Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Rundskriv
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fíggjarmálaráðið
  • Útgávudagur: 16-01-2017
Tilvísingar
Valmøguleikar
Tín lógalisti

16. januar 2017Nr. 9002

Rundskriv um at tíðaravmarka lønir í roknskapinum hjá kommunum og kommunalum samstørvum

 

(Til kommunur og kommunal samstørv)

 

1.0. Endamál

Við hesum verða mannagongdir lýstar um hvussu lønir skulu tíðaravmarkast í roknskapinum hjá kommunum og kommunalum samstørvum.

2.0. Løggildi

Við heimild í § 3, stk. 5 í Kunngerð nr. 89 frá 15. oktober 2008 um roknskaparverk kommunanna o.tíl. verður ásett, hvussu lønir verða tiknar við í roknskapin um ársskiftið.

3.0. Mannagongdir

Meginreglan í § 13 í roknskaparkunngerðini er latingarmeginreglan, sum merkir, at ein útreiðsla skal verða skrásett, tá ið vøran ella veitingin verður framd. Lønarútreiðslur skulu tí sum meginregla verða tiknar við í tí roknskaparári, rætturin til lønina verður innvunnin.

 

Av tí at fleiri lønarskyldur ikki koma til útgjaldingar fyrr enn í árinum eftir, skulu kommunur og kommunal samstørv tíðaravmarka lønir við ársskiftið sambært viðløgdu talvu, har greitt er frá, hvørjir postar skulu verða tíðaravmarkaðir og ikki.

 

Meginreglan er, at tímasaldur skulu tíðaravmarkast, tá ið starvsfólkið eigur fleiri enn 40 tímar ella skyldar fleiri enn 30 tímar.

 

Lønir, sum standast av vaktum og ikki avgreiddum sáttmálabroytingum, verða sum meginregla altíð tíðaravmarkaðar. Tað sama er galdandi fyri uppsagnarløn, tá ið starvsfólk verður fríttstillað í uppsagnartíðini.

 

Kommunur og kommunal samstørv, sum higartil hava tíðaravmarkað lønir eftir øðrum meginreglum enn eftir latingarmeginregluni, t.d. eftir kontantmeginregluni, fáa sannlíkt eina tøkniliga meirútreiðslu orsaka av broytingini.

 

Henda tøkniliga treytaða meirútreiðslan skal ikki takast við í raksturin. Í staðin skulu roknskaparpostarnir fyrst í tí fíggjarárinum, tá ið broytingin verður gørd, verða tillagaðir soleiðis, at teir vísa ta upphædd, sum teir høvdu havt, um so var, at broytingin varð gjørd frammanundan fíggjarárinum. Henda javningin fer fram eftir § 14 í omanfyri nevndu kunngerð og heimilingin av broytingini er sambært § 14, stk. 2.

4.0. Gildiskoma

Hetta rundskriv kemur í gildi 16. januar 2017, men er galdandi fyri fíggjarárið 2016, sum enn er opið, og frameftir.

 

 

Tinganes, 16. januar 2017

 

Kristina Háfoss (sign.)

landsstýriskvinna

 

/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)

 

 

 

 

Skjal 1

 

Talva við yvirliti yvir tíðaravmarkingar av lønum

 

Evni

Partsevni

Tíðarav­­-marking

Avgerðargrundarlag

Viðmerkingar

1. Frítíð

 

1.1 Frítíðarløn 12%

 

Ja

 

 

Er longu tíðaravmarkað, tí frítíðarløn verður goldin út í grunn saman við lønini

 

1.2 Løn í frítíðini, fastlønt

 

Nei

 

 

Forskjótingarnar eru so smáar ár undan ári, at meirarbeiði og feilmøgu­leikar svara ikki til meirinfo.

 

1.3 Serstøk frívika

 

Ja/Nei

 

Hevur lønmóttakari biðið um at fáa fríviku flutta at halda í seinni frítíðarári, skal hon tíðaravmarkast. Tó eru somu mørk gald­andi, sum í 2.1.

 

Verður frívikan hildin ella útgoldin í fyrsta frítíðarári­num, hon kann verða hildin ella útgoldin, verður tað roknað sum løn í frítíð.

 

1.4 Frítíðarískoyti

 

Nei

 

 

Do 1.2

 

2. Tímar o.tíl.

 

2.1 Tímar

 

Ja

Eigur starvsfólkið fleiri enn 40 tímar ella skyldar fleiri enn 30 tímar, skulu tímarnir verða tíðarav­markaðir. Talan skal vera um tímar, sum starvsfólk­ið hevur rætt til at fáa út­goldnar ella at avspáka.

 

Tímarnir kunnu vera salda í klokkuskipan, vaktætlan ella tímar, sum stovnurin hevur skrásett á annan hátt.

 

2.2 Yvirtíð

 

Ja

Somu mørk, sum í 2.1. Talan skal vera um álagda úrtíð, t.e. tímar, sum ivi ikki er um, at starvsfólkið hevur rætt til at fáa út­goldnar ella at avspáka.

 

Einstaka starvsfólkið kann tilsamans ikki eiga fleiri enn 40 tímar á.

 

3. Vaktir

 

3.1 Tímar, gjald fyri ólagaliga arbeiðstíð o.tíl.

 

Ja

Lønir, sum standast av vaktum, verða tíðarav­markaðar. Tímar, sum ikki verða avroknaðir innan síðsta ískoytis­skeið, verða viðgjørdir sum ásett í 2.1.

Umvegis Vaktætlanarskipa­nina verður partur av tí, sum er innvunnið í desember, út­goldið í januar. Tað verður tíðaravmarkað og sjálvvirk­andi bókað saman við lønini fram til 20. februar. Tímar frá undanfarna ári, sum ikki eru avroknaðir 20. februar, verða tíðaravmarkaðir sam­bært uppgerð úr Vaktætlan­arskipanini.

 

4. Væntaðar sáttmála­-broytingar

 

 

Ja

 

Javningin verður gjørd grun­dað á miðal vøksturin í teim­um sáttmálum, sum semja er gjørd um.

 

5. Uppsagnar­-

løn

 

5.1 Starvsfólk fríttstillað í uppsagnartíðini

 

Ja

Meginreglan er, at skyldan verður tíðarav­markað til, tá ið hon er komin í, líka mikið nær goldið verður út.

 

Tá ið talan er um starvsfólk, sum verður fríttstillað (t.e. eingin mótveiting í uppsag­nartíðini), verður útreiðslan tíðaravmarkað á uppsagnar­árið

 

5.2 Starvsfólk arbeiðir í uppsagnartíðini

 

Nei

 

Arbeiðir starvsfólkið í upp­sagnartíðini (t.e. mótveiting er í uppsagnartíðini), verður útreiðslan ikki tíðaravmark­að.

 

6. Tænastu­mannaeftirlønir

 

Eftirlønarskylda

 

Nei

Skyldan verður ikki tíðar­avmarkað, men verður tikin við í roknskapin, tá ið hon verður goldin út.

 

 

7. Forútløntar lønir

 

 

Nei

Skyldan verður ikki tíðar­avmarkað, men verður tikin við í roknskapin, tá ið hon verður goldin út.

 

Forskjótingarnar eru so smáar ár undan ári, at meirarbeiði og feilmøgu­leikar svara ikki til meirinfo.