Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
16. januar 2017Nr. 9000
Rundskriv um eykajáttanir í 2017
(Til stjórnarráðini)
1.0. Endamál
Við hesum verða mannagongdir lýstar og tíðarfreistir og krøv til løgfesti, útreiðsluneutralitet og viðmerkingar settar til umbønir um eykajáttanir í 2017.
2.0. Mannagongdir
Stjórnarráðini skulu senda umbønir um eykajáttanir til Fíggjarmálaráðið, sum síðani fyrireikar uppskot til eykajáttanarlóg at melda til landsstýrisfund. Tá málið er avgreitt í landsstýrinum er tað landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, ið leggur uppskotið fyri Løgtingið.
3.0. Tíðarfreistir
Í 2017 verða uppskot til eykajáttanarlóg løgd fram í Løgtinginum í tveimum umførum.
Umbønir um eykajáttanir skulu vera Fíggjarmálaráðnum í hendi í seinasta lagi hesar dagar.
1. Týsdagin 4. apríl
2. Týsdagin 22. august
Tó kann eykajáttan, um málið hevur skund, leggjast fyri fíggjarnevnd Løgtingsins sum fíggjarnevndarskjal.
4.0. Løgfesti
Umbønir um eykajáttan, har atgerð longu er framd fyri at fremja endamálið við eykajáttanini, verða sum meginregla ikki eftirlíkaðar.
5.0. Útreiðsluneutralitetur
Fíggjarlógin er samtykt at vera galdandi fyri alt fíggjarárið. Meginreglan er tískil, at eykajáttanirnar skulu vera útreiðsluneutralar. Útreiðsluneutraliteturin skal vera veruligur, tvs. innanfyri sama útreiðsluslag, antin rakstur ella løgur, og vera galdandi frameftir út um fíggjarár. Tó kunnu lógarbundnar játtanir bert nýtast til útreiðsluneutralitet innan sama játtanarslag. Um lógarbroyting krevst til tess at fáa útreiðsluneutralitet, skal henda leggjast fyri Løgtingið í seinasta lagi samstundis sum uppskoti til eykajáttanarlóg.
6.0. Krøv til viðmerkingar
Í viðmerkingunum skal vera neyv frágreiðing um:
· Hvat endamál játtanin skal nýtast til
· Orsøkina til, at játtanin í fíggjarlógini ikki heldur.
Fíggjarmálaráðið kannar um nóg neyvar frágreiðingar og útrokningar eru til innkomnu umbønirnar um eykajáttanir frá stjórnarráðunum.
7.0. Gildiskoma
Hetta rundskriv kemur í gildi 16. januar 2017 og er galdandi fyri fíggjarárið 2017.
Tinganes, 16. januar 2017
Kristina Háfoss (sign.)
landsstýriskvinna
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)