Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. oktober 2013Nr. 121
Fráboðan frá løgmanni um broyting í fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar
§ 1
Í fráboðan løgmans nr. 148 frá 14. november 2011 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, sum seinast broytt við fráboðan nr. 115 frá 19. september 2013 verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 2 verður sum nr. 33 sett:
“33) Ll. nr. 73 frá 8. mai 2001 um viðgerð av persónsupplýsingum.“
Nr. 33-45 verða eftir hetta nr. 34-46.
2. Í § 3, stk. 1 verður sum 6. pkt. sett:
“Eisini umsitur løgmaður persónsupplýsingarmál.“
3. Í § 8 verður nr. 29 strikað.
4. Í § 14 verður sum nr. 69 sett:
“69) Ll. nr. 137 frá 13. desember 2005 um at veita stuðul til íløgur í infrakervið á útoyggjum.“
Nr. 69-97 verða eftir hetta nr. 70-98.
5. Í § 32 verður nr. 63 strikað.
6. Í § 33, stk. 1 verður 2. pkt. orðað soleiðis:
“Eisini umsitur hann integrasjónsmál og ferðslumál.”
§ 2
Fráboðanin fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 23. oktober 2013
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
/ Marjun Hanusardóttir (sign.)