Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. november 2012Nr. 113
Fráboðan frá løgmanni um broyting í fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar
§ 1
Í fráboðan løgmans nr. 148 frá 14. november 2011 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, sum seinast broytt við fráboðan nr. 16 frá 16. februar 2012 verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 8 verða nr. 6 og nr. 18 strikað.
2) Í § 8 verður sum nýtt nr. 22 sett:
"22) Lb. nr. 148 frá 9. marts 2004 af lov for Færøerne om rettens pleje § 456o, § 536, § 561 og § 752".
Nr. 22-30 verða eftir hetta nr. 23-31.
3) Í § 8 verður sum nr. 32 sett:
"32) Ll. nr. 63 frá 15. mai 2012 um arbeiðsfremjandi tiltøk."
4) Í § 13, nr. 1 verður "Almannastovan" broytt til "Almannaverkið".
5) Í § 13 verður nr. 3 strikað.
6) Í § 14 verður nr. 62 strikað.
7) Í § 14 verður sum nr. 79 sett:
"79) A. nr. 245 af 16. marts 2012 om ikrafttræden for Færøerne af lov om finansiel virksomhed § 345, stk. 6 og § 354, stk. 6, nr. 26."
8) Í § 20 verður sum nr. 25 sett:
"25) Ll. nr. 23 frá 16. mars 2012 um at umbyggja og umvæla Klaksvíkar sjúkrahús."
9) Í § 20 verður sum nr. 26 sett:
"26) Ll. nr. 43 frá 8. mai 2012 um framhaldandi dagføring av heilivágsframleiðsluni hjá apoteksverkinum."
10) Í § 22 verður sum nýtt nr. 2 sett:
"2) Sbr. heimastýrislógini lista A nr. 12: Elektrisk virki, tó bert viðvíkjandi áseting av reglum um, hvussu solarium skulu brúkast."
Nr. 2-3 verða eftir hetta nr. 3-4.
11) Í § 26 verður sum nr. 71 sett:
"71) Ll. nr. 59 frá 15. mai 2012 um málráð."
12) Í § 26 verður sum nr. 72 sett:
"72) Ll. nr. 62 frá 15. mai 2012 um gymnasialar miðnámsútbúgvingar."
13) Í § 26 verður sum nr. 73 sett:
"73) Ll. nr. 77 frá 7. juni 2012 um at útbyggja Tekniska Skúla í Klaksvík."
14) Í § 31 verða nr. 3, 23, 29 og 60 strikað.
15) Í § 31, stk. 1, nr. 10 verður "Vági" broytt til "Hovi".
16) Í § 31, stk. 1 verður sum nýtt nr. 44 sett:
"Sjónám".
Nr. 44-67 verða eftir hetta nr. 45-68.
17) Í § 32 verður sum nr. 102 sett:
"102) Ll. nr. 21 frá 16. mars 2012 um havnaloðsing."
18) Í § 34, nr. 2 verður "Elektrisk virki" broytt til: "Elektrisk virki, tó ikki viðvíkjandi áseting av reglum um, hvussu solarium skulu brúkast".
19) Í § 43, stk. 1 verður nr. 7 strikað.
20) Í § 44 verður nr. 11 strikað.
21) Í § 44 verður sum nr. 31 sett:
"31) Ll. nr. 61 frá 15. mai 2012 um tilbúgving."
22) Í § 48 verða nr. 5 og 6 strikað.
§ 2
Fráboðanin fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 20. november 2012
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
/ Marjun Hanusardóttir (sign.)