Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Fráboðan
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Løgmansskrivstovan
  • Útgávudagur: 18-09-2015
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2015 A - Fráboðan 109 frá 18. september 2015
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

18. september 2015Nr. 109

Fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, sum seinast broytt við fráboðan nr. 135 frá 3. oktober 2018

Heimilað í § 27, stk. 2, § 29, stk. 2, § 33, stk. 1 og § 36, 1. pkt. í løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya ásetur løgmaður:

Kapittul 1

Landsstýrismenn

§ 1. 1) Landsstýrismenninir eru:

Í fiskivinnumálum: Høgni Hoydal, tjóðveldi, Hoyvík.

Í fíggjarmálum: Kristina Háfoss, tjóðveldi, Tórshavn.

Í uttanríkis- og vinnumálum: Poul Michelsen, framsókn, Tórshavn.

Í samferðslumálum: Løgmaður.

Í almannamálum: Eyðgunn Samuelsen, javnaðarflokkurin, Klaksvík.

Í heilsu- og innlendismálum: Sirið Stenberg, tjóðveldi, Vágur.

Í mentamálum: Rigmor Dam, javnaðarflokkurin, Tórshavn.

Stk. 2. Varaløgmaður er Høgni Hoydal. Berst honum frá, er tann varaløgmaður, sum er næstur honum sambært regluni í stýrisskipanarlógini § 36, 2. og 3. pkt.

Kapittul 2

Løgmaður

Fyrisitingarheimildir

§ 2. 2) 3) Løgmaður hevur tær fyrisitingarheimildir, sum eru hjá løgmanni og landsstýrinum í hesum lógum:

1)   L. nr. 55 af 13. april 1894 indeholdende bestemmelser om politiet på Færøerne, § 3 og § 6.

2)   L. nr. 29 af 16. Februar 1932 om Skyldners Ret til at frigøre sig ved Deponering, § 6 og § 8, sbr. ræðislógini § 2.

3)   L. nr. 69 af 23. Marts 1932: Checklov, § 31, sbr. ræðislógini § 2.

4)   L. nr. 178 af 16. maj 1934 om offentlige Indsamlinger, sbr. ræðislógini § 2.

5)   A. nr. 224 af 5. oktober 1936 for Færøerne om offentlig auktion ved auktionsledere, sbr. ræðislógini § 2.

6)   L. nr. 139 af 7. mai 1937 om kontrol med tilvirkning af krigsmateriel m.m., sbr. ræðislógini § 2.

7)   L. nr. 145 af 13. april 1938 om Mortifikation af Værdipapirer, § 15, stk. 1 og stk. 4, sbr. ræðislógini § 2.

8)   L. nr. 146 af 13. april 1938 om Gældsbreve, § 41, stk. 1, § 41, stk. 3 og § 42, sbr. ræðislógini § 2.

9)   Lb. nr. 215 af 24. juni 1939 af borgerlig straffelov, § 252, stk. 3, sbr. ræðislógini § 2, hvat viðvíkur heimildunum sum fyrr lógu hjá justitsministeren.

10) Færø Amts Kundgørelse nr. 11 af 31. mars 1948 af Lov om Færøernes Hjemmestyre, § 6, stk. 2.

11) Ll. nr. 42 frá 17. juli 1959 um flaggið, § 5.

12) L. nr. 27 af 3. februar 1960 om udlevering af lovovertrædere til Finland, Island, Norge og Sverige, § 6, nr. 1, 3 og 4 og § 13, stk. 1 og 2, sbr. ræðislógini § 2.

13) L. nr. 249 af 9. juni 1967 om udlevering af lovovertrædere, § 10, nr. 1, litra a og nr. 2, § 12, § 15, stk. 1 og 2, § 16, stk. 1 og 2, § 18, § 20 og § 21, sbr. ræðislógini § 2.

14) Ll. nr. 43 frá 22. mai 1969 um vápn v.m.

15) Ll. nr. 31 frá 5. juli 1971 um tænastumenn landsins, § 3, stk. 1, hvat viðvíkur setan í starv av tænastumonnum í 39. lønarflokki og hægri í samráði við avvarðandi landsstýrismann.

16) L. nr. 252 af 12. juni 1975 om overførsel til andet land af retsforfølgning i straffesager, § 2, stk. 2, § 4 og § 5, sbr. ræðislógini § 2.

17) L. nr. 638 af 21. december 1977 om renter ved forsinket betaling, m.v., § 5, stk. 2, sbr. ræðislógini § 2.

18) L. nr. 139 af 29. marts 1978 om visse forbrugeraftaler, § 7, stk. 3 og § 13, stk. 3, sbr. ræðislógini § 2.

19) Ll. nr. 49 frá 20. juli 1978 um val til Føroya løgting, § 15, stk. 2 og § 16, stk. 1 og 2.

20) Ll. nr. 66 frá 21. mai 1980 um summartíð.

21) L. nr. 275 af 9. juni 1982 om køb på kredit, § 17, stk. 3, § 36 og § 38, sbr. ræðislógini § 2.

22) L. nr. 278 af 9. juni 1982 om forbud mod privates TV-overvågning m.v., sbr. ræðislógini § 2.

23) Lb. nr. 565 af 28. august 1986 om ydelse af juridisk bistand samt om inkasso- og detektivvirksomhed m.v., som den er sat i kraft ved L. nr. 92 af 23. februar 1988, sbr. ræðislógini § 2.

24) Ll. nr. 53 frá 7. mai 1987 um eydnuspøl v.m.

25) Ll. nr. 109 frá 17. desember 1987 um alment kunngerðablað.

26) Ll. nr. 10 frá 8. januar 1993 um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.

27) Ll. nr. 132 frá 10. juni 1993 um fyrisitingarlóg.

28) Ll. nr. 133 frá 10. juni 1993 um innlit í fyrisitingina.

29) Ll. nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya

a)    § 1, § 6, stk. 2 og 3, § 9, § 12, § 13, § 15, stk. 1, § 21, § 26, § 27, stk. 2, 2. pkt., § 28, stk. 5, § 29, § 30, § 31, 3. pkt., § 33, § 36, § 37 og § 48.

b)   § 51 og § 54, stk. 2, hvat viðvíkur samskifti landsstýrisins mótvegis donskum stjórnarráði, sum umsitur samsvarandi málsøki í Danmark.

30) Ll. nr. 90 frá 4. juni 1996 um ábyrgd landsstýrisins, § 9, stk. 1.

31) Ll. nr. 73 frá 8. mai 2001 um viðgerð av persónsupplýsingum.

32) Ll. nr. 31 frá 6. mars 2003 um fíggjarligan stuðul til politiskt virksemi og politiska upplýsing.

33) Ll. nr. 77 frá 6. mai 2003 um nevnd at geva løgmanni tilmæli um samsýningar og eftirløn landsstýrismanna v.m.

34) Lb. nr. 148 frá 9. marts 2004 af lov for Færøerne om rettens pleje, § 110 og § 149, stk. 2.

35) Lb. nr. 841 frá 23. juli 2004 for Færøerne af lov om produktansvar, § 8, stk. 2 og § 16, sbr. ræðislógini § 2.

36) Ll. nr. 45 frá 16. mai 2006 um fjølmiðlaábyrgd.

37) Ll. nr. 60 frá 7. juni 2007 um fólkakirkjuna í Føroyum, § 15, stk. 1 og § 16, stk. 1.

38) A. nr. 581 af 23. juni 2008 om ikrafttræden for Færøerne af lov om erstatning fra staten til ofre for forbrydelser, § 3, stk. 3 og 4, § 4, § 9, stk. 1 og 2, § 11, stk. 1, 2 og 3, og § 11 b og § 17, sbr. ræðislógini § 2.

39) A. nr. 582 frá 23. juni 2008 om ikrafttræden for Færøerne af lov om erstatningsansvar, § 15, stk. 2 og § 16, stk. 2, sbr. ræðislógini § 2.

40) Ll. nr. 51 frá 17. mai 2011 um ítróttarvedding v.m.

41) Ll. nr. 137 frá 6. oktober 2011 um brúkaravernd í sambandi við at keypa og selja fastogn o.a., tó ikki § 5, stk. 3.

Umsitingarøkið

§ 3. 2) 3) Løgmaður er ovasta umboð Føroya, samskipar starv landsstýrismanna og hevur eftirlit við teimum. Eisini umsitur løgmaður yvirtøkumál og yvirskipaðu viðurskifti Føroya mótvegis Danmark. Somuleiðis umsitur løgmaður kærumál, løgmál, ráðgevir øðrum landsstýrismonnum í lógartekniskum spurningum. Eisini umsitur løgmaður persónsupplýsingarmál.

Stk. 2. 4) Løgmaður varðar av ognunum í Tinganesi og ger av, hvør ið húsast skal í einstøku ognunum á matr. nr. 1, 2, 3, 7, 9, 10, 12a, 12c, 13, 17b, 18b, 18f, 36, 149 og 180g.

Stk. 3. 2) 3) Løgmaður hevur heimildir landsstýrisins mótvegis:

1)   Norðuratlantsbryggjuni, vinnurekandi grunnur.

2)   Ítróttarvedding Sp/f.

Løgtingslógaruppskot

§ 4. 2) 3) Løgmaður fyrireikar og leggur á landsstýrisfund, til framløgu í løgtinginum, uppskot til løgtingslógir á hesum økjum:

1)   Sbr. heimastýrislógarinnar listi A, nr. 1: Føroya egna stýrisskipan innanfyri avmarkanina í nýskipanini. Harundir hoyrir - innanfyri nevndu avmarkan - ásetanir um Løgtingið, umsitingarvaldið, skapan, samtykkjan og staðfesting løgtingslóganna og kunngering teirra.

2)   Sbr. heimastýrislógini lista A, nr. 14: Innsavnan og burturlutan. Finningargóðs. Vápn.

3)   Sbr. heimastýrislógini lista A, nr. 16: Ekspropriatión til serlig endamál. Val av almennum álitismonnum. Serstakar ásetanir um serliga tíðarrokning.

4)   Sbr. løgtingslóg nr. 41 frá 10. mai 2006 um ræði á málum og málsøkjum: Fjølmiðlaábyrgd, sjónvarpseygleiðing, lóggávan kring uppboðssøluhaldarar, vaktarvirksemi, eins og øll onnur øki enn tey sum nevnd eru í yvirtøkulógini § 1, stk. 2 og ræðislógini § 1, stk. 2. sum annar landsstýrismaður ikki er settur at taka sær av.

5)   Sbr. løgtingslóg nr. 93 frá 22. oktober 2007 um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum: Ikki vinnurekandi grunnar og feløg.

6)   Sbr. Ll. nr. 53 frá 11. mai 2009 um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum: Fíggjarrættur (formueret).

7)   Sbr. Ll. nr. 7 frá 17. februar 2010 um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum revsirættur).

8)   Sbr. stýrisskipanarlógini § 32, stk. 2 og § 46.

Ríkislógartilmælisuppskot

§ 5. 2) 3) Løgmaður fyrireikar og leggur á landsstýrisfund, til framløgu í løgtinginum, uppskot til ríkislógartilmæli á hesum økjum, eins og hann á somu økjum ummælir mótvegis ríkismyndugleikum sbr. stýrisskipanarlógini § 49:

1)   Sbr. yvirtøkulógini § 1, stk. 2: Stjórnarskipan danska ríkisins, tó ikki viðvíkjandi lóggávuni um statens arkiver.

2)   Sbr. ræðislógini § 1, stk. 2: Brotsmálaumsorgan.

3)   Sbr. yvirtøkulógini § 1, stk. 2: Hægstarætt danska ríkisins.

4)   Sbr. yvirtøkulógini § 1, stk. 2: Heimarætt danska ríkisins.

5)   Sbr. ræðislógini § 1, stk. 2: Leiðarbræv.

6)   Sbr. ræðislógini § 1, stk. 2: Løgregla og ákærumyndugleiki og atknýttu partarnir av revsirættarganginum.

7)   Sbr. ræðislógini § 1, stk. 2: Rættargangur, heruppií at seta á stovn dómstólar.

8)   Sbr. ræðislógini § 1, stk. 2: Sakførarastarvsemi.

Ræði á løgtingsfíggjarlógini

§ 6. Løgmaður hevur ræði á § 2, løgmansfyrisitingin.

Tænastuboð

§ 7. 2) 3) Løgmaður hevur yvirskipaða eftirlitið við hesum stovnum og hevur heimild at geva teimum tænastuboð: Løgmansskrivstovuni og Føroya Kærustovni.

Stk. 2. Løgmaður hevur, eftir at hava fingið samtykki til tess á landsstýrisfundi, heimild at geva øllum stjórnarráðum og stovnum undir landinum tænastuboð um, at stovnar verða ikki settir á stovn, fluttir ella samanlagdir ella broyttir grundleggjandi, uttan so er, at ein tvørvegis bygnaðarmetingarbólkur umboðaður av embætisfólki, hevur sagt sína hugsan um málið, og at løgmaður, vísandi til samskipandi leiklut sín, sbr. stýrisskipanarlógini § 33, stk. 2, ikki hevur sett seg upp í móti broytingini.

Stk. 3. 5) Løgmaður hevur, eftir at hava fingið samtykki til tess á landsstýrisfundi, heimild at geva øllum stjórnarráðum og stovnum undir landinum tænastuboð um hvussu uppskot til løgtingslógir, ríkislógir, kunngerðir, uppskot til samtyktar, rundskriv og leiðbeiningar skulu verða sett upp og eftirkannaði.

Kapittul 3

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum

Fyrisitingarheimildir

§ 8. 6) 4) 7) 3) 5) Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur tær fyrisitingarheimildir, sum eru hjá landsstýrinum í hesum lógum:

1)   L. nr. 71 af 7. apríl 1899 om salg af indenlandske haveprodukter og indenlandsk frugt ved offentlig auktion, sbr. ræðislógini § 2.

2)   L. nr. 55 af 27. marts 1903 om foranstaltninger mod udbredelse af rustsvampe, sbr. ræðislógini § 2.

3)   L. nr. 246 af 9. mai 1917 om landboforeningers og husmandsforeningers auktioner m.m., sbr. ræðislógini § 2.

4)   L. nr. 84 af 31. mars 1926 for Færøerne om landvæsenskommisioner.

5)   L. nr. 73 af 23. marts 1932 om midler til bekæmpelse af plantesygdomme m.m., sbr. ræðislógini § 2.

6)   L. nr. 170 af 18. mai 1937 for Færøerne om Grandestævne m.m., sbr. ræðislógini § 2.

7)   L. nr. 171 af 18. mai 1937 for Færøerne om hegn og markfred, § 8, stk. 1, § 15, stk. 2 og § 44.

8)   L. nr. 172 af 18. mai 1937 for Færøerne om Haugers styrelse og drift m.m., § 41, stk. 3 og § 47.

9)   L. nr. 370 af 21. december 1938 for Færøerne om bekæmpelse af smitsomme plantesygdomme og skadedyr, sbr. ræðislógini § 2.

10) Ll. nr. 27 frá 9. september 1954 um fuglaveiðu v.m.

11) Ll. nr. 18 frá 4. mai 1961 um studning til frama fyri húsdýraalingina og húsdýrahaldið v.m.

12) Ll. nr. 57 frá 5. juni 1984 um hvalaveiðu.

13) Ll. nr. 128 frá 25. oktober 1988 um haruveiðu.

14) Ll. nr. 29 frá 23. februar 1993 um almenna uppboðssølu av fiski.

15) Ll. nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya

a)    § 51 og § 54, stk. 2, hvat viðvíkur samskifti landsstýrisins mótvegis donskum stjórnarráði, sum umsitur samsvarandi málsøkið í Danmark.

b)   § 52 og § 54 stk. 1, hvat viðvíkur samráðingar um fyrisitingarligar sáttmálar viðvíkjandi fiskirættindum umframt fundir um fiskirættindi, ið fara fram í NEAFC.

16) Ll. nr. 72 frá 20. mai 1996 um varðveiting av fjølbroyttum fiskiflota.

17) Ll. nr. 84 frá 28. mai 1996 um stuðul til menning av fiskivinnu á landi.

18) Ll. nr. 26 frá 14. mars 1997 um umlegging av lánum v.m. hjá fjarfiskaflotanum.

19) Ll. nr. 14 frá 3. mars 1999 um stuðul til flutning av fiski.

20) Ll. nr. 61 frá 10. mai 2000 um fiskivinnuráð.

21) Ll. nr. 61 frá 27. apríl 2001 um avtøku av ymsum løgtingslógum (Fiskivinnumál), § 2.

22) Ll. nr. 32 frá 6. mars 2003 um landbúnaðarstuðul.

23) Ll. nr. 55 frá 22. apríl 2003 um hald av útreiðslum í sambandi við størri vanlukkur.

24) Ll. nr. 45 frá 15. mai 2007 um landsjørð.

25) Ll. nr. 132 frá 28. desember 2010 um Trygdargrunn fiskivinnunnar.

26) Ll. nr. 76 frá 7. juni 2011 um bygging av nýggjum havrannsóknarskipi.

27) Ll. nr. 61 frá 15. mai 2012 um tilbúgving, tó ikki §§ 35-39 og § 43.

28) Ll. nr. 34 frá 17. mai 2013 um Búnaðargrunn.

29) Lb. nr. 1373 frá 4. desember 2013 af anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om luftfart, tó bert § 131, stk. 2.

30) Ll. nr. 56 frá 19. mai 2015 um grind og annan smáhval (Grindalógin).

31) Ll. nr. 85 frá 22. mai 2015 um samráðingarheimild at gera nýggjan sáttmála um tyrlutænastu.

32) Ll. nr. 159 frá 24. desember 2015 um veiðigjald á svartkjaft í 2015.

33) Ll nr. 150 frá 23. desember 2016 um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2017.

34) Ll. nr. 71 frá 29. mai 2017 um Fiskivinnugrunn.

35) Ll. nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi.

36) Ll nr. 172 frá 20. desember 2017 um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2018.

Umsitingarøkið

§ 9. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum umsitir bjarging, búnaðarmál, fiskirannsóknir og –gransking, fiskiveiðueftirlit, fiskivinnumál, hvalamál, inntøkutrygd fiskimanna, tilbúgving og trygd.

Løgtingslógaruppskot

§ 10. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fyrireikar og leggur á landsstýrisfund, til framløgu í løgtinginum, uppskot til løgtingslógir á hesum økjum:

1)   Sbr. heimastýrislógini lista B, nr. 4: Jarðagrunnurin.

2)   Sbr. heimastýrislógini lista A, nr. 13: Landbúnaðarviðurskifti. Harundir almenn búnaðarlóggáva, festi, leiga, húsmannsbrúk, urtaalan, húsdjóraalan, urtagarðsbrúk, hjávinnur búnaðarins, jarðarbót, jakt og friðan av djórum á territoriinum. Fiskiskapur og friðan av fiski á territoriinum.

3)   Sbr. Ll. nr. 105 frá 12. desember 2006 um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum: Tilbúgving.

4)   Sbr. Ll. nr. 53 frá 7. juni 2008 um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum: Veðurtænasta.

Ræði á løgtingsfíggjarlógini

§ 11. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur ræði á § 5, fiskivinnumálum á løgtingsfíggjarlógini.

Tænastuboð

§ 12. 6) 5) Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur yvirskipaða eftirlitið við hesum stovnum og hevur heimild at geva teimum tænastuboð:

1)   Búnaðarstovan.

2)   Fiskimálaráðið.

3)   Havstovan.

4)   Vørn.

Kapittul 4

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum

Fyrisitingarheimildir

§ 13. 4) 2) 3) 5) 8) Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur tær fyrisitingarheimildir, sum eru hjá landsstýrinum í hesum lógum:

1)   L. nr. 75 af 29. august 1904 om reders forpligtelse til at meddele statistiske oplysninger, sbr. ræðislógini § 2.

2)   A. nr. 468 af 8. november 1921 hvorved lov om arveafgift af 27. mai 1908 sættes i kraft på Færøerne, § 3, stk. 4, § 9, stk. 2, § 13, stk. 2 og § 42.

3)   L. nr. 95 af 25. mars 1933 for Færøerne om statistik, § 1, stk. 2 og § 7, sbr. ræðislógini § 2.

4)   L. nr. 85 af 30. mars 1935 for Færøerne om inddrivelse af skatter og afgifter til det offentlige m.m., sbr. ræðislógini § 2.

5)   L. nr. 147 af 27. mars 1939 om udskiftning, § 8, stk. 6.

6)   L. nr. 248 af 12. apríl 1949 om pengesedler m.v. på Færøerne, § 2 og § 8.

7)   Ll. nr. 1 frá 3. januar 1950 um statistikk, § 1.

8)   L. nr. 28 af 29. januar 1964 om en investeringsfond for Færøerne, § 2 og § 3, stk. 3.

9)   Ll. nr. 31 frá 5. juli 1971 um tænastumenn landsins, tó so viðv. § 3, stk. 1, at løgmaður í samráði við avvarðandi landsstýrismann setur tænastumenn í 39. lønarflokki og hægri, og aðrir tænastumenn verða settir av tí landsstýrismanni, sum verður teirra hægsti fyrisetti.

10) Ll. nr. 32 frá 5. juli 1971 um tænastumannaeftirlønir.

11) Ll. nr. 37 frá 5. august 1971 um tænastumannalønir v.m. og flokking av tænastumannastørvum.

12) Ll. nr. 50 frá 23. desember 1971 um íløgugrunnar.

13) Ll. nr. 51 frá 29. desember 1971 um skatt av rentutryggingum v.m.

14) Ll. nr. 52 frá 29. desember 1971 um skattligar avskrivingar v.m.

15) Ll. nr. 30 frá 21. mai 1975 um prístal.

16) Ll. nr. 45 frá 9. mai 1976 um viðurskifti hjá starvsfólki á postverkinum í samband við yvirtøku.

17) L. nr. 638 af 21. desember 1977 om renter ved forsinket betaling m.v., § 5, stk. 2.

18) Ll. nr. 101 frá 1. desember 1978 um studning til fólkaháskúlar, § 3, nr. 5 og § 4.

19) Ll. nr. 38 frá 31. mars 1982 um vektgjald av motorakførum v.m., § 10, § 11, nr. 4 og § 13 a, stk. 2.

20) Ll. nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt.

21) Ll. nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti til landskassan. 

22) Ll. nr. 37 frá 26. mai 1988 um ferðagjald.

23) Ll. nr. 68 frá 9. juni 1988 um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m.

24) Ll. nr. 33 frá 7. mai 1991 um Hagstovu Føroya, § 1, stk. 3, § 2, stk. 2, § 2, stk. 4 og § 7.

25) Ll. nr. 39 frá 7. mai 1991 um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn.

26) Ll. nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll.

27) Ll. nr. 66 frá 13. mai 1992 um húsarhaldsskúlar, § 10, stk. 3 og § 11, stk. 2, nr. 3.

28) Ll. nr. 75 frá 13. mai 1992 um umhvørvisgjald á smyrjiolju, § 5.

29) Ll. nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald.

30) Ll. nr. 179 frá 18. desember 1992 um serligt avgjald á brenniolju.

31) Ll. nr. 93 frá 11. mai 1993 um gjøld o.l. fyri innkrevjing av falnari skuld til landskassan.

32) Ll. nr. 193 frá 10. desember 1993 um lønarhæddaravgjald.

33) Ll. nr. 33 frá 23. mars 1994 um landsins almenna roknskapar hald v.m., § 1, stk. 1, § 2, stk. 2, § 3, § 4 og § 5, stk. 2.

34) Ll. nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya

a)    § 43, stk. 1 og 3, § 44, stk. 2 og 3.

b)   § 51 og § 54, stk. 2, hvat viðvíkur samskifti landsstýrisins mótvegis donskum stjórnarráði, sum umsitur samsvarandi málsøkið í Danmark.

c)    § 52 og § 54, stk. 1, hvat viðvíkur millumtjóða samráðingar og avtalur um skattaviðurskifti.

35) Ll. nr. 151 frá 10. november 1995 um borgan fyri kommunulánum og umlegging av kommunulánum.

36) A. nr. 720 af 5. september 1995 om ikrafttræden på Færøerne af lov om erhvervsfremme, § 13 a, stk. 2.

37) Ll. nr. 148 frá 30. desember 1996 um stuðul til rentuútreiðslur av lánum.

38) Ll. nr. 93 frá 6. juni 1997 um stuðul til ferðaútreiðslur.

39) Ll. nr. 95 frá 6. juni 1997 um stuðul til dupult húsarhald.

40) Ll. nr. 169 frá 30. desember 1997 um Toll- og skattafyrisiting.

41) Ll. nr. 171 frá 30. desember 1997 um skattafría samanlegging o.a.

42) Ll. nr. 75 frá 5. november 1998 um Føroya Realkreditstovn (Realin), § 1, stk. 2, § 2, stk. 1, § 4, § 5, stk. 2 og 4, § 7, stk. 4, § 13 og § 16.

43) Ll. nr. 99 frá 29. desember 1998 um gjald av vinningi við burturluting v.m.

44) Ll. nr. 26 frá 21. apríl 1999 um at skatta inntøkur av kolvetnisvirksemi (Kolvetnisskattalógin).

45) Ll. nr. 16 frá 14. februar 2000 um álíkning, innkrevjing, eftirlit o.a. í sambandi við skatting av inntøku av kolvetnisvirksemi (Kolvetnisskattafyrisitingarlógin).

46) Ll. nr. 87 frá 17. mai 2000 um kommunustýri (kommunustýrislógin), § 5, stk. 5, § 9, stk. 1, 2 og 3, § 43, stk. 2, § 46, stk. 2, § 47, § 52, § 53, stk. 2 og § 54.

47) Ll. nr. 13 frá 16. februar 2001 um landskassaveðhald fyri lánum frá "Kreditforeningen af Kommuner i Danmark" til føroyskar kommunur.

48) Ll. nr. 47 frá 30. mars 2001 um at seta í gildi ásetingarnar í sáttmála millum Føroyar og Grønland at sleppa undan tvískatting av inntøku og ogn, § 25, stk. 2.

49) Ll. nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan, § 19, stk. 3.

50) Ll. nr. 19 frá 12. mars 2002 um avgjald á framleiðslu og innflutningi.

51) Ll. nr. 16 frá 8. mars 2005 um skráseting av útflutningi av vørum.

52) Ll. nr. 29 frá 8. apríl 2005 um umskipan av landsskatta-, mvg- og tollskuld v.m. hjá fólki.

53) Ll. nr. 81 frá 14. mai 2005 um rættindi løntakaranna í sambandi við, at landsstýrið yvirtekur mál og málsøki frá ríkismyndugleikunum.

54) Ll. nr. 67 frá 17. mai 2005 um viðbót til eftirløn hjá ávísum tænastumonnum.

55) L. nr. 528 frá 24. juni 2005 om visse personalemæssige spørgsmål i forbindelse med de færøske myndigheders overtagelse af sager og sagsområder.

56) Ll. nr. 126 frá 21. desember 2006 um sínámillum umsitingarliga hjálp í málum um beinleiðis og óbeinleiðis skattir millum lond, sum eru limir í Europaráðnum ella OECD.

57) Ll. nr. 16 frá 5. mai 2008 um at seta í gildi sáttmála millum Føroya landsstýri og Ríkisstjórnina fyri Stóra Bretland og Norður Írland til tess at sleppa undan tvískatting og fíggjarligum undandrátti, hvat inntøku- og kapitalvinningsskatti viðvíkur.

58) Ll. nr. 33 frá 19. mai 2008 um avgjøld við skráseting av motorakførum.

59) Ll. nr. 60 frá 10. juni 2008 um at seta í gildi skattaavtalur millum Føroyar og Isle of Man.

60) Ll. nr. 1 frá 22. desember 2008 um gjaldførislán frá Føroya landsstýri til Ríkisstjórn Íslands.

61) Ll. nr. 40 frá 28. apríl 2009 um lántøku til landskassan.

62) Ll. nr. 42 frá 4. mai 2009 um landsins játtanarskipan.

63) Ll. nr. 50 frá 11. mai 2009 um Búskaparráð.

64) Ll. nr. 67 frá 25. mai 2009 um trygging móti avleiðingum av arbeiðsskaða (Arbeiðsskaðatryggingarlógin), § 79, stk. 5.

65) Ll. nr. 71 frá 25. mai 2009 um at seta í gildi skattaavtalur millum Føroyar og ávikavist Guernsey og Jersey.

66) Ll. nr. 182 frá 22. desember 2009 um at seta í gildi skattaavtalur millum Føroyar og ávikavist Aruba, Bermuda, Bretsku Jomfrúoyggjarnar, Cayman Islands og Niðurlendsku Antillurnar PROTOKOL.

67) Ll. nr. 16 frá 19. mars 2010 um lántøku til landskassan.

68) Ll. nr. 62 frá 31. mai 2010 um Húsalánsgrunn.

69) Løgtingslóg nr. 102 frá 11. november 2010 um at seta í gildi ásetingarnar í tvískattasáttmála millum Føroyar og Schweiz frá 23. november 1973, sum seinast er broyttur við protokol frá 21. august 2009.

70) Ll. nr. 60 frá 26. mai 2011 um stuðul til Saltsilogrunnin.

71) Ll. nr. 64 frá 26. mai 2011 um manntal í 2011.

72) Ll. nr. 82 frá 7. juni 2011 um Búskapargrunn Føroya.

73) Ll. nr. 11 frá 20. mars 2014 um lántøku til landskassan í 2014.

74) Lb. nr. 969 af 27. august 2014 om ikrafttræden for Færøerne af lov om finansiel virksomhed § 343 s, stk. 4 og 5, § 345 stk. 6, § 354 stk. 5 nr. 27 og 29.

75) Ll. nr. 119 frá 15. desember 2014 um avgjald á veiðu av makreli og norðhavssild í 2015.

76) Ll. nr. 136 frá 19. desember 2014 um endurgjald til kommunur vegna frádráttir og serskattaskipanir.

77) Ll. nr. 36 frá 30. apríl 2015 um lántøku til landskassan í 2015.

78) Ll. nr. 116 frá 24. november 2016 um Landsbanka Føroya og Føroya váðaráð.

79) L. nr. 1660 frá 20. desember 2016 om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2016-2019.

80) Ll. nr. 56 frá 10. mai 2017 um talgildar rokningar.

81) Ll. nr. 77 frá 29. mai 2017 um Talgildu Føroyar.

82) Ll. nr. 61 frá 30. apríl 2018 um landskassatrygd fyri Oyggjaleikir í Føroyum.

Umsitingarøkið

§ 14. 4) Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum umsitur avgjøld o.a, avtalur við fakfeløg um sáttmálar og avtalur fyri størv hjá landinum, búskaparmál, hagfrøði, fíggjarmál hjá landi og kommunum, innheinting av almennari skuld, lønar- og setanarviðurskifti, ráðgevir øðrum landsstýrismonnum í arbeiðsrættarligum og setanarrættarligum spurningum, skatt, starvsfólkapolitikk, stuðul o.l., tvungnar reglur um eftirlønaruppsparing og útgjald. Eisini umsitur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum viðurskifti viðvíkjandi projektinum Salt á Drelnesi. Somuleiðis umsitur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum kunningartøkni.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum útvegar KT-undirstøðukervi, felags nýtsluskipanir og standardforrit, sum fyrisitingarligar eindir hjá landinum kunnu fáa atgongd til.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur heimildir landsstýrisins mótvegis:

1)   Elektron P/f.

2)   Fíggingargrunninum frá 1992, vinnurekandi grunnur.

3)   Føroyagrunninum frá 1971, vinnurekandi grunnur.

Løgtingslógaruppskot

§ 15. 4) Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fyrireikar og leggur á landsstýrisfund, til framløgu í løgtinginum, uppskot til løgtingslógir á hesum økjum:

1)   Sbr. heimastýrislógini lista A, nr. 1: Setan av egnum tænastumonnum, avsetan teirra, tænastutreytir, lønir og eftirlønir teirra.

2)   Sbr. heimastýrislógini lista A, nr. 2: Kommunuskattur. Fíggjar-, íløgu- og lønarviðurskifti í kommunum.

3)   Sbr. heimastýrislógini lista A, nr. 6: Beinleiðis og óbeinleiðis skattur. Harundir hoyra eisini stempulgjøld, gjald av totalisatorspæli, gjald av serligum føroyskum happadrátti, tó ikki tinglýsingargjøld og loyvisgjald á alivinnu.

4)   Sbr. heimastýrislógini lista A, nr. 7: Játtanarrætt og yvirhøvur rætt til at ráða yvir øllum egnum inntøkum. Skipan av roknskaparførslu, grannskoðan og decisión viðvíkjandi egnum inntøkum og útreiðslum.

5)   Sbr. heimastýrislógini lista A, nr. 15: Kreditfeløg o.l.

6)   Sbr. heimastýrislógini lista B nr. 5: Eftirlit við inn- og útflutningi, tó ikki viðvíkjandi inn- og útflutningi av kunningartøknisupplýsingum.

7)   Sbr. L. nr. 315 af 17. mai 1995 om sociale ydelser på Færøerne, § 1, stk. 2, nr. 2, tá ið umræður tvungnari eftirlønaruppsparing og útgjald av somu.

Ríkislógartilmælisuppskot

§ 16. 4) Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fyrireikar og leggur á landsstýrisfund, til framløgu í løgtinginum, uppskot til ríkislógartilmæli á hesum økjum, eins og hann á somu økjum ummælir mótvegis ríkismyndugleikum sbr. stýrisskipanarlógini § 49:

1)   Sbr. yvirtøkulógini § 1, stk. 2: Gjaldoyra- og peningapolitikk.

2)   Sbr. yvirtøkulógini § 1, stk. 2: Uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk, tó bert teir partar sum snúgva seg um nettrygd.

3)   Sbr. ræðislógini § 1, stk. 2: Fíggjarstovnar og eftirlit við slíkum.

Ræði á løgtingsfíggjarlógini

§ 17. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur ræði á § 3, fíggjarmál.

Tænastuboð

§ 18. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur yvirskipaða eftirlitið við hesum stovnum og hevur, í førum har lóggávan loyvir tí, heimild at geva teimum tænastuboð:

1)   Fíggjarmálaráðið.        

2)   Føroya Gjaldstova.

3)   Hagstova Føroya.

4)   TAKS (Toll- og Skattstova Føroya).

Stk. 2. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur, eftir at hava fingið samtykki til tess á landsstýrisfundi, heimild at geva øllum stjórnarráðum og stovnum undir landinum tænastuboð um:

1)   Keyp av vørum og tænastum.

2)   KT - nýtslu og trygd.

3)   Útvegan av arbeiðsklæðum, persónligari verndarútgerð, flutningsførum, fartelefonum, heimateldum og nýtslu av hesum.

4)   Hvussu størv skulu lýsast leys, mannagongdir við setan av størvum, um góðkenning av lønarflokkingum, um farloyvi, um starvsfólkapolitikk, um fráfaringaraldur og um viðurskifti í samband við uppsagnir.

5)   Tiltøk sum neyðug eru at seta í verk at uppfylla sáttmála við yrkisfeløgini.

6)   Viðurskiftini í samband við ferðing uttanlands- og innanlands og um endurgjald fyri nýtslu av egnum bili í tænastuørindum.

7)   Neyvari reglur um hvussu játtanaruppskot verða at seta upp og nýta (játtanarskipan), heruppií áseting av lønarkarminum av hvørjari høvuðskonto.

Kapittul 5

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum

Fyrisitingarheimildir

§ 19. 6) 4) 5) 8) Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum hevur tær fyrisitingarheimildir, sum eru hjá landsstýrinum í hesum lógum:

1)   L. nr. 43 af 13. mars 1891 om vivisektioner, sbr. ræðislógini § 2.

2)   L. nr. 81 af 30. mars 1895 for Færøerne om tilsyn med udvandreres befordring, sbr. ræðislógini § 2.

3)   L. nr. 49 af 24. mars 1899: Strandingslov for Færøerne, sbr. ræðislógini § 2.

4)   L. nr. 100 af 31. mars 1926 om foreningsregisteret, sbr. ræðislógini § 2.

5)   L. nr. 51 af 14. mars 1931 om hesteavlens fremme på Færøerne, § 6, stk. 2 og § 8.

6)   L. nr. 288 af 2. september 1939 om ekstraordinære foranstaltninger til sikring af landets forsyning med nødvendige varer m.v., sum seinast broytt við Ll. nr. 26 af 24. februar 1950.

7)   MB. nr. 40 af 27. november 1940 for Færøerne om foranstaltninger mod forstyrrelser af radiomodtagning.

8)   L. nr. 279 af 15. mai 1946 om hindring af forstyrrende radiobølger fra højfrekvensanlæg, sbr. ræðislógini § 2.

9)   Færø Amts Kundgørelse nr. 11 af 31. mars 1948 af Lov om Færøernes Hjemmestyre, § 8, stk. 1 og 2, sbr. eisini lóg nr. 80 frá 14. mai 2005 um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera, § 3.

10) L. nr. 181 af 8. mai 1950 om efterforskning og indvinding af råstoffer i kongeriget Danmarks undergrund, sbr. ræðislógini § 2.

11) Ll. nr. 38 frá 4. mai 1957 um uppmáting av skipum.

12) Ll. nr. 9 frá 5. mars 1970 um skráseting av skipum.

13) L. nr. 185 af 28. apríl 1971 om nordisk samarbejde.

14) Ll. nr. 33 frá 26. juni 1973 um sendinevnd Føroya til Norrøna ráðið.

15) Ll. nr. 78 frá 21. mai 1982 um loðdjórahald.

16) Ll. nr. 90 frá 10. juni 1982 um skipauppmáling.

17) Ll. nr. 23 frá 13. mars 1986 um Heilsufrøðiliga Starvsstovu.

18) Lb. nr. 602 af 9. september 1986 om fragtaftaler ved international vejtransport, § 1, stk. 4, sbr. ræðislógini § 2.

19) Ll. nr. 4 frá 15. januar 1988 um starvsviðurskifti v.m. hjá sjófólki.

20) Ll. nr. 82 frá 19. juni 1990 um hundar.

21) Ll. nr. 83 frá 19. juni 1990 um stuðul til bygging av farmaskipum.

22) Ll. nr. 57 frá 8. mai 1991 um sáttmálaveðhaldsgrunn fyri føroyskar skipasmiðjur.

23) Ll. nr. 20 frá 10. mars 1992 um innflutning og sølu av rúsdrekka.

24) Ll. nr. 78 frá 10. mars 1992 um Føroyska Altjóða Skipaskrá.

25) Ll. nr. 73 frá 2. apríl 1993 um íløgustuðul til alivinnuna.

26) Ll. nr. 16 frá 27. januar 1994 um forboð móti handli v.m. við Irak.

27) Ll. nr. 84 frá 30. mai 1994 um partapening í framtaksfelag.

28) Ll. nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya

a)    § 51 og § 54, stk. 2, hvat viðvíkur samskifti landsstýrisins mótvegis donskum stjórnarráði, sum umsitur samsvarandi málsøkið í Danmark.

b)   § 52, § 53 og § 54, stk. 1, tó ikki samráðingar og avtalur um skattaviðurskifti og samráðingar um fyrisitingarligar sáttmálar viðvíkjandi fiskirættindum umframt fundir um fiskirættindi, ið fara fram í NEAFC, tá ið umræður § 52 og § 54, stk. 1.

29) Ll. nr. 1 frá 3. januar 1995 um lántøku til landskassan, § 1, stk. 2.

30) Ll. nr. 17 frá 1. februar 1995 um stuðul til nýggjar vinnur.

31) A. nr. 720 af 5. september 1995 om ikrafttræden på Færøerne af lov om erhvervsfremme, §§ 10-14 og § 16, sbr. ræðislógini § 2.

32) Ll. nr. 73 frá 20. mai 1996 um studning til skipasmiðjur.

33) Ll. nr. 82 frá 28. mai 1996 um íløgustuðul til alivinnuna.

34) Ll. nr. 87 frá 28. mai 1996 um endurgjaldsgrunn til alivinnuna.

35) Ll. nr. 31 frá 16. mars 1998 um kolvetnisvirksemi.

36) Ll. nr. 42 frá 3. apríl 1998 um umlegging av Telefonverki Føroya Løgtings til partafelag.

37) Ll. nr. 63 frá 3. juli 1998 um manning av skipum.

38) Ll. nr. 40 frá 23. apríl 1999 um djóralæknavirksemi v.m.

39) Ll. nr. 105 frá 22. desember 1999 um umskipan av Føroya Lívstrygging.

40) Ll. nr. 5 frá 8. februar 2000 um fyrsta útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum.

41) Ll. nr. 7 frá 8. februar 2000 um flyting av veðhaldi fyri lánum hjá Telefonverki Føroya Løgtings.

42) Ll. nr. 53 frá 28. apríl 2000 um vatnið í sumbiarbergholinum.

43) Ll. nr. 16 frá 23. februar 2001 um djórasjúkur (um fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá djórum og um marknaeftirlit við djórum og djóraúrdráttum).

44) Ll. nr. 64 frá 27. apríl 2001 um vinnu.

45) Ll. nr. 81 frá 8. mai 2001 um Vinnuframagrunn.

46) Ll. nr. 135 frá 18. oktober 2001 um postvirksemi.

47) Ll. nr. 165 frá 21. desember 2001 um trygd á sjónum.

48) A. nr. 182 af 22. mars 2001 om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven.

49) Ll. nr. 34 frá 18. mars 2003 um umsjón, váttanarveitan og eftirlit samsvarandi sáttmála Sameindu Tjóða um at banna evnafrøðiligum vápnum.

50) Ll. nr. 58 frá 22. apríl 2003 um innflutning og hald av vandamiklum djórum o.ø.

51) Ll. nr. 27 frá 17. mai 2004 um annað útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av Kolvetnum.

52) Ll. nr. 90 frá 20. desember 2004 um at stovna partafelag at reka postvirksemi.

53) Ll. nr. 38 frá 27. apríl 2005 um afturlatingartíðir fyri handlar.

54) Ll. nr. 76 frá 27. mai 2005 um at leggja virksemið hjá Postverk Føroya í P/F Postverk Føroya.

55) Ll. nr. 25 frá 12. apríl 2006 um bjargingarútgerð á opnum bátum og førum undir 20 tons (BT).

56) Ll. nr. 59 frá 16. mai 2006 um at einskilja P/F Føroya Lívstrygging.

57) Ll. nr. 44 frá 14. mai 2007 um altjóða menningarsamstarv.

58) Ll. nr. 103 frá 20. november 2007 um ognartøku og avhendan til flogferðsluendamál.

59) Ll. nr. 35 frá 3. mai 2007 um kapping.

60) A. nr. 1113 af 20. september 2007 om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde, sbr. ræðislógini § 2.

61) A. nr. 1114 af 20.september 2007 om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder, sbr. ræðislógini § 2.

62) A. nr. 1355 af 9. december 2007 om ikrafttræden for Færøerne af årsregnskabsloven, sbr. ræðislógini § 2.

63) Ll. nr. 17 frá 8. mai 2008 um Vinnukærunevnd.

64) Ll. nr. 19 frá 8. mai 2008 um marknaðarføring.

65) Ll. nr. 45 frá 28. mai 2008 um triðja útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum.

66) Ll. nr. 55 frá 9. juni 2008 um tryggingarvirksemi.

67) Ll. nr. 56 frá 9. juni 2008 um fyribyrgjandi tiltøk ímóti hvítvaski av vinningi og fígging.

68) Ll. nr. 45 frá 11. mai 2009 um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir (grannskoðaralógin).

69) Ll. nr. 73 frá 25. mai 2009 um at hækka partapeningin í P/f Fiskaaling.

70) Ll. nr. 74 frá 25. mai 2009 um elektroniska undirskrift.

71) Ll. nr. 83 frá 25. mai 2009 aling av fiski v.m.

72) Ll. nr. 58 frá 26.mai 2010 um matvørur v.m.

73) Ll. nr. 44 frá 17. mai 2011 um ávís tiltøk samsvarandi stovningarsáttmála Sameindu Tjóða.

74) Ll. nr. 73 frá 31. mai 2011 um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagalógin).

75) Ll. nr. 136 frá 6. oktober 2011 um keyp og sølu av fastogn o.a.

76) Ll. nr. 137 frá 6. oktober 2011 um brúkaravernd í sambandi við at keypa og selja fastogn o.a., tó bert § 5, stk. 3.

77) Ll. nr. 138 frá 6. oktober 2011 um lutaíbúðafeløg.

78) Ll. nr. 21 frá 16. mars 2012 um havnaloðsing.

79) Lb. nr. 1373 frá 4. desember 2013 af anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om luftfart, tó ikki § 131, stk. 2.

80) Ll. nr. 5 frá 13. februar 2014 um at keypa aftur privatu partabrøvini í P/F Atlantsflogi.

81) Ll. nr. 62 frá 15. mai 2014 um P/F Visit Faroe Islands.

82) Ll. nr. 64 frá 15. mai 2014 um loyvisgjald á alivinnu.

83) Ll. nr. 53 frá 12. mai 2015 um P/F Lív lívs- og pensiónstryggingarfelag.

84) Ll. nr. 72 frá 22. mai 2015 um fjarskifti (Fjarskiftislógin).

85) § 61 í A. nr. 483 af 20. april 2015 om ikrafttræden for Færøerne af forskellige love om ændring af varemærkeloven.

86) § 60 í A. nr. 485 af 21. april 2015 om ikrafttræden for Færøerne af designloven.

87) Ll. nr. 68 frá 29. mai 2017 fjórða útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum.

88) Ll. nr. 72 frá 29. mai 2017 um filmshús.

89) Ll. nr. 146 frá 13. november 2017 um at veita lán til P/F Fiskaaling.

90) Ll. nr. 170 frá 20. desember 2017 um afturbering av útreiðslum til filmsframleiðslu í Føroyum.

91) Ll. nr. 23 frá 20. mars 2018 um bókhald.

92) Ll. nr. 37 frá 30. apríl 2018 um at byggja umsitingarbygning til Sjóvinnustýrið.

93) Ll. nr. 49 frá 30. apríl 2018 um djóravælferð.

94) Ll. nr. 55 frá 30. apríl 2018 um mynstring.

Umsitingarøkið

§ 20. 4) Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum hevur um hendur uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk, ráðgevur og veitir øðrum landsstýrismonnum stuðul í altjóðarættarligum málum og protokollmálum. Hann umsitir alimál, einkarrætt, ferðavinnu, handilsmál, integrasjónsmál, jarðfrøði, kolvetni, merki, mynstur, norðurlandamál, oljumál, samskiftismál, sjóvinnumál, tónleikavinnu, tryggingarmál, veterinermál, vinnufeløg, og vinnumál.

Stk. 2. 8) Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum hevur heimildir landsstýrisins mótvegis:

1)   Atlantic Airways P/f.

2)   Búagrunninum.

3)   Fiskaaling P/f.

4)   Framtaksgrunnurin.

5)   Føroya Lívstrygging P/f.

6)   Føroya Tele P/f.

7)   Postverk Føroya P/f.

8)   Smyril Line P/f.

9)   Tjaldur P/f.

10) Vága Floghavn.

Løgtingslógaruppskot

§ 21. 4) Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum fyrireikar og leggur á landsstýrisfund, til framløgu í løgtinginum, uppskot til løgtingslógir á hesum økjum:

1)   Sbr. heimastýrislógini lista A, nr. 6: Loyvisgjald á alivinnu.

2)   Sbr. heimastýrislógini lista A nr. 12: Post-, telegraf- og telefonmál í Føroyum.

3)   Sbr. heimastýrislógini lista A nr. 13: Djóralæknamál. Fyriskipanir móti skaðadjórum. Húsdjór, valdgerð, djóravernd, hundslóg.

4)   Sbr. heimastýrislógini lista A nr. 14: Skipastrandingar. Trygd á sjónum.

5)   Sbr. heimastýrislógini lista A nr. 15: Útgerðar-, framleiðslu- og býtingarmál. Prísansan, hámarksprísir. Skamtanir, rabat- og studningsskipanir. Tantiéme- og vinningarmark. Umfaran við vørum. Reglur um rúsdrekka. Reglur um afturlatingartíð. Matstovur og gistingarhús. Vinnumál. Handils- og felagsskráseting. Handilssemingsmenn, translatørar, dispachørar, vegarar, metarar. Grannskoðarar. Goymsluhús. Kommissión, agentur, handilsferðamenn. Agentur fyri útlendsk handilsfeløg. Bókførsla. Kreditfeløg o.l., tryggingarfeløg í Føroyum. Skipaskráseting.

6)   Sbr. heimastýrislógini lista A nr. 16: Ásetanir um framleiðslu av prenti. Ferðamannaviðurskifti.

7)   Sbr. heimastýrislógini lista B nr. 3: Ráevni í undirgrundini. Radio.

8)   Sbr. Ll. nr. 93 frá 22. oktober 2007 um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum: Vinnufeløg, vinnugrunnar og ársroknskaparlóggáva, heruppií eisini um skipan av lutaíbúðafeløgum.

9)   Sbr. Ll. nr. 55 frá 26. mai 2011 um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum loðslógarøki).

10) Altjóða menningarsamstarv.

11) Neyðhjálp.

12) Løgtingslóggáva at uppfylla millumtjóðaskyldur, sum ikki liggur hjá øðrum.

Ríkislógartilmælisuppskot

§ 22. 4) Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum fyrireikar og leggur á landsstýrisfund, til framløgu í løgtinginum, uppskot til ríkislógartilmæli á hesum økjum, eins og hann á somu økjum ummælir mótvegis ríkismyndugleikum sbr. stýrisskipanarlógini § 49:

1)   Sbr. yvirtøkulógini § 1, stk. 2: Uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk, tó ikki teir partar av verjupolitikki sum snúgva seg um nettrygd.

2)   Sbr. ræðislógini § 1, stk. 2: Flogferðsla.

3)   Sbr. ræðislógini § 1, stk. 2: Ídnaðarhugverksrættur.

4)   Sbr. ræðislógini § 1, stk. 2: Sjórættur.

5)   Sbr. ræðislógini § 1, stk. 2: Útlendingaøki og marknaeftirlit.

6)   Sbr. heimastýrislógini lista B nr. 5: Eftirlit við inn- og útflutningi tó bert viðvíkjandi inn- og útflutningi av kunningartøknisupplýsingum.

Ræði á løgtingsfíggjarlógini

§ 23. Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum hevur ræði á § 13, uttanríkis- og vinnumál á løgtingsfíggjarlógini.

Tænastuboð

§ 24. 5) Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum hevur yvirskipaða eftirlitið við hesum stovnum og hevur heimild at geva teimum tænastuboð:

1)   Fjarskiftiseftirlitið.

2)   Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

3)   Jarðfeingi, tó ikki teir partar sum snúgva seg um orku.

4)   Posteftirlitið.

5)   Rúsdrekkasøla Landsins.

6)   Sjóvinnustýrið (Skipaskrásetingin, FAS og Skipaeftirlitið).

7)   Skráseting Føroya.

8)   Uttanríkis- og vinnumálaráðið, heruppií sendistovum Føroya í øðrum londum.

Kapittul 6

Landsstýrismaðurin í samferðslumálum

Fyrisitingarheimildir

§ 25. 6) 4) 8) Landsstýrismaðurin í samferðslumálum hevur tær fyrisitingarheimildir, sum eru hjá landsstýrinum í hesum lógum:

1)   L. nr. 7 af 30. januar 1875 om Udfærdigelse af reglementariske Bestemmelser for Benyttelsen af Havne m.m., sbr. ræðislógini § 2.

2)   L. nr. 69 af 7. mai 1881 om forpligtelse til jords afgivelse til offentlige veje, havne og landingssteder, samt til offentlige skoler på Færøerne, sbr. ræðislógini § 2.

3)   L. nr. 127 af 29. apríl 1913 om anlæg af Havne m.v. på Færøerne, sbr. ræðislógini § 2.

4)   L. nr. 313 af 22. juni 1917 om afståelse af grund til anlæg af sporforbindelse fra kulminer til udskibningssteder, sbr. ræðislógini § 2.

5)   Ll. nr. 13 frá 20. mars 1958 um starvsmenn.

6)   Ll. nr. 27 frá 8. mai 1969 um fýrverk.

7)   Ll. nr. 51 frá 25. juli 1972 um landsvegir.

8)   Ll. nr. 37 frá 1. juni 1978 um 40 tímars arbeiðsviku.

9)   Ll. nr. 104 frá 19. oktober 1982 um hýruvognskoyring.

10) Ll. nr. 30 frá 7. apríl 1986 um frítíð við løn.

11) Llk. nr. 14 frá 2. mars 1988 um ferðslu.

12) Ll. nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya, § 51 og § 54, stk. 2, hvat viðvíkur samskifti landsstýrisins mótvegis donskum stjórnarráði, sum umsitur samsvarandi málsøkið í Danmark.

13) A. nr. 720 af 5. september 1995 om ikrafttræden på Færøerne af lov om erhvervsfremme, § 10, § 11, § 12 og § 13, sbr. ræðislógini § 2.

14) Ll. nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing.

15) Ll. nr. 86 frá 14. desember 1998 um útjavningarstuðul til útjaðaraøki.

16) Ll. nr. 6 frá 8. februar 2000 um fast samband um Vestmannasund.

17) Ll. nr. 42 frá 24. mars 2000 um endurgjald til kommunur í sambandi við, at sjóvegis farleiðir hjá Strandfaraskipum Landsins verða lagdar niður.

18) Ll. nr. 70 frá 11. mai 2000 um arbeiðsumhvørvi.

19) Ll. nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan, tó ikki § 19, stk. 3.

20) Ll. nr. 82 frá 15. mai 2001 um fólka- og farmaflutning.

21) Ll. nr. 168 frá 21. desember 2001 um stovnan av partafelagi at gera fast samband um Leirvíksfjørð.

22) Ll. nr. 33 frá 26. mars 2002 um fast samband um Leirvíksfjørð.

23) Ll. nr. 15 frá 20. februar 2003 um at byggja samferðsluhavn á Syðradali.

24) Ll. nr. 83 frá 8. mai 2003 um at byggja samferðsluhavn á Trongisvágsfirði.

25) Ll. nr. 137 frá 13. desember 2005 um at veita stuðul til infrakervið á útoyggjum.

26) Ll. nr. 21 frá 11. apríl 2006 um mál ið hoyra undir fasta gerðarrættin.

27) Ll. nr. 28 frá 30. apríl 2007 um spreingievni og spreingiarbeiði v.m.

28) Ll. nr. 29 frá 30. apríl 2007 um at stovna partafelag at reka Vága Floghavn.

29) Ll. nr. 46 frá 15. mai 2007 um kavaravinnu og kavaraútgerð.

30) Ll. nr. 20 frá 8. mai 2008 um skyldu arbeiðsgevarans at fráboða løntakaranum treytirnar fyri setanarviðurskiftunum.

31) Ll. nr. 40 frá 21. mai 2008 um at leggja virksemið hjá Vága Floghavn í P/F Vága Floghavn.

32) L. nr. 462 frá 17. juni 2008 for Færøerne om udlændinges adgang til opholdstilladelse med henblik på visse former for beskæftigelse, § 5, stk. 1, § 6, stk. 6 og § 7.

33) Ll. nr. 43 frá 4. mai 2009 um at væla um Brúnna um Streymin.

34) Ll. nr. 51 frá 11. mai 2009 um vegføring oman fyri Skálafjørð.

35) Ll. nr. 58 frá 25. mai 2009 um tunlar norður um Fjall við tilhoyrandi vegum.

36) Ll. nr. 61 frá 25. mai 2009 um at gera partafelag at gera fast samband um Skopunarfjørð.

37) Ll. nr. 67 frá 25. mai 2009 um trygging móti avleiðingum av arbeiðsskaða (Arbeiðsskaðatryggingarlógin), tó ikki § 79, stk. 5.

38) Ll. nr. 53 frá 26. mai 2010 um einkarætt til at byggja, reka og fíggja undirsjóvartunnil undir Skálafjørð og Tangafjørð.

39) Ll. nr. 63 frá 26. mai 2011 um at banna mismuni á arbeiðsmarknaðinum orsakað av breki.

40) Ll. nr. 61 frá 15. mai 2012 um tilbúgving, tó bert §§ 35 – 39 og § 43.

41) Ll. nr. 18 frá 18. mars 2013 um tunnil til Viðareiðis við tilhoyrandi vegum.

42) Ll. nr. 58 frá 17. mai 2013 um stuðul til Hvalbiar kommunu til umvæling av brimverju.

43) Ll. nr. 30 frá 14. apríl 2014 um at stovna partafelag og at byggja og reka undirsjóvartunlar millum Streymoy og Eysturoy og millum Streymoy og Sandoy.

44) Ll. nr. 48 frá 12. mai 2015 um rætt hjá P/F Vága Floghavn at fáa upplýsingar frá Akstovuni.

45) Ll. nr. 127 frá 7. desember 2015 um at leingja atløgubryggjuna á samferðsluhavnini á Krambatanga.

46) Ll. nr. 56 frá 30. apríl 2018 um nýggjan   Hvalbiartunnil við tilhoyrandi vegum.

Umsitingarøkið

§ 26. Landsstýrismaðurin í samferðslumálum umsitir arbeiðsmarknaðarmál, arbeiðsumhvørvismál, brunaumsjón, busskoyring, farmakoyring, ferðslumál, ferjulegur, ferjur, kavaramál, landshavnir, landsvegir, samferðslumál, tyrlupallar og ráðgevir viðvíkjandi flogvøllum og vanlukkutryggingarmál. Landsstýrismaðurin í samferðslumálum umsitur fastar ognir hjá landinum, sum ikki liggja hjá øðrum landsstýrismanni.

Stk. 2. 8) Landsstýrismaðurin í samferðslumálum hevur heimildir landsstýrisins mótvegis:

1)   Eystur- og Sandoyartunlar P/f.

2)   Norðoyartunnilin P/f.

3)   Ráðnum fyri ferðslutrygd.

4)   Vágatunnilin P/f.

Løgtingslógaruppskot

§ 27. 6) 4) Landsstýrismaðurin í samferðslumálum fyrireikar og leggur á landsstýrisfund, til framløgu í løgtinginum, uppskot til løgtingslógir á hesum økjum:

1)   Sbr. heimastýrislógini lista A, nr. 3: Brunamál.

2)   Sbr. heimastýrislógini lista A nr. 5: Tvungin vanlukkutrygging, arbeiðarar, arbeiðaraviðurskifti, hjálparmenn, frítíð.

3)   Sbr. heimastýrislógini lista A, nr. 8: Góðkennan av havnagjøldum.

4)   Sbr. heimastýrislógini lista A, nr. 12: Havnir, tryggjan av strond, kanalir, samferðslumál, harundir vegir, jarnbreyt, sporvegir, ferjur, buss- og farmakoyring.

5)   Sbr. heimastýrislógini lista A nr. 13: Motor- og ferðsluviðurskifti.

6)   Sbr. heimastýrislógini lista A nr. 14: Spreingievni.

7)   Sbr. Ll. nr. 54 frá 7. juni 2008 um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum: Mát og vekt.

Ríkislógartilmælisuppskot

§ 28. Landsstýrismaðurin í samferðslumálum fyrireikar og leggur á landsstýrisfund, til framløgu í løgtinginum, uppskot til ríkislógartilmæli á hesum økjum, eins og hann á somu økjum ummælir mótvegis ríkismyndugleikum sbr. stýrisskipanarlógini § 49: Sbr. ræðislógini § 1, stk. 2: Sjóuppmerking og vitaverk.

Ræði á løgtingsfíggjarlógini

§ 29. Landsstýrismaðurin í samferðslumálum hevur ræði á § 15, samferðslumál, á løgtingsfíggjarlógini.

Tænastuboð

§ 30. 6) 5) Landsstýrismaðurin í samferðslumálum hevur yvirskipaða eftirlitið við hesum stovnum og hevur heimild at geva teimum tænastuboð:

1)   Akstovan (Bileftirlitið).

2)   Arbeiðseftirlitið.

3)   Samferðslumálaráðið.

4)   Landsverk.

5)   Strandfaraskip Landsins.

Stk. 2. 6) Landsstýrismaðurin í samferðslumálum hevur, eftir at hava fingið samtykki til tess á landsstýrisfundi, heimild at geva øllum stjórnarráðum og stovnum undir landinum tænastuboð um:

1)   Leigumál og keyp av fastogn.

2)   Ný- og umbygging.

3)   Nýtslu av byggiráðgeving.

4)   Viðgerð av studningsmálum viðvíkjandi fastogn.

5)   Viðlíkahald.

Kapittul 7

Landsstýrismaðurin í almannamálum

Fyrisitingarheimildir

§ 31. 6) 4) 2) 5) 8) 9) Landsstýrismaðurin í almannamálum hevur tær fyrisitingarheimildir, sum eru hjá landsstýrinum í hesum lógum:

1)   L. nr. 56 frá 18. mars 1925 om Ægteskabets retsvirkninger, § 50.

2)   L. nr. 397 frá 12. juli 1946 om borteblevne, § 9 og § 30, stk. 2.

3)   L. nr. 177 frá 23. juni 1956 om foranstaltninger i anledning af svangerskab m.v., § 11, stk. 1 og § 12.

4)   L. nr. 200 af 18. mai 1960 om børns retsstilling, § 11, stk. 3, § 21 og § 22, stk. 3.

5)   L. nr. 150 af 24. apríl 1963 om inddrivelse af underholdsbidrag.

6)   L. nr. 215 af 31. mai 1963: Arvelov, § 13, stk. 1, § 41, stk. 2, § 58, stk. 2, § 60, stk. 3, § 61, stk. 2, §§ 64 og 65, § 69, stk. 1, § 71 og § 80 a, stk. 2.

7)   L. nr. 234 af 3. juni 1967 om sterilisation og kastration, § 3, stk. 4, § 7, § 12, § 13, stk. 1 og 2, § 14, sbr. A. nr. 73 af 14. marts 1968, § 2.

8)   L. nr. 719 af 18. november 1987 om udlægning af særforsorgen m.v. på Færøerne.

9)   Lb. nr. 100 af 2. mars 1988 om offentlig forsorg.

10) Ll. nr. 111 frá 3. oktober 1988 um vardar íbúðir.

11) Ll. nr. 47 frá 23. mars 1993 um kærunevnd í almanna-, familju- og heilsumálum.

12) Ll. nr. 51 frá 3. mai 1994 um ættleiðingarstuðul.

13) Ll. nr. 52 frá 3. mai 1994 um javnstøðu millum kvinnur og menn.

14) Ll. nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya, § 51 og § 54, stk. 2, hvat viðvíkur samskifti landsstýrisins mótvegis donskum stjórnarráði, sum umsitur samsvarandi málsøkið í Danmark.

15) Ll. nr. 71 frá 20. mai 1996 um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl.

16) Ll. nr. 35 frá 16. apríl 1997 um viðbót til ávísar pensiónistar v.fl.

17) Ll. nr. 90 frá 6. juni 1997 um stuðul til uppihaldspening.

18) Ll. nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensiónir o.a.

19) Ll. nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum.

20) Ll. nr. 67 frá 10. mai 2000 um dagstovnar og dagrøkt, § 6 a og kærumál sbr. § 11 viðvíkjandi fríplássum.

21) Ll. nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m.

22) A. nr. 37 frá 22. januar 2002 om ikrafttræden for Færøerne af lov om ægteskabs indgåelse og opløsning § 11, § 12, stk. 3, § 18, stk. 3 (borgaralig vígsla), § 18, stk. 4, § 35, stk. 2 og § 54.

23) Lb. nr. 148 frá 9. mars 2004 af lov for Færøerne om rettens pleje, § 456o, § 536, § 561 og § 752.

24) Ll. nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd.

25) Ll. nr. 118 frá 20. desember 2006 um lán til bygging av ellis- og røktarheimi í Vági.

26) A. nr. 228 frá 15. mars 2007 om ikrafttræden for Færøerne af lov om forældremyndighed og samvær § 16, stk. 4, § 30, stk. 2 og 3, § 31, stk. 2.

27) A. nr. 581 frá 23. juni 2008 om ikrafttræden for Færøerne af lov om erstatning fra staten til ofre for forbrydelser, § 10 a, stk. 1.

28) Ll. nr. 177 frá 22. desember 2009 um umsiting av ogn hjá ómyndugum og persónum undir verju o.a.

29) Ll. nr. 60 frá 26. mai 2010 um útleigan av bústøðum (Leigulógin).

30) A. nr. 397 frá 20. apríl 2010 om ikrafttræden for Færøerne af værgemålsloven, § 23, stk. 1 og 2, §§ 28-30, § 32, stk. 2 og § 40.

31) Ll. nr. 63 frá 15. mai 2012 um arbeiðsfremjandi tiltøk.

32) Ll. nr. 19 frá 7. apríl 2014 um heimatænastu, eldrarøkt v.m.

33) Ll. nr. 55 frá 15. mai 2014 um at byggja virknis- og umlættingardepil í Sandoynni til børn og ung við serligum avbjóðingum.

34) Ll. nr. 61 frá 15. mai 2014 um studningslán og rentufrítt lán til umvæling av ellis- og røktarheiminum á Sýnini.

35) Ll. nr. 160 frá 24. desember 2015 um familjuískoyti.

36) Ll. nr. 79 frá 29. mai 2017 um at dagføra ognina Eirargarður 14/16.

37) Ll. nr. 42 frá 30. apríl 2018 um ættleiðing (Ættleiðingarlógin).

38) Ll. nr. 59 frá 30. apríl 2018 um at byggja tveir vardar bústaðir í Tórshavn.

39) Ll. nr. 60 frá 30. apríl 2018 um at byggja eitt búheim og umlættingarheim í Tórshavn til børn og ung við autismu.

40) Ll. nr. 64 frá 30. apríl 2018 um javningarprosent til almannaveitingar.

Umsitingarøkið

§ 32. 9) Landsstýrismaðurin í almannamálum umsitur almannaveitingar, bústaðarmál, eldramál, fólkapensjónsgjøld úr landskassanum, javnstøðumál, serforsorgarmál, stovnar og fyriskipanir innan almannaøkið. Harumframt umsitir landsstýrismaðurin í almannamálum persóns-, húsfólka- og arvarætt. Landsstýrismaðurin í almannamálum tekur sær av miðsavnandi uppgávuni sambært grein 33, pkt. 1 í Sáttmála Sameindu tjóða um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin í almannamálum hevur heimildir landsstýrisins mótvegis:

1)   Blindastovni Føroya.

2)   Dugni.

3)   Hjálpargrunninum fyri óarbeiðsførar fiskimenn.

4)   Ráðgevingini fyri føroyingar í Danmark.

5)   Sambýlir.

6)   Teknmálstulkatænastuni.

Løgtingslógaruppskot

§ 33. 9) Landsstýrismaðurin í almannamálum fyrireikar og leggur á landsstýrisfund, til framløgu í løgtinginum, uppskot til løgtingslógir á hesum økjum:

1)   Sbr. heimastýrislógini lista A nr. 3: Húsaspurningar (tó ikki um skipan av lutaíbúðafeløgum), leiguspurningar.

2)   Sbr. heimastýrislógini lista A nr. 5: Almenn forsorg.

3)   Sbr. heimastýrislógini lista A nr. 16: Eins rættindi fyri menn og kvinnur.

4)   Sbr. L. nr. 315 af 17. mai 1995 om sociale ydelser på Færøerne, § 1, tó ikki § 1, stk. 2 nr. 2 tá ið umræður tvungnari eftirlønaruppsparing og útgjald av somu.

5)   Sbr. Ll. nr. 69 frá 29. mai 2017 um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum. (Yvirtøka av málsøkinum persóns-, húsfólka- og arvarætti).

Ríkislógartilmælisuppskot

§ 34. Landsstýrismaðurin í almannamálum fyrireikar og leggur á landsstýrisfund, til framløgu í løgtinginum, uppskot til ríkislógartilmæli á hesum økjum, eins og hann á somu økjum ummælir mótvegis ríkismyndugleikum, sbr. stýrisskipanarlógini § 49:

1)   Sbr. ræðislógini § 1, stk. 2: Fólkatrygging.

2)   Sbr. ræðislógini § 1, stk. 2: Serumsorgan.

Ræði á løgtingsfíggjarlógini

§ 35. Landsstýrismaðurin í almannamálum hevur ræði á § 12, almannamál á løgtingsfíggjarlógini.

Tænastuboð

§ 36. Landsstýrismaðurin í almannamálum hevur yvirskipaða eftirlitið við hesum stovnum og hevur heimild at geva teimum tænastuboð:

1)   Almannaverkið.

2)   Almannamálaráðið.

Kapittul 8

Landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum

Fyrisitingarheimildir

§ 37. 6) 10) 5) 8) 9) Landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum hevur tær fyrisitingarheimildir, sum eru hjá landsstýrinum í hesum lógum:

1)   L. nr. 60 af 24. apríl 1896 om beskyttelse af vandforsyningsanlæg, sbr. ræðislógini § 2.

2)   L. nr. 48 af 24. mars 1899 om tilvejebringelse af vedtægt for benyttelsen af vand fra Tórshavns vandværk, sbr. ræðislógini § 2.

3)   L. nr. 67 af 14. apríl 1905 om Adgang til Erhvervelse af Mortifikationsdom paa servitutter m.m., sbr. ræðislógini § 2.

4)   L. nr. 81 af 5. mai 1905 sigtende til at lette udarbejdelsen af nye skøde- og panteregistre på Færøerne, § 2, stk. 1 og 3 og § 6, sbr. ræðislógini § 2.

5)   L. nr. 63 af 13. januar 1909 for Færøerne om vandledninger, sbr. ræðislógini § 2.

6)   A. nr. 49 af 19. februar 1934 for Færøerne om Gifte og andre for sundheden farlige stoffer, sbr. ræðislógini § 2.

7)   Lóg nr. 169 frá 18. mai 1937 fyri Føroyar um nýtslu av vøtnum og áum, § 1, stk. 3 og § 3.

8)   L. nr. 147 af 27. mars 1939 om udskiftning, tó ikki § 8, stk. 6.

9)   L. nr. 293 af 27. apríl 1949 om bemyndigelse for Færøernes landsstyre til ekspropriation af grunde til anlæg af sygehuse i Tveraa og Thorshavn.

10) Ll. nr. 53 frá 27. november 1952 um viðarlundir.

11) Ll. nr. 29 frá 26. november 1953 um tekniskar innleggingar.

12) Ll. nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir.

13) Ll. nr. 55 frá 16. august 1962 um tinglýsing.

14) Ll. nr. 64 frá 11. desember 1962 um matrikulering og sundurbýti v.m.

15) Ll. nr. 170 af 16. mai 1962 om nukleare anlæg (atomanlæg), sbr. ræðislógini § 2.

16) Ll. nr. 18 frá 9. apríl 1964 um raksturin av hvíldarheiminum Naina.

17) Ll. nr. 11 frá 3. apríl 1970 um eigaraíbúðir.

18) Ll. nr. 48 frá 9. juli 1970 um náttúrufriðing.

19) Ll. nr. 44 frá 19. juni 1972 um val til allar føroyskar kommunur.

20) Ll. nr. 332 af 19. juni 1974 om erstatning for atomskader (nukleare skader), sbr. ræðislógini § 2.

21) Ll. nr. 49 frá 20. juli 1978 um val til Føroya Løgting, tó ikki § 15, stk. 2 og § 16, stk. 1 og 2.

22) A. nr. 643 af 9. desember 1982 om ikrafttræden på Færøerne af lov om svangerskabshygiejne og fødselshjælp.

23) Ll. nr. 77 frá 12. juli 1984 um bann móti burturkoyring av mold til sjós.

24) A. nr. 454 af 7. juli 1986 om ikrafttræden på Færøerne af lov om børnetandpleje.

25) Ll. nr. 104 frá 5. september 1988 um apoteksverkið og heilivág.

26) Ll. nr. 126 frá 3. oktober 1988 um nýtslu av freon.

27) Ll. nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd.

28) Ll. nr. 134 frá 10. juni 1993 um sterkstreymsútbúnað.

29) Ll. nr. 142 frá 10. juni 1993 um løggilding av elinnleggjarum v.m.

30) L. nr. 458 af 30. juni 1993 om folketingsvalg på Færøerne, § 8, stk. 2, § 9, stk. 1 og § 20.

31) Ll. nr. 73 frá 10. mai 1994 um íløt til øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir.

32) Ll. nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya, § 51 og § 54, stk. 2, hvat viðvíkur samskifti landsstýrisins mótvegis donskum stjórnarráði, sum umsitur samsvarandi málsøkið í Danmark.

33) A. nr. 633 af 20. juli 1995 om ikrafttræden på Færøerne af lov om embedslægeinstitutioner m.v., § 8, stk. 3, 5 og 6.

34) Ll. nr. 23 frá 6. mars 1998 um barna- og ungdómstannrøkt.

35) Ll. nr. 28 frá 23. apríl 1999 um kommunulæknaskipan.

36) Ll. nr. 87 frá 17. mai 2000 um kommunustýri (kommunustýrislógin), tó ikki § 5, stk. 5, § 9, stk. 1-3, § 43, stk. 2, § 46, stk. 2, § 47, § 52, § 53, stk. 2 og § 54.

37) Ll. nr. 17 frá 6. mars 2002 um adressur.

38) Ll. nr. 41 frá 26. mars 2002 um fólkanøvn.

39) Ll. nr. 85 frá 20. desember 2004 um forboð móti ávísum dopingevnum.

40) Ll. nr. 59 frá 17. mai 2005 um verju av havumhvørvinum.

41) Ll. nr. 62 frá 17. mai 2005 um gransking í mannaílegum.

42) Ll. nr. 63 frá 17. mai 2005 um fyribyrgjandi heilsuskipanir fyri børn og ung.

43) Ll. nr. 64 frá 17. mai 2005 um sjúkrahúsverkið.

44) Ll. nr. 110 frá 13. desember 2006 um kærunevnd í lendismálum.

45) Ll. nr. 12 frá 22. februar 2007 um sjálvbodnar kommunusamanleggingar og kommunal samstørv í sambandi við lógarbundnar uppgávur.

46) Ll. nr. 41 frá 8. mai 2007 um fólkayvirlit.

47) Ll. nr. 59 frá 7. juni 2007 um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni.

48) Ll. nr. 118 frá 12. desember 2007 um ókeypis koppseting móti ávísum smittandi sjúkum.

49) Ll. nr. 61 frá 10. juni 2008 um tiltøk at minka um royking.

50) Ll. nr. 129 frá 22. desember 2008 um at høvuðsumvæla, útbyggja og nútíðargera Landssjúkrahúsið.

51) A. nr. 185 frá 13. marts 2009 om ikrafttræden for Færøerne af lov om anvendelse af tvang i psykiatrien, § 29, § 34, § 36, stk. 4 og § 39, stk. 2.

52) Ll. nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin).

53) Ll. nr. 22 frá 16. mars 2012 um el riknar hitapumpuskipanir.

54) A. nr. 655 af 14. juni 2011 om ikrafttræden for Færøerne af lov om foranstaltninger mod smitsomme og andre overførbare sygdomme.

55) Ll. nr. 60 frá 15. mai 2012 um at byggja bygningar o.a. (Byggilógin).

56) A. nr. 961 af 15. juli 2013 om ikrafttræden for Færøerne af lov om videnskabsetisk behandling af sundhedsvidenskabelige forskningsprojekter.

57) A. nr. 1472 af 16. december 2013 om ikrafttræden for Færøerne af lov om autorisation af sundhedspersoner og om sundhedsfaglig virksomhed, § 46.

58) Ll. nr. 20 frá 7. apríl 2014 um kommunalt samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m.

59) Ll. nr. 69 frá 22. mai 2015 um at selja solariumsól til kosmetiskt endamál (Solariumlógin).

60) Ll. nr. 70 frá 29. mai 2017 um Etiskt ráð.

Umsitingarøkið

§ 38. Landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum umsitur apoteksverkið, byggimál, elveitingarmál, fólkayvirlit, fyribyrgjandi heilsutiltøk, heilsugranskingarmál, kommunumál, tó ikki inntriv mótvegis kommunum vegna landsbúskapin og kommunalútjavning, lendisskipan, matrikulering og sundurbýti, náttúrumál, navnamál, orkumál, ráð og nevndir innan heilsuøkið, rúsevnismisnýtslu, sinnissjúk, sjúkrahúsverkið, skógarmál, stovnar og fyriskipanir innan heilsuøkið, sundurbýtan, tilbúgving á heilsuøkinum, tinglýsing, tubbaksmál, umhvørvismál, útjaðaramál, útskifting og veðurlagsmál.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum hevur heimildir landsstýrisins mótvegis:

1)   Blákrossheiminum.

2)   Heilbrigdi.

3)   Hvíldarheiminum Naina.

Løgtingslógaruppskot

§ 39. 5) 9) Landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum fyrireikar og leggur á landsstýrisfund, til framløgu í løgtinginum, uppskot til løgtingslógir á hesum økjum:

1)   Sbr. heimastýrislógini lista A: Teir partar av hesum, sum snúgva seg um umhvørvið á sjógvi og landi.

2)   Sbr. heimastýrislógarinnar lista A, nr. 1: Lóg um løgtingval.

3)   Sbr. heimastýrislógini lista A, nr. 2: Kommunal mál. Harundir hoyra stjórnan av kommununum og eftirlit við teimum, undantikið fíggjar, íløgu og lønarviðurskifti í kommunum.

4)   Sbr. heimastýrislógini lista A, nr. 3: Byggingarmál. Ætlanir yvir býir. Fólkayvirlit. Navnalóggáva.

5)   Sbr. heimastýrislógini lista A nr. 4: Apotek.

6)   Sbr. heimastýrislógini lista A, nr. 6, tó bert tinglýsingargjøld.

7)   Sbr. heimastýrislógini lista A, nr. 11: Náttúrufriðan.

8)   Sbr. heimastýrislógini lista A nr. 12: Elektrisk virki.

9)   Sbr. heimastýrislógini lista A, nr. 13: Matrikulsmál, útskifting, sundurbýtan, skógrøkt.

10) Sbr. heimastýrislógini lista A, nr. 14: Eitur.

11) Sbr. heimastýrislógini lista A nr. 16: Yvirformyndarastova í Føroyum. Tinglesing.

12) Sbr. L. nr. 316 af 17. maj 1995 om sundhedsvæsenet på Færøerne § 1, stk. 1 og stk. 2, nr. 1-7.

Ríkislógartilmælisuppskot

§ 40. 5) Landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum fyrireikar og leggur á landsstýrisfund, til framløgu í løgtinginum, uppskot til ríkislógartilmæli á hesum økjum, eins og hann á somu økjum ummælir mótvegis ríkismyndugleikum sbr. stýrisskipanarlógini § 49:

1)   Sbr. ræðislógini § 1, stk. 2: Heilsumál, læknar, jarðamøður, sjúkrahús.

2)   Sbr. ræðislógini § 1, stk. 2: Kort- og landmátingarmyndugleiki.

3)   (Strikað).

Ræði á løgtingsfíggjarlógini

§ 41. Landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum hevur ræði á § 11, heilsu- og innlendismál á løgtingsfíggjarlógini.

Tænastuboð

§ 42. 7) Landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum hevur yvirskipaða eftirlitið við hesum stovnum og hevur heimild at geva teimum tænastuboð:

1)   Fólkaheilsuráðið.

2)   Gigni.

3)   Heilsumálaráðið.

4)   Heilsutrygd.

5)   Ílegusavnið.

6)   Klaksvíkar Sjúkrahús.

7)   Kommunulæknar.

8)   Landsapotekarin.

9)   Landssjúkrahúsið, heruppií sjúklingahotellið Tórshavn.

10) Stovnurin fyri arbeiðs- og almannaheilsu.

11) Suðuroyar Sjúkrahús.

12) Umhvørvisstovan.

Kapittul 9

Landsstýrismaðurin í mentamálum

Fyrisitingarheimildir

§ 43. 2) 3) 5) 8) Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur tær fyrisitingarheimildir, sum eru hjá landsstýrinum í hesum lógum:

1)   Lov nr. 88 af 15. maj 1903 om Valgmenigheder, sbr. ræðislógini § 2.

2)   L. nr. 128 af 28. april 1916 om Afstaaelse af Grund til Kirker og Kirkegaarde, sbr. ræðislógini § 2.

3)   A. nr. 441 af 21.11.1923 hvorved Lov nr. 353 af 7. August 1922 om den offentlige Fred paa Folkekirkens Helligdage samt Grundlovsdagen sættes i Kraft på Færøerne, § 2 b, sbr. ræðislógini § 2.

4)   Ll. nr. 19 frá 16. september 1948 um friðan av fornminnum og bygningum.

5)   Ll. nr. 32 frá 2. mai 1952 um fornminnissavn.

6)   Ll. nr. 26 frá 17. august 1955 um Føroya Náttúrugripasavn.

7)   Ll. nr. 29 frá 24. apríl 1957 um Havnar Skansa.

8)   L. nr. 225 af 31. mai 1968 om anmeldelse af fødsler og dødsfald, § 4.

9)   Ll. nr. 17 frá 9. mai 1972 um bygdasøvn við mentunarsøguligum virksemi.

10) Ll. nr. 58 frá 2. oktober 1978 um skúlafyrisiting.

11) Ll. nr. 101 frá 1. desember 1978 um studning til fólkaháskúlar, tó ikki § 3, nr. 5 og § 4.

12) Ll. nr. 69 frá 28. mai 1980 um læraraútbúgving.

13) Ll. nr. 63 frá 23. juni 1983 um bústaðarhús til fólk í útbúgving.

14) Ll. nr. 70 frá 30. juni 1983 um frítíðarundirvísing v.m.

15) Ll. nr. 93 frá 4. oktober 1984 um biografar.

16) Ll. nr. 62 frá 9. juni 1988 um ávísar skúlar.

17) Ll. nr. 49 frá 28. apríl 1992 um Føroya Landsskjalasavn.

18) Ll. nr. 66 frá 13. mai 1992 um húsarhaldsskúlar, tó ikki § 10, stk. 3 og § 11, stk. 2, nr. 3.

19) Ll. nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya, § 51 og § 54, stk. 2, hvat viðvíkur samskifti landsstýrisins mótvegis donskum stjórnarráði, sum umsitur samsvarandi málsøkið í Danmark.

20) Ll. nr. 106 frá 29. juni 1995 um studentaskúlar m.v.

21) Ll. nr. 107 frá 29. juni 1995 um skeið til hægri fyrireikingarpróvtøku v.m.

22) Ll. nr. 125 frá 20. juni 1997 um fólkaskúlan.

23) Ll. nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar.

24) Ll. nr. 106 frá 29. desember 1998 um yrkisskúlar.

25) Ll. nr. 107 frá 29. desember 1998 um støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið (FHS-útbúgvingar).

26) Ll. nr. 41 frá 23. apríl 1999 um støðisútbúgving innan tøkni (SIT-útbúgvingar).

27) Ll. nr. 42 frá 23. apríl 1999 um hægri tøkniliga próvtøku (HT-útbúgving).

28) Ll. nr. 43 frá 23. apríl 1999 um hægri handilspróvtøku (HH-útbúgving).

29) A. nr. 885 af 8. desember 1999 om ikrafttræden for Færøerne af lov om begravelse og ligbrænding (Begravelsesloven), sbr. ræðislógini § 2.

30) A. nr. 888 af 8. desember 1999 om ikrafttræden for Færøerne af lov om folkekirkens kirkebygninger, sbr. ræðislógini § 2.

31) Ll. nr. 67 frá 10. mai 2000 um dagstovnar og dagrøkt, tó ikki § 6 a og kærumál, sbr. § 11 viðvíkjandi fríplássum.

32) Ll. nr. 83 frá 17. mai 2000 um eftirskúlar.

33) Ll. nr. 84 frá 17. mai 2000 um Mentanargrunn Landsins.

34) Ll. nr. 55 frá 24. apríl 2001 um útbúgving av manning á skipum o.ø.

35) Ll. nr. 79 frá 8. mai 2001 um bókasøvn.

36) Ll. nr. 85 frá 15. mai 2001 um gransking.

37) A. nr. 37 frá 22. januar 2002 om ikrafttræden for Færøerne af lov om ægteskabs indgåelse og opløsning, § 13, § 14, stk. 2, § 15, § 18, stk. 3 (kirkjulig vígsla) og § 20, stk. 1.

38) Ll. nr. 42 frá 26. mars 2002 um útbúgvingar innan fiskiídnað og havbúnað.

39) Ll. nr. 46 frá 26. mars 2002 um frískúlar.

40) Ll. nr. 2 frá 22. januar 2003 um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum.

41) Ll. nr. 67 frá 2. mai 2003 um skúlatilboð til ung við breki.

42) Ll. nr. 68 frá 2. mai 2003 um Tjóðpall Føroya og stuðul til leiklist v.m.

43) Ll. nr. 22 frá 17. mai 2004 um yrkisskeið.

44) Ll. nr. 92 frá 21. desember 2004 um vernd av fornlutum í havinum.

45) Ll. nr. 37 frá 26. apríl 2005 um at digitalisera Útvarp og Sjónvarp Føroya.

46) Ll. nr. 49 frá 9. mai 2005 um stuttar framhaldsútbúgvingar á yrkisskúlum.

47) Ll. nr. 50 frá 9. mai 2005 um serskúla.

48) Ll. nr. 60 frá 17. mai 2005 um stuðul til mentan og list v.m.

49) Ll. nr. 61 frá 16. mai 2006 um kringvarp.

50) Ll. nr. 36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul.

51) Ll. nr. 42 frá 8. mai 2007 um miðlaráð til verju fyri børn og ung.

52) Ll. nr. 60 frá 7. juni 2007 um fólkakirkjuna í Føroyum.

53) Ll. nr. 61 frá 7. juni 2007 um fíggjarviðurskifti fólkakirkjunnar.

54) Ll. nr. 27 frá 19. mai 2008 um kirkjuráð og próstadømisráð.

55) Ll. nr. 36 frá 19. mai 2008 um íløgu í kringvarpssendinetið.

56) Ll. nr. 42 frá 26. mai 2008 um at brúka kirkju og um limaskap í fólkakirkjuni.

57) Ll. nr. 43 frá 26. mai 2008 um at byggja skúladepil í Tórshavn.

58) Ll. nr. 58 frá 9. juni 2008 um Fróðskaparsetur Føroya.

59) Ll. nr. 57 frá 26. mai 2010 um heilsuútbúgvingar.

60) Ll. nr. 59 frá 15. mai 2012 um málráð.

61) Ll. nr. 62 frá 15. mai 2012 um gymnasialar miðnámsútbúgvingar.

62) Ll. nr. 14 frá 28. februar 2013 um mentanarsøgulig skip.

63) Ll. nr. 48 frá 10. mai 2013 um embæti og størv í fólkakirkjuni.

64) Ll. nr. 53 frá 15. mai 2014 um at útvega undirvísingarmiðlar o.a.

65) Ll. nr. 67 frá 15. mai 2014 um førleikameting.

66) Ll. nr. 30 frá 30. apríl 2015 um upphavsrætt (Upphavsrættarlógin).

67) Ll. nr. 79 frá 22. mai 2015 um skúladepil í Marknagili.

68) Ll. nr. 35 frá 31. mars 2017 miðlastuðul.

69) Ll. nr. 83 frá 29. mai 2017 um musikkskúlaskipan (Musikkskúlalógin).

70) Ll. nr. 58 frá 30. apríl 2018 um at umbyggja og útbyggja miðnámsskúlan á Kambsdali.

Umsitingarøkið

§ 44. 2) 3) Landsstýrismaðurin í mentamálum umsitur dagstovnar, fólkaskúlamál, ítróttarmál, kirkjumál og onnur trúarsamfeløg, kringvarpssendinet, loftmiðlamál, mentamál (tó ikki viðurskifti viðvíkjandi projektinum Salt á Drelnesi), vinnu- og miðnámsskúlamál og vísinda- og granskingarmál. Somuleiðis umsitur hann mál um at gera eina antikvariska serskipan fyri Koltur.

Stk. 2. 2) 3) Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur heimildir landsstýrisins mótvegis:

1)   Føroya Fólkaháskúla.

2)   Føroya Handilsskúla.

3)   Frískúlanum, Keldan.

4)   Frískúlanum í Havn.

5)   Fróðskaparsetur Føroya.

6)   Húsarhaldsskúla Føroya.

7)   Kirkjubømúragrunnurin.

8)   Klaksvíksgrunnurin.

9)   Kringvarpi Føroya.

10) Listasavni Føroya.

11) Orðabókagrunninum.

12) Stiftsstjórnini.

13) Tekniska Skúla í Klaksvík.

14) Tekniska Skúla í Tórshavn.

15) Tórsvallargrunninum.

Løgtingslógaruppskot

§ 45. 2) 3) Landsstýrismaðurin í mentamálum fyrireikar og leggur á landsstýrisfund, til framløgu í løgtinginum, uppskot til løgtingslógir á hesum økjum:

1)   Sbr. heimastýrislógini lista A nr. 5: Lærudreingir.

2)   Sbr. heimastýrislógini lista A nr. 9: Skúlamál. Harundir hoyra bæði fólkaskúlin, próvskúlar og skeið, læraraskúlin, fólkaháskúlar, eftirskúlar, ungdóms- og kvøldskúlar, húshaldsskúlar, fakskúlar sum handilsskúlar, tekniskir skúlar, navigatiónsskúlar o.s.fr.

3)   Sbr. heimastýrislógini lista A nr. 10: Skjalasøvn, bókasøvn, gripagoymslur.

4)   Sbr. heimastýrislógini lista A nr. 11: Friðan av bygningum.

5)   Sbr. heimastýrislógini lista A nr. 14: Sjónleikar- og ljósmyndaloyvi, skemtunarmál.

6)   Sbr. heimastýrislógini lista B nr. 1, sbr. Ll. nr. 62 frá 7. juni 2007 um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum: Fólkakirkja og tey frá fólkakirkjuni víkjandi trúarsamfeløg og Ll. nr. 35 frá 9. mai 2008 um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum: Halgidagslóggáva.

7)   Sbr. Ll. nr. 54 frá 11. mai 2009 um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum: Upphavsrættur.

Ríkislógartilmælisuppskot

§ 46. 2) 3) Sbr. yvirtøkulógini § 1, stk. 2: Stjórnarskipan danska ríkisins, tó bert viðvíkjandi lóggávuni um statens arkiver.

Ræði á løgtingsfíggjarlógini

§ 47. Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur ræði á § 7, mentamál á løgtingsfíggjarlógini.

Tænastuboð

§ 48. 2) 3) Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur yvirskipaða eftirlitið við hesum stovnum og hevur heimild at geva teimum tænastuboð:

1)   á Skúlatrøð.

2)   Eiðis skúli.

3)   Eysturskúlin.

4)   Fámjins skúli.

5)   Fuglafjarðar skúli.

6)   Glasir.

7)   Haraldssunds skúli.

8)   Heilsuskúli Føroya.

9)   Hósvíkar skúli.

10) Hoyvíkar skúli.

11) Húsar/Syðradals skúli.

12) Hvalbiar skúli.

13) Hvalvíkar skúli.

14) Kaldbaks skúli.

15) Kollafjarðar skúli.

16) Kunoyar skúli.

17) Kvívíkar skúli.

18) Landsbókasavnið.

19) Landsskjalasavnið.

20) Mentamálaráðið.

21) Miðnám á Kambsdal, heruppií HF skeiðið í Klaksvík.

22) Miðnám í Vestmanna.

23) Miðnámsskúlin í Suðuroy.

24) Mikladals/Trøllanes skúli.

25) Musikkskúlin.

26) Mykines skúli.

27) Nám.

28) Nólsoyar skúli.

29) Oyndarfjarðar skúli.

30) Porkeris skúli.

31) Runavíkar skúli.

32) Sandoyar meginskúli.

33) Sands skúli.

34) Sernám.

35) Sjónám.

36) Skála skúli.

37) Skálavíkar skúli.

38) Skopunar skúli.

39) Skt. Frans skúli.

40) Skúlatilboð til ung við breki.

41) Skúlin á Argjahamri.

42) Skúlin í Eysturkommunu.

43) Skúlin á Fløtum.

44) Skúlin á Fossánesi.

45) Skúlin á Giljanesi.

46) Skúlin á Løgmannabreyt.

47) Skúlin við Streymin.

48) Sørvágs skúli.

49) Stranda skúli.

50) Studni.

51) Sumbiar skúli.

52) Tjóðsavnið.

53) Tofta skúli.

54) Tvøroyrar skúli.

55) Vágs skúli.

56) Velbastaðar skúli.

57) Vestmanna skúli.

58) Viðareiðis skúli.

59) Vinnuháskúlin, herundir Trygdardepilin.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur, eftir at hava fingið samtykki til tess á landsstýrisfundi, heimild at geva øllum stjórnarráðum og stovnum undir landinum tænastuboð um, hvussu og hvørji staðarnøvn skulu nýtast av teimum í Føroyum.

Kapittul 10

Ymiskt

§ 49. Um so er, at landsstýrismaður er ógegnigur í ávísum máli sambært fyrisitingarlógini, boðar hann løgmanni frá hesum, og løgmaður ger tá av, hvør av hinum landsstýrismonnunum tá røkir skyldur landsstýrismansins í málinum.

Stk. 2. Løgmaður tekur í ivaføri avgerð um tulking av hesi fráboðan.

Stk. 3. Í førum har landsstýrismaður vegna sjúku, ella av øðrum tvingandi grundum, ikki fær røkt embæti sítt fyribils, røkir løgmaður málsøki landsstýrismansins, er ikki annað ásett. Sama er, um landsstýrismaður er farin frá, og ongin er settur í staðin.

Stk. 4. Í samband við at málsøki flyta frá øðrum landsstýrismanni til annan, hevur løgmaður í ivaføri heimild at gera av, at starvsfólk, sum starvast undir einum landsstýrismanni, framyvir skulu starvast undir øðrum landsstýrismanni. Í hesum sambandi kann løgmaður flyta ræðisrættin á hølum.

§ 50. Fráboðanin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 15. september 2015.

Stk. 2. Samstundis fer úr gildi fráboðan nr. 148 frá 14. november 2011 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar við seinni broytingum, og landsstýrismennir, Annika Olsen, fólkaflokkurin, Tórshavn, Jørgen Niclasen, fólkaflokkurin, Sørvágur, Karsten Hansen, miðflokkurin, Klaksvík, Jacob Vestergaard, fólkaflokkurin, Akrar, Bjørn Kalsø, sambandsflokkurin, Syðradalur K og Johan Dahl, sambandsflokkurin, Vágur fara úr embæti.

Stk. 3. Heimildir, sum lagdar verða landsstýrinum við løgtings- ella ríkislóg, eftir at henda fráboðan fekk gildi, verða útintar av tí landsstýrismanni, sum legði uppskot hesum viðvíkjandi fyri løgtingið.

Stk. 4. Tilvísingar til lógir í hesi fráboðan fevna eisini um seinni broytingar sum komnar eru afturat.

 

 

Løgmansskrivstovan, 18. september 2015

 

Aksel V. Johannesen (sign.)

løgmaður

 

/ Marjun Hanusardóttir (sign.)

 

 

 

 



1) Broytt við fráboðan nr. 135 frá 3. oktober 2018, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda fráboðan fekk gildi 1. oktober 2018, kl. 12.”

2) Broytt við fráboðan nr. 126 frá 15. desember 2016.

3) Broytt við fráboðan nr. 17 frá 21. mars 2017.

4) Broytt við fráboðan nr. 16 frá 9. mars 2016.

5) Broytt við fráboðan nr. 14 frá 19. februar 2018, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda fráboðan kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, tó fáa § 1, nr. 10 tá ið umræður § 37, nr. 6, 10, 15, 16, 20, 21, 45, 54, 56 og 65, og § 1, nr. 11, 12 og 14 gildi ólavsøkudag 2018.”

6) Broytt við fráboðan nr. 118 frá 10. november 2015.

7) Broytt við fráboðan nr. 99 frá 30. september 2016.

8) Broytt við fráboðan nr. 84 frá 5. juni 2018.

9) Broytt við fráboðan nr. 118 frá 7. august 2018, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda fráboðan kemur í gildi 1. oktober 2018.”

10) Broytt við fráboðan nr. 130 frá 15. desember 2015.