7. februar 2002Nr. 9000
Rundskriv um nýtslu av fartelefonum
§ 1. Nýtsla av fartelefon
Fartelefon, sum verður latin starvsfólki ókeypis at nýta sum arbeiðsamboð, skal sum meginregla einans nýtast til samskifti, sum hevur beinleiðis við arbeiðsuppgávur stovnsins at gera.
§ 2. Umsiting
Fartelefonin verður skrásett sum ogn hjá arbeiðsgevaranum.
Viðkomandi, ið hevur fartelefon, váttar og ger viðmerkingar á rokningina til møguligar størri broytingar í nýtsluni frá mánaði til mánað.
§ 3. Eftirlit
Arbeiðsgevarin kann biðja um at fáa telefonrokningar fyri einstøku fartelefonirnar útgreinaðar, um mett verður, at omanfyrinevnda meginregla ikki verður hildin.
Arbeiðsgevarin skal tá, sambært § 15 í løgtingslóg nr. 73 frá 8. mai 2001 um viðgerð av persónsupplýsingum, hava loyvi frá dátueftirlitinum til slíka skráseting. Vanlig treyt verður tá, at starvsfólkini greitt fáa at vita, at skráseting verður gjørd.
Í Tinganesi, 7. februar 2002
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður
/ Marjun Hanusardóttir (sign.)