Fyrivarni um dagføring
Tað føroyska lógasavnið verður umsitið av lógartænastuni í Løgmansskrivstovuni, sum eisini hevur ábyrgdina av savninum og innihaldinum í tí.
Lógadátugrunnurin verður dagførdur so hvørt sum, ella stutt eftir, at Kunngerðablaðið kemur út.
Um ósamsvar er millum innihaldið í lóga-savninum og tekstirnar í Kunngerðablaðnum, er tað teksturin í Kunngerðablaðnum, ið er løgfrøðiliga bindandi.
Eingin ábyrgd verður tikin av missi, sum stendst av mistøkum í lógasavninum.
Netvørðurin á lógasavninum hevði verið takksamur, um brúkararnir søgdu frá møguligum villum ella onkrum, ið vantar ella komu við uppskotum um ábøtur.