m langir og 1 m breiðir. Lutir, ið við eru havdir, mega ikki forða førararnum í at hava fult ræði á súkkluni ella í at geva tey tekn, hann eigur. Tann, ið koyrir á súkklu, má heldur ikki hava við sær lutir, ið annars eru til ampa fyri hina ferðsluna. Landsstýrið kann seta reglur um mestu longd, breidd, hædd og vekt á lutum, ið fluttir verða á súkklum, ið eru serliga útgjørdar til vøruflutnings, og um eftirvogn og síðuvogn til súkklu.

§ 46. Gongufólk skal nýta gongubreyt ella vegøksl, tó ikki miðøksl. Súkklubreyt ella akbreyt kunnu bert verða nýtt, um eingin gongubreyt er ella hóskandi vegøksl.

Stk. 2. Gongufólk, ið nýtir akbreytina, skal ganga ytst vinstrumegin tann vegin, ferðslan gongur, ella um ein leiðir súkklu ella prutl, ytst høgrumegin. Gongufólk kann tó ganga hinumegin, um tað annars hevði verið vandamikið, ella um serstakar umstøður eru fyri tí.

Stk. 3. Á gongubreyt ella vegøksl má eingin leiða súkklu ella prutl ella bera rúgvumiklar lutir, um tað kann vera til ampa fyri onnur til gongu. Tann, ið gongur eftir súkklubreyt, má ikki vera teimum, ið súkkla, til ampa.

Stk. 4. Fólk, ið fer til gongu tvørtur um akbreyt ella súkklubreyt, skal, tá ið stigið verður út á akbreyt ella súkklubreyt, sýna tað varsemi, ið krevst, við ansi fyri fráleikanum frá akførum, ið nærkast staðnum, og ferð teirra. Gingið skal verða tvørturum uttan óneyðugan steðg.

Stk. 5. Tá ið gingið verður um akbreyt ella súkklubreyt, skal gonguteigur verða nýttur, um nakar er í nánd. Er gongubrúgv ella -smoga í nánd, eiga brúgvin ella smogan at verða nýtt, um til ber.

Stk. 6. Í øðrum førum, enn nevnt í stk. 5, skal verða gingið beina leið tvørtur um akbreyt ella súkklubreyt og helst nærindis krossveg

Stk. 7. Á støðum, har sum ferðslan er stýrd av løgreglu ella við ferðsluljósum, kann ikki verða stigið út á akbreyt og súkklubreyt, fyrr enn tað bákn, ið geldur fyri fólk til gongu, vísir grønt ljós, ella fyrr enn løgreglumaður við tekni ger vart við, at frítt er at fara.

§ 46 a. Sum gongufólk er eisini at rokna tann, ið skreiðir á skíðum, skoytum, rulluskoytum og tílíkum, og tann, ið koyrir barnavogn ella spælivogn. Tann, ið koyrir á akstól, leiðir súkklu ella prutl, er somuleiðis at rokna sum gongufólk.

§ 46 b. Gongufylking skal, um til ber, taka seg fram eftir vegøksl, tó ikki miðøksl, ella høgrumegin á akbreyt tann vegin ferðslan gongur. Børn í flokki, mest tvey lið um lið, skulu, um til ber, nýta gongubreyt, vegøksl, tó ikki miðøksl ella súkklubreyt. Gongufylking, sum í lyktatendringartíð nýtir vegøksl, akbreyt ella súkklubreyt, skal á oddanum móti miðjum vegnum hava minst eina lykt, ið lýsir hvítt ella gult frameftir, og aftan minst eina lykt, ið lýsir reytt aftur eftir.

Serligar reglur fyri fólk við avlamni 3)

§ 46 c. 3) Fólk við avlamni, ið sjálvt koyrir koyristól, kann, um koyrt verður við vanligari gonguferð, nýta gongubreyt ella vegøksl og gonguteig og verður tá at rokna sum ein, ið er til gongu.

§ 46 d. 3) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um undantøk frá ásetingunum í lógini fyri fólk við avlamni, tá tað av ferðslutrygdarávum verður mett forsvarligt. Landsstýrismaðurin kann harumframt áseta reglur, sum heilt ella lutvíst veita fólki við avlamni undantak frá reglunum um parkering og steðg, ásett sambært § 47, stk. 3.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann leggja fyrisitingina av teimum í stk. 1 ásettu reglum um undantøk frá at fylgja ásetingunum um parkering og steðg fyri ávís fólk við avlamni til ein einskildan felagsskap. Landsstýrismaðurin kann í hesum sambandi áseta nærri reglur um kærumøguleikar og gjald til felagsskapin fyri útvegan av loyvum, og áseta reglur fyri virksemi hjá felagsskapinum í sambandi við fyrisitingina av uppgávunum.

Eftirlit við ferðsluni og skerjingar

§ 47. Politivaldið kann regulera ferðsluna á støðum, har tað verður hildið neyðugt.

Stk. 2. Avgerð um at leggja av veg sum høvuðsveg (høvuðsgøtu) verður tikin av landsstýrinum aftaná samráðing við vegmyndugleikan.

Stk. 3. Annars verða avgerðir, sum varandi kunnu ávirka nýtsluna av veg ella útgerð teirra, sum forboð fyri parkering ella steðgi, ávísing á parkeringarpláss, avgerð um treytaleysa skyldu at halda av, boð um steðg við krossveg, boð um einvegis ferðslu, útlegging av veg sum spæligøta og forboð fyri tilskilaðum sløgum av ferðslu, tiknar av politivaldinum við samtykki frá vegamyndugleikanum.

Stk. 4. 7) Ásetingar um ferðmørk eftir § 30a, stk. 2 og 3 verða gjørdar av løgregluni við samtykki frá vegamyndugleikunum.

Stk. 5. Tá ið veg- og brúgvaarbeiði, eins og knappliga komin skaði uppá veg ella brúgv hevur við sær vanda fyri ferðsluna, kann vegamyndugleikin, sum stílar fyri arbeiðinum, ella hevur eftirlit við vegnum ella brúnni, fyriseta tørvandi reglur til eftirlit við ferðsluni og vísa á uttanumveg. Viðkomandi politivald skal hava frásøgn um tað, sum krevja kann regluna broytta, um so er at tað verður hildið neyðugt fyri ferðslutryggleikan.

Stk. 6. Kemur upp ósemja millum tey í 3. og 4. stk. nevndu vald, ella vil onkur bera fram kærumál um páboð ella forboð frá politivaldi eftir frammanfyri standandi reglum, ger landsstýrið av. 

Stk. 7. 6) Tá ið vandi er fyri, at almenn brúgv ella alment vegastrekki kann fara illa av akstri av serliga tungum akfari, og tá ið vegastrekki eru viðbrekin í toybili, kann vegamyndugleikin við góðkenning politivaldsins seta forboð fyri akstri við akførum, tá ið teirra loyvda heildarvekt og ástrýst fara upp um mark, sum fyrisett í hvørjum einstøkum føri. Forboð eftir frammanfyri standandi reglum kann kærast til landsstýrið.

Stk. 8. Tiltøk av tí slagnum, sum nevnd eru í stk. 2-5 og stk. 7, skulu gerast kend við avmerking samsvarandi teim reglum, ið ásettar verða eftir § 48, stk. 1 og stk. 3, uttan so at politivaldið útinnir reglurnar á staðnum. Í serstøkum førum kann tó annar fullgóður kunngerðarháttur verða nýttur. Politivaldið hevur eftirlit við, at avmerking samsvarar givnu reglunum.

§ 47 a. Á støðum, har loyvi til parkering er tíðaravmarkað, mugu bert parkerast akfør, sum hava parkeringsskivur. Landsstýrið fyrisetir reglur um parkeringarskivur og nýtsluna av teimum.

§ 48. Landsstýrið fyrsetur við kunngerð reglur um útsjónd, týdning og uppseting av

1)   ferðslutalvum,

2)   avmerking á akbreytini,

3)   signalverkum,

4)   aðrari avmerking ella tilgerð á ella við veg til eftirlits ella leiðbeiningar fyri ferðsluna.

Ferðslureglurnar kunnu frávíkjast við avmerking.

Stk. 2. Viðkomandi vegamyndugleiki útvegar og ber útreiðslurnar av avmerkingini eftir 1. stk.

Stk. 3. Politivaldið og vegamyndugleikin avgera, hvar avmerkingar eftir 1. stk. skulu vera. Er ósemja, tekur landsstýrið avgerð.

Stk. 4. Privatpersónur ella stovnur, sum hevur rætt til sum eigari av veg ella brúgv at seta forboð fyri tilskilaðum slag av ferðslu, kann eftir loyvi frá politivaldinum seta upp talvur ella okkurt slag at siga frá viðkomandi forboð. Uppseting av øðrum talvum ella av tílíkum slag sum fyrisett í stk. 1 á privatum veg tørvar eisini loyvi frá politivaldi, eins og politivald kann krevja, um tað gerst neyðugt, tílíka avmerking setta upp fyri veg- ella brúeigarans rokning, eins og tað kann krevja avmerking niðurtikna ella broytta, sum er ikki samsvarandi reglunum í stk. 1, tá ið tað krevst fyri ferðsluna. Stongsil av veg við bummum, liðum og øðrum, sum sett eru soleiðis, at stongsilin kann verða ferðsluni til vanda, skal vera sjónligur nóg langt burturfrá og skal í lyktatendringartíðini vera avmerktur við lyktum ella vera so mikið sjónskur, sum politivaldið heldur vera ivaleyst.

Ikki-reglulig ella villandi avmerking v.m.

§ 49. Uttanfyri tey í §§ 47-48 nevndu førum er tað forboðið at seta upp ferðslutalvur, signal ella tílíkt við veg, sum tað almenna situr fyri, til eftirlits við ella til varskógvingar ella til leiðbeining fyri ferðsluna.

Stk. 2. Skelt, uppsløg, reklamur o.t. mugu ikki setast upp á ella í samanhang við avmerking eftir § 48. Skelt, reklamur, ljósvæl o.t. sum sæst frá gøtu, veg ella plássi kann politivaldið krevja burtur um so er, at tey eru átøk avmerking, sum fyrisett í § 48 ella um so er, at tey eru villandi ella til stórvegis bága fyri ferðsluna. Refleksgløs ella annað evni, sum kastar aftur, má ikki setast upp sum reklama soleiðis, at tað kastar aftur ljós frá akførum, sum fara eftir vegnum.

Væl til eftirlits og rastir

§ 50. Áðrenn væl verður gjørt á veg, sum hevur serstakt eftirlit við ferðsluni í hyggju, skal tingast við politivaldið um tað. Sama er galdandi, tá ið rastir skulu gerast til omnibussar og rutubilar. Í føri av ósemju millum vegastýrið og politivaldið ger landsstýrið av. Tílík avgerð krevst altíð til gerð av rundingi og tílíka gerð á høvuðsveg.

Vegarbeið

§ 51. Tá ið arbeitt verður á ella í veg, hevur hann, sum stendur fyri arbeiðinum, ábyrgdina av, at tað alsamt er avmerkt forsvarliga.

Tangar

§ 52. Áðrenn loyvi verður givið til at seta upp tanga ella økja um tanga á ella við veg, skal verða tingað við fútan.

Planting v.m. ferðsluni til bága

§ 53. Trø, planting og kjarrgirðingar á ella við veg skulu vera stívd, sneidd ella snøggað, at tey eru ikki ferðsluni til bága ella bera uppfyri hjá vegfarandi, serstakliga í bugum og kjørbreytum. Tykist tað at vera so, kann politivaldið eftir samráð við viðkomandi kommunustýri treyta viðkomandi innan fyrisetta freist at gera sum fyrisett og, um so er, at treytin verður ikki hildin, sjálvt fáa tað sum tørvar gjørt fyri hansara rokning. Um so er, at politivaldið heldur ikki, at tílík treyt eigur at vera givin, sum kommunustýrið ynskir, ger landsstýrið av í málinum.

Stk. 2. Girðingar, skúr, búðir, plakatsúlur o.t. mugu ikki setast soleiðis fyri, at tey taka sýnið hjá vegfarandi ella á annan hátt eru ferðsluni til bága.

Stk. 3. Politivaldið kann krevja sóltjøld, skelt og tílíkt tikið niður, sum samsvara ikki við reglugerð á staðnum, ella um ongin tílík er, ella tá ið politivaldið heldur, at tey eru ikki forsvarliga tilgjørd ella sett upp soleiðis, at tey eru til bága hjá akstri og ella gangandi ella hindra ella gera tað torført at síggja ferðslutalvur ella signal. Tað sama er galdandi um leidningar tvørtur um veg.

Stk. 4. Tá ið alment vald hevur lagt servitut um sýni eftir veg, kann politivaldið, hóast átalurættin eftir servitutskjalinum, treyta viðkomandi at halda servitutforskriftina. Undanburður at gera eftir treytini kann takast upp sum brot uppá hesa lóg.

VI Endurgjald og trygging 16)

Ábyrgdargrundarlagið o.a. 16)

§ 54. 16) Tann, sum hevur ábyrgd av einum motordrivnum akfari, skal endurgjalda skaðar, sum akfarið voldir við ferðsluóhappi ella spreinging ella eldi, sum stavar frá brennievnisskipanini í akfarinum.

Stk. 2. 16) Endurgjaldið fyri skaða á persón ella mistan uppihaldara kann lækka ella fella burtur, um hin skaddi ella hin deyði tilætlað hevur virkað við til skaðan. Endurgjaldið kann harafturat lækka og í serligum føri fella burtur, um hin skaddi ella hin deyði av grovum ósketni hevur virkað við til skaðan.

Stk. 3. 16) Endurgjaldið fyri skaða á lutir kann lækka ella fella burtur, um hin skaddi tilætlað ella av ósketni hevur virkað við til skaðan.

§ 54 a. 16) Um so er, at motordrivið akfar voldir skaða á annan hátt, enn nevnt í § 54, stk. 1, skal tann, ið hevur ábyrgd fyri akfarinum, rinda endurgjald eftir vanligu reglunum í lóggávuni.

§ 54 b. 16) Skaði á persón ella missur av uppihaldara, sum er orsakað av samanbresti millum motordrivin akfør, verður endurgoldin eftir reglunum í § 54, stk. 1 og 2.

Stk. 2. 16) Um skaði hendir á lutir, orsakað av samanbresti millum motordrivin akfør, verður tað, grundað á veruligu umstøðurnar í málinum, avgjørt, um endurgjald eigur at verða givið, og við hvussu stórari upphædd.

§ 54 c. 16) Endurgjaldsábyrgdin eftir §§ 54-54 b, áliggur eigaranum ella brúkaranum, sum nýtir akfarið ella letur tað nýta.

Stk. 2. 16) Førarin kemur undir endurgjaldskyldu eftir vanligu reglunum í lóggávuni.

Tryggingarskylda 16)

§ 55. 16) Endurgjaldskrøv fyri skaðar, ið motordrivin akfør hava verið orsøk til, skulu vera fevnd av eini trygging í einum ábyrgdartryggingarfelag, ið hevur loyvi frá Tryggingareftirlitinum at reka tryggingarvirksemi. Eitt útlendskt tryggingarfelag, sum hevur loyvi í einum ES-landi ella í einum landi, sum samveldið hevur gjørt sáttmála við á fíggjarøkinum, og sum í Føroyum er fráboðað at tekna ábyrgdartrygging fyri motorrikin akfør, kann somuleiðis tekna ábyrgdartrygging fyri motorrikin akfør í Føroyum.

Stk. 2. 16) Øll tryggingarfeløg, ið tekna ábyrgdartryggingar fyri motordrivin akfør her á landi, skulu vera atknýttir limir í felagsskapi, sum er limur í felagsskapi fyri altjóða akfarstrygging í sambandi við altjóða tryggingarskipanina við tilhoyrandi altjóða avtalum – kallað grønt kort-skipanin.”

Stk. 3. 16) Øll tryggingarfeløg, ið ynskja at tekna ábyrgdartryggingar fyri skrásetingarskyldug motordrivin akfør her á landi, skulu harumframt boða Akstovuni frá hesum.

Stk. 4. 16) Tryggingin skal endurgjalda fyri persónskaða ella miss av uppihaldara upp til 114 mió. kr. og skaða á lutir upp til 23 mió. kr. fyri skaða av hvørjum einstøkum skaðatilburði.

Stk. 5. 16) Tær í stk. 4 nevndu upphæddir verða javnaðar hvønn 1. januar við 2%. Tær upphæddir, sum árliga koma fram, verða órundaðar nýttar sum grundarlag fyri javning av upphæddini næsta ár. Árligu upphæddirnar verða rundaðar við eini krónuupphædd, sum kann býtast næst við 1 mió. kr. Landsstýrismaðurin kunnger árliga, hvørjar javningar skulu verða framdar.

Stk. 6. 16) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, í hvønn mun tryggingin skal bøta skaðar, ið framdir eru uttanlands.

§ 55 a. 16) Fyri motordrivin akfør, ið skulu skrásetast ella góðkennast, áliggur tryggingarskyldan eigaranum ella tí persóni, brúkaranum, sum hevur varandi ræði á akfarinum.

Stk. 2. 16) Fyri onnur motordrivin akfør áliggur tryggingarskyldan tí, ið nýtir akfarið ella letur tað nýta á vegi.

§ 55 b. 16) Landsstýrismaðurin ásetir treytir um hvussu tryggingarskyldan skal fremjast. Landsstýrismaðurin ásetir samstundis reglur um skyldur hjá tryggingarfeløgum at luttaka í sínámillum skipan um ábyrging í førum, har ábyrgdartryggingarfelag ikki lýkur sína falnu endurgjaldskyldu í samsvari við tær lógaráløgdu ábyrgdartryggingar, sum felagið hevur sett seg fyri. Eisini ásetir hann reglur um skylduna hjá tryggingarfeløgum at veita váttanir fyri endurgjaldskrøvum, ið viðvíkja einum tryggjaðum akfari, ella váttan um, at slík krøv ikki eru sett fram.

Stk. 2. 16) Tryggingargjøld fyri tryggingina kunnu heintast inn við panting. Er trygging teknað fyri eina størri upphædd, enn eftir § 55, stk. 4, er reglan um innheinting við panti galdandi fyri alt tryggingargjaldið.

Ábyrging og aftursókn hjá tryggingarfelagi 16)

§ 55 c. 16) Tryggingarfelagið ábyrgist beinleiðis tí skadda fyri endurgjald eftir § 55, stk. 1.

Stk. 2. 16) Ein semja millum tryggingarfelagið og tryggingartakara um, at felagið skal hava aftursókn móti tí, ið eftir § 54 c hevur ábyrgdina av skaðanum, tá tryggingartilburðurin er elvdur av ósketni av tí, sum hevur ábyrgdina, hevur bert rættarvirknað, um tryggingartilburðurin er elvdur við ósketni, ið kann eyðmerkjast sum stórt fyrilitsloysi.

Sjálvtryggjað akfør 16)

§ 55 d. 16) Motordrivin akfør, ið eru ogn hjá ríkismyndugleikum, eru undantikin tryggingarskyldu sbrt. § 55.

Stk. 2. 16) Landsstýrismaðurin kann áseta samsvarandi reglur viðvíkjandi motordrivnum akførum, ið hoyra til fremmand lond ella altjóða felagsskapir.

Stk. 3. 16) Er eitt akfar ikki tryggja eftir stk. 1 og 2, ábyrgist tann, ið eigur akfarið, fyri endurgjald í sama mun sum eitt tryggingarfelag, ið hevur sett seg fyri ábyrgdartrygging eftir § 55.

Málsviðgerð 16)

§ 56. 16) Verður sakarmál lagt móti tryggingarfelag av einum, sum komin er fyri skaða, skal felagið geva øllum, sum ábyrgd hava eftir § 54 c, boð um hvønn rættarfund við freist eftir § 175 í rættargangslógini, sum galdandi er fyri vitnir í borgarligum málum. Komuboðini skulu siga frá reglunum í stk. 2.

Stk. 2. 16) Tann, sum fær komuboð eftir stk. 1, kann gerast partur í málinum við at siga frá til rættarbókina. Ger hann ikki tað, er avgerðin í endurgjaldspurninginum við dómi ella semju bindandi fyri hann.

§ 56 a. 16) Um so er, at ákærumál verður tikið upp fyri skaðavoldandi lógarbrot, sum eftir ásetingunum í hesum kapitli kann hava við sær endurgjaldsábyrgd, skal tað gevast tí ella teimum, sum vóru fyri skaða, høvi at krevja endurgjald. Um so er, at semja ikki fæst í lag um endurgjald, skal úrskurður gerast um endurgjaldskravið undir sakini, hóast ákærdi ikki kemur undir revsing.

Stk. 2. 16) Í serstøkum førum, tá ið endurgjaldskravið viðvíkur skaða á lutir, og endurgjaldskravið er torgreitt, kann rætturin sýta at taka upp kravið undir revismálinum, eftir at semingsroynd er dottin niðurfyri.

§ 56 b. 16) Dómur um endurgjaldspurningin kann gerast undan ella eftir avgerð í spurninginum um revsing.

Stk. 2. 16) Tryggingarfelagið, sum tikið hevur við ábyrgdartrygging fyri motorakfarið, ið ákærdi nýtti, ella tann, ið eftir § 55 d, stk. 3, ábyrgist fyri skaðan, ið hendur er, verður, hvat endurgjaldspurninginum viðvíkur, roknaður sum partur í málinum og skal hava komuboð til hvønn rættarfund við freist eftir § 175 í rættargangslógini, sum er galdandi fyri vitnir í revsimálum.

Stk. 3. 16) Koma eftir § 54 c onnur enn ákærdi undir endurgjaldsábyrgd, skulu eisini hesi hava tilsøgn um hvønn rættarfund við tí í stk. 2 nevndu freist. Reglurnar í § 56, stk. 1, 2. pkt. og stk. 2 verða nýttar samsvarandi.

Stk. 4. 16) Tá ið endurgjaldspurningurin kemur til avgerðar í málinum, kann rætturin eftir reglunum í kapitli 30 í rættargangslógini, áleggja sakarkostnað.

§ 56 c. 16) Hevur endurgjaldspurningurin fingið avgerð í revsimáli, sum verður skotið inn fyri hægri rætt, skal ein og hvør, ið hevur verið partur í endurgjaldspurninginum í málinum, eisini roknast sum partur í málinum, um so er, at endurgjaldspurningurin verður skotin inn fyri hægri rætt.

Stk. 2. 16) Ein og hvør, sum partur hevur verið í endurgjaldspurninginum, eigur høvi eftir regluni í § 996 í rættargangslógini at skjóta inn mál eftir mannagongdini í borgarligum rættargangi.

Stk. 3. 16) Í spurningi at skjóta inn mál er dómur, sum sagdur er í revsi- ella endurgjaldspurninginum at skilja sum sjálvstøðugur dómur.

Stk. 4. 16) Rættargangslógin § 995, stk. 4 kemur ikki í nýtslu í málum, ið nevnd eru í § 56 a.

§ 56 d. 16) Er spurningurin um revsing fyri eitt skaðavoldandi lógarbrot, ið kann føra við sær endurgjaldsábyrgd samsvarandi ásetingunum í hesum kapitli, avgjørt við fráboðan uttan rættarsókn, skal løgreglan eftir umbøn frá tí, sum fyri skaða hevur verið, leggja málið fyri rættin, har ákæra annars hevði verið sett fram. Endurgjaldspurningurin verður eftir hetta viðgjørdur sum um, at ákæra í málinum varð sett fram. § 56 a, stk. 2, § 56 b, stk. 2-4 og § 56 c, stk. 2 og 4 verða nýttar samsvarandi. Løgreglan skal upplýsa tey, sum fyri skaða hava verið, um teirra rætt at krevja endurgjaldspurningin lagdan fyri rættin.

Ábyrgd eftir lóg um flutningssáttmálar í sambandi við altjóða flutning eftir vegi16)

§ 57. 16) 3) Ásetingarnar í hesum kapitli verða ikki nýttar í sambandi við ábyrgdina hjá flutningsførara, um henda er fevnd av lóg um flutningssáttmálar í sambandi við altjóða flutning eftir vegi.

VII Revsing v.m. 7)

§ 58. 4) 5) 3) Rúsdrekkakoyring við motorakfari, stórum prutli, traktori, motoramboði ella lendisakfari og brot á § 15, stk. 1 ella 2 verður revsað við sekt, sbr. tó stk. 2.

Stk. 2. Revsingin eftir stk. 1 kann hækka til hefti ella fongsul í 1 ár og 6 mánaðir, um

1)   alkoholstyrkin, meðan koyrt verður ella aftaná, hevur verið oman fyri 2,00 promillu í blóðinum ella oman fyri 1,00 mg pr. litur luft í útandingarluftini. Sama er galdandi í ella aftaná tíðarbilið, sum nevnt er í § 16, stk. 1, 2. pkt., um alkoholstyrkin í blóðinum er farin upp um 2,00 promillu ella er farin upp um 1,00 mg pr. litur luft í útandingarluftini,

2)   førarin undir serliga herðandi umstøðum hevur brotið § 15, stk. 2,

3)   førarin verður funnin sekur í fleiri tilburðum av rúsdrekkakoyring ella broti á § 15, stk. 1 ella 2,

4)   førarin áður er dømdur at missa koyrirættin treytað vegna rúsdrekkakoyring ella brot á § 15, stk. 1 ella 2, og nýggi tilburðurin er framdur innan 3 ár eftir, at fyrra avgerðin varð endalig,

5)   førarin áður hevur fingið koyriforboð sambært § 59 h vegna rúsdrekkakoyring ella brot á § 15, stk. 1 ella 2, og nýggja brotið er framt innan 3 ár eftir, at avgerðin um koyriforboðið varð endalig,

6)   førarin áður er dømdur at missa koyrirættin treytaleyst vegna rúsdrekkakoyring ella brot á § 15, stk. 1 ella 2, og nýggja brotið er framt innan 5 ár eftir, at frátøkutíðin er úti,

7)   rúsdrekkakoyring ella brot á § 15, stk.1 ella 2 er farið fram við óheimilaðari nýtslu av einum motorakfari, einum traktori ella einum motoramboði, sbr. § 293, stk. 1 í revsilógini, ella

8)   førarin verður funnin sekur í tilburði, ið er fevndur av § 59 a, stk. 1, nr. 1, 3, 4 ella nr. 5.

Stk. 3. 3) Rúsdrekkakoyring og brot á § 15, stk. 1 ella 2 við lítlum prutli verður revsað við sekt. Er hin seki áður dømdur fyri rúsdrekkakoyring, kann revsingin hækka til hefti ella fongsul í upp til 1 ár.

Stk. 4. Brot á § 18, stk. 1, § 18 a, stk. 1 og stk. 4 og § 26, stk. 1 verður revsað við sekt, ella, um umstøðurnar eru herðandi, við hefti ella fongsli í upp til 1 ár.

Stk. 5. Tann, sum koyrir motordrivið akfar, sum koyrikort krevst til, hóast viðkomandi treytaleyst er frádømdur rættin til at vera ella gerast førari á tílíkum akfari, verður revsaður við sekt. Revsingin kann hækka til hefti ella fongsul í 1 ár og 6 mánaðir, um førarin

1)   verður funnin sekur í koyring í fleiri førum í frádømingartíðini, ella

2)   áður er revsaður fyri koyring í frádømingartíðini.

Stk. 6. Sektir sambært stk. 1, verða ásettar við atliti at inntøkuviðurskiftunum hjá viðkomandi, tá brotið varð framt. Tá støddin á sektini fyri rúsdrekkakoyring verður ásett, skal fyrilit eisini verða tikið fyri alkoholstyrkini í blóðinum ella í útandingarluftini, meðan koyrt verður ella aftaná.

Stk. 7. Sektir sambært stk. 5 verða ásettar við atliti at inntøkuviðurskiftunum hjá viðkomandi, tá brotið varð framt. Sama er galdandi fyri sektir, ið sambært § 58 í revsilógini verða givnar í sambandi við treytaða fongsulsrevsing, ásett sambært stk. 2 ella stk. 5.

Stk. 8. Frávik kann verða gjørt frá ásetingunum í stk. 6 og 7, um serligar grundir tala fyri tí.

§ 58 a. 7) 6) Við sekt verður tann revsaður, sum

1)   4) 5) 3) 11) brýtur § 4, § 11, stk. 1, § 11a, § 12, § 14, § 16, stk. 4-5, § 16b, stk. 1, § 17, § 18c, stk. 2 og stk. 6, § 19, stk. 1-3, § 19 b, stk. 4, § 20, §§ 23-24, § 25, stk. 2, stk. 4, pkt. 2-3, stk. 5 og stk. 6, § 26, stk. 2-3, §§ 27-28, § 29, stk. 1-3 og stk. 5, §§ 29a-e, § 30, §§ 30a-c, § 31, §§ 31a-e, § 32, stk. 1-7, § 32a, § 33, § 33a, §§ 34-35, § 35a, stk. 1, § 35b, stk. 1, § 35c, § 36, stk. 1-4, § 36b, § 37, stk. 2, § 39, stk. 1-2, § 40, stk. 1, § 41, § 42, stk. 1 og 4, § 42 a, stk. 6, § 42 b, stk. 4, § 42 c, stk. 1-2, §§ 43-46, § 46b, § 48, stk. 4, § 49, § 51, § 53, § 55, § 60a og § 62, stk. 4.

2)   brýtur tær við heimild í lógini givnu fyriskipanir,

3)   fjónar treytir fyri einum loyvi sambært lógini ella sambært fyriskipanum, útgivnum sambært lógini, ella

4)   ikki ger eftir banni ella boðum, ið givin eru sambært lógini ella sambært fyriskipanum, útgivnum sambært lógini.

Stk. 2. Við áseting av sekt fyri brot á § 4, § 16, stk. 5-6, § 17, § 19, stk. 1-3, § 24, stk. 1, § 28, § 29, stk. 1-2, § 29a, stk. 1-4, § 29b, § 29c, stk. 1, §§ 29d-e, § 30, § 31, §§ 31a-e, § § 32, § 32a, § 33, § 33a, §§ 34-35, §§ 35a-c og  §§ 36, stk. 1-3, § 36b, § 37, stk. 2, § 39, stk. 1-2, § 42, stk. 1 og stk. 6, § 42a, stk. 1-2, §§ 43-45 og § 45a, stk. 2-3, verður ásett ein herd sekt.

Stk. 3. 6) 3) Sekt fyri brot á §§ 30 a, 30 b og 30 c skal ásetast við atliti at almennu økingini av váða, sum brotið á hægstamarkið fyri ferð ber við sær. Fyri brot á hægstamarkið fyri ferð, framd við koyring av bussi og lastbili, hvørs loyvda heildarvekt er yvir 3.500 kg, ella vognrøð, samansett av tílíkum akførum og skrásetingarskyldugum, viðfestum vognum, verður somuleiðis ásett ein herd sekt.

Stk. 4. Brot á tær í § 58e, stk. 1, nr. 1-7 nevndu ásetingar og forboð verða tó bert revsað, um steðgurin ella parkeringin hevur verið øðrum at váða ella til óneyðugan ampa fyri ferðsluna.

Stk. 5. Í fyriskipanum, sum verða útgivnar sambært lógini, kann ásetast sektarrevsing fyri brot á ásetingarnar í fyriskipanunum.

Stk. 6. Fyri brot á fyriskipanir, ið eru givnar sambært § 38, stk. 1, kann áleggjast eigaranum ella brúkaranum av akfarinum sektarábyrgd, sjálvt um brotið ikki kann tilroknast honum sum gjørt við vilja ella av ósketni. Fyri sektarábyrgd verður ikki ásett umskiftisrevsing.

Stk. 7. 6) Fyri brot á reglur, ið givnar eru við heimild í § 38, kann verða ásett ein herd bót fyri brot á reglur um mest loyvdu heildarvekt, tá koyrt hevur verið við akfari við einari loyvdari heildarvekt upp á yvir 3.500 kg

Stk. 8. 6) Er brotið framt av partafelag, lutafelag ella líknandi, landinum, kommunu ella kommunalum felagsskapi, kann sektarábyrgdin áleggjast felagnum, landinum, kommununi ella kommunala felagsskapinum sum slíkt.

Stk. 9. 4) 11) Sektir fyri brot á hesa lóg og fyri brot á reglur, givnar sambært lógini, verða ásettar til 700 kr. ella hægri. Sektir til persónar, sum eru til gongu og førarar av súkklu, hestaakfari ella á hestbaki, verða ásettar til 500 kr. ella hægri. Sektir fyri  persónar við serliga lágari inntøku, verða ásettar til 300 kr. ella hægri.

Stk. 10. 11) Hevur nakar við einari ella fleiri gerðum brotið hesa lóg ella reglur, givnar við heimild í hesi lóg, og brotini verða revsað við sekt, verða sektirnar fyri hvørt brotið lagdar saman. Hevur nakar við einari ella fleiri gerðum brotið hesa lóg ella reglur, givnar við heimild í hesi lóg, og eina ella fleiri aðrar lógir, og brotini verða revsað við sekt, verða sektirnar fyri hvørt brotið á hesa lóg ella reglur, givnar við heimild í hesi lóg, lagdar saman við sektunum fyri brot á hina ella hinar lógirnar.

Stk. 11. 11) Hevur nakar við einari ella fleiri gerðum brotið hesa lóg ella reglur, givnar sambært lógini, og eitt av brotunum verður revsað við hefti ella fongsli, meðan eitt annað brot verður revsað við sekt, dømir rætturin eina sekt umframt hefti ella fongsulsrevsing. Sama er galdandi, um nakar við einari ella fleiri gerðum hevur brotið hesa lóg ella reglur, givnar við heimild í hesi lóg, og eina ella fleiri aðrar lógir, og brotið á hesa lóg ella reglur, givnar sambært hesi lóg, verður revsað við sekt, og brotið á hina ella hinar lógirnar verður revsað við hefti ella fongsulsrevsing.

Stk. 12. 11) Vikið kann verða frá reglunum í stk. 10 og 11, tá serligar grundir tala fyri tí.

Inndráttur 7)

§ 58 b. 7) 6) Tá serliga grov ella endurtakandi brot verða framd á ferðslulógina, kann tað við brotinum nýtta akfarið verða inndrigið, um so er, at tað verður mett at vera neyðugt fyri at forða fyri fleiri brotum á ferðslulógina, og um inndrátturin ikki er órímiligur.

Stk. 2. 3) Eitt prutl, sum er konstruktivt broytt við tí fyri eyga at økja um ferðina, ella sum er í slíkum ólógligum standi, at tað, tá tað snýr seg um lítið prutl, kann koyra við 43 km/t ella meira, og tað, tá tað snýr seg um stórt prutl, kann koyra við 64 km/t ella meira, skal dragast inn, um eigarin (nýtarin) av prutlinum tvær ferðir áður innan fyri tey seinastu 3 árini, áðrenn nýggja brotið er framt, hevur gjørt seg sekan í líknandi broti á § 4, stk. 2. Sloppið kann vera undan inndrátti, um serligar orsøkir tala fyri hesum.

Stk. 3. 5) 3) Ikki-skrásetingarskyldugt lendisakfar skal dragast inn, um eigarin tvær ferðir áður innan fyri tey seinastu 3 árini hevur gjørt seg sekan í broti á ferðslulógina við at koyra á ferðslulógarinnar øki við ikki-skrásetingarskylduga lendisakfarinum.

Stk. 4. 5) 3) Annars eru reglurnar í borgarligu revsilógini um inndrátt galdandi.

Afturhalding av akførum 7)

§ 58 c. 7) Um bæði førarin og tað motordrivna akfarið, sum brotið er framt við, eru heimahoyrandi uttanlands, kann løgreglan afturhalda akfarið, til skyldugar sektir, steðgi- og parkeringsgjøld, sakarmálskostnaður, endurgjøld ella gjøld fyri lógarbodna ábyrgdartrygging eru goldin, ella trygd er veitt fyri gjaldingini. Um upphæddin ikki er goldin innan 2 mánaðir eftir, at avgerð er fallin í málinum, kann fulnaður gerast í akfarinum.

Stk. 2. Við atliti til at seta í verk hald eftir stk. 1 kunnu nýtast reglurnar í rættargangslógini §§ 782 og 783 um at leggja hald á lutir, ið hildið verður skulu inndragast. Akfør kunnu bert haldast aftur, um tað verður mett neyðugt fyri at tryggja gjalding av teim nevndu upphæddum. Um førarin av órøttum hevði akfarið í varðveitslu, kann hald ikki fremjast.

Stk. 3. Burtursæð frá skyldugum steðgingar- og parkeringsgjøldum kann reglan í stk. 1 ikki nýtast við atliti til førarar, ið eru heimahoyrandi í Finnlandi, Íslandi, Norra ella Svøríki.

Gerðir framdar uttanlands 7)

§ 58 d. 7) 6) Reglurnar í lógini um revsing og frádøming av koyrirættindum verða, við avmarkingum sambært §§ 7, 10, 10a og 10b í revsilógini, at nýta fyri gerðir, ið framdar eru uttanlands.

Stk. 2. Reglan í stk. 1 verður samsvarandi nýtt fyri tann, sum uttan at bróta nakra føroyska fyriskipan, ger ímóti reglum, ið galda í Finnlandi, Íslandi, Noregi ella Svøríki viðvíkjandi:

1)   koyring við motorakfari uttan at fyriskipað ábyrgdartrygging er teknað fyri endurgjaldskrøv fyri skaða, ið gjørdur er við akfarinum,

2)   skyldu hjá vegfarandi at gera eftir ferðsluávísingum frá løgregluni,

3)   ferð á akførum,

4)   plássi hjá akførum á vegum, ferðsluleið, møti við ella koyring fram um onnur akfør, sneiðing, vending og koyring tvørtur um jarnbreyt,

5)   víkiskyldu,

6)   skyldu at geva neyðsendarakførum frítt at fara,

7)   skyldu at gera eftir ávísingum, sum givnar eru við ferðslutalvum, signalum ella avmerkingum á akbreyt ella súkklubreyt,

8)   steðging og parkering av akførum,

9)   banni fyri at nýta akfør ella sløg av akførum á ávísum vegum, t.d. vegna vekt og stødd á akførum,

10) trygdarfyriskipanum fyri akfør og farm,

11) avmerking av akførum og farmi,

12) ljósbúnaði á akførum og nýtslu av ljósi,

13) farmi og lastevnum hjá akførum,

14) skráseting, nummarspjøldrum og tjóðarmerki,

15) koyring við ongum koyrikorti.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann skipa fyri, at stk. 2 kann verða nýtt viðvíkjandi brotum, framdum í øðrum londum enn teimum, ið omanfyri eru nevnd.

Stk. 4. § 58a, stk. 4, er ikki galdandi fyri tey mál, ið nevnd eru í stk. 1-3.

Steðgi- og parkeringsgjøld 7)

§ 58 e. 7) 8) 10) Løgreglan kann áleggja eitt gjald fyri brot á

1)   § 33, stk. 2, pkt. 1,

2)   § 33, stk. 4,

3)   § 33a, stk. 1, nr. 1, 2, 4, 6, 7, 8, 9 og stk. 2, nr. 1, tó bert viðvíkjandi  parkering framman fyri inn- og úkoyring til og frá húsum, og nr. 4 og 5,

4)   § 47a,

5)   forboð móti steðgi og parkering, sum er ávíst við merking,

6)   forboð móti steðgi og parkering, sum er ásett sambært § 47, hóast forboðið ikki er ásett við merking,

7)   aðrar ásetingar um steðg og parkering, sum verða ásettar sambært §§ 47 og 47a.

Stk. 2. 10) Avgerð at áleggja gjald ber ikki til at kæra til hægri fyrisitingarligan myndugleika og kemur ikki undir § 18 í fyrisitingarlógini. Gjaldið fer í landskassan ella, eftir samráðing við viðkomandi bý- ella bygdarráð, í kommunukassan.

Stk. 3. Gjaldið verður álagt við skrivligari fráboðan, sum verður fest á akfarið, ella handað føraranum, um hesin er hjástaddur.

Stk. 4. Gjaldsskylduna hevur hann, sum hevur steðgað ella parkerað óregluliga. Verður gjaldið ikki goldið til ásetta tíð, ábyrgdast eisini eigarin (brúkarin) fyri gjaldinum, uttan so tað kann prógvast, at førarin uttan rætt hevði akfarið í varðveitslu. Gjaldið kann krevjast inn við panting.

Stk. 5. Landsstýrismaðurin fyrisetir reglur um mannagongdina við álegging og innkrevjing av gjaldinum.

Stk. 6. Gjaldið er kr. 200.

Stk. 7. Landfútin kann lata serligum parkeringsvørðum heilt ella fyri ein part at hava eftirlit við, at reglurnar, ið nevndar eru í stk. 1, verða hildnar. Landsstýrismaðurin setir greiniligari reglur um starvið hjá parkeringsvørðum.

Stk. 8. Útreiðslurnar av parkeringsvørðum verða goldnar úr landskassanum ella eftir samráðing við viðkomandi bý- ella bygdarráð av viðkomandi kommunu.

Stk. 9. 3) Landsstýrismaðurin kann áseta, at eftirlitið við, at reglurnar, ið nevndar eru í stk. 1, verða hildnar, heilt ella partvíst verður latið viðkomandi bý- ella bygdaráði eftir samráðing at umsita. Landsstýrismaðurin setur greiniligari reglur um starvið hjá kommunalum parkeringsvørðum.

Málsviðgerð 7)

§ 58 f. 7) Málini verða viðgjørd sum løgreglumál, smbr. tó stk. 2.

Stk. 2. Er málið um eitt brot, ið kann hava við sær, at frádøming av koyrirættinum kemur upp á tal, verður málið, um tað ikki kann verða avgreitt við samtykki eftir § 58g, viðgjørt eftir somu reglum sum mál, ið verða ákærd av statsákæra.

§ 58 g. 7) 6) 4) 3) 11) Um mál um rúsdrekkakoyring ikki verður mett at bera við sær hægri revsing enn sekt, ella tað fyriliggur eitt mál við spurningi um frádøming av koyrirættinum sambært § 59 a, stk. 1, nr. 3, 4, 5, 6 ella 8, stk. 2, nr. 2, 3, 4, 5, 1. pkt. og 8, stk. 4, stk. 5 ella § 59 i, stk. 1, nr. 2, 3, 4 ella 5 ella stk. 3, nr. 1, 2 ella 4, kann ákæruvaldið, í staðin fyri at lata inn ákærurit til rættin, gera hin skuldsetta kunnigan við, at málið kann verða avgreitt uttan rættarsókn, um skuldsetti viðgongur seg sekan í brotinum og váttar seg fúsan til innan eina ásetta freist, ið eftir áheitan kann verða longd, at gjalda eina í fráboðanini ásetta sekt, og harumframt tekur við koyriforboði ella við treytaðari ella treytaleysari frádøming av koyrirættinum í eitt tíðarskeið, sum er ásett í fráboðanini.

Stk. 2. Viðvíkjandi teirri fráboðan, ið nevnd er í stk. 1, verður reglan í § 930, stk. 1, í rættargangslógini um innihaldið í ákæruriti nýtt samsvarandi .

Stk. 3. Mál um rúsdrekka- og promillukoyring, har spurningurin ikki er um hægri revsing enn sekt, og mál, har spurningurin um frádøming av koyrirættinum verður reistur sambært § 59a, stk. 1, nr. 3 ella 4, kunnu,  tá rætturin ikki hevur orsøk til at ivast í, at hin ákærdi er sekur, verða avgreidd við at hin ákærdi í rættinum samtykkir at gjalda eina nærri ásetta sekt og samtykkir treytaða ella treytaleysa frádøming av koyrirættinum í eitt nærri ásett tíðarskeið.

Stk. 4. Samtykki eftir stk. 1 og 3 hava til fremjan og endurtøkuvirkan sama gildi sum dómur.

§ 58 h. 7) Í sambandi við fráboðan eftir § 58g, stk. 1, skal løgreglan kunna hin skuldsetta um, at hann, áðrenn hann tekur støðu til spurningin um samtykki, kann fáa løgfrøðiliga hjálp frá einum almennum verja, smbr. § 733, stk. 1, í rættargangslógini. Verjanum verður latin samsýning eftir teim av løgmálaráðnum í Danmark ásettu takstum fyri samsýning í samsvarandi málum.

Frákenning av førararætti 7)

Rúsdrekkakoyring4)

§ 59. 7) 4) 3) Rætturin til at koyra motordrivið akfar, sum koyrikort krevst til, tó ikki lítið prutl, skal frádømast førara av slíkum akfari treytaleyst, um hann hevur gjørt seg sekan í rúsdrekkakoyring, og alkoholstyrkin í blóðinum er hægri enn 0,50 promillu, ella alkoholstyrkin í útandingarluftini er hægri enn 0,25 mg pr. litur luft.

Onnur brot 7)

§ 59 a. 7) 10) Rætturin til at koyra tey í § 59 nevndu akfør skal harafturat frádømast førara av slíkum akfari, um so er, at

1)   hann við stórum fyrilitaloysi fyri ferðslutrygdini hevur volt fólki ella luti skaða ella elvt til vanda fyri tí,

2)   4) hann hevur gjørt seg sekan í rúsdrekkakoyring, og alkoholstyrkin í blóðinum er 0,50 promillu ella lægri, ella alkoholstyrkin í útandingarluftini ikki er hægri enn 0,25 mg pr. litur luft.

3)   hann hevur koyrt við ferð, ið fer upp um loyvdu hámarksferðirnar sambært § 30a, stk. 1 og stk. 3, við meira enn 30 km/t ella eina lægri ferðavmarking, ásett sambært  § 30a, stk. 2, ella § 47 við meiri enn 20 km/t.

4)   3) hann við einum av teimum í § 30 b ella § 30 c, stk. 1 nevndu akførum hevur koyrt við ferð, ið fer meira enn 20 km/t upp um ta loyvdu ferðina fyri tílík akfør sbrt. §§ 30 a, 30 b, 30 c, stk. 1 ella 47.

5)   6) hann hevur koyrt við akfari við einari loyvdari heildarvekt uppá meira enn 3.500 kg og brotið tær reglur, ið givnar eru sambært § 38 um mest loyvdu heildarvekt, við at koyra við eini heildarvekt, ið er meira enn 30 % størri enn loyvt.

6)   4) 3) 11) hann hevur framt brot á § 15, stk. 1 ella framt brot á § 15, stk. 2, sum ikki er fevnt av § 59 a, stk. 2, nr. 5.

7)   6) 4) frádømingin er grundað á, hvussu brotið er háttað, og á tað, sum annars er upplýst um viðurskifti hins ákærda sum førara av motordrivnum akfari.

8)   3) hann hevur nýtt eitt stórt prutl, sum er konstruktivt broytt við tí fyri eyga at økja um ferðina, ella sum er í slíkum ólógligum standi, at tað kann koyra við 64 km/t ella meira, og sum førarin er eigari (nýtari) av, og førarin eina ferð áður innan tey seinastu 3 árini, áðrenn tann nýggi tilburðurin varð framdur, hevur gjørt seg sekan í broti á § 4, stk. 2 við at vera eigari (nýtari) av einum stórum prutli í slíkum ólógligum standi.

Stk. 2. Frádøming verður treytað, um ikki førarin

1)   við vilja hevur volt skaða á annan persón  ella lut, við vilja hevur elvt til nærliggjandi vanda fyri hesum ella annars hevur koyrt motordrivið akfar á serliga fyrilitaleysan hátt,

2)   6) 3) hevur gjørt seg sekan í tveimum ella fleiri tilburðum, ið hvør sær eru fevndir av stk. 1, nr. 1-6, stk. 4 ella stk. 5,

3)   15) hevur koyrt við ferð, ið fer upp um loyvdu hámarksferðirnar sbrt. § 30a, stk. 1 og stk. 3 við meira enn 50 km/t, ella eina lægri ferðavmarking ásett sbrt. § 30a, stk. 2 ella § 47 við meira enn 40 km/t,

4)   15) 3) við einum av teimum í § 30 b ella § 30 c, stk. 1 nevndu akførum hevur koyrt við ferð, ið fer meira enn 40 km/t upp um ta loyvdu ferðina fyri tílík akfør sbrt. §§ 30 a, 30 b, 30 c, stk. 1 ella 47,

5)   4) 3) hevur framt brot á § 15, stk. 1, 1. pkt., ella undir herðandi umstøðum hevur framt brot á § 15, stk. 2,

6)   15) 6) 4) áður er frádømdur koyrirættin treytað, og tann nýggi tilburðurin er gjørdur í royndartíðini,

7)   6) 4) áður er álagdur koyriforboð, og tann nýggi tilburðurin er gjørdur innan 3 ár eftir, at koyriforboðið varð álagt, ella

8)   15) 6) 4) áð r er frádømdur koyrirættin treytaleyst, og tann nýggi tilburðurin er gjørdur innan 5 ár eftir, at frádømingartíðin er runnin.

Stk. 3. Undir serliga linnandi umstøðum kann frádøming verða treytað í førum,  har frádøming eftir stk. 2 annars skuldi verið treytaleys.

Stk. 4. 6) Rætturin til at koyra tey í § 59 nevndu akfør skal eisini frádømast førara av slíkum akfari treytað, um so er, at førarin innan trý ár hevur gjørt seg sekan í trimum tilburðum, sum ikki í sær sjálvum føra til frádøming av koyrirættindum eftir stk. 1, men sum eru umfataðir av:

1)   4) § 29a, stk. 3, 1. pkt., § 29a, stk. 4, § 29b, stk. 2, § 29d, stk. 1 og 2, § 31a, stk. 1-3, § 31b, stk. 1, § 31d, stk. 1, § 31e, § 42, stk. 4, § 42 a, stk. 6, § 42 b, stk. 4, 2. pkt., § 42 c, stk. 2 og § 43, stk. 4, seinasta pkt.,

2)   4) § 24, stk. 1 og 2, um brotið umfatar, at koyrt er fram, hóast ljóssignalið er reytt, at koyrt er móti ferðsluleiðini, ella at farið er yvir um hindrunarstrikur,

3)   § 31c ella forboð ímóti at koyra framum, har ásett er við ferðsluskeltum ella aðrari merking,

4)   § 32, stk. 2-4 ella 6, ella víkiskyldu ásett við ferðsluskeltum ella aðrari merking, ella

5)   § 30a, stk. 1 og 3 og førarin hevur koyrt meira enn 20 km/t omanfyri loyvdu hámarksferðirnar, ella við meira enn 15 km/t omanfyri eina lægri ferðaavmarking, ásett sbrt. § 30a, stk. 2 ella § 47, ella

6)   3) koyring við einum av teimum í § 30 b ella § 30 c, stk. 1 nevndu akførum og førarin hevur koyrt við ferð, ið fer meira enn 15 km/t upp um ta loyvdu ferðina fyri tílík akfør sbr. § 30 a, § 30 b, § 30 c, stk. 1 ella § 47.

7)   3) § 36, stk. 3, 1. pkt., og tann ferðandi í last- ella vørurúmi í akfari ikki er fyltur 15 ár.

Stk. 5. 6) Við somu treytum sum nevndar eru í stk. 4, skulu koyrirættindini at koyra tey í § 59 nevndu akfør frádømast førara treytað, um so er, at førarin hevur gjørt seg sekan í tveimum tilburðum, sum eru umfataðir av stk. 4 og tilburðirnir eru farnir fram innan trý ár eftir, at førarin fekk koyrirættindini fyrstu ferð.

Frádømingartíðin 7)

§ 59 b. 7) 4) Treytaleys frádøming verður gjørd fyri eitt tíðarskeið upp á millum 6 mánaðir og 10 ár, sbr. tó stk. 2 og 3.

Stk. 2. Treytaleys frádøming fyri rúsdrekkakoyring við eini alkoholstyrki upp á oman fyri 1,20 promillu í blóðinum, ella 0,60 mg pr. litur luft í útandingarluft, ella fyri brot á § 15, stk. 2, ið er fevnt av § 59 a, stk. 2, nr. 5 og er dømt at geva treytaleysa frádøming, verður gjørd fyri eitt tíðarskeið, sum í minsta lagi er 3 ár.

Stk. 3. Frádømingin kann verða gjørd fyri alla tíð, um førarin undir koyringini hevur framt grovt koyrimistak, koyringin hevur elvt til álvarsaman persónsskaða, og slíkar upplýsingar eru um brot, sum førarin áður hevur framt á ferðslulógina, at ein frádøming av førararættinum fyri alla tíð, verður mett neyðug við fyriliti fyri ferðslutrygdini og rættarverjuni.

§ 59 c. 17) 7) Treytað frádøming verður gjørd við teimum treytum, at viðkomandi í eini royndartíð upp á 3 ár frá endaligum dómi ella viðtøku eftir § 58g, stk. 1 ella stk. 3, ikki koyrir motordrivið akfar undir slíkum umstøðum, at koyrirætturin skal frádømast honum. Við treytaðari frádøming verður frádømingartíðin útsett. Undir serligum umstøðum kann ásetast ein royndartíð upp til 5 ár fyri ta treytaðu frádømingina.

Stk. 2. Um tann dømdi ella tann, ið hevur tikið við frádøming eftir § 58g, stk. 1 ella stk. 3, í royndartíðini fremur ein nýggjan tilburð, ið ber við sær frádøming av koyrirættinum, ásetir rætturin eina felags frádøming fyri henda tilburð og tað áður avrádda lógarbrotið.

Afturtøka av koyrirættindum meðan mál er fyri 7)

§ 59 d. 7) Metir løgreglan, at fyritreytir eru fyri, at koyrirætturin verður frádømdur treytaleyst, kann hon fyribils taka aftur  koyrirættin. Løgreglan skal í hesum sambandi vegleiða føraran um royndarrættin, smb. stk. 2.

Stk. 2. Tann, hvørs koyrirættur fyribils er tikin aftur, kann krevja, at afturtøkan verður roynd av rættinum. Rætturin tekur við úrskurði avgerð um afturtøkuna.

Stk. 3. Tíðarbilið, har koyrirætturin hevur verið tikin aftur, verður frádrigið  frádømingartíðini.

Virkan av kæru o.ø. 7)

§ 59 e. 7) Kæra um dóm, har tað er hend frádøming, aftaná at koyrirætturin hevur verið tikin aftur sambært § 59d, virkar ikki frestandi fyri avgerðina í dóminum um frádøming, uttan so at undirrætturin ger annað av við úrskurði. Í øðrum førum kann undirrætturin eftir áheitan frá ákæruvaldinum við úrskurði gera av, at kæra skal ikki virka frestandi.

Stk. 2. Verður í máli, har koyrirætturin er tikin aftur eftir § 59d, fríkennandi dómur sagdur við atliti at spurninginum um frádøming, ella hendir frádøming treytað, skal koyrikortið útflýggjast, hóast dómurin verður kærdur.

At fáa koyrirættin aftur áðrenn frádømingartíðin er umliðin 7)

§ 59 f. 7) 18) Er rætturin til at koyra motordrivið akfar sambært hesi ella eldri lóg frádømd nøkrum í longri tíð enn 3 ár, kann spurningurin um at fáa rættin aftur, áðrenn frádømingartíðin er úti, verða lagdar fyri dómstólarnar. Fyriløgan fer fram eftir reglunum í § 78, stk. 3, í revsilógini og kann í fyrsta lagi vera, tá ið trý ár eru liðin av frádømingartíðini. Rætturin kann bert fáast aftur, tá serstakar umstøður gera seg galdandi. Hevur rætturin til at vera førari áður verið frádømdur viðkomandi treytaleyst, kann afturveitan av koyrirættinum, áðrenn frádømingartíðin er útliðin, bara henda sum undantak, og fyriløgan kann í fyrsta lagi fara fram, tá ið 6 ár eru liðin av frádømingartíðini.

Stk. 2. 18) 4) Um koyrirætturin verður frádømdur av nýggjum, áðrenn frádømingartíðin er farin, verða tær í stk. 1 nevndu frestir fyri fyriløgu fyri dómstólarnar av spurninginum um at fáa koyrirættin aftur roknaðar frá dagfestingini fyri tann seinasta dómin, ið frádømir viðkomandi koyrirættin.

Endurgjald fyri afturtøku ella frádøming av koyrirættinum 7)

§ 59 g. 7) Reglurnar í kapitli 93a í rættargangslógini verða nýttar um endurgjaldskrøv fyri frádøming ella afturtøku av koyrirættinum vegna revsisókn.

Koyriforboð6)

§ 59 h. 6) 4) Um brot, sum er umfatað av § 59a, stk. 1 ella 5 er gjørt innan fyri trý tey fyrstu árini eftir, at førarin fekk koyrirættindini fyrstu ferð, fær førarin koyriforboð í staðin fyri treytaða frádøming av koyrirættindunum. Tá koyriforboð er givið, verða koyrirættindini at koyra tey í § 59 nevndu akfør tikin aftur, til serlig koyrifrálæra er gjøgnumførd ella luttikið er í R/F-skeiði, sbr. § 18 d, stk. 1 og 2, og eftiransandi koyriroynd er staðin.

Frádøming av førararætti 3)
Lítið prutl

§ 59 i. 3) Rætturin til at koyra lítið prutl, sum koyrikort krevst til, skal treytað frádømast førara av lítlum prutli, um

1)   hann við stórum fyrilitarloysi fyri ferðslutrygdini hevur volt fólki ella luti skaða ella elvt til vanda fyri tí,

2)   hann við lítlum prutli hevur koyrt við ferð, ið fer meira enn 20 km/t upp um ta loyvdu ferðina fyri lítið prutl, sbr. § 30 a, § 30 c, stk. 2, ella § 47,

3)   hann hevur gjørt seg sekan í rúsdrekkakoyring, og alkoholstyrkin í blóðinum er 0,50 promillu ella lægri, ella alkoholstyrkin í útandingarluftini ikki er hægri enn 0,25 mg pr. litur luft,

4)   hann hevur framt brot á § 15, stk. 1, 2. pkt., ella framt brot á § 15, stk. 2, sum ikki er fevnt av stk. 3, nr. 2, ella

5)   tað við brotinum nýtta prutlið er konstruktivt broytt við tí fyri eyga at økja um ferðina, ella sum er í slíkum ólógligum standi, at tað kann koyra 43 km/t ella meira, og førarin harafturat er eigari (nýtari) av prutlinum.

Stk. 2. Treytað frádøming verður gjørd við teimum treytum, at viðkomandi í eini royndartíð upp á 3 ár frá endaligum dómi ella viðtøku eftir § 58 g, stk. 1 ella stk. 3 ikki koyrir lítið prutl undir slíkum umstøðum, at rætturin til at koyra lítið prutl skal frádømast honum. Við treytaðari frádøming verður ásetingin av frádømingartíðini útsett.

Stk. 3. Rætturin til at koyra lítið prutl, sum koyrikort krevst til, skal frádømast førara av lítlum prutli treytaleyst fyri eitt tíðarskeið upp á millum 6 mánaðir og 10 ár, um

1)   hann hevur gjørt seg sekan í rúsdrekkakoyring, og alkoholstyrkin í blóðinum er hægri enn 0,50 promillu, ella alkoholstyrkin í útandingarluftini er hægri enn 0,25 mg pr. litur luft,

2)   hann hevur framt brot á § 15, stk. 1, 1. pkt., ella undir herðandi umstøðum hevur framt brot á § 15, stk. 2,

3)   hann við vilja hevur volt skaða á annan persón ella lut, við vilja hevur elvt til nærliggjandi vanda fyri hesum ella annars hevur koyrt prutlið á serliga fyrilitaleysan hátt,

4)   hann við lítlum prutli hevur koyrt við ferð, ið fer meira enn 40 km/t upp um ta loyvdu ferðina fyri lítið prutl, sbr. § 30 a, § 30 c, stk. 2, ella § 47,

5)   hann hevur gjørt seg sekan í fleiri tilburðum, ið hvør sær eru fevndir av stk. 1, tó so at tveir tilburðir, fevndir av ávikavist stk. 1, nr. 2 og 5, sum eru framdir samstundis, verða í hesum sambandi at meta sum ein tilburður,

6)   førarin áður er frádømdur rættin at koyra lítið prutl treytað og hevur í royndartíðini framt ein nýggjan tilburð, sum er fevndur av stk. 1, ella

7)   førarin áður er frádømdur rættin at koyra lítið prutl treytaleyst og hevur framt ein nýggjan tilburð, sum er fevndur av nr. 1-4 ella stk. 1, áðrenn 2 ár eftir, at frádømingartíðin er runnin.

Stk. 4. Er førarin, sum treytaleyst er frádømdur rættin vegna rúsdrekkakoyring at koyra lítið prutl eftir stk. 3, undir 18 ár, tá gerðin varð framd, verður tíðarskeiðið, har viðkomandi í samsvari við aldurin kann ogna sær koyrirætt, harafturat útsett í 6 mánaðir, hvat viðvíkur koyrikortum við treyt um 18 ára aldur. Tó kann koyrikort til stórt prutl ikki ognast, fyrrenn frádømingartíðin til lítið prutl er lokin, roknað frá tí degi, tá koyrirætturin er inndrigin. Er førarin undir 18 ár, tá málið verður avgjørt, og hann hevur ognað sær koyrirætt til stórt prutl, verður førararætturin til stórt prutl frádømdur treytaleyst fyri sama tíðarskeið, sum frádømingartíðin fyri lítið prutl. Er førarin 18 ár og eldri og hevur ognað sær koyrirætt til onnur motordrivin akfør enn lítið prutl, tá málið verður avgjørt, verður førararætturin til onnur motordrivin akfør enn lítið prutl frádømt treytaleyst í 6 mánaðir. Ásetingin í § 18 c, stk. 3 verður í hesum føri ikki nýtt. Undir serligum umstøðum kann verða latið vera við at frádøma førararættin.

Stk. 5. Undir serliga linnandi umstøðum kann frádøming verða treytað í førum, har frádøming eftir stk. 3 annars skuldi verið treytaleys.

Stk. 6. Fremur førarin, sum er frádømdur rættin treytaleyst at koyra lítið prutl, í frádømingartíðini ein nýggjan tilburð, sum er fevndur av stk. 1 ella stk. 3, nr. 1-4, kann tað verða ásett ein eyka freist ella frádøming eftir stk. 4. Samlaða útsetingin ella frádømingin eftir stk. 4 kann tó ikki fara út um 2 ár. Hevur koyrirætturin verið frádømdur í einum samanhangandi tíðarskeiði upp á 1 ár ella meira eftir stk. 4, kann koyrirætturin bert verða endurtikin, um so er, at viðkomandi stendur eina eftiransandi koyriroynd. Sama ger seg galdandi, um tað við umsókn um endurtøku av koyrirættinum eru liðin meira enn 1 ár, roknað frá byrjunartíðarskeiðinum fyri frádømingina. Ásetingarnar í § 18 c, stk. 3, 1., 3. og 4. pkt. verða nýttar samsvarandi.

VIII Ymiskar reglur

Skúlar

§ 60. Tað liggur á løgreglu og vegmyndugleikum í samráð við skúlarnar at gera tiltøk til tess at verja børn fyri vandum frá akferðsluni á veg í skúla og aftur til hús.

Lítlar breytmotorsúkklur (pocketbikes) 6)

§ 60 a. 6) Tað er bannað at flyta inn, selja ella keypa lítlar breytmotorsúkklur.

Stk. 2. Verður lítil breytmotorsúkkla innflutt, seld ella keypt, skal hon inndragast.

Stk. 3. Koyrir lítil breytmotorsúkkla á øki, sum ferðslulógin fevnir um, skal tað við brotinum nýtta akfar inndragast.

Stk. 4. Víkjast kann frá ásetinginum í stk. 2-3. tá serligar orsøkir í hendinga førum tala fyri hesum.

Stk. 5. Annars eru reglurnar í borgarligu revsilógini um inndrátt galdandi.

Stk. 6. Løgreglan kann eftir nærri ásettum treytum geva undantaksloyvi frá stk. 1 í sambandi við serlig tiltøk á økjum, sum ferðslulógin ikki fevnir um.

Stk. 7. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta, at onnur lítil motordrivin akfør ætlað børnum, og sum hava eina stødd, tilgerð ella útgerð, ið forðar akfarinum at verða góðkent til skráseting, skulu koma undir reglurnar í hesi grein.

Burturbeining og søla av akførum

§ 61. Løgregluni er heimilt at fáa beint burtur tey akfør, sum nevnd eru í nr. 1-3, um tey standa á staði, sum ferðslulógin fatar um:

1)   akfar, sum maður hevur sett frá sær ímóti galdandi ásetingum um steðg ella parkering,

2)   akfar, ið er fyrigingið ella aðramáta brekað og

3)   skrásetingarskyldugt akfar, sum stendur uttan nummarplátur.

Stk. 2. Akfarið verður flutt á pláss, løgreglan vísir á, uttan so at bilførari ella eigari (brúkari) er hjástaddur og alt fyri eitt beinir akfarið burtur ella vísir á annað pláss. Tær útreiðslur, sum løgreglan hevur av flutningi og goymslu, liggja á honum, ið koyrdi. Er førarin ókendur, ella rindar hann ikki, tá kravt er, ber eigarin (brúkarin) eisini ábyrgd fyri gjaldingini, uttan so at sannað verður, at førarin av órættum hevði akfarið. Peningurin kann heintast inn við panting.

Stk. 3. Tað liggur á løgregluni at siga eigaranum av akfari, sum er beint burtur og sett, har løgreglan hevur ávíst, frá, nær akfarið er beint burtur, og hvar tað stendur. Henda frásøgn kann eisini gera kunnugt, at akfarið, um ikki verður komið eftir tí, áðrenn ásett freist er liðin, verður selt sambært 4. stk. Ber ikki til at siga eigaranum frá, av tí at hann er ókunnugur, er heimilt at selja, tá ið 14 dagar eru lidnir frá tí, at løgreglan beindi akfarið burtur.

Stk. 4. Løgreglan hevur, tá ið tann sambært 3. stk. ásetta freist er liðin, rætt til at selja akfarið á almennum uppboði ella til at høgga upp, um hetta verður hildið at geva størri peningahædd. Møguligt avlop fellur til landskassan, tó hevur eigarin í 1 ár frá søludegi rætt at krevja hetta goldið sær, tá ið tær útreiðslur, ið standast av flutningi, goymslu og sølu, eru frá.

Stk. 5. Landsstýrið kann áseta gjøllari reglur fyri mannagongdini viðvíkjandi burturbeining av akførum, kunngerð av teirri í 3. stk. nevndu frásøgn til eigarans, gjaldi fyri at goyma akfør og at selja tey.

Stk. 6. Landsstýrið kann áseta reglur um tað, at akfør, sum løgreglan ella bileftirlitið hevur í varðveitslu, tó tey ikki koma undir reglurnar í 1. stk., er heimild at selja sambært tí, sum ásett er í 3. og 4. stk.

Hýruvognar

§ 62. Hvørt akfar, sum hevur góðkenning til vinnuligan fólkaflutning, hevur frítt at søkja hýru á veg.

Stk. 2. Landsstýrið kann seta reglur um hægsta tal av tílíkum akførum.

Stk. 3. Gjøldini fyri vinnuligan fólkaflutning skulu hava góðkenning eftir reglum, sum landsstýrið setur. Landsstýrið kann somuleiðis eftir tilmæli landfútans seta reglur um, hvat ið krevst til útgerð og nýtslu við fólkaflutningi av tílíkum akførum.

Stk. 4. Í hvørjum motorakfari, sum góðkent er til vinnuligan fólkaflutning, skal vera eitt hjá ferðandi sjónligt kort ella tílíkt, sum sigur, hvat skrásetingarnummar akfarið hevur, at tað er góðkent til vinnuligan fólkaflutning og tal á ferðafólki, og tað er undir politieftirliti.

Burturleiga av motorakførum uttan førara

§ 63. Føroya landsstýri kann fyriseta reglur um burturleigu av motorakførum við ongum førara.

Bileftirlitsmaðurin

§ 64. Bileftirlitsmaðurin stílar fyri koyriroyndum, fremur akfarstøkniligar kanningar og veitir øðrum myndugleikum atstøðu við viðgerð av ferðslumálum. Landsstýrið kann leggja aðrar virkistættir undir bileftirlitsmannin og kann seta reglur um virkið hjá bileftirlitsmanninum.

Gjøld 8)

Skoðan

§ 64 a. Fyri skoðan í sambandi við skráseting og/ella góðkenning verður goldið:

1)   6) Lastvognur, leguvognur, viðfestivognur, bulvognur ella bussur, tá akfarið hevur eina heildarvekt, ið er oman fyri 3.500 kg: kr. 550.

2)   Annað akfar: kr. 350.

Stk. 2. Hóast stk. 1 verður fyri umskoðan  goldið kr. 100.

Stk. 3. 3) Um ikki verður møtt til ásetta skoðan ella umskoðan, og ikki er boðað frá í seinasta lagi gerandisdagin áðrenn ásettu skoðanina ella umskoðanina, skal eyka gjald verða goldið, ið er sama upphædd sum árliga gjaldið fyri tíðarvísa skoðan, sbr. § 64 b, stk. 1. Hóast ásetingina í 1. pkt., skal ikki verða goldið, um fráveran er orsakað av sjúku, ið er váttað av lækna, ella um aðrar heilt serligar umstøður gera seg galdandi.

§ 64 b. 6) Fyri tíðarvissa skoðan verður árliga goldið:

1)   3) Motorsúkkla og stórt prutl:  kr. 150.

2)   Bilur við heildarvekt, sum í mesta lagi er 3.500 kg: kr. 250.

3)   Bilur við heildarvekt, sum er yvir 3.500 kg: kr. 350.

4)   Leguvognur, viðfestivognur ella bulvognur við heildarvekt, sum er yvir 750 kg, men í mesta lagi er 3.500 kg: kr. 250.

5)   Leguvognur, viðfestivognur ella bulvognur við heildarvekt, sum er yvir 3.500 kg: kr. 350.

6)   5) Lendisakfar: kr. 250.

Stk. 2. Fyri umskoðan verður, hóast ásetingarnar í stk. 1, goldið kr. 100.

Stk. 3. 3) Um ikki verður møtt til ásetta skoðan ella umskoðan, og ikki er boðað frá í seinasta lagi gerandisdagin áðrenn ásettu skoðanina ella umskoðanina, skal eyka gjald verða goldið, ið er sama upphædd sum árliga gjaldið, sbr. stk. 1. Hóast ásetingina í 1. pkt., skal ikki verða goldið, um fráveran er orsakað av sjúku, ið er váttað av lækna, ella um aðrar heilt serligar umstøður gera seg galdandi.

§ 64 c. Fyri umbidna skoðan verður fyri hvørja skoðan goldið gjald, ið er tað sama sum árliga gjaldið fyri tíðarvissa skoðan, sbrt. § 64b.

Stk. 2. Hóast stk. 1 skal ikki gjaldast fyri umbidna skoðan, um tað í minsta lagi er 1 ár síðan, at akfarið seinast varð skoðað.

Stk. 3. Hóast stk. 1 og stk. 2 verður fyri umskoðan goldið kr. 100.

Stk. 4. 3) Um ikki verður møtt til ásetta skoðan ella umskoðan, og ikki er boðað frá í seinasta lagi gerandisdagin áðrenn ásettu skoðanina ella umskoðanina, skal eyka gjald verða goldið, ið er sama upphædd sum gjaldið fyri umbidna skoðan, sbr. stk. 1. Hóast ásetingina í 1. pkt., skal ikki verða goldið, um fráveran er orsakað av sjúku, ið er váttað av lækna, ella um aðrar heilt serligar umstøður gera seg galdandi.

§ 64 d. Fyri endurrit av skrásetingarskjali ella skoðanarváttan verður goldið kr. 50.

Stk. 2. Hóast stk. 1 skal ikki verða goldið fyri endurrit til almenna nýtslu.

Góðkenningar

§ 64 e. 6) Fyri meginfloksgóðkenning ella floksgóðkenning verður goldið:

1)   Akfar við heildarvekt, sum í mesta lagi er 3.500 kg: kr. 2000.

2)   Akfar við heildarvekt, sum er yvir 3.500 kg: kr. 3000.

Stk. 2. Fyri góðkenningarváttan verður goldið kr. 3000.

Stk. 3. Fyri koblingsváttan verður goldið kr. 150.

Spjøldur

§ 64 f. Fyri støk nummarspjøldur verður goldið kr. 250 og fyri eitt sett verður goldið kr. 500.

Stk. 2. Fyri góðkenningarspjaldur innan verður goldið kr. 60.

§ 64 g. Fyri leys royndarspjøldur til skrásetingarskyldugt akfar verður goldið kr. 50 um dagin.

Stk. 2. Fyri føst royndarspjøldur til skrásetingarskyldugt akfar verður goldið kr. 420 um hálvárið, umframt gjald fyri spjøldrini, sbrt. § 64f, stk. 1.

§ 64 h. Fyri rættin til serlig spjøldur verður umframt gjaldið fyri spjøldrini, sbrt. § 64f, stk. 1, goldið:

1)   Ynskinummarspjøldur: kr. 6000.

2)   Avmarkað ynskinummarspjøldur: kr. 1000.

Koyriroyndir og koyrikort

§ 64 i. Fyri vanliga koyriroynd verður goldið:

1)   Bólkur A1 motorsúkkla:

a)    Fyrsta roynd: kr. 550.

b)    Fylgjandi ástøðisroynd: kr. 300 hvørja ferð.

c)    Fylgjandi verklig roynd: kr. 400 hvørja ferð.

2)   Bólkur A2 motorsúkkla við síðuvogni:

a)    Fyrsta roynd: kr. 550.

b)    Fylgjandi ástøðisroynd: kr. 300 hvørja ferð.

c)    Fylgjandi verklig roynd: kr. 400 hvørja ferð.

3)   Bólkur A1+A2 samstundis:

a)    Fyrsta roynd: kr. 800

b)    Fylgjandi ástøðisroynd: kr. 400 hvørja ferð.

c)    Fylgjandi verklig roynd: Gjald fyri fylgjandi roynd til bólk A1 og/ella bólk A2, sbr.  nr. 1, litra c, og nr. 2, litra c.

4)   Bólkur B vanligur persónbilur:

a)    Fyrsta roynd: kr. 550.

b)    Fylgjandi ástøðisroynd: kr. 300 hvørja ferð.

c)    Fylgjandi verklig roynd: kr. 400 hvørja ferð.

5)   Bólkur B vinnuligur fólkaflutningur:

a)    Fyrsta roynd: kr. 550.

b)    Fylgjandi ástøðisroynd: kr. 300 hvørja ferð.

c)    Fylgjandi verklig roynd: kr. 400 hvørja ferð.

6)   Bólkur C lastbilur:

a)    Fyrsta roynd: kr. 650.

b)    Fylgjandi ástøðisroynd: kr. 350 hvørja ferð.

c)    Fylgjandi verklig roynd: kr. 500 hvørja ferð.

7)   Bólkur D stórur persónbilur

a)    Fyrsta roynd: kr. 650.

b)    Fylgjandi ástøðisroynd: kr. 350 hvørja ferð.

c)    Fylgjandi verklig roynd: kr. 500 hvørja ferð.

8)   Bólkur D vinnuligur fólkaflutningur:

a)    Fyrsta roynd: kr. 650.

b)    Fylgjandi ástøðisroynd: kr. 350 hvørja ferð.

c)    Fylgjandi verklig roynd: kr. 500 hvørja ferð.

9)   Bólkur B+E persónbilur íkoblað stóran viðfestivogn: kr. 250.

10) Bólkur C+E lastbilur íkoblað stóran viðfestivogn / leguvogn:

a)    Fyrsta roynd: kr. 650.

b)    Fylgjandi ástøðisroynd: kr. 350 hvørja ferð.

c)    Fylgjandi verklig roynd: kr. 500 hvørja ferð.

11) Bólkur D+E stórur persónbilur íkoblað stóran viðfestivogn / leguvogn:

a)    Fyrsta roynd: kr. 650.

b)    Fylgjandi ástøðisroynd: kr. 350 hvørja ferð.

c)    Fylgjandi verklig roynd: kr. 500 hvørja ferð.

12) 3) Bólkur AM, koda 175 - lítið prutl:

a) Fyri persónar yngri enn 18 ár: kr. 150.

b) Fyri persónar 18 ár og eldri:

       i) Fyrsta roynd: kr. 550.

       ii) Fylgjandi ástøðisroynd: kr. 300 hvørja ferð.

       iii) Fylgjandi verklig roynd: kr. 400 hvørja ferð.

13) 3) Bólkur AM - stórt prutl:

a) Fyrsta roynd: kr. 550

b) Fylgjandi ástøðisroynd: kr. 300 hvørja ferð.

c) Fylgjandi verklig roynd: kr. 400 hvørja ferð.

14) 3) Traktor (dragi):

a)    Fyrsta roynd: kr. 300.

b)    Fylgjandi ástøðisroynd: kr. 150 hvørja ferð.

c)    Fylgjandi verklig roynd: kr. 250 hvørja ferð.

Stk. 2. 19) Fyri eftiransandi koyriroynd verður goldið:

1)   fyrsta roynd: kr. 550.

2)   Fylgjandi ástøðisroynd: kr. 300 hvørja ferð.

3)   Fylgjandi verklig roynd: kr. 400 hvørja ferð.

Hóast ásetingina í nr. 1 verður onki goldið fyri fyrstu royndina uttan so, at royndin er kravd vegna tess, at gildistíðin fyri koyrikortið er úti sbr. § 18 b, og tað ikki er endurnýggjað innan eina freist, sum landsstýrismaðurin hevur ásett, ella vegna treytaða ella treytaleysa frádøming av koyrirættinum sambært § 18 c.

Stk. 3. 19) Hóast ásetingina í stk. 1 verður onki goldið fyri koyriroynd til bólkarnar A, B, B/E, C, C/E, D og D/E, fyri koyriroynd til traktor ella vinnuligan fólkaflutning, um so er, at umsøkjarin vegna brek hevur fingið stuðul játtaðan til útvegan av bili sambært reglunum um almenna forsorg.

Stk. 4. Um koyrikortumsøkjari ikki møtir til ásetta ástøðiliga ella verkliga koyriroynd, og avboð ikki verður givið í seinasta lagi kl. 12.00 gerandisdagin áðrenn royndina, skal gjaldast fyri fylgjandi ástøðiliga og/ella verkliga roynd, sbr. stk. 1 og stk. 2, áðrenn farið kann verða til roynd í hesum koyrikortbólki aftur. Hóast 1. pkt. skal ikki verða goldið, um fráveran er orsakað av sjúku, ið er váttað av lækna, ella aðrar heilt serligar umstøður gera seg galdandi.

§ 64 j. Fyri roynd til góðkenning sum koyrilærari verður goldið:

1)   Roynd til bólk A1/A2 motorsúkklu: kr. 550.

2)   Roynd til bólk B vanligan persónbil: kr. 550.

3)   Roynd til bólk C+D+E: kr. 700.

§ 64 k. 19) 10) 16) Í hesum førum verður goldið soleiðis:

1)   Fyri útgávu av koyrikorti til hesar koyrikortbólkar verður goldið 250 kr.:

a)    Bólkur A1 – lítil motorsúkkla, bólkur A2 – miðalstór motorsúkkla og bólkur A – stór motorsúkkla,

b)   bólkur AM – lítið og stórt prutl til persónar, sum hava fylt 18 ár,

c)    bólkur B – vanligur persónbilur,

d)   bólkur C – stórur lastbilur og bólkur C1 – lítil lastbilur,

e)    bólkur D – stórur bussur og bólkur D1 – lítil bussur,

f)    bólkur B+E – stórt viðfestiakfar til vanligan bil, bólkur C+E – stórt viðfestiakfar til stóran lastbil, bólkur C1+E – stórt viðfestiakfar til lítlan lastbil, bólkur D+E stórt viðfestiakfar til stóran buss og bólkur D1+E – stórt viðfestiakfar til lítlan buss, og

g)   bólkur T/M – traktorur og motoramboð.

2)   Fyri útgávu av koyrikorti til lítið og stórt prutl, bólkur AM, fyri persónar undir 18 ár: 150 kr.

3)   Fyri útgávu av endurriti og endurnýggjan av koyrikorti: kr. 250.

4)   Fyri útgávu og endurnýggjan av koyrikorti við koyrilæraragóðkenning: kr. 250.

5)   Fyri útgávu og endurnýggjan av koyrikorti til vinnuligan fólkaflutning til bólkarnar B og D: kr. 250.

6)   fyri útgávu av fyribils bráðfeingiskoyrikorti til koyring í útlandinum: kr. 250.

7)   11) Fyri endurnýggjan av koyrikorti hjá umsøkjarum, sum hava fylt 75 ár: kr. 150.

8)   Fyri endurnýggjan av koyrikorti, ið er tíðaravmarkað vegna heilsulig viðurskifti: kr. 150.

9)   Fyri at endurnýggja koyrikort, ið er tíðaravmarkað vegna vantandi skeið í myrkakoyring, verður onki goldið.

10) Fyri altjóða koyrikort: kr. 150.

11) Fyri ferðafólkakoyrikort: 250.

Stk. 2. 16) Verða fleiri enn ein koyrikortbólkur útgivnir ella endurnýggjaðir samstundis sbrt. stk. 1, verður bert eitt gjald goldið.

Innkrevjing av gjaldi

§ 64 l. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um innkrevjing av gjøldum sambært hesi lóg.

§ 64 m. 20) 3) Avgerðir hjá Akstovuni, tiknar við heimild í hesi lóg, ella reglum, givnar við heimild í hesi lóg, kunnu kærast til Vinnukærunevndina innan 4 vikur eftir, at avgerðin er fráboðað viðkomandi.

Stk. 2. 3) Landsstýrismaðurin kann leggja uppgávur sambært lógini til annan almennan stovn ella til ein einskildan felagsskap og avgera, at kærur um avgerðir hjá hesum kunnu kærast til Vinnukærunevndina.

Gildi

§ 65. Henda lóg kemur í gildi frá 1. januar 1964.

Samstundis fer lóg nr. 73 frá 19. mars 1930 um motorafkør v.m. við seinni broytingum úr gildi.

Tær eftir lógini frá 19. mars 1930 givnu kunngerðir v.m. verða framvegis í gildi, um so er, at tær ganga ikki móti hesi lóg.

_____

Í løgtingslóg nr. 21 frá 26. mai 1971 um broyting í ferðslulógini er henda regla um gildi:

§ 2. Landsstýrið fyrisetir í kunngerð, nær lógin kemur í gildi.

_____

Í løgtingslóg nr. 67 frá 5. juni 1986 um broyting í ferðslulógini er henda regla um gildi:

§ 2. Lógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Stk. 2. 21) § 19 a, stk. 1-3 og stk. 4, nr. 3 í § 1, nr. 9 kemur í gildi eftir avgerð landsstýrisins.

Stk. 3. Persónar, sum tá ið § 19 a, stk. 1-3 í § 1, nr. 9 kemur í gildi, hava góðkenning sum koyrilærarar, hava rætt til at fáa loyvisveiting sambært § 19 a, stk. 1.

 

 



1) Sambært § 3 í stýrisskipanarlógini frá 1948 vóru løgtingslógir orðaðar á føroyskum og donskum máli. Henda grein er ikki endurtikin í galdandi stýrisskipanarlóg frá 1994.

Eftir at nýggja styrisskipanarlógin kom í gildi á ólavsøku 1995, hevur vanlig mannagongd verið, at danski teksturin er tikin úr gildi við fyrstkomandi broyting í lógini, tó er tvítekstur varðveittur í summum førum.

Vinnumálaráðið, sum varðar av ferðslulógini, hevur í hesum føri valt ikki at taka danska tekstin úr gildi. Broytingar í ferðslulógini eftir 1995 eru bara gjørdar á føroyskum, og gjørt verður vart við, at munur er á danska og føroyska tekstinum. 

2) Broytt við løgtingslóg nr. 23 frá 11. apríl 2006.

3) Broytt við løgtingslóg nr. 72 frá 19. mai 2014, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Tó kemur § 1, nr. 10 og 15 í gildi 1. juli 2014. Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð, nær § 1, nr. 2, 4-9, 12-14, 20-22, 27-29, 31-33, 36-37, 39, 41, 43, 45, 47, 50-60 og nr. 61 (§ 64 m, stk. 3), koma í gildi.” (§ 1, nr. 27 varð sett í gildi við kunngerð nr. 59 frá 16. mai 2017, men samanskrivingin letur seg ikki fremja, tí innihaldið í greinini er broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 12. mai 2015, ið kom í gildi 1. juli 2015.)

4) Broytt við løgtingslóg nr. 49 frá 11.mai 2009, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Hendan løgtingslóg kemur í gildi 1. oktober 2009. Stk. 2. Hóast ásetingina í stk. 1 kann til 1. januar 2012 verða flutt eitt størri tal av ferðandi á baksetrinum ella baksetrunum í persónbilum, enn tað er tal á sitiplássum, ið hava trygdarbelti. Stk. 3. Persónar, sum innan 1. oktober 2009 fyri alla tíð, sbr. § 59 b í ferðslulógini, eru frádømdir rættin at koyra motordrivið akfar, sum koyrikort krevst til, kunnu fáa koyrirættin aftur, tá 10 ár eru fráliðin frá seinasta dóminum, við hvørjum viðkomandi varð frádømdur koyrirættin fyri alla tíð, um ikki viðurskifti, sum eru nevnd í § 59 b, stk. 3, sum tey eru orðað í § 1, nr. 38 í hesum lógaruppskoti, tala ímóti endurvinning av koyrirættinum.  Stk. 4. Hóast ásetingina í stk. 1, kann inntil 1. oktober 2010 verða søkt um at fáa  koyrirættindini aftur eftir reglunum í § 59b, stk. 2, um viðkomandi í minst 1 ár hevur yvirhildið eftiransandi viðgerð fyri rúsdrekkamisnýtslu.”

5) Broytt við løgtingslóg nr. 36 frá 30. apríl 2012, har § 3 ljóðar soleiðis: “Hendan løgtingslóg kemur í gildi tann 1. juni 2012.”

6) Broytt við løgtingslóg nr. 48 frá 15. mai 2007, har § 2 ljóðar soleiðis: ”Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2007, sbr. tó stk. 2. Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð, nær § 1, nr. 5-7, 14 og 17-21 koma í gildi. Stk. 3. Spurningar um treytaða frádøming av koyrirættindum og um koyriforboð kunnu bert verða avgjørdir eftir reglunum í hesari lóg, um tilburðurin er farin fram aftaná, at ásetingin er komin í gildi.”

7) Broytt við løgtinglsóg nr. 68 frá 10. mai 2000. § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2000, smb. tó stk. 2. Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nær § 1, nr. 12 og 13, koma í gildi. Stk. 3. § 59f, stk. 2 er eisini galdandi í førum, har koyrirætturin er frádømdur, áðrenn lógin kom í gildi.”

8) Broytt við løgtingslóg nr. 133 frá 22. desember 2000. § 2 í hesi løgtingslóg ljóðar soleiðis: ”Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2001, sbr. tó stk. 2.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir, nær § 64i, nr. 6-7, og § 64i, nr. 10-11, koma í gildi. Til hesar ásetingar verða settar í gildi, verður fyri koyriroynd til bólk C+D og bólk C+D+E goldið:

1.      Bólkur C+D lastbilur / stórur persónvognur:

a)      Fyrsta roynd: kr. 650.

b)      Fylgjandi ástøðisroyndir: kr. 350 hvørja ferð.

c)      Fylgjandi verkligar royndir: kr. 500 hvørja ferð.

2.      Bólkur C+D+E lastbilur / stórur persónbilur íkoblað stóran viðfestivogn / leguvogn:

a)      Fyrsta roynd: kr. 650.

b)      Fylgjandi ástøðisroyndir: kr. 350 hvørja ferð.

c)      Fylgjandi verkligar royndir: kr. 500 hvørja ferð.”

9) Broytt við løgtingslóg nr. 59 frá 20. mai 1996.

10) Broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 22. apríl 2003

11) Broytt við løgtingslóg nr. 94 frá 6. juni 2017, har § 2 ljóðar soleiðis: ” Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, sbr. tó stk. 2. Stk. 2. Fyri koyrilærarar, sum hava eina galdandi góðkenning, tá ið lógin kemur í gildi, verða ásetingarnar í § 19 a, stk. 3, sum orðaðar í § 1, nr. 6 í hesi lóg, nýttar fyri umsóknir um endurnýggjan av koyrilæraragóðkenning, latnar inn 1. oktober 2017 ella seinni. Inntil tá verður higartil galdandi áseting í § 19 a, stk. 5, nýtt. Stk. 3. Hóast ásetingina í § 64 k, stk. 1, nr. 7, sum orðað í § 1, nr. 15 í hesi lóg, er gjaldið kr. 150 fyri endurnýggjan av koyrikorti uttan læknaváttan hjá umsøkjarum, sum hava fylt 70 ár, men ikki 75 ár til og við 31. mai 2022.”

12) Broytt við løgtingslóg nr. 44 frá 7. mai 1991.

13) Broytt við løgtingslóg nr. 2 frá 9. januar 1996. § 2 í hesi løgtingslóg ljóðar soleiðis: ”Lógin kemur í gildi 1. januar 1996.”

14) Broytt við løgtingslóg nr. 45 frá 7. mai 1991.

15) Broytt við løgtingslóg nr. 65 frá 17. mai 2005, har § 2 ljóðar soleiðis: ”Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Tó kemur § 1, nr. 3 og nr. 4 í gildi 1. september 2005. Stk. 3. Spurningar um frádøming av koyrirættinum kunnu bert verða avgjørdir eftir reglunum í § 1, nr. 4 í hesari lógini, um tilburðurin er farin fram eftir, at henda áseting er komin í gildi, sbr. stk. 2.”

16) Broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 12. mai 2015, har § 2 og § 3 ljóða soleiðis: ” § 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2015 og hevur virknað fyri skaðar, sum henda, eftir at lógin kom í gildi. Stk. 2. Tó kemur § 1, nr. 5 í gildi 1. august 2015. Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð, nær § 1, nr. 1-3 koma í gildi. § 3 Stk. 1. Ábyrgdartryggingar, ið eru teknaðar, áðrenn lógin kom í gildi, og sum ikki lúka treytirnar í § 55, verða broyttar samsvarandi ásetingunum í hesari lóg. Eldri tryggingarskjøl tørva ikki átekning hesum viðvíkjandi. Stk. 2. Tryggingarfeløg, ið hava teknað ábyrgdartryggingar fyri motordrivin akfør, kunnu hækka tryggingargjaldið uttan at taka hædd fyri tí í tryggingaravtaluni ásettu fráboðan, tá hetta bert er við støði í broyttu treytunum av tí, sum er fevnt av tryggingini, sum er ein avleiðing av reglunum í hesi lóg um endurgjald og trygging fyri skaðar, framdir av motordrivnum akførum.”

17) Broytt við løgtingslóg nr. 27 frá 7. mars 2000.

18) Broytt við løgtingslóg nr. 56 frá 24. apríl 2001.

19) Broytt við løgtingslóg nr. 43 frá 26. mars 2002.

20) Broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008, har § 19 ljóðar soleiðis:”Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Kærumál, sum eru reist, tá henda løgtingdslógin kemur gildi, verða viðgjørd av kærumyndugleikanum eftir galdandi lóggávu, áðrenn henda lógin kom í gildi.”

21) Er enn ikki sett í gildi við kunngerð.