Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
7. mai 1992Nr. 60
Kunngerð um skeinkingarloyvi, sum seinast broytt við kunngerð nr. 5 frá 13. januar 2011
Við heimild í § 13 í løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 um innflutning og sølu av rúsdrekka hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Loyvisnevndin kann eftir umsókn veita persónum, partafeløgum, lutafeløgum ella tílíkum, feløgum, ið reka hotel- og restauratiónsvirksemi, og skipum í sigling loyvi at skeinkja gestunum rúsdrekka. Loyvisnevndin skal tryggja sær, at loyvishavarar hava neyðugan kunnleika til hesa serligu vinnu.
§ 2. Við umsóknum, ið skulu skrivast á serstakt oyðublað, skulu m.a. fylgja upplýsingar um aldur, heimarætt, bústað, handilsligan førleika, fíggjarviðurskifti, hvar fyritøkan skal liggja og frágreiðing um hølini.
§ 3. Loyvisnevndin avger, aftaná eina samlaða meting av umstøðunum í hvørjum einstøkum føri, um loyvi kann verða veitt ella ikki.
§ 4. Áðrenn skeinkingarloyvi verður givið, skal ummæli verða fingið til vega frá kommunalu myndugleikunum á staðnum.
Stk. 2. Áðrenn endaligt loyvi verður givið, skulu hølisviðurskiftini og aðrar umstøður lúka tær treytir, ið m.a. ásettar eru í byggilóggávuni, brunalóggávuni, heilsulóggávuni, matvørulóggávuni og politiviðtøkunum.
Stk. 3. Í loyvinum kunnu ásetast slíkar treytir, sum loyvisnevndin í hvørjum einstøkum føri metir neyðugar til at fremja samfelagslig, fráhaldslig og onnur sjónarmið.
Stk. 4. Hevur ein persónur ella eitt felag fingið loyvi, og skal loyvishavarin ikki sjálvur leiða fyritøkuna, skal navnið á tí persóni, sum eftir § 12, stk. 3, í lógini hevur ábyrgdina av dagliga rakstrinum, verða tilskilað í loyvinum.
Stk. 5. 1) Um fyritøkan skiftir eigara, skal søkjast um nýtt skeinkingarloyvi. Meðan umsóknin verður viðgjørd, er gamla loyvið galdandi, tó ikki longri enn 3 mánaðar.
§ 5. Fyri skeinkingarloyvi verður gjald latið, sum fer í landskassan.
Stk. 2. Fyri skeinkingarloyvi til øll sløg av rúsdrekka er gjaldið kr. 10.000,-. Fyri skeinkingarloyvi einans til øl og borðvín er gjaldið kr. 5.000,-. Sama gjald verður goldið, tá loyvi verða longd.
§ 6. Í skeinkingarloyvinum skal í hvørjum einstøkum føri verða tilskilað, hvørji sløg av rúsdrekka loyvið fevnir um, og hvørjar tíðir loyvt er at skeinkja gestum rúsdrekka.
Stk. 2. 2) Loyvisnevndin kann loyva loyvishavara at skeinkja uttandura á avmarkaðum øki uppat skeinkingarloyvisstaðnum, har skeinkingarloyvi er givið eftir § 1. Áðrenn loyvi verður latið, skal ummæli vera fingið til vega frá kommunalu myndugleikunum á staðnum og løgregluni.
§ 7. 1) Loyvishavari hevur skyldu til at ansa eftir, at rúsdrekka ikki verður latið út úr húsunum, smb. tó § 6, stk. 2, og at rúsdrekka bara verður flýggjað gestunum í íløtum at drekka úr á staðnum. Loyvisnevndin kann tó loyva matstovum, ið hava skeinkingarloyvi at selja rúsdrekka út úr húsinum til móttøkur og veitslur saman við tilgjørdum mati og í lutfalsligari nøgd. Tað er tó ein treyt, at bílegging er framd í minsta lagi eina viku frammanundan, at tiltakið verður hildið.
§ 8. Rúsdrekka til einstaklingar kann ikki verða latið uppá borg.
§ 9. Brot á reglurnar í hesi kunngerð og á treytir í loyvinum við heimild í hesi kunngerð verða revsað eftir § 22, stk. 3, í lógini.
§ 10. Henda kunngerð kemur í gildi 1. juni 1992.