10. januar 1983Nr. 9000
Umfarsskriv um nevndarsamsýningar
§ 1. Veiting av samsýning til limir í nevndum og arbeiðsbólkum krevur landsstýrisins góðkenning. Samsýningin kann veitast sum fast árligt gjald ella sum fundarpeningur.
§ 2. Samsýning verður ikki veitt limum, um nevndararbeiðið natúrliga má haldast at hoyra til starvið hjá viðkomandi.
§ 3. Fullur fundarpeningur er samsýningin til limir í tingnevndum eftir § 6 í løgtingslóg um samsýning løgtingsmanna.
2. stk. Fyri fundir verður veitt fylgjandi samsýning:
a. Fyri fundir undir 3 tímar: 1/3 av fullum fundarpeningi.
b. - - frá 3 til 5 tímar: 2/3 av fullum fundarpeningi
c. - - yvir 5 tímar: ( 3/3 ) fullur fundarpeningur.
3. stk. Limir, sum hava langan veg til fundarstaðin, kunnu fáa upp til fullan fundarpening.
§ 4. Tíma- og dagpeningur og flutningsútreiðslur verða veittar eftir somu reglum sum til tænastumenn.
§ 5. Hesar reglur eru galdandi fyri fundir, hildnir aftaná 1. apríl 1983.
Føroya landstýrið 10. januar 1983
Pauli Ellefsen (sign.)
løgmaður