Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Rundskriv
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fíggjarmálaráðið
  • Útgávudagur: 18-12-2017
Valmøguleikar
Tín lógalisti

18. desember 2017Nr. 9008

Rundskriv um at tíðaravmarka lønir í roknskapinum hjá kommunum og kommunalum samstørvum

(Til kommunur og kommunal samstørv)

 

1.0. Endamál

Við hesum verða mannagongdir lýstar um hvussu lønir skulu tíðaravmarkast í roknskapinum hjá kommunum og kommunalum samstørvum.

 

2.0. Løggildi

Við heimild í § 47 í løgtingslóg nr. 87 frá 17. mai 2000 um kommunustýri (kommunustýrislógin) verður ásett, hvussu lønir verða tiknar við í roknskapin um ársskiftið.

 

3.0. Mannagongdir

Meginreglan í § 13 í kunngerð um roknskaparverk kommunanna o.tíl. er latingarmeginreglan, sum merkir, at ein útreiðsla skal verða skrásett, tá ið vøran ella veitingin verður framd. Lønarútreiðslur skulu tí sum meginregla verða tiknar við í tí roknskaparári, rætturin til lønina verður innvunnin.

 

Av tí at fleiri lønarskyldur ikki koma til útgjaldingar fyrr enn í árinum eftir, skulu kommunur og kommunal samstørv tíðaravmarka lønir við ársskiftið sambært talvuni í skjali 1, har greitt er frá, hvørjir postar skulu verða tíðaravmarkaðir og ikki.

 

Meginreglan er, at tímasaldur skulu tíðaravmarkast, tá ið starvsfólkið eigur fleiri enn 40 tímar ella skyldar fleiri enn 30 tímar. Uppspardar serstakar frívikur skulu tíðaravmarkast sum partur av tímasalduni.

 

Lønir, sum standast av vaktum og ikki avgreiddum sáttmálabroytingum, verða sum meginregla altíð tíðaravmarkaðar. Tað sama er galdandi fyri uppsagnarløn, tá ið starvsfólk verður fríttstillað í uppsagnartíðini.

 

4.0. Gildiskoma

Hetta rundskriv kemur í gildi 18. desember 2017. Samstundis fer úr gildi rundskriv nr. 9002 frá 16. januar 2017 um at tíðaravmarka lønir í roknskapinum hjá kommunum og kommunalum samstørvum.

 

5.0. Skiftisreglur

Roknskaparligar avleiðingar av meginreglubroyting

Kommunur og kommunal samstørv, sum higartil hava tíðaravmarkað lønir eftir øðrum meginreglum enn eftir latingarmeginregluni, t.d. eftir kontantmeginregluni, fáa sannlíkt eina meirútreiðslu orsaka av broytingini.

 

Er meirútreiðslan lutfalsliga stór kann meirútreiðslan verða javnað yvir fleiri roknskaparár, tó ikki longur enn roknskaparárið 2019.

 

Roknskaparligar avleiðingar fyri tíðaravmarkan av lønum, sum standast av vaktum

Fyri tíðaravmarkan av lønum, sum standast av vaktum, er sannlíkt, at kommunur og kommunal samstørv fáa eina tøkniliga meirútreiðslu orsaka av meginreglubroytingini.

 

Henda tøkniliga treytaða meirútreiðslan skal ikki takast við í raksturin. Í staðin skulu roknskaparpostarnir fyrst í tí fíggjarárinum, tá ið broytingin verður gjørd, verða tillagaðir soleiðis, at teir vísa ta upphædd, sum teir høvdu havt, um so var, at broytingin varð gjørd frammanundan fíggjarárinum.

 

Henda javningin fer fram eftir § 14 í kunngerð um roknskaparverk kommunanna o.tíl. og skal fremjast ikki seinni enn roknskaparárið 2017.

 

 

Fíggjarmálaráðið, 18. desember 2017

 

Kristina Háfoss (sign.)

landsstýriskvinna

 

/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)

 

 

 

Skjal 1

 

Talva við yvirliti yvir tíðaravmarkingar av lønum

 

Evni

Partsevni

Tíðarav-marking

Avgerðargrundarlag

Viðmerkingar

1. Frítíð

1.1 Frítíðarløn 12%

Ja

 

Er longu tíðaravmarkað, tí frítíðarløn verður goldin út í grunn saman við lønini

1.2 Løn í frítíðini, fastlønt

Nei

 

Forskjótingarnar eru so smáar ár undan ári, at meirarbeiði og feilmøgu­leikar svara ikki til meir­info.

1.3 Serstøk frívika

Ja/Nei

Hevur lønmóttakari biðið um at fáa fríviku flutta at halda í seinni frítíðarári, skal hon tíðaravmarkast. Tó eru somu mørk galdan­di, sum í 2.1.

Verður frívikan hildin ella útgoldin í fyrsta frítíðar­árinum, hon kann verða hildin ella útgoldin, verður tað roknað sum løn í frítíð.

1.4 Frítíðarískoyti

Nei

 

Do 1.2

2. Tímar o.tíl.

2.1 Tímar

Ja

Eigur starvsfólkið fleiri enn 40 tímar ella skyldar fleiri enn 30 tímar, skulu tímarnir verða tíðarav­markaðir. Talan skal vera um tímar, sum starvsfólkið hevur rætt til at fáa út­goldnar ella at avspáka.

Tímarnir kunnu vera salda í klokkuskipan, vaktætlan ella tímar, sum stovnurin hevur skrásett á annan hátt.

2.2 Yvirtíð

Ja

Somu mørk, sum í 2.1. Talan skal vera um álagda úrtíð, t.e. tímar, sum ivi ikki er um, at starvsfólkið hevur rætt til at fáa út­goldnar ella at avspáka.

Einstaka starvsfólkið kann tilsamans ikki eiga fleiri enn 40 tímar á.

3. Vaktir

3.1 Tímar, gjald fyri ólagaliga arbeiðstíð o.tíl.

Ja

Lønir, sum standast av vaktum, verða tíðarav­markaðar.

Tímar, sum ikki verða avroknaðir innan síðsta ískoytisskeið, verða við­gjørdir sum ásett í 2.1.

Umvegis Vaktætlanar­skipanina verður partur av tí, sum er innvunnið í desember, útgoldið í janu­ar. Tað verður tíðarav­markað og sjálvvirkandi bókað saman við lønini fram til 20. februar. Tímar frá undanfarna ári, sum ikki eru avroknaðir 20. februar, verða tíðaravmar­kaðir sambært uppgerð úr Vaktætlanarskipanini.

4. Væntaðar sáttmálabroytingar

 

Ja

 

Javningin verður gjørd grundað á miðal lønar­vøksturin í teimum sáttmálum, sum semja er gjørd um. Føroya gjald­stova skrásetur javningina í landsroknskapinum.

5. Uppsagnarløn

5.1 Starvsfólk fríttstillað í uppsagnartíðini

Ja

Meginreglan er, at skyldan verður tíðaravmarkað til, tá ið hon er komin í, líka mikið nær goldið verður út.

Tá ið talan er um starvs­fólk, sum verður frítt­stillað (t.e. eingin mót­veiting í uppsagnartíðini), verður útreiðslan tíðarav­markað á uppsagnarárið

5.2 Starvsfólk arbeiðir í uppsagnartíðini

Nei

 

Arbeiðir starvsfólkið í uppsagnartíðini (t.e. mót­veiting er í uppsagnar­tíðini), verður útreiðslan ikki tíðaravmarkað.

6. Tænastumanna-eftirlønir

Eftirlønarskylda

Nei

Skyldan verður ikki tíðar­avmarkað, men verður tik­in við í roknskapin, tá ið hon verður goldin út.

 

7. Forútløntar lønir

 

Nei

Skyldan verður ikki tíðar­avmarkað, men verður tik­in við í roknskapin, tá ið hon verður goldin út.

Forskjótingarnar eru so smáar ár undan ári, at meirarbeiði og feilmøgu­leikar svara ikki til meir­info.