Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
10. november 2015Nr. 118
Fráboðan um broyting í fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar
§ 1
Í fráboðan nr. 109 frá 18. september 2015 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 8 verður nr. 10 strikað.
Nr. 11-35 verða eftir hetta nr. 10-34.
2. Í § 12, nr. 4 verður aftan á “Vørn“sett: “, tó ikki teir partar sum snúgva seg um brunaeftirlit“.
3. Í § 19 verður aftan á nr. 20 sum nýtt nr. sett:
“21) Ll. nr. 4 frá 15. januar 1988 um starvsviðurskifti v.m. hjá sjófólki.”
Nr. 21-60 verða eftir hetta nr. 22-61.
4. Í § 19 verður nr. 61 strikað.
5. Í § 19 verður nr. 69 strikað.
Nr. 70-89 verða eftir hetta nr. 69-88.
6. Í § 25 verður aftan á nr. 26 sum nýtt nr. sett:
“27) Ll. nr. 29 frá 30. apríl 2007 um at stovna partafelag at reka Vága Floghavn.”
Nr. 27-28 verða eftir hetta nr. 28-29.
7. Í § 25 verður aftan á nr. 28, sum verður nr. 29, sum nýtt nr. sett:
“30) Ll. nr. 40 frá 21. mai 2008 um at leggja virksemið hjá Vága Floghavn í P/F Vága Floghavn.”
Nr. 29-42 verða eftir hetta nr. 31-44.
8. § 27, nr. 1 verður orðað soleiðis:
“1) Sbr. heimastýrislógini lista A, nr. 3: Brunamál.“
9. Í § 30, stk. 1 verður sum nr. 6 sett:
“6) Vørn, tó bert teir partar sum snúgva seg um brunaeftirlit.“
10. Í § 30, stk. 2 verður “fíggjarmálum“ broytt til: “samferðslumálum“.
11. Í § 31 verður nr. 24 strikað.
Nr. 25-29 verða eftir hetta nr. 24-28.
12. Í § 37 verður aftan á nr. 9 sum nýtt nr. sett:
“10) Ll. nr. 53 frá 27. november 1952 um viðarlundir.“
Nr. 10-61 verða eftir hetta nr. 11-62.
§ 2
Henda fráboðan kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 10. november 2015
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
/ Marjun Hanusardóttir (sign.)