Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
12. desember 2008Nr. 9000
Rundskriv um gávur til starvsfólk á serligum starvsdegi
(Til stovnar hjá Landinum)
1. Til starvsfólk hjá landinum, sum hava verið í starvi í 25, 30, 40 og 50 ár, kann verða latin gáva eftir niðanfyristandandi reglum.
·á 25 ára starvsdegi kann verða handað starvsfólkinum kr. 2.000,00.
·á 30 ára starvsdegi kann verða handað starvsfólkinum kr. 3.000,00.
·á 40 ára starvsdegi kann verða handað starvsfólkinum kr. 4.000,00.
·á 50 ára starvsdegi kann verða handað starvsfólkinum kr. 5.000,00.
2. Tá ið áramálið verður talt, telur við øll tænasta hjá landsins stovnum. Tænasta hjá almennum partafelag telur ikki við.
3. Stovnurin kann ístaðin fyri peningagávu velja at geva starvsfólki eina gávu, ið svarar til nevndu peningaupphædd.
4. Í sambandi við starvsdagin kann verða givið starvsfólkinum ein frídag við løn.
5. Hetta rundskriv kemur í gildi tann 12. desember í 2008, og tá fer úr gildi rundskrivið dagfest tann 23. januar í 1992.
Fíggjarmálaráðið, 12. desember 2008
Jóannes Eidesgaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Snorri Fjallsbak (sign.)
Sjá reglur frá TAKS um skatting av gávum