Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Rundskriv
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fíggjarmálaráðið
  • Útgávudagur: 15-02-2017
Tilvísingar
Valmøguleikar
Tín lógalisti

15. februar 2017Nr. 9003

Rundskriv um uppgerð av ársroknskapum hjá samstørvum um heimatænastu, eldrarøkt v.m. og um mannagongdir fyri innrapporteringum um ársskiftið

 

(Til kommunal samstørv og kommunur)

 

1. Endamál

1.1. Við hesum verður lýst og nágreinað, hvussu javning og viðurskifti í hesum sambandi skulu avgreiðast, tá ársroknskapur verður gjørdur fyri kommunal samstørv um heimatænastu, eldrarøkt v.m. Eisini verður lýst og nágreinað, hvussu sambandið er millum roknskapin hjá einum samstarvi og roknskapirnar hjá samstarvandi kommununum. Í framhaldi av hesum verður ásett, hvussu eftirbókingar og innrapporteringar eftir ársskiftið skulu fara fram til Gjaldstovuna.

2. Heimild

2.1. Við heimild í § 47 í løgtingslóg nr. 87 frá 17. mai 2000 um kommunustýri (kommunustýrislógin), og sum nágreinað í § 3, stk. 5 í kunngerð nr. 89 frá 15. oktober 2008 um roknskaparverk kommunanna o.tíl., verður ásett, hvussu úrslitið í ársroknskapum fyri nevndu samstørv verður tikið við í kommunalu ársroknskapirnar. Sum nágreinað í § 10, stk. 5 í kunngerð um roknskaparverk kommunanna o.tíl. verða ásettar mannagongdir um innrapporteringar um ársskiftið.

3. Mannagongdir

3.1. Sum ásett í § 2, stk. 4 í kunngerð um roknskaparverk kommunanna o.tíl. varð 16. juni 2014 tikin avgerð um, at kommunalu samstørvini um heimatænastu, eldrarøkt v.m. skulu hava sjálvstøðugan roknskap sambært somu kunngerð.

 

3.2. Sambært § 2 í løgtingslóg nr. 20 frá 7. apríl 2014 um kommunalt samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m. er heimatænasta, eldrarøkt v.m. lagt út til hvørja kommunu sær. Sambært § 17, stk. 1, í løgtingslóg nr. 19 frá 7. apríl 2014 um heimatænastu, eldrarøkt v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 121 frá 15. desember 2014, bera kommunurnar allan kostnaðin av hesum virksemi. Hóast virksemið verður umsitið í samstarvi, ið hevur egnan roknskap, liggur fíggjarliga skyldan tí framvegis óskerd hjá einstøku kommununi í samstarvinum.

 

3.3. Fíggjarliga skyldan er eisini staðfest í § 10 í løgtingslóg um kommunalt samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m. Sambært hesi áseting býta samstarvandi kommunurnar kostnaðin av samstarvinum, sínámillum. Býtislykilin er talið av borgarum, ið 31. desember árið fyri eru 67 ár ella eldri.

 

3.4. Býtið av útreiðslunum fevnir um allar útreiðslur, bæði nettorakstrar- og løguútreiðslur, og tí kann undirskot og harvið eingin lántøka koma fyri í samstarvsroknskapinum. Hinvegin skulu kommunurnar ikki gjalda meir enn nettoútreiðslurnar, og tí verður heldur einki avlop í samstarvsroknskapinum.

 

3.5. Sostatt er beinleiðis samband millum ársroknskapin hjá einum samstarvi og ársroknskapinar hjá samstarvandi kommununum. Tað merkir, at tá ið roknskaparárið er liðugt, skulu útreiðslur og inntøkur hjá samstarvinum javnviga, og at møguligt hall ella avlop skal vera býtt millum samstarvandi kommunurnar. Vísir uppgerðin eitt hall, skulu kommunurnar flyta samstarvinum írestandi upphæddina. Er avlop, skal samstarvið flyta tað til samstarvandi kommunurnar. Í báðum førum verður hetta gjørt í sama roknskaparári og eftir tí leisti, ið er lýstur niðanfyri.

 

3.6. Ársroknskapurin hjá eldrasamstørvunum skal verða tíðarmarkaður eftir somu meginreglum sum hjá kommununum og hjá landinum. Tað merkir, at samstarvsroknskapurin skal vera gjørdur og grannskoðaður so tíðliga, at úrslitið kann verða tikið við í roknskapin hjá luttakandi kommununum innan tær freistir, sum eru galdandi fyri at leggja fram kommunala ársroknskapin. Víst verður í hesum sambandi á ásetingina, í fleiri av samstarvsavtalunum, um at grannskoðaður roknskapur fyri árið frammanundan skal fyriliggja í seinasta lagi í apríl mánað.

 

3.7. Í sambandi við uppgerð av endaligum ársroknskapi verða gjøldini frá kommununum fyri farna árið javnað samsvarandi endaligu tølunum. Javningar verða gjørdar við atliti til lutfallið, sum kommunurnar hava skyldu at fíggja eldrasamstarvið við (sbrt. § 10 í løgtinglóg um kommunalt samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m. (Ll. nr. 20 frá 7. apríl 2014)).

 

3.8. Javningar í sambandi við endaliga ársuppgerð av samstarvsroknskapinum verða avgreiddar sambært kunngerð nr. 99 frá 8. juli 2015 um skráseting og fráboðan av búskaparligum flytingum millum kommunur, kommunal samstørv o.tíl. (t.e. kommunala millumrokningarskipanin, stytt KMR). Gjaldstovan ásetir og kunnar í hesum sambandi um nærri mannagongdir og tíðarfreistir.

 

3.9. Eftirbókingar kunnu skrásetast í kommunalu millumrokningarskipanini nakað inn í nýggja árið. Innrapportering av hesum upplýsingum verður gjørd við einari ískoytis-rapportering. Tá ið ískoytis-rapporteringin er gjørd, verður ársroknskapurin vanliga roknaður at vera liðugur. Um grannskoðanin heldur, at viðurskifti eiga at verða broytt, kann hetta tó gerast við einari eyka ískoytis-rapportering.

 

3.10. Gjaldstovan fær heimild at áseta tíðarfreistir og gera neyvari mannagongdir fyri, hvussu eftirbókingar og innraporteringar av viðurskiftum, sum her eru umrødd, skulu fara fram eftir ársskiftið.

4. Gildiskoma

4.1. Hetta rundskriv kemur í gildi 15. februar 2017, men er galdandi fyri fíggjarárið 2016, sum enn er opið, og frameftir.

 

 

Fíggjarmálaráðið, 15. februar 2017

 

Kristina Háfoss (sign.)

landsstýrismaður

/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)