Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
8. november 2024Nr. 106
Fráboðan um broyting í fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýriskvinnurnar og landsstýrismenninar
(Umskipan av landsstýrinum o.a.)
§ 1
Í fráboðan nr. 164 frá 22. desember 2022 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýriskvinnurnar og landsstýrismenninar, sum broytt við fráboðan nr. 5 frá 24. januar 2023, fráboðan nr. 13 frá 10. februar 2023, fráboðan nr. 30 frá 8. mars 2023, fráboðan nr. 86 frá 28. juni 2023, fráboðan nr. 138 frá 12. desember 2023, fráboðan nr. 3 frá 1. februar 2024 og fráboðan nr. 73 frá 18. juni 2024, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 1, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“§ 1. Landsstýriskvinnurnar og landsstýrismenninir eru:
1) Í almanna- og mentamálum: Sirið Stenberg, tjóðveldi, Vágur.
2) Í uttanríkis- og vinnumálum: Høgni Hoydal, tjóðveldi, Hoyvík.
3) Í fíggjarmálum: Ruth Vang, framsókn, Tórshavn.
4) Í umhvørvismálum: Margit Stórá, javnarflokkurin, Tórshavn.
5) Í fiskivinnu- og samferðslumálum: Dennis Holm, tjóðveldi, Vágur.
6) Í barna- og útbúgvingarmálum: Djóni Nolsøe Joensen, javnaðarflokkurin, Tórshavn.
7) Í lógarmálum: Bjarni Kárason Petersen, framsókn, Tórshavn.
8) Í heilsumálum: Súsanna Bertholdsen, javnaðarflokkurin, Tvøroyri.”
2. Í § 19 verður sum stk. 2 sett:
“Stk. 2. Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum hevur, eftir at hava fingið samtykki til tess á landsstýrisfundi, heimild at geva øllum stjórnarráðum og stovnum undir landinum tænastuboð um hvussu og hvørji staðarnøvn skulu nýtast av teimum í Føroyum.”
§ 2
Stk. 1. Henda fráboðan kemur í gildi dagin eftir at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 8. november 2024, kl. 14.00.
Stk. 2. Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, javnaðarflokkurin, Velbastaður fór úr embæti 24. oktober 2024. Í tíðarskeiðnum 24. oktober 2024 til 8. november 2024 røkti løgmaður embæti hennara.
Løgmansskrivstovan, 8. november 2024
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
/ John Rajani (sign.)