KUNNGERÐ NR. 101 FRĮ 24. JULI 2000 UM HEIMAHJÁLP, SUM SEINAST BROYTT VIÐ KUNNGERÐ NR. 155 FRÁ 8. DESEMBER 2011

Kunngerš nr. 101 frį 24.07.2000
Nr. 101 24. juli 2000

   Við heimild í § 32 A, stk. 3 í lógarkunngerð nr. 100 frá 2. mars 1988 um lóg fyri Føroyar um almenna forsorg, sum m.a. broytt við løgtingslóg nr. 76 frá 23. mai 1997 og sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 78 frá 17. mei 2000, verður ásett:

Heimahjálparaskipanin

   § 1. 1) Heimahjálparaskipanin, sum er partur av Nærverkinum, fevnir um allar persónar, sum eru staddir í Føroyum.

Veitan av heimahjálp

   § 2. Heimahjálp kann verða veitt í hesum førum:
1)Bráfeingis heimahjálp kann verða veitt í einum styttri tíðarbili, tá húsmóðrini / húsfaðirinum berst frá vegna sjúku, barnsburð ella eftirbata. Hjálpin kann vanliga ikki veitast longri enn 3 vikur, og í serligum førum ikki longri enn 6 vikur. Tá heilt serligar umstøður eru til staðar, kann hjálpin veitast í eitt longri tíðarskeið enn 6 vikur, tá vissa verður hildin at vera fyri, at tørvurin á hjálp heldur uppat eftir eitt avmarkað tíðarskeið. Uppgávan hjá heimahjálpini er at røkja tær arbeiðsuppgávur, sum vanliga verða røktar av húsmóðrini/húsfaðirinum í einum heimi.
2)Varandi heimahjálp kann í óavmarkaða tíð verða veitt fyritíðar- og fólkapensjónistum, ið tørva hjálp orsakað av varandi sjúku ella breki.
3)Heimahjálp kann verða veitt av og á til at taka sær av brekaðum barni ella vaksnum í heiminum.

   Stk. 2. 2) Verður fyritíðar- ella fólkapensjónistur fastbúgvandi á eldrasambýlum, fær viðkomandi varandi heimahjálp.

   § 3. Tann, sum heldur tørv vera á heimahjálp í einum heimi, eitt nú húsfólkið sjálvt, lækni, sjúkrasystir, bý- ella bygdaráð ella onnur, eigur at venda sær til økisleiðaran hesum viðvíkjandi.
   Stk. 2. 2) Ein tørvsmeting verður gjørd av, um heimahjálp kann verða játtað, og til hvørjar uppgávur heimahjálpin verður veitt til. Tó verður ongin tørvsmeting gjørd í sambandi við veiting av heimahjálp til fastbúgvandi á eldrasambýlum.

Kærumyndugleiki

   § 4. 1) Avgerð, sum Nærverkið hevur tikið kann innan 4 vikur kærast til kærunevndina í almanna- og heilsumálum.

Fyrisitingin

   § 5. 1) Nærverkið hevur fyrisitingina av heimahjálpini um hendi.
   Stk. 2. Økisleiðararnir, sum hava dagligu leiðsluna av sínum øki um hendi, verða settir og loystir úr starvi av stjóranum fyri Nærverkið.
   Stk. 3. Stjórin fyri Nærverkið setir og loysir úr starvi heimahjálparar og onnur starvsfólk eftir tørvi.

Setanarviðurskifti

   § 6. 3) Lønar- og setanarviðurskifti hjá økisleiðarum, eftirlitsfólkum, heimahjálparum og øðrum starvsfólkum eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag.

Egingjald

   § 7. 3) Fyri heimahjálp veitta eftir § 2 nr. 1 ella nr. 3 verður onki at gjalda.

   § 8. 3) 4) 2) 1) Fyri heimahjálp veitta sbrt. § 2, nr. 2 skal gjaldast fyri hvønn tíma í mun til ta inntøku, sum pensjónisturin og hjúnafelagi hava tilsamans umframt almannapensjónina, tá inntøkan er 15.000 kr. ella hægri um árið fyri støk og 22.500 kr. ella hægri um árið fyri hjún. Gjaldið er ásett í kunngerð um gjald fyri heimahjálp.
   Stk. 2. 1) Inntøkugrundarlagið verður roknað sambært ásetingunum í § 20, stk. 1-5 í løgtingslóg um almannapensjónir.
   Stk. 3. 1) Goldið verður ikki fyri heimahjálp, tá pensjónistur er til umlætting.
   Stk. 4. 1) Goldið verður í mesta lagi fyri 30 tímar um mánaðin.
   Stk. 5. 1) 5) (Strikað).
   Stk. 6. 5) (Strikað).
   Stk. 7. Gjaldið fyri heimahjálp kann við samtykki frá pensjónistinum takast av pensjónini, innan hendan verður útgoldin..

   § 8 a. 3) 4) 2) (Strikað).

Gildiskoma

   § 9. Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 2000. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 82 frá 29. mei 1997 um heimahjálp.

Almanna- og Heilsumálastýrið, 24. juli 2000

Helena Dam á Neystabø (sign.)
landsstýrismaður

/ Høgni Joensen (sign.)

 


1) Broytt viš kunngerš nr. 3 frį 28. januar 2010, har § 2 er soljóšandi: "Henda kunngerš kemur ķ gildi 1. mars 2010."

2) Broytt viš kunngerš nr. 17 frį 6. mars 2007.

3) Broytt viš kunngerš nr. 101 frį 23. august 2005, har § 2 er soljóšandi: "Henda kunngerš kemur ķ gildi 1. september 2005."

4) Broytt viš kunngerš nr. 139 frį 13. desember 2005, har § 2 er soljóšandi: "Henda kunngerš kemur ķ gildi 1. januar 2006."

5) Broytt viš kunngerš nr. 155 frį 8. desember 2011, har § 2 er soljóšandi: "Hendan kunngerš kemur ķ gildi 1. januar 2012."

 

 

 

Evnisskipaš valmynd Stavrašaš valmynd Tķšarskipaš valmynd