25. november 2024Nr. 109
Fráboðan um broyting í fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýriskvinnurnar og landsstýrismenninar
(Nýtilnevning av varaløgkvinnu)
§ 1
Í fráboðan nr. 164 frá 22. desember 2022 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýris-kvinnurnar og landsstýrismenninar, sum broytt við fráboðan nr. 5 frá 24. januar 2023, fráboðan nr. 13 frá 10. februar 2023, fráboðan nr. 30 frá 8. mars 2023, fráboðan nr. 86 frá 28. juni 2023, fráboðan nr. 138 frá 12. desember 2023, fráboðan nr. 3 frá 1. februar 2024, fráboðan nr. 73 frá 18. juni 2024 og fráboðan nr. 106 frá 8. november 2024, verður § 1, stk. 2 orðað soleiðis:
“Stk. 2. Varaløgkvinna er Sirið Stenberg. Berst henni frá, er tann varaløgkvinna ella varaløgmaður, sum er næstur henni sambært regluni í stýrisskipanarlógini, § 36, 2. og 3. pkt.”
§ 2
Henda fráboðan kemur í gildi dagin eftir at hon er kunngjørd.
Løgmansskrivstovan, 25. november 2024
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
/ John Rajani (sign.)