Nr. 9000 17. juni 1999
Rundskriv um høvuðsavtalu við BLF
(Til stovnar hjá landinum)
Fíggjarmálastýrið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya hava 14. februar 1999 gjørt høvuðsavtalu.
Stovnarnir eiga serliga at leggja til merkis, at um ein stovnur ger sáttmála-brot ella brot á høvuðsavtaluna, kann verða álagt stovninum at rinda eina samsýning. Í tí sambandi verður víst til §§ 11 og 12 um seming og gerðarrætt.
Er ósemja á einum stovni um lønar- og setanarspurningar, er tí sera um-ráðandi at halda mannagongd og tíðarfreistir í § 11.
Ivaspurningar um høvuðsavtaluna skulu stovnar leggja fyri Fíggjarmálastýrið, Lønardeildina.
Fíggjarmálastýrið, Lønardeildin 17. juni 1999
L.v.
Thomas Magnussen
Fylgiskjal: Høvuðsavtala millum Fíggjarmálastýrið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya