12. sesember 2008Nr. 9002
Rundskriv um eftirlønargjald, tá ið fólk starvast eftir 67 ára aldur
(Til stovnar hjá landinum)
1. Í sambandi við at fráfaringaraldurin hjá almennum starvsfólkum er hækkaður úr 67 ár upp í 70 ár, verða kunngjørdar hesar reglur um eftirlønargjaldið hjá starvsfólkum, sum hava fylt 67 ár.
2. Fæst avtala í lag við eftirlønarveitaran, ella nýggj eftirlønaravtala verður gjørd, kann arbeiðsgevarin flyta eftirlønargjaldið sum áður.
3. Eftirlønargjaldið kann verða útgoldið sum løn. Hvørki frítíðarløn ella frítíðaraískoyti verður goldið av eftirlønargjaldinum.
4. Tey, sum arbeiða niðursetta tíð, men fáa eftirlønargjald sum varð starvstíðin ikki sett niður, kunnu tó ikki fáa útgoldið eftirlønargjald sum løn størri enn hvat svarar til setanarbrotið.
5. Hettar rundskriv er ikki galdandi fyri eftirløntar tænastumenn.
Fíggjarmálaráðið, 12. desember 2008
Jóannes Eidesgaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Snorri Fjallsbak