Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
4. november 2010Nr. 99
Kunngerð um stuðul til landbúnaðin
Við heimild í § 1, stk. 3 í løgtingslóg nr. 32 frá 6. mars 2003 um landbúnaðarstuðul verður ásett:
Kapittul 1
Økið
§ 1. Studningur kann latast til mjólk, neytakjøt, seyðakjøt, stráfóður, súrhoysbrunnar, velting, djórahald, føroysk húsdjór og avloysaraskipan.
Kapittul 2
Treytir
Mjólk
§ 2. Studningur verður latin til mjólk, sum er í 1. flokki og til flutning.
Stk. 2. Studningurin verður útgoldin mjólkarvirki sambært váttaðum innvigingarlista.
Stk. 3. Flutningsstudningur verður veittur mjólkarvirki eftir somu treytum sum mjólkarstudningur, bæði hvat viðvíkur góðsku og mongd.
Neytakjøt
§ 3. Studningur verður latin til neytakjøt, um neytið er eldri enn 15 mánaðir.
Stk. 2. Heimilað er at lata hægri stuðul til neytakjøt, sum kemur frá útjaðaraøkjunum og eru hesi: Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Mykines, Nólsoy, Hestur, Koltur, Skúvoy og Stóra Dímun.
Seyðakjøt
§ 4. Studningur til seyðakjøt er ein heilt ella lutvís afturbering av goldnum MVG fyri seltseyðakjøt. Søkjast skal um studning fyri hvønn ársfjórðing sær, og freistin at søkja er 10 dagar aftaná, at avrokningarfreistin til TAKS er úti. Búnaðarstovan ger eina meting av játtanini í mun til væntaðar umsóknir í árinum. Endalig uppgerð verður gjørd, tá seinasti ársfjórðingur er uppgjørdur. Krevjast kann váttan fyri, at kjøtið er av tí garði, sum umsøkjarin situr við.
Stráfóður
§ 5. Studningur verður latin til egið framleitt stráfóður, sum verður brúkt í neytahaldinum - súrhoyggj í brunni ella rullubyrðu og hoyggj. Studningur kann vera treytaður av, at fóðrið lýkur ásett góðskukrøv.
Súrhoysbrunnar
§ 6. Studningur til súrhoysbrunnar er treytaður av, at umsóknin er viðgjørd og játtað, áðrenn arbeiðið byrjar. Studningurin verður avgreiddur, tá brunnurin/brunnarnir er liðugur, sýnaður og góðkendur. Krevjast kann prógv fyri, at ætlaða íløgan er neyðug fyri raksturin, og at hon veksur um úrtøku garðsins.
Velting
§ 7. Studningur kann veitast til velting úr nýggjum, og til traktorvegir á nýveltum lendi og til køstar. Fyri at fáa studning, skulu ætlanirnar vera góðkendar, og studningur játtaður, áðrenn arbeiðið byrjar. Krevjast kann prógv fyri, at ætlaða íløgan er neyðug fyri raksturin, og at hon veksur um úrtøku garðsins. Veltistudningur kann vera treytaður av, at nýveltað lendi verður friðað fyri bit alt árið.
Djórahald
§ 8. Studningur verður veittur til tey í § 1 í løgtingslóg nr. 18 frá 4. mai 1961 um studning til frama fyri húsdýraalingina og húsdýrahaldið nevndu endamál.
Føroysk húsdjór
§ 9. Studningur kann latast til verkætlanir, sum eru góðkendar av Búnaðarstovuni.
Avloysaraskipan
§ 10. Studningur verður veittur sum eitt ískoyti til skipanina við, at mjólkarframleiðarar og mjólkarvirki rinda eina nærri ásetta upphædd fyri liturin av innvigaðari mjólk í grunn til at gjalda avloysing fyri. Studningurin verður goldin framleiðarum 1. mai, samsvarandi mjólk, sum er latin mjólkarvirki árið fyri.
Kapittul 3
Umsiting og umsóknir
§ 11. Umsitingin av studninginum verður løgd til Búnaðarstovuna.
Stk. 2. Umsóknir um stuðul skulu skrivast á umsóknarblað frá Búnaðarstovuni og sendast aftur útfylt til Búnaðarstovuna.
Kapittul 4
Gildiskoma
§ 12. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 96 frá 17. juni 2003 um stuðul til landbúnaðin.
Fiskimálaráðið, 4. november 2010
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)