Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Fráboðan
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Løgmansskrivstovan
  • Útgávudagur: 17-09-2019
Tíðarrás
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2019 A - Fráboðan 128 frá 16. september 2019
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

16. september 2019Nr. 128

Fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, sum broytt við fráboðan 130 frá 3. oktober 2019

Við heimild í § 27, stk. 2, § 29, stk. 2, § 33, stk. 1 og § 36, 1. pkt. í løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya ásetur løgmaður:

Kapittul 1

Landsstýrismenn

§ 1. Landsstýrismenninir eru:

1)   Í fíggjarmálum: Jørgen Niclasen, fólkaflokkurin, Sørvágur.

2)   Í fiskivinnumálum: Jacob Vestergaard, fólkaflokkurin, Akrar.

3)   Í heilsumálum: Kaj Leo Holm Johannesen, sambandsflokkurin, Tórshavn.

4)   Í uttanríkis- og mentamálum: Jenis Krisjan av Rana, miðflokkurin, Tórshavn.

5)   Í almannamálum: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, fólkaflokkurin, Klaksvík.

6)   Í vinnu- og umhvørvismálum: Helgi Abrahamsen, sambandsflokkurin, Strendur.

Stk. 2. Varaløgmaður er Jørgen Niclasen. Berst honum frá, er tann varaløgmaður, sum er næstur honum sambært regluni í stýrisskipanarlógini, § 36, 2. og 3. pkt.

Kapittul 2

Løgmaður

Fyrisitingarheimildir

§ 2. 1) Løgmaður hevur tær fyrisitingarheimildir, sum eru hjá løgmanni og landsstýrinum í hesum lógum:

1)   L. nr. 55 af 13. april 1894 indeholdende bestemmelser om politiet på Færøerne, §§ 3 og 6.

2)   L. nr. 59 af 1. april 1912 om Ophævelse og Kundgørelse ved Kirkestævne m.m.

3)   L. nr. 29 af 16. Februar 1932 om Skyldners Ret til at frigøre sig ved Deponering, §§ 6 og 8, sbr. ræðislógina § 2.

4)   L. nr. 69 af 23. Marts 1932: Checklov, § 31, sbr. ræðislógina § 2.

5)   L. nr. 178 af 16. maj 1934 om offentlige Indsamlinger, sbr. ræðislógina § 2.

6)   A. nr. 224 af 5. oktober 1936 for Færøerne om offentlig auktion ved auktionsledere, sbr. ræðislógina § 2.

7)   L. nr. 139 af 7. mai 1937 om kontrol med tilvirkning af krigsmateriel m.m., sbr. ræðislógina § 2.

8)   L. nr. 145 af 13. april 1938 om Mortifikation af Værdipapirer, § 15, stk. 1 og 4, sbr. ræðislógina § 2.

9)   L. nr. 146 af 13. april 1938 om Gældsbreve, § 41, stk. 1 og 3, og § 42, sbr. ræðislógina § 2.

10) Lb. nr. 215 af 24. juni 1939 af borgerlig straffelov, § 252, stk. 3, sbr. ræðislógina § 2, hvat viðvíkur heimildunum, sum fyrr lógu hjá justitsministeren.

11) Færø Amts Kundgørelse nr. 11 af 31. mars 1948 af Lov om Færøernes Hjemmestyre, § 6, stk. 2.

12) Ll. nr. 42 frá 17. juli 1959 um flaggið, § 5.

13) L. nr. 27 af 3. februar 1960 om udlevering af lovovertrædere til Finland, Island, Norge og Sverige, § 6, nr. 1, 3 og 4, og § 13, stk. 1 og 2, sbr. ræðislógina § 2.

14) L. nr. 249 af 9. juni 1967 om udlevering af lovovertrædere, § 10, nr. 1, litra a og nr. 2, § 12, § 15, stk. 1 og 2, § 16, stk. 1 og 2, og §§ 18, 20 og 21, sbr. ræðislógina § 2.

15) Ll. nr. 43 frá 22. mai 1969 um vápn v.m.

16) Ll. nr. 31 frá 5. juli 1971 um tænastumenn landsins, § 3, stk. 1, hvat viðvíkur setan í starv av tænastumonnum í 39. lønarflokki og hægri í samráði við avvarðandi landsstýrismann.

17) L. nr. 252 af 12. juni 1975 om overførsel til andet land af retsforfølgning i straffesager, § 2, stk. 2, og §§ 4 og 5, sbr. ræðislógina § 2.

18) L. nr. 638 af 21. december 1977 om renter ved forsinket betaling, m.v., § 5, stk. 2, sbr. ræðislógina, tá ið umræður heimildum, sum fyrr lógu hjá Justitsministeriet.

19) L. nr. 139 af 29. marts 1978 om visse forbrugeraftaler, § 7, stk. 3, og § 13, stk. 3, sbr. ræðislógina § 2.

20) Ll. nr. 49 frá 20. juli 1978 um val til Føroya løgting, § 15, stk. 2, og § 16, stk. 1 og 2.

21) Ll. nr. 66 frá 21. mai 1980 um summartíð.

22) L. nr. 275 af 9. juni 1982 om køb på kredit, § 17, stk. 3, og §§ 36 og 38, sbr. ræðislógina § 2.

23) L. nr. 278 af 9. juni 1982 om forbud mod privates TV-overvågning m.v., sbr. ræðislógina § 2.

24) Lb. nr. 565 af 28. august 1986 om ydelse af juridisk bistand samt om inkasso- og detektivvirksomhed m.v., som den er sat i kraft ved L. nr. 92 af 23. februar 1988, sbr. ræðislógina § 2.

25) Ll. nr. 53 frá 7. mai 1987 um eydnuspøl v.m.

26) Ll. nr. 109 frá 17. desember 1987 um alment kunngerðablað.

27) Ll. nr. 10 frá 8. januar 1993 um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.

28) Ll. nr. 132 frá 10. juni 1993 um fyrisitingarlóg.

29) Ll. nr. 133 frá 10. juni 1993 um innlit í fyrisitingina.

30) Ll. nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya:

a)    § 1, § 6, stk. 2 og 3, §§ 9, 12 og 13, § 15, stk. 1, §§ 21 og 26, § 27, stk. 2, 2. pkt., § 28, stk. 5, §§ 29 og 30, § 31, 3. pkt., og §§ 33, 36, 37 og 48.

b)    § 51, og § 54, stk. 2, hvat viðvíkur samskifti landsstýrisins mótvegis donskum stjórnarráði, sum umsitur samsvarandi málsøki í Danmark.

31) Ll. nr. 90 frá 4. juni 1996 um ábyrgd landsstýrisins, § 9, stk. 1.

32) Ll. nr. 73 frá 8. mai 2001 um viðgerð av persónsupplýsingum.

33) Ll. nr. 31 frá 6. mars 2003 um fíggjarligan stuðul til politiskt virksemi og politiska upplýsing.

34) Ll. nr. 77 frá 6. mai 2003 um nevnd at geva løgmanni tilmæli um samsýningar og eftirløn landsstýrismanna v.m.

35) Lb. nr. 148 af 9. marts 2004 af lov for Færøerne om rettens pleje, § 110, og § 149, stk. 2.

36) Lb. nr. 841 af 23. juli 2004 for Færøerne af lov om produktansvar, § 8, stk. 2, og § 16, sbr. ræðislógina § 2.

37) Ll. nr. 45 frá 16. mai 2006 um fjølmiðlaábyrgd.

38) Ll. nr. 60 frá 7. juni 2007 um fólkakirkjuna í Føroyum, § 15, stk. 1, og § 16, stk. 1.

39) A. nr. 581 af 23. juni 2008 om ikrafttræden for Færøerne af lov om erstatning fra staten til ofre for forbrydelser, § 3, stk. 3 og 4, § 4, § 9, stk. 1 og 2, § 11, stk. 1-3, og §§ 11 b og 17, sbr. ræðislógina § 2.

40) A. nr. 582 af 23. juni 2008 om ikrafttræden for Færøerne af lov om erstatningsansvar, § 15, stk. 2, og § 16, stk. 2, sbr. ræðislógina § 2.

41) Ll. nr. 51 frá 17. mai 2011 um ítróttarvedding v.m.

42) Ll. nr. 137 frá 6. oktober 2011 um brúkaravernd í sambandi við at keypa og selja fastogn o.a., tó ikki § 5, stk. 3.

Umsitingarøkið

§ 3. Løgmaður er ovasta umboð Føroya, samskipar starv landsstýrismanna og hevur eftirlit við teimum. Eisini umsitur løgmaður yvirtøkumál og yvirskipaðu viðurskifti Føroya mótvegis Danmark. Somuleiðis umsitur løgmaður kærumál, løgmál, ráðgevur øðrum landsstýrismonnum í lógartekniskum spurningum. Eisini umsitur løgmaður persónsupplýsingarmál.

Stk. 2. Løgmaður varðar av ognunum í Tinganesi og ger av, hvør ið húsast skal í einstøku ognunum á matr. nr. 1, 2, 3, 7, 9, 10, 12 a, 12 c, 13, 17 b, 18 b, 18 f, 36, 149 og 180 g.

Stk. 3. Løgmaður hevur heimildir landsstýrisins mótvegis:

1)   Norðuratlantsbryggjuni, vinnurekandi grunnur.

2)   Ítróttarvedding Sp/f.

Løgtingslógaruppskot

§ 4. Løgmaður fyrireikar og leggur á landsstýrisfund, til framløgu í løgtinginum, uppskot til løgtingslógir á hesum økjum:

1)   Sbr. heimastýrislógina lista A, nr. 1: Føroya egna stýrisskipan innanfyri avmarkanina í nýskipanini. Harundir hoyrir - innanfyri nevndu avmarkan - ásetanir um Løgtingið, umsitingarvaldið, skapan, samtykkjan og staðfesting løgtingslóganna og kunngering teirra.

2)   Sbr. heimastýrislógina lista A, nr. 14: Innsavnan og burturlutan. Finningargóðs. Vápn.

3)   Sbr. heimastýrislógina lista A, nr. 16: Ekspropriatión til serlig endamál. Val av almennum álitismonnum. Serstakar ásetanir um serliga tíðarrokning.

4)   Sbr. løgtingslóg nr. 41 frá 10. mai 2006 um ræði á málum og málsøkjum: Fjølmiðlaábyrgd, sjónvarpseygleiðing, lóggávan kring uppboðssøluhaldarar, vaktarvirksemi, eins og øll onnur øki enn tey sum nevnd eru í yvirtøkulógini § 1, stk. 2 og ræðislógini § 1, stk. 2, sum annar landsstýrismaður ikki er settur at taka sær av.

5)   Sbr. løgtingslóg nr. 93 frá 22. oktober 2007 um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum: Ikki vinnurekandi grunnar og feløg.

6)   Sbr. Ll. nr. 53 frá 11. mai 2009 um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum: Fíggjarrættur (formueret).

7)   Sbr. Ll. nr. 7 frá 17. februar 2010 um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum revsirættur).

8)   Sbr. stýrisskipanarlógina § 32, stk. 2 og § 46.

Ríkislógartilmælisuppskot

§ 5. Løgmaður fyrireikar og leggur á landsstýrisfund, til framløgu í løgtinginum, uppskot til ríkislógartilmæli á hesum økjum, eins og hann á somu økjum ummælir mótvegis ríkismyndugleikum, sbr. stýrisskipanarlógina § 49:

1)   Sbr. yvirtøkulógina § 1, stk. 2: Stjórnarskipan danska ríkisins, tó ikki viðvíkjandi lóggávuni um statens arkiver.

2)   Sbr. yvirtøkulógina § 1, stk. 2: Hægstarætt danska ríkisins.

3)   Sbr. yvirtøkulógina § 1, stk. 2: Heimarætt danska ríkisins.

4)   Sbr. ræðislógina § 1, stk. 2: Brotsmálaumsorgan.

5)   Sbr. ræðislógina § 1, stk. 2: Leiðarbræv.

6)   Sbr. ræðislógina § 1, stk. 2: Løgregla og ákærumyndugleiki og atknýttu partarnir av revsirættarganginum.

7)   Sbr. ræðislógina § 1, stk. 2: Rættargangur, heruppií at seta á stovn dómstólar.

8)   Sbr. ræðislógina § 1, stk. 2: Sakførarastarvsemi.

Ræði á løgtingsfíggjarlógini

§ 6. Løgmaður hevur ræði á viðkomandi greinum í løgtingsfíggjarlógini.

Tænastuboð

§ 7. Løgmaður hevur yvirskipaða eftirlitið við hesum stovnum og hevur heimild at geva teimum tænastuboð:

1)   Løgmansskrivstovuni, og

2)   Føroya Kærustovni.

Stk. 2. Løgmaður hevur, eftir at hava fingið samtykki til tess á landsstýrisfundi, heimild at geva øllum stjórnarráðum og stovnum undir landinum tænastuboð um, at stovnar verða ikki settir á stovn, fluttir ella samanlagdir ella broyttir grundleggjandi, uttan so er, at ein tvørvegis bygnaðarmetingarbólkur umboðaður av embætisfólki, hevur sagt sína hugsan um málið, og at løgmaður, vísandi til samskipandi leiklut sín, sbr. stýrisskipanarlógina § 33, stk. 2, ikki hevur sett seg upp í móti broytingini.

Stk. 3. Løgmaður hevur, eftir at hava fingið samtykki til tess á landsstýrisfundi, heimild at geva øllum stjórnarráðum og stovnum undir landinum tænastuboð um, hvussu uppskot til løgtingslógir, ríkislógir, kunngerðir, uppskot til samtyktar, rundskriv og leiðbeiningar skulu verða sett upp og eftirkannaði.

Kapittul 3

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum

Fyrisitingarheimildir

§ 8. 1) Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur tær fyrisitingarheimildir, sum eru hjá landsstýrinum í hesum lógum:

1)   L. nr. 7 af 30. januar 1875 om Udfærdigelse af reglementariske Bestemmelser for Benyttelsen af Havne m.m., sbr. ræðislógina § 2.

2)   L. nr. 69 af 7. mai 1881 om forpligtelse til jords afgivelse til offentlige veje, havne og landingssteder, samt til offentlige skoler på Færøerne, sbr. ræðislógina § 2.

3)   L. nr. 75 af 29. august 1904 om reders forpligtelse til at meddele statistiske oplysninger, sbr. ræðislógina § 2.

4)   L. nr. 127 af 29. apríl 1913 om anlæg af Havne m.v. på Færøerne, sbr. ræðislógina § 2.

5)   L. nr. 313 af 22. juni 1917 om afståelse af grund til anlæg af sporforbindelse fra kulminer til udskibningssteder, sbr. ræðislógina § 2.

6)   A. nr. 468 af 8. november 1921 hvorved lov om arveafgift af 27. mai 1908 sættes i kraft på Færøerne, § 3, stk. 4, § 9, stk. 2, § 13, stk. 2, og § 42.

7)   L. nr. 95 af 25. mars 1933 for Færøerne om statistik, § 1, stk. 2, og § 7, sbr. ræðislógina § 2.

8)   L. nr. 85 af 30. mars 1935 for Færøerne om inddrivelse af skatter og afgifter til det offentlige m.m., sbr. ræðislógina § 2.

9)   L. nr. 147 af 27. mars 1939 om udskiftning, § 8, stk. 6.

10) L. nr. 248 af 12. april 1949 om pengesedler m.v. på Færøerne, §§ 2 og 8.

11) Ll. nr. 1 frá 3. januar 1950 um statistikk, § 1.

12) L. nr. 28 af 29. januar 1964 om en investeringsfond for Færøerne, § 2, og § 3, stk. 3.

13) Ll. nr. 31 frá 5. juli 1971 um tænastumenn landsins, tó so viðv. § 3, stk. 1, at løgmaður í samráði við avvarðandi landsstýrismann setur tænastumenn í 39. lønarflokki og hægri, og aðrir tænastumenn verða settir av tí landsstýrismanni, sum verður teirra hægsti fyrisetti.

14) Ll. nr. 32 frá 5. juli 1971 um tænastumannaeftirlønir.

15) Ll. nr. 37 frá 5. august 1971 um tænastumannalønir v.m. og flokking av tænastumannastørvum.

16) Ll. nr. 50 frá 23. desember 1971 um íløgugrunnar.

17) Ll. nr. 51 frá 29. desember 1971 um skatt av rentutryggingum v.m.

18) Ll. nr. 52 frá 29. desember 1971 um skattligar avskrivingar v.m.

19) Ll. nr. 51 frá 25. juli 1972 um landsvegir.

20) Ll. nr. 30 frá 21. mai 1975 um prístal.

21) Ll. nr. 45 frá 9. mai 1976 um viðurskifti hjá starvsfólki á postverkinum í samband við yvirtøku.

22) L. nr. 638 af 21. december 1977 om renter ved forsinket betaling, m.v., § 5, stk. 2, sbr. ræðislógina, tá ið umræður heimildum, sum fyrr lógu hjá heimastýrinum og økonomiministeriet.

23) Ll. nr. 101 frá 1. desember 1978 um studning til fólkaháskúlar, § 3, nr. 5, og § 4.

24) Ll. nr. 38 frá 31. mars 1982 um vektgjald av motorakførum v.m., § 10, § 11, nr. 4, og § 13 a, stk. 2.

25) Ll. nr. 104 frá 19. oktober 1982 um hýruvognskoyring.

26) Ll. nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt.

27) Ll. nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti.

28) Ll. nr. 14 frá 2. mars 1988 um ferðslu.

29) Ll. nr. 37 frá 26. mai 1988 um ferðagjald.

30) Ll. nr. 68 frá 9. juni 1988 um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m.

31) Ll. nr. 33 frá 7. mai 1991 um Hagstovu Føroya, § 1, stk. 3, § 2, stk. 2 og 4, og § 7.

32) Ll. nr. 39 frá 7. mai 1991 um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn.

33) Ll. nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll.

34) Ll. nr. 66 frá 13. mai 1992 um húsarhaldsskúlar, § 10, stk. 3, og § 11, stk. 2, nr. 3.

35) Ll. nr. 75 frá 13. mai 1992 um umhvørvisgjald á smyrjiolju, § 5.

36) Ll. nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald.

37) Ll. nr. 179 frá 18. desember 1992 um serligt avgjald á brenniolju.

38) Ll. nr. 93 frá 11. mai 1993 um gjøld o.l. fyri innkrevjing av falnari skuld til landskassan.

39) Ll. nr. 193 frá 10. desember 1993 um lønarhæddaravgjald.

40) Ll. nr. 33 frá 23. mars 1994 um landsins almenna roknskaparhald v.m., § 1, stk. 1, § 2, stk. 2, §§ 3 og 4, og § 5, stk. 2.

41) Ll. nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya:

a)    § 43, stk. 1 og 3, og § 44, stk. 2 og 3.

b)    § 51, og § 54, stk. 2, hvat viðvíkur samskifti landsstýrisins mótvegis donskum stjórnarráði, sum umsitur samsvarandi málsøkið í Danmark.

c)    § 52 og § 54, stk. 1, hvat viðvíkur millumtjóða samráðingar og avtalur um skattaviðurskifti.

42) A. nr. 720 af 5. september 1995 om ikrafttræden på Færøerne af lov om erhvervsfremme, § 13 a, stk. 2.

43) Ll. nr. 151 frá 10. november 1995 um borgan fyri kommunulánum og umlegging av kommunulánum.

44) Ll. nr. 148 frá 30. desember 1996 um stuðul til rentuútreiðslur av lánum.

45) Ll. nr. 93 frá 6. juni 1997 um stuðul til ferðaútreiðslur.

46) Ll. nr. 95 frá 6. juni 1997 um stuðul til dupult húsarhald.

47) Ll. nr. 169 frá 30. desember 1997 um Toll- og skattafyrisiting.

48) Ll. nr. 171 frá 30. desember 1997 um skattafría samanlegging o.a.

49) Ll. nr. 75 frá 5. november 1998 um Føroya Realkreditstovn (Realin), § 1, stk. 2, § 2, stk. 1, § 4, § 5, stk. 2 og 4, § 7, stk. 4, og §§ 13 og 16.

50) Ll. nr. 99 frá 29. desember 1998 um gjald av vinningi við burturluting v.m.

51) Ll. nr. 25 frá 21. apríl 1999 um grannskoðan av landsroknskapinum v.m.

52) Ll. nr. 26 frá 21. apríl 1999 um at skatta inntøkur av kolvetnisvirksemi (Kolvetnisskattalógin).

53) Ll. nr. 6 frá 8. februar 2000 um fast samband um Vestmannasund.

54) Ll. nr. 16 frá 14. februar 2000 um álíkning, innkrevjing, eftirlit o.a. í sambandi við skatting av inntøku av kolvetnisvirksemi (Kolvetnisskattafyrisitingarlógin).

55) Ll. nr. 42 frá 24. mars 2000 um endurgjald til kommunur í sambandi við, at sjóvegis farleiðir hjá Strandfaraskipum Landsins verða lagdar niður.

56) Ll. nr. 87 frá 17. mai 2000 um kommunustýri (kommunustýrislógin), § 5, stk. 5, § 9, stk. 1-3, § 43, stk. 2, § 46, stk. 2, §§ 47 og 52, § 53, stk. 2, og § 54.

57) Ll. nr. 13 frá 16. februar 2001 um landskassaveðhald fyri lánum frá "Kreditforeningen af Kommuner i Danmark" til føroyskar kommunur.

58) Ll. nr. 47 frá 30. mars 2001 um at seta í gildi ásetingarnar í sáttmála millum Føroyar og Grønland at sleppa undan tvískatting av inntøku og ogn, § 25, stk. 2.

59) Ll. nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan, § 19, stk. 3.

60) Ll. nr. 82 frá 15. mai 2001 um fólka- og farmaflutning.

61) Ll. nr. 164 frá 21. desember 2001 um skatting av kapitalvinningi.

62) Ll. nr. 168 frá 21. desember 2001 um stovnan av partafelagi at gera fast samband um Leirvíksfjørð.

63) Ll. nr. 19 frá 12. mars 2002 um avgjald á framleiðslu og innflutningi.

64) Ll. nr. 33 frá 26. mars 2002 um fast samband um Leirvíksfjørð.

65) Ll. nr. 15 frá 20. februar 2003 um at byggja samferðsluhavn á Syðradali.

66) Ll. nr. 11 frá 31. mars 2004 um at verja havnir.

67) Ll. nr. 16 frá 8. mars 2005 um skráseting av útflutningi av vørum.

68) Ll. nr. 29 frá 8. apríl 2005 um umskipan av landsskatta-, mvg- og tollskuld v.m. hjá fólki.

69) Ll. nr. 81 frá 14. mai 2005 um rættindi løntakaranna í sambandi við, at landsstýrið yvirtekur mál og málsøki frá ríkismyndugleikunum.

70) Ll. nr. 67 frá 17. mai 2005 um viðbót til eftirløn hjá ávísum tænastumonnum.

71) L. nr. 528 af 24. juni 2005 om visse personalemæssige spørgsmål i forbindelse med de færøske myndigheders overtagelse af sager og sagsområder.

72) Ll. nr. 8 frá 28. februar 2006 um tinglýsingaravgjald, § 3 a, stk. 5.

73) Ll. nr. 59 frá 16. mai 2006 um at einskilja P/F Føroya Lívstrygging.

74) Ll. nr. 126 frá 21. desember 2006 um sínámillum umsitingarliga hjálp í málum um beinleiðis og óbeinleiðis skattir millum lond, sum eru limir í Europaráðnum ella OECD.

75) Ll. nr. 16 frá 5. mai 2008 um at seta í gildi sáttmála millum Føroya landsstýri og Ríkisstjórnina fyri Stóra Bretland og Norður Írland til tess at sleppa undan tvískatting og fíggjarligum undandrátti, hvat inntøku- og kapitalvinningsskatti viðvíkur.

76) Ll. nr. 33 frá 19. mai 2008 um avgjøld við skráseting av motorakførum.

77) Ll. nr. 60 frá 10. juni 2008 um at seta í gildi skattaavtalur millum Føroyar og Isle of Man.

78) Ll. nr. 1 frá 22. desember 2008 um gjaldførislán frá Føroya landsstýri til Ríkisstjórn Íslands.

79) Ll. nr. 40 frá 28. apríl 2009 um lántøku til landskassan.

80) Ll. nr. 42 frá 4. mai 2009 um landsins játtanarskipan.

81) Ll. nr. 43 frá 4. mai 2009 um at væla um Brúnna um Streymin.

82) Ll. nr. 50 frá 11. mai 2009 um Búskaparráð.

83) Ll. nr. 51 frá 11. mai 2009 um vegføring oman fyri Skálafjørð.

84) Ll. nr. 58 frá 25. mai 2009 um tunlar norður um Fjall við tilhoyrandi vegum.

85) Ll. nr. 61 frá 25. mai 2009 um at gera partafelag at gera fast samband um Skopunarfjørð.

86) Ll. nr. 67 frá 25. mai 2009 um trygging móti avleiðingum av arbeiðsskaða (Arbeiðsskaðatryggingarlógin), § 79, stk. 5.

87) Ll. nr. 71 frá 25. mai 2009 um at seta í gildi skattaavtalur millum Føroyar og ávikavist Guernsey og Jersey.

88) Ll. nr. 182 frá 22. desember 2009 um at seta í gildi skattaavtalur millum Føroyar og ávikavist Aruba, Bermuda, Bretsku Jomfrúoyggjarnar, Cayman Islands og Niðurlendsku Antillurnar PROTOKOL.

89) Ll. nr. 16 frá 19. mars 2010 um lántøku til landskassan.

90) Ll. nr. 53 frá 26. mai 2010 um einkarætt til at byggja, reka og fíggja undirsjóvartunnil undir Skálafjørð og Tangafjørð.

91) Ll. nr. 102 frá 11. november 2010 um at seta í gildi ásetingarnar í tvískattasáttmála millum Føroyar og Schweiz frá 23. november 1973, sum seinast er broyttur við protokol frá 21. august 2009.

92) Ll. nr. 64 frá 26. mai 2011 um manntal í 2011.

93) Ll. nr. 82 frá 7. juni 2011 um Búskapargrunn Føroya.

94) A. nr. 1248 af 19. december 2011 om ikrafttræden for Færøerne af lov om klage- og erstatningsadgang inden for sundhedsvæsenet, § 31, stk. 1.

95) Ll. nr. 18 frá 18. mars 2013 um tunnil til Viðareiðis við tilhoyrandi vegum.

96) Ll. nr. 49 frá 14. mai 2013 um eftirløn.

97) Ll. nr. 58 frá 17. mai 2013 um stuðul til Hvalbiar kommunu til umvæling av brimverju.

98) Ll. nr. 11 frá 20. mars 2014 um lántøku til landskassan í 2014.

99) Ll. nr. 30 frá 14. apríl 2014 um at stovna partafelag og at byggja og reka undirsjóvartunlar millum Streymoy og Eysturoy og millum Streymoy og Sandoy.

100)  Ll. nr. 119 frá 15. desember 2014 um avgjald á veiðu av makreli og norðhavssild í 2015.

101)  Ll. nr. 136 frá 19. desember 2014 um endurgjald til kommunur vegna frádráttir og serskattaskipanir.

102)  Ll. nr. 36 frá 30. apríl 2015 um lántøku til landskassan í 2015.

103)  Ll. nr. 48 frá 12. mai 2015 um rætt hjá P/F Vága Floghavn at fáa upplýsingar frá Akstovuni.

104)  Ll. nr. 116 frá 24. november 2016 um Landsbanka Føroya og Føroya váðaráð.

105)  L. nr. 1660 af 20. desember 2016 om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2016-2019.

106)  Ll. nr. 56 frá 10. mai 2017 um talgildar rokningar.

107)  Ll. nr. 77 frá 29. mai 2017 um Talgildu Føroyar.

108)  Ll. nr. 56 frá 30. apríl 2018 um nýggjan Hvalbiartunnil við tilhoyrandi vegum.

109)  Ll. nr. 61 frá 30. apríl 2018 um landskassatrygd fyri Oyggjaleikir í Føroyum.

110)  Ll. nr. 137 frá 8. oktober 2018 um at byggja eykabát til Strandfaraskip Landsins.

111)  Ll. nr. 182 frá 21. desember 2018 um at einskilja P/F Postverk Føroya.

112)  Ll. nr. 196 frá 21. desember 2018 um at seta í gildi ásetingarnar í tvískattasáttmála millum tey norðurlendsku londini frá 23. september 1996.

113)  Ll. nr. 11 frá 19. februar 2019 um varskógvaraskipan fyri alment sett starvsfólk (Varskógvaralógin).

114)  Ll. nr. 69 frá 9. mai 2019 um talgildan samleika.

115)  Ll. nr. 70 frá 9. mai 2019 um Virkisskrá.

Umsitingarøkið

§ 9. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum umsitur avgjøld o.a, avtalur við fakfeløg um sáttmálar og avtalur fyri størv hjá landinum, búskaparmál, busskoyring, eigarapolitikkur, farmakoyring, ferðslumál, ferjulegur, ferjur, fíggjarmál hjá landi og kommunum, hagfrøði, innheinting av almennari skuld, landshavnir, landsvegir, lønarviðurskifti og setanarviðurskifti, ráðgevur øðrum landsstýrismonnum í arbeiðsrættarligum og setanarrættarligum spurningum, samferðslumál, skatt, starvsfólkapolitikk, stuðul o.l., tvungnar reglur um eftirlønaruppsparing og útgjald, tyrlupallar og ráðgevur viðvíkjandi flogvøllum. Eisini umsitur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum kunningartøkni og fastar ognir hjá landinum, sum ikki liggja hjá øðrum landsstýrismanni.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum útvegar KT-undirstøðukervi, felags nýtsluskipanir og standardforrit, sum fyrisitingarligar eindir hjá landinum kunnu fáa atgongd til.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur heimildir landsstýrisins mótvegis:

1)   Atlantic Airways P/f.

2)   Elektron P/f.

3)   Eystur- og Sandoyartunlar P/f.

4)   Fíggingargrunninum frá 1992, vinnurekandi grunnur.

5)   Føroya Lívstrygging P/f.

6)   Føroya Tele P/f.

7)   Føroyagrunninum frá 1971, vinnurekandi grunnur.

8)   Norðoyartunnilin P/f.

9)   Postverk Føroya P/f.

10) Ráðnum fyri ferðslutrygd.

11) Smyril Line P/f.

12) Tjaldur P/f.

13) Vága Floghavn P/f.

14) Vágatunnilin P/f.

Løgtingslógaruppskot

§ 10. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fyrireikar og leggur á landsstýrisfund, til framløgu í løgtinginum, uppskot til løgtingslógir á hesum økjum:

1)   Sbr. heimastýrislógina lista A, nr. 1: Setan av egnum tænastumonnum, avsetan teirra, tænastutreytir, lønir og eftirlønir teirra.

2)   Sbr. heimastýrislógina lista A, nr. 2: Kommunuskattur. Fíggjar-, íløgu- og lønarviðurskifti í kommunum.

3)   Sbr. heimastýrislógina lista A, nr. 6: Beinleiðis og óbeinleiðis skattur. Harundir hoyra eisini stempulgjøld, gjald av totalisatorspæli, gjald av serligum føroyskum happadrátti, tó ikki tinglýsingargjøld og loyvisgjald á alivinnu.

4)   Sbr. heimastýrislógina lista A, nr. 7: Játtanarrætt og yvirhøvur rætt til at ráða yvir øllum egnum inntøkum. Skipan av roknskaparførslu, grannskoðan og decisión viðvíkjandi egnum inntøkum og útreiðslum.

5)   Sbr. heimastýrislógina lista A, nr. 8: Góðkennan av havnagjøldum.

6)   Sbr. heimastýrislógina lista A, nr. 12: Havnir, tryggjan av strond, kanalir, samferðslumál, harundir vegir, jarnbreyt, sporvegir, ferjur, buss- og farmakoyring.

7)   Sbr. heimastýrislógina lista A, nr. 13: Motor- og ferðsluviðurskifti.

8)   Sbr. heimastýrislógina lista A, nr. 14: Spreingievni.

9)   Sbr. heimastýrislógina lista B, nr. 5: Eftirlit við inn- og útflutningi, tó ikki viðvíkjandi inn- og útflutningi av kunningartøknisupplýsingum.

10) Sbr. L. nr. 315 af 17. mai 1995 om sociale ydelser på Færøerne, § 1, stk. 2, nr. 2, tá ið umræður tvungnari eftirlønaruppsparing og útgjald av somu.

Ríkislógartilmælisuppskot

§ 11. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fyrireikar og leggur á landsstýrisfund, til framløgu í løgtinginum, uppskot til ríkislógartilmæli á hesum økjum, eins og hann á somu økjum ummælir mótvegis ríkismyndugleikum, sbr. stýrisskipanarlógina § 49:

1)   Sbr. yvirtøkulógina § 1, stk. 2: Gjaldoyra- og peningapolitikk.

2)   Sbr. yvirtøkulógina § 1, stk. 2: Uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk, tó bert teir partar sum snúgva seg um nettrygd.

Ræði á løgtingsfíggjarlógini

§ 12. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur ræði á viðkomandi greinum í løgtingsfíggjarlógini.

Tænastuboð

§ 13. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur yvirskipaða eftirlitið við hesum stovnum og hevur, í førum har lóggávan loyvir tí, heimild at geva teimum tænastuboð:

1)   Akstovan (Bileftirlitið).

2)   Fíggjarmálaráðið.

3)   Føroya Gjaldstova.

4)   Hagstova Føroya.

5)   Landsverk.

6)   Strandfaraskip Landsins.

7)   TAKS (Toll- og Skattstova Føroya).

Stk. 2. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur, eftir at hava fingið samtykki til tess á landsstýrisfundi, heimild at geva øllum stjórnarráðum og stovnum undir landinum tænastuboð um:

1)   Hvussu størv skulu lýsast leys, mannagongdir við setan av størvum, um góðkenning av lønarflokkingum, um farloyvi, um starvsfólkapolitikk, um fráfaringaraldur og um viðurskifti í samband við uppsagnir.

2)   Keyp av vørum og tænastum.

3)   KT-nýtslu og KT-trygd.

4)   Leigumál og keyp av fastogn.

5)   Neyvari reglur um hvussu játtanaruppskot verða at seta upp og nýta (játtanarskipan), heruppií áseting av lønarkarminum av hvørjari høvuðskonto.

6)   Nýbygging og umbygging.

7)   Nýtslu av byggiráðgeving.

8)   Tiltøk sum neyðug eru at seta í verk at uppfylla sáttmála við yrkisfeløgini.

9)   Útvegan av arbeiðsklæðum, persónligari verndarútgerð, flutningsførum, fartelefonum, heimateldum og nýtslu av hesum.

10) Viðgerð av studningsmálum viðvíkjandi fastogn.

11) Viðlíkahald.

12) Viðurskiftini í samband við ferðing uttanlands- og innanlands og um endurgjald fyri nýtslu av egnum bili í tænastuørindum.

Kapittul 4

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum

Fyrisitingarheimildir

§ 14. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur tær fyrisitingarheimildir, sum eru hjá landsstýrinum í hesum lógum:

1)   Ll. nr. 57 frá 5. juni 1984 um hvalaveiðu.

2)   Ll. nr. 29 frá 23. februar 1993 um almenna uppboðssølu av fiski.

3)   Ll. nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya:

a)    § 51, og § 54, stk. 2, hvat viðvíkur samskifti landsstýrisins mótvegis donskum stjórnarráði, sum umsitur samsvarandi málsøkið í Danmark.

b)    § 52, og § 54, stk. 1, hvat viðvíkur samráðingar um fyrisitingarligar sáttmálar viðvíkjandi fiskirættindum umframt fundir um fiskirættindi, ið fara fram í NEAFC.

4)   Ll. nr. 72 frá 20. mai 1996 um varðveiting av fjølbroyttum fiskiflota.

5)   Ll. nr. 84 frá 28. mai 1996 um stuðul til menning av fiskivinnu á landi.

6)   Ll. nr. 26 frá 14. mars 1997 um umlegging av lánum v.m. hjá fjarfiskaflotanum.

7)   Ll. nr. 14 frá 3. mars 1999 um stuðul til flutning av fiski.

8)   Ll. nr. 61 frá 10. mai 2000 um fiskivinnuráð.

9)   Ll. nr. 61 frá 27. apríl 2001 um avtøku av ymsum løgtingslógum (Fiskivinnumál), § 2.

10) Ll. nr. 55 frá 22. apríl 2003 um hald av útreiðslum í sambandi við størri vanlukkur.

11) Ll. nr. 132 frá 28. desember 2010 um Trygdargrunn fiskivinnunnar.

12) Ll. nr. 76 frá 7. juni 2011 um bygging av nýggjum havrannsóknarskipi.

13) Ll. nr. 61 frá 15. mai 2012 um tilbúgving, tó ikki §§ 35-39 og 43 (og § 40 viðvíkjandi nevndu greinum).

14) Lb. nr. 1373 af 4. desember 2013 af anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om luftfart, tó bert § 131, stk. 2.

15) Ll. nr. 56 frá 19. mai 2015 um grind og annan smáhval (Grindalógin).

16) Ll. nr. 85 frá 22. mai 2015 um samráðingarheimild at gera nýggjan sáttmála um tyrlutænastu.

17) Ll. nr. 159 frá 24. desember 2015 um veiðigjald á svartkjaft í 2015.

18) Ll. nr. 150 frá 23. desember 2016 um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2017.

19) Ll. nr. 71 frá 29. mai 2017 um Fiskivinnugrunn.

20) Ll. nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi.

21) Ll. nr. 172 frá 20. desember 2017 um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2018.

Umsitingarøkið

§ 15. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum umsitur bjarging, fiskirannsóknir og -gransking, fiskiveiðueftirlit, fiskivinnumál, hvalamál, inntøkutrygd fiskimanna, tilbúgving, trygd og veðurtænastu.

Løgtingslógaruppskot

§ 16. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fyrireikar og leggur á landsstýrisfund, til framløgu í løgtinginum, uppskot til løgtingslógir á hesum økjum:

1)   Sbr. heimastýrislógina lista A, nr. 13: Fiskiskapur og friðan av fiski á territoriinum.

2)   Sbr. Ll. nr. 105 frá 12. desember 2006 um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum: Tilbúgving.

3)   Sbr. Ll. nr. 53 frá 7. juni 2008 um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum: Veðurtænasta.

Ríkislógartilmælisuppskot

§ 17. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fyrireikar og leggur á landsstýrisfund, til framløgu í løgtinginum, uppskot til ríkislógartilmæli á hesum økjum, eins og hann á somu økjum ummælir mótvegis ríkismyndugleikum sbr. stýrisskipanarlógina, § 49:

1)   Sbr. ræðislógina § 1, stk. 2: Sjóuppmerking og vitaverk.

Ræði á løgtingsfíggjarlógini

§ 18. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur ræði á viðkomandi greinum í løgtingsfíggjarlógini.

Tænastuboð

§ 19. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur yvirskipaða eftirlitið við hesum stovnum og hevur heimild at geva teimum tænastuboð:

1)   Fiskimálaráðið.

2)   Havstovan.

3)   Vørn.

Kapittul 5

Landsstýrismaðurin í heilsumálum

Fyrisitingarheimildir

§ 20. Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur tær fyrisitingarheimildir, sum eru hjá landsstýrinum í hesum lógum:

1)   L. nr. 293 af 27. apríl 1949 om bemyndigelse for Færøernes landsstyre til ekspropriation af grunde til anlæg af sygehuse i Tveraa og Thorshavn.

2)   Ll. nr. 18 frá 9. apríl 1964 um raksturin av hvíldarheiminum Naina.

3)   L. nr. 185 af 28. apríl 1971 om nordisk samarbejde.

4)   Ll. nr. 33 frá 26. juni 1973 um sendinevnd Føroya til Norrøna ráðið

5)   A. nr. 643 af 9. desember 1982 om ikrafttræden på Færøerne af lov om svangerskabshygiejne og fødselshjælp.

6)   A. nr. 454 af 7. juli 1986 om ikrafttræden på Færøerne af lov om børnetandpleje.

7)   Ll. nr. 104 frá 5. september 1988 um apoteksverkið og heilivág.

8)   Ll. nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya, § 51, og § 54, stk. 2, hvat viðvíkur samskifti landsstýrisins mótvegis donskum stjórnarráði, sum umsitur samsvarandi málsøkið í Danmark.

9)   A. nr. 633 af 20. juli 1995 om ikrafttræden på Færøerne af lov om embedslægeinstitutioner m.v., § 8, stk. 3, 5 og 6.

10) Ll. nr. 23 frá 6. mars 1998 um barna- og ungdómstannrøkt.

11) Ll. nr. 28 frá 23. apríl 1999 um kommunulæknaskipan.

12) Ll. nr. 56 frá 10. mai 2000 um Fólkaheilsuráð.

13) Ll. nr. 85 frá 20. desember 2004 um forboð móti ávísum dopingevnum.

14) Ll. nr. 62 frá 17. mai 2005 um gransking í mannaílegum.

15) Ll. nr. 63 frá 17. mai 2005 um fyribyrgjandi heilsutænastur fyri børn og ung.

16) Ll. nr. 64 frá 17. mai 2005 um sjúkrahúsverkið.

17) Ll. nr. 118 frá 12. desember 2007 um ókeypis koppseting móti ávísum smittandi sjúkum.

18) Ll. nr. 61 frá 10. juni 2008 um tiltøk at minka um royking.

19) Ll. nr. 129 frá 22. desember 2008 um at høvuðsumvæla, útbyggja og nútíðargera Landssjúkrahúsið.

20) A. nr. 185 af 13. marts 2009 om ikrafttræden for Færøerne af lov om anvendelse af tvang i psykiatrien, §§ 29 og 34, § 36, stk. 4, og § 39, stk. 2.

21) Ll. nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin).

22) A. nr. 655 af 14. juni 2011 om ikrafttræden for Færøerne af lov om foranstaltninger mod smitsomme og andre overførbare sygdomme.

23) A. nr. 1248 af 19. december 2011 om ikrafttræden for Færøerne af lov om klage- og erstatningsadgang inden for sundhedsvæsenet, § 40, stk. 5.

24) A. nr. 961 af 15. juli 2013 om ikrafttræden for Færøerne af lov om videnskabsetisk behandling af sundhedsvidenskabelige forskningsprojekter.

25) A. nr. 1472 af 16. december 2013 om ikrafttræden for Færøerne af lov om autorisation af sundhedspersoner og om sundhedsfaglig virksomhed, § 46.

26) Ll. nr. 69 frá 22. mai 2015 um at selja solariumsól til kosmetiskt endamál (Solariumlógin).

27) Abk. nr. 1349 frá 23. november 2015 for Færøerne om euforiserende stoffer, § 1, stk. 2.

28) Ll. nr. 70 frá 29. mai 2017 um Etiskt ráð.

29) Ll. nr. 53 frá 7. mai 2019 um virksemi á stovnum, ið veita rúsviðgerð.

Umsitingarøkið

§ 21. Landsstýrismaðurin í heilsumálum umsitur apoteksverkið, fyribyrgjandi heilsutiltøk, heilsugranskingarmál, norðurlandamál, ráð og nevndir innan heilsuøkið, rúsevnismisnýtslu, sinnissjúk, sjúkrahúsverkið, stovnar og fyriskipanir innan heilsuøkið, tilbúgving á heilsuøkinum og tubbaksmál.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur heimildir landsstýrisins mótvegis:

1)   Blákrossheiminum.

2)   Heilbrigdi.

3)   Hvíldarheiminum Naina.

4)   Viðgerðarstovnurin Frælsi.

Løgtingslógaruppskot

§ 22. Landsstýrismaðurin í heilsumálum fyrireikar og leggur á landsstýrisfund, til framløgu í løgtinginum, uppskot til løgtingslógir á hesum økjum:

1)   Sbr. heimastýrislógina lista A, nr. 4: Apotek.

2)   Sbr. L. nr. 316 af 17. maj 1995 om sundhedsvæsenet på Færøerne, § 1, stk. 1 og stk. 2, nr. 1-7.

Ríkislógartilmælisuppskot

§ 23. Landsstýrismaðurin í heilsumálum fyrireikar og leggur á landsstýrisfund, til framløgu í løgtinginum, uppskot til ríkislógartilmæli á hesum økjum, eins og hann á somu økjum ummælir mótvegis ríkismyndugleikum, sbr. stýrisskipanarlógina § 49:

1)   Sbr. ræðislógina § 1, stk. 2: Heilsumál, læknar, jarðamøður, sjúkrahús.

Ræði á løgtingsfíggjarlógini

§ 24. Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur ræði á viðkomandi greinum í løgtingsfíggjarlógini

Tænastuboð

§ 25. Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur yvirskipaða eftirlitið við hesum stovnum og hevur heimild at geva teimum tænastuboð:

1)   Fólkaheilsuráðið.

2)   Gigni.

3)   Heilsumálaráðið.

4)   Heilsutrygd.

5)   Ílegusavnið.

6)   Klaksvíkar Sjúkrahús.

7)   Kommunulæknar.

8)   Landsapotekarin.

9)   Landssjúkrahúsið, heruppií sjúklingahotellið Tórshavn.

10) Stovnurin fyri arbeiðs- og almannaheilsu.

11) Suðuroyar Sjúkrahús.

Kapittul 6

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum

Fyrisitingarheimildir

§ 26. 1) Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum hevur tær fyrisitingarheimildir, sum eru hjá landsstýrinum í hesum lógum:

1)   L. nr. 88 af 15. maj 1903 om Valgmenigheder, sbr. ræðislógina § 2.

2)   L. nr. 128 af 28. april 1916 om Afstaaelse af Grund til Kirker og Kirkegaarde, sbr. ræðislógina § 2.

3)   L. nr. 677 af 22. december 1919 om Forbud mod Videresalg af Billetter til offentlige Forlystelser.

4)   A. nr. 441 af 21.11.1923 hvorved Lov nr. 353 af 7. August 1922 om den offentlige Fred paa Folkekirkens Helligdage samt Grundlovsdagen sættes i Kraft på Færøerne, § 2 b, sbr. ræðislógina § 2.

5)   Færø Amts Kundgørelse nr. 11 af 31. mars 1948 af Lov om Færøernes Hjemmestyre, § 8, stk. 1 og 2, sbr. eisini lóg nr. 80 frá 14. mai 2005 um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera, § 3.

6)   Ll. nr. 19 frá 16. september 1948 um friðan av fornminnum og bygningum.

7)   Ll. nr. 32 frá 2. mai 1952 um fornminnissavn.

8)   Ll. nr. 26 frá 17. august 1955 um Føroya Náttúrugripasavn.

9)   Ll. nr. 29 frá 24. apríl 1957 um Havnar Skansa.

10) L. nr. 225 af 31. mai 1968 om anmeldelse af fødsler og dødsfald, § 4.

11) Ll. nr. 17 frá 9. mai 1972 um bygdasøvn við um bygdasøvn við mentunarsøguligum virksemi.

12) Ll. nr. 58 frá 2. oktober 1978 um skúlafyrisiting

13) Ll. nr. 101 frá 1. desember 1978 um studning til fólkaháskúlar, tó ikki § 3, nr. 5, og § 4.

14) Ll. nr. 63 frá 23. juni 1983 um bústaðarhús til fólk í útbúgving.

15) Ll. nr. 70 frá 30. juni 1983 um frítíðarundirvísing v.m.

16) Ll. nr. 93 frá 4. oktober 1984 um biografar.

17) Ll. nr. 62 frá 9. juni 1988 um ávísar skúlar.

18) Ll. nr. 49 frá 28. apríl 1992 um skjalasøvn.

19) Ll. nr. 66 frá 13. mai 1992 um húsarhaldsskúlar, tó ikki § 10, stk. 3, og § 11, stk. 2, nr. 3.

20) Ll. nr. 16 frá 27. januar 1994 um forboð móti handli v.m. við Irak.

21) Ll. nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya:

a)    § 51, og § 54, stk. 2, hvat viðvíkur samskifti landsstýrisins mótvegis donskum stjórnarráði, sum umsitur samsvarandi málsøkið í Danmark.

b)    §§ 52 og 53, og § 54, stk. 1, tó ikki samráðingar og avtalur um skattaviðurskifti og samráðingar um fyrisitingarligar sáttmálar viðvíkjandi fiskirættindum umframt fundir um fiskirættindi, ið fara fram í NEAFC, tá ið umræður § 52, og § 54, stk. 1.

22) Ll. nr. 125 frá 20. juni 1997 um fólkaskúlan.

23) Ll. nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar.

24) Ll. nr. 106 frá 29. desember 1998 um yrkisskúlar.

25) Ll. nr. 107 frá 29. desember 1998 um støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið (FHS-útbúgvingar).

26) Ll. nr. 41 frá 23. apríl 1999 um støðisútbúgving innan tøkni (SIT-útbúgvingar).

27) A. nr. 885 af 8. desember 1999 om ikrafttræden for Færøerne af lov om begravelse og ligbrænding (Begravelsesloven), sbr. ræðislógina § 2.

28) A. nr. 888 af 8. desember 1999 om ikrafttræden for Færøerne af lov om folkekirkens kirkebygninger, sbr. ræðislógina § 2.

29) Ll. nr. 67 frá 10. mai 2000 um dagstovnar og dagrøkt, tó ikki § 6 a og kærumál, sbr. § 11 viðvíkjandi fríplássum.

30) Ll. nr. 83 frá 17. mai 2000 um eftirskúlar.

31) Ll. nr. 84 frá 17. mai 2000 um Mentanargrunn Landsins.

32) Ll. nr. 55 frá 24. apríl 2001 um útbúgving av manning á skipum o.ø.

33) Ll. nr. 79 frá 8. mai 2001 um bókasøvn.

34) Ll. nr. 85 frá 15. mai 2001 um gransking.

35) A. nr. 37 af 22. januar 2002 om ikrafttræden for Færøerne af lov om ægteskabs indgåelse og opløsning, § 13, § 14, stk. 2, § 15, § 18, stk. 3 (kirkjulig vígsla), og § 20, stk. 1.

36) Ll. nr. 46 frá 26. mars 2002 um frískúlar.

37) Ll. nr. 34 frá 18. mars 2003 um umsjón, váttanarveitan og eftirlit samsvarandi sáttmála Sameindu Tjóða um at banna evnafrøðiligum vápnum.

38) Ll. nr. 67 frá 2. mai 2003 um skúlatilboð til ung við breki.

39) Ll. nr. 68 frá 2. mai 2003 um Tjóðpall Føroya og stuðul til leiklist v.m.

40) Ll. nr. 22 frá 17. mai 2004 um yrkisskeið.

41) Ll. nr. 92 frá 21. desember 2004 um vernd av fornlutum í havinum.

42) Ll. nr. 49 frá 9. mai 2005 um stuttar framhaldsútbúgvingar á yrkisskúlum.

43) Ll. nr. 50 frá 9. mai 2005 um serskúla.

44) Ll. nr. 60 frá 17. mai 2005 um stuðul til mentan og list v.m.

45) Ll. nr. 61 frá 16. mai 2006 um kringvarp.

46) Ll. nr. 36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul.

47) Ll. nr. 42 frá 8. mai 2007 um miðlaráð til verju fyri børn og ung.

48) Ll. nr. 44 frá 14. mai 2007 um altjóða menningarsamstarv.

49) Ll. nr. 60 frá 7. juni 2007 um fólkakirkjuna í Føroyum.

50) Ll. nr. 61 frá 7. juni 2007 um fíggjarviðurskifti fólkakirkjunnar.

51) Ll. nr. 27 frá 19. mai 2008 um kirkjuráð og próstadømisráð.

52) Ll. nr. 42 frá 26. mai 2008 um at brúka kirkju og um limaskap í fólkakirkjuni.

53) Ll. nr. 58 frá 9. juni 2008 um Fróðskaparsetur Føroya.

54) Ll. nr. 107 frá 17. august 2009 um val til kirkjuráð, próstadømisráð og stiftsstjórn.

55) Ll. nr. 44 frá 17. mai 2011 um ávís tiltøk samsvarandi stovningarsáttmála Sameindu Tjóða.

56) Ll. nr. 60 frá 26. mai 2011 um stuðul til Saltsilogrunnin.

57) Ll. nr. 59 frá 15. mai 2012 um málráð.

58) Ll. nr. 62 frá 15. mai 2012 um gymnasialar miðnámsútbúgvingar.

59) Ll. nr. 14 frá 28. februar 2013 um mentanarsøgulig skip.

60) Ll. nr. 48 frá 10. mai 2013 um embæti og størv í fólkakirkjuni.

61) Ll. nr. 53 frá 15. mai 2014 um at útvega undirvísingarmiðlar o.a.

62) Ll. nr. 67 frá 15. mai 2014 um førleikameting.

63) Ll. nr. 30 frá 30. apríl 2015 um upphavsrætt (Upphavsrættarlógin).

64) Ll. nr. 79 frá 22. mai 2015 um skúladepil í Marknagili.

65) Ll. nr. 35 frá 31. mars 2017 miðlastuðul.

66) Ll. nr. 83 frá 29. mai 2017 um musikkskúlaskipan (Musikkskúlalógin).

67) Ll. nr. 58 frá 30. apríl 2018 um at umbyggja og útbyggja miðnámsskúlan á Kambsdali.

68) Ll. nr. 67 frá 9. apríl 2019 um at byggja skúladepilin í Tórshavn lidnan.

69) Ll. nr. 42 frá 26. apríl 2019 um heilsuhjálparaútbúgving, heilsurøktaraútbúgving og námsfrøðiliga hjálparaútbúgving.

70) Ll. nr. 68 frá 9. mai 2019 um studningslán til at byggja húsarhaldsskúla í Klaksvík.

Umsitingarøkið

§ 27. Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum umsitur dagstovnar, fólkaskúlamál, ítróttarmál, kirkjumál og onnur trúarsamfeløg, kringvarpssendinet, loftmiðlamál, mentamál, vinnu- og miðnámsskúlamál og vísinda- og granskingarmál. Somuleiðis umsitur hann mál um at gera eina antikvariska serskipan fyri Koltur. Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum hevur um hendur uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk, ráðgevur og veitir øðrum landsstýrismonnum stuðul í altjóðarættarligum málum og protokollmálum.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum hevur heimildir landsstýrisins mótvegis:

1)   Føroya Fólkaháskúla.

2)   Føroya Handilsskúla.

3)   Frískúlanum í Havn.

4)   Frískúlanum, Keldan.

5)   Fróðskaparsetur Føroya.

6)   Húsarhaldsskúla Føroya.

7)   Kirkjubømúragrunnurin.

8)   Klaksvíksgrunnurin.

9)   Kringvarpi Føroya.

10) Listasavni Føroya.

11) Lítliskúli.

12) Orðabókagrunninum.

13) Stiftsstjórnini.

14) Tekniska Skúla í Klaksvík.

15) Tekniska Skúla í Tórshavn.

16) Tórsvallargrunninum.

Løgtingslógaruppskot

§ 28. Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum fyrireikar og leggur á landsstýrisfund, til framløgu í løgtinginum, uppskot til løgtingslógir á hesum økjum:

1)   Sbr. heimastýrislógina lista A, nr. 5: Lærudreingir.

2)   Sbr. heimastýrislógina lista A, nr. 9: Skúlamál. Harundir hoyra bæði fólkaskúlin, próvskúlar og skeið, læraraskúlin, fólkaháskúlar, eftirskúlar, ungdóms- og kvøldskúlar, húshaldsskúlar, fakskúlar sum handilsskúlar, tekniskir skúlar, navigatiónsskúlar o.s.fr.

3)   Sbr. heimastýrislógina lista A, nr. 10: Skjalasøvn, bókasøvn, gripagoymslur.

4)   Sbr. heimastýrislógina lista A, nr. 11: Friðan av bygningum.

5)   Sbr. heimastýrislógina lista A, nr. 14: Sjónleikar- og ljósmyndaloyvi, skemtunarmál.

6)   Sbr. heimastýrislógina lista B, nr. 1, sbr. Ll. nr. 62 frá 7. juni 2007 um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum: Fólkakirkja og tey frá fólkakirkjuni víkjandi trúarsamfeløg og Ll. nr. 35 frá 9. mai 2008 um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum: Halgidagslóggáva.

7)   Sbr. Ll. nr. 54 frá 11. mai 2009 um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum: Upphavsrættur.

8)   Altjóða menningarsamstarv.

9)   Neyðhjálp.

10) Løgtingslóggáva at uppfylla millumtjóðaskyldur, sum ikki liggur hjá øðrum.

Ríkislógartilmælisuppskot

§ 29. Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum fyrireikar og leggur á landsstýrisfund, til framløgu í løgtinginum, uppskot til ríkislógartilmæli á hesum økjum, eins og hann á somu økjum ummælir mótvegis ríkismyndugleikum sbr. stýrisskipanarlógina, § 49:

1)   Sbr. yvirtøkulógina § 1, stk. 2: Stjórnarskipan danska ríkisins, tó bert viðvíkjandi lóggávuni um statens arkiver.

2)   Sbr. yvirtøkulógina § 1, stk. 2: Uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk, tó ikki teir partar av verjupolitikki sum snúgva seg um nettrygd.

Ræði á løgtingsfíggjarlógini

§ 30. Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum hevur ræði á viðkomandi greinum í løgtingsfíggjarlógini.

Tænastuboð

§ 31. Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum hevur yvirskipaða eftirlitið við hesum stovnum og hevur heimild at geva teimum tænastuboð:

1)   á Skúlatrøð.

2)   Eiðis skúli.

3)   Eysturskúlin.

4)   Fámjins skúli.

5)   Fuglafjarðar skúli.

6)   Glasir.

7)   Haraldssunds skúli.

8)   Heilsuskúli Føroya.

9)   Hósvíkar skúli.

10) Hoyvíkar skúli.

11) Húsar/Syðradals skúli.

12) Hvalbiar skúli.

13) Hvalvíkar skúli.

14) Kaldbaks skúli.

15) Kirkju-Hattarvíkar skúli.

16) Kollafjarðar skúli.

17) Kunoyar skúli.

18) Kvívíkar skúli.

19) Landsbókasavnið.

20) Miðnám á Kambsdal, heruppií HF skeiðið í Klaksvík.

21) Miðnám í Vestmanna.

22) Miðnámsskúlin í Suðuroy.

23) Musikkskúlin.

24) Nám.

25) Nólsoyar skúli.

26) Oyndarfjarðar skúli.

27) Porkeris skúli.

28) Runavíkar skúli.

29) Sandoyar meginskúli.

30) Sands skúli.

31) Sernám.

32) Sjónám.

33) Skála skúli.

34) Skálavíkar skúli.

35) Skopunar skúli.

36) Skt. Frans skúli.

37) Skúlatilboð til ung við breki.

38) Skúlin á Argjahamri.

39) Skúlin á Fløtum.

40) Skúlin á Fossánesi.

41) Skúlin á Giljanesi.

42) Skúlin á Trøðni.

43) Skúlin í Eysturkommunu.

44) Skúlin við Løgmannabreyt.

45) Skúlin við Streymin.

46) Sørvágs skúli.

47) Stranda skúli.

48) Studni.

49) Sumbiar skúli.

50) Tjóðsavnið.

51) Tjóðskjalasavnið.

52) Tofta skúli.

53) Tvøroyrar skúli.

54) Undirvísingarstýrið.

55) Uttanríkis- og mentamálaráðið, heruppií sendistovum Føroya í øðrum londum.

56) Vágs skúli.

57) Velbastaðar skúli.

58) Vestmanna skúli.

59) Viðareiðis skúli.

60) Vinnuháskúlin, herundir Trygdardepilin.

61) Yrkisdepilin.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum hevur, eftir at hava fingið samtykki til tess á landsstýrisfundi, heimild at geva øllum stjórnarráðum og stovnum undir landinum tænastuboð um hvussu og hvørji staðarnøvn skulu nýtast av teimum í Føroyum.

Kapittul 7

Landsstýrismaðurin í almannamálum

Fyrisitingarheimildir

§ 32. 1) Landsstýrismaðurin í almannamálum hevur tær fyrisitingarheimildir, sum eru hjá landsstýrinum í hesum lógum:

1)   L. nr. 56 af 18. mars 1925 om Ægteskabets retsvirkninger, § 50.

2)   L. nr. 397 af 12. juli 1946 om borteblevne, § 9, og § 30, stk. 2.

3)   L. nr. 177 af 23. juni 1956 om foranstaltninger i anledning af svangerskab m.v., § 11, stk. 1, og § 12.

4)   L. nr. 200 af 18. mai 1960 om børns retsstilling, § 11, stk. 3, § 21, og § 22, stk. 3.

5)   L. nr. 150 af 24. april 1963 om inddrivelse af underholdsbidrag.

6)   L. nr. 215 af 31. mai 1963: Arvelov, § 13, stk. 1, § 41, stk. 2, § 58, stk. 2, § 60, stk. 3, § 61, stk. 2, §§ 64 og 65, § 69, stk. 1, § 71, og § 80 a, stk. 2.

7)   L. nr. 234 af 3. juni 1967 om sterilisation og kastration, § 3, stk. 4, §§ 7 og 12, § 13, stk. 1 og 2, og § 14, sbr. A. nr. 73 af 14. marts 1968, § 2.

8)   L. nr. 719 af 18. november 1987 om udlægning af særforsorgen m.v. på Færøerne.

9)   Lb. nr. 100 af 2. mars 1988 om offentlig forsorg.

10) Ll. nr. 111 frá 3. oktober 1988 um vardar íbúðir.

11) Ll. nr. 47 frá 23. mars 1993 um kærunevnd í almanna-, familju- og heilsumálum.

12) Ll. nr. 51 frá 3. mai 1994 um ættleiðingarstuðul.

13) Ll. nr. 52 frá 3. mai 1994 um javnstøðu millum kvinnur og menn.

14) Ll. nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya, § 51, og § 54, stk. 2, hvat viðvíkur samskifti landsstýrisins mótvegis donskum stjórnarráði, sum umsitur samsvarandi málsøkið í Danmark.

15) Ll. nr. 71 frá 20. mai 1996 um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl.

16) Ll. nr. 35 frá 16. apríl 1997 um viðbót til ávísar pensiónistar v.fl.

17) Ll. nr. 90 frá 6. juni 1997 um stuðul til uppihaldspening.

18) Ll. nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensiónir o.a.

19) Ll. nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum.

20) Ll. nr. 67 frá 10. mai 2000 um dagstovnar og dagrøkt, § 6 a og kærumál, sbr. § 11 viðvíkjandi fríplássum.

21) Ll. nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m.

22) A. nr. 37 af 22. januar 2002 om ikrafttræden for Færøerne af lov om ægteskabs indgåelse og opløsning, § 11, § 12, stk. 3, § 18, stk. 3 (borgaralig vígsla), § 18, stk. 4, § 35, stk. 2, og § 54.

23) Lb. nr. 148 af 9. mars 2004 af lov for Færøerne om rettens pleje, §§ 456 o, 536, 561 og 752.

24) Ll. nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd.

25) Ll. nr. 118 frá 20. desember 2006 um lán til bygging av ellis- og røktarheimi í Vági.

26) A. nr. 228 af 15. mars 2007 om ikrafttræden for Færøerne af lov om forældremyndighed og samvær, § 16, stk. 4, § 30, stk. 2 og 3, og § 31, stk. 2.

27) A. nr. 581 af 23. juni 2008 om ikrafttræden for Færøerne af lov om erstatning fra staten til ofre for forbrydelser, § 10 a, stk. 1.

28) Ll. nr. 177 frá 22. desember 2009 um umsiting av ogn hjá ómyndugum og persónum undir verju o.a.

29) A. nr. 397 af 20. april 2010 om ikrafttræden for Færøerne af værgemålsloven, § 23, stk. 1 og 2, §§ 28-30, § 32, stk. 2, og § 40.

30) Ll. nr. 60 frá 26. mai 2010 um útleigan av bústøðum (Leigulógin).

31) Ll. nr. 62 frá 31. mai 2010 um Húsalánsgrunn.

32) Ll. nr. 138 frá 6. oktober 2011 um lutaíbúðafeløg.

33) Ll. nr. 63 frá 15. mai 2012 um arbeiðsfremjandi tiltøk.

34) Ll. nr. 19 frá 7. apríl 2014 um heimatænastu, eldrarøkt v.m..

35) Ll. nr. 61 frá 15. mai 2014 um studningslán og rentufrítt lán til umvæling av ellis- og røktarheiminum á Sýnini.

36) Ll. nr. 160 frá 24. desember 2015 um familjuískoyti.

37) Ll. nr. 79 frá 29. mai 2017 um at dagføra ognina Eirargarður 14/16.

38) Ll. nr. 42 frá 30. apríl 2018 um ættleiðing (Ættleiðingarlógin).

39) Ll. nr. 59 frá 30. apríl 2018 um at byggja tveir vardar bústaðir í Tórshavn.

40) Ll. nr. 60 frá 30. apríl 2018 um at byggja eitt búheim og umlættingarheim í Tórshavn til børn og ung við autismu.

41) Ll. nr. 64 frá 30. apríl 2018 um javningarprosent til almannaveitingar.

Umsitingarøkið

§ 33. Landsstýrismaðurin í almannamálum umsitur almannaveitingar, bústaðarmál, eldramál, fólkapensjónsgjøld úr landskassanum, javnstøðumál, serforsorgarmál, stovnar og fyriskipanir innan almannaøkið. Harumframt umsitur landsstýrismaðurin í almannamálum persóns-, húsfólka- og arvarætt. Landsstýrismaðurin í almannamálum tekur sær av miðsavnandi uppgávuni sambært grein 33, pkt. 1 í Sáttmála Sameindu tjóða um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin í almannamálum hevur heimildir landsstýrisins mótvegis:

1)   Bústaðir (Húsalánsgrunnurin).

2)   Dugni.

3)   Hjálpargrunninum fyri óarbeiðsførar fiskimenn.

4)   Ráðgevingini fyri føroyingar í Danmark.

5)   Sjóndepilin.

Løgtingslógaruppskot

§ 34. Landsstýrismaðurin í almannamálum fyrireikar og leggur á landsstýrisfund, til framløgu í løgtinginum, uppskot til løgtingslógir á hesum økjum:

1)   Sbr. heimastýrislógina lista A, nr. 3: Húsaspurningar, leiguspurningar.

2)   Sbr. heimastýrislógina lista A, nr. 5: Almenn forsorg.

3)   Sbr. heimastýrislógina lista A, nr. 16: Eins rættindi fyri menn og kvinnur. Yvirformyndarastova í Føroyum.

4)   Sbr. L. nr. 315 af 17. mai 1995 om sociale ydelser på Færøerne, § 1, tó ikki § 1, stk. 2, nr. 2, tá ið umræður tvungnari eftirlønaruppsparing og útgjald av somu.

5)   Sbr. Ll. nr. 69 frá 29. mai 2017 um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum. (Yvirtøka av málsøkinum persóns-, húsfólka- og arvarætti).

Ríkislógartilmælisuppskot

§ 35. Landsstýrismaðurin í almannamálum fyrireikar og leggur á landsstýrisfund, til framløgu í løgtinginum, uppskot til ríkislógartilmæli á hesum økjum, eins og hann á somu økjum ummælir mótvegis ríkismyndugleikum, sbr. stýrisskipanarlógina § 49:

1)   Sbr. ræðislógina § 1, stk. 2: Fólkatrygging.

2)   Sbr. ræðislógina § 1, stk. 2: Serumsorgan.

Ræði á løgtingsfíggjarlógini

§ 36. Landsstýrismaðurin í almannamálum hevur ræði á viðkomandi greinum í løgtingsfíggjarlógini.

Tænastuboð

§ 37. Landsstýrismaðurin í almannamálum hevur yvirskipaða eftirlitið við hesum stovnum og hevur heimild at geva teimum tænastuboð:

1)   Almannaverkið.

2)   Almannamálaráðið.

Kapittul 8

Landsstýrismaðurin í vinnu- og umhvørvismálum

Fyrisitingarheimildir

§ 38. 1) Landsstýrismaðurin í vinnu- og umhvørvismálum hevur tær fyrisitingarheimildir, sum eru hjá landsstýrinum í hesum lógum:

1)   L. nr. 43 af 13. mars 1891 om vivisektioner, sbr. ræðislógina § 2.

2)   L. nr. 81 af 30. mars 1895 for Færøerne om tilsyn med udvandreres befordring, sbr. ræðislógina § 2.

3)   L. nr. 60 af 24. april 1896 om Beskyttelse af Vandforsyningsanlæg, sbr. ræðislógina § 2.

4)   L. nr. 48 af 24. mars 1899 om Tilvejebringelse af Vedtægt for Benyttelsen af Vand fra Tórshavns Vandværk, sbr. ræðislógina § 2.

5)   L. nr. 49 af 24. mars 1899: Strandingslov for Færøerne, sbr. ræðislógina § 2.

6)   L. nr. 71 af 7. april 1899 om salg af indenlandske haveprodukter og indenlandsk frugt ved offentlig auktion, sbr. ræðislógina § 2.

7)   L. nr. 55 af 27. marts 1903 om foranstaltninger mod udbredelse af rustsvampe, sbr. ræðislógina § 2.

8)   L. nr. 67 af 14. april 1905 om Adgang til Erhvervelse af Mortifikationsdom paa Servitutter m.m., sbr. ræðislógina § 2.

9)   L. nr. 81 af 5. mai 1905 sigtende til at lette Udarbejdelsen af nye Skøde- og Panteregistre på Færøerne, § 2, stk. 1 og 3, og § 6, sbr. ræðislógina § 2.

10) L. nr. 63 af 13. januar 1909 for Færøerne om Vandledninger, sbr. ræðislógina § 2.

11) L. nr. 246 af 9. mai 1917 om landboforeningers og husmandsforeningers auktioner m.m., sbr. ræðislógina § 2.

12) L. nr. 84 af 31. mars 1926 for Færøerne om landvæsenskommisioner.

13) L. nr. 100 af 31. mars 1926 om foreningsregisteret, sbr. ræðislógina § 2.

14) L. nr. 51 af 14. mars 1931 om hesteavlens fremme på Færøerne, § 6, stk. 2, og § 8.

15) L. nr. 73 af 23. marts 1932 om midler til bekæmpelse af plantesygdomme m.m., sbr. ræðislógina § 2.

16) A. nr. 49 af 19. februar 1934 for Færøerne om Gifte og andre for Sundheden farlige Stoffer, sbr. ræðislógina § 2.

17) Lóg nr. 169 frá 18. mai 1937 fyri Føroyar um nýtslu av vøtnum og áum, § 1, stk. 3, og § 3.

18) L. nr. 170 af 18. mai 1937 for Færøerne om Grandestævne m.m., sbr. ræðislógina § 2.

19) L. nr. 171 af 18. mai 1937 for Færøerne om hegn og markfred, § 8, stk. 1, § 15, stk. 2, og § 44.

20) L. nr. 172 af 18. mai 1937 for Færøerne om Haugers styrelse og drift m.m., § 41, stk. 3, og § 47.

21) L. nr. 370 af 21. december 1938 for Færøerne om bekæmpelse af smitsomme plantesygdomme og skadedyr, sbr. ræðislógina § 2.

22) L. nr. 147 af 27. mars 1939 om Udskiftning, tó ikki § 8, stk. 6.

23) L. nr. 288 af 2. september 1939 om ekstraordinære foranstaltninger til sikring af landets forsyning med nødvendige varer m.v.

24) Mb. nr. 40 af 27. november 1940 for Færøerne om foranstaltninger mod forstyrrelser af radiomodtagning.

25) L. nr. 279 af 15. mai 1946 om hindring af forstyrrende radiobølger fra højfrekvensanlæg, sbr. ræðislógina § 2.

26) Ll. nr. 3 frá 3. januar 1950 um vraking av føroyskum ullvørum til útflutnings.

27) L. nr. 181 af 8. mai 1950 om efterforskning og indvinding af råstoffer i kongeriget Danmarks undergrund, sbr. ræðislógina § 2.

28) Ll. nr. 53 frá 27. november 1952 um viðarlundir.

29) Ll. nr. 29 frá 26. november 1953 um tekniskar innleggingar.

30) Ll. nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir.

31) Ll. nr. 27 frá 9. september 1954 um fuglaveiðu v.m.

32) Ll. nr. 38 frá 4. mai 1957 um uppmáting av skipum.

33) Ll. nr. 13 frá 20. mars 1958 um starvsmenn.

34) Ll. nr. 18 frá 4. mai 1961 um studning til frama fyri húsdýraalingina og húsdýrahaldið v.m.

35) Ll. nr. 55 frá 16. august 1962 um tinglýsing.

36) Ll. nr. 64 frá 11. desember 1962 um matrikulering og sundurbýti v.m.

37) Ll. nr. 27 frá 8. mai 1969 um fýrverk.

38) Ll. nr. 9 frá 5. mars 1970 um skráseting av skipum.

39) Ll. nr. 11 frá 3. apríl 1970 um eigaraíbúðir.

40) Ll. nr. 48 frá 9. juli 1970 um náttúrufriðing.

41) Ll. nr. 44 frá 19. juni 1972 um val til allar føroyskar kommunur.

42) Ll. nr. 37 frá 1. juni 1978 um 40 tímars arbeiðsviku.

43) Ll. nr. 49 frá 20. juli 1978 um val til Føroya Løgting, tó ikki § 15, stk. 2, og § 16, stk. 1 og 2.

44) Ll. nr. 78 frá 21. mai 1982 um loðdjórahald.

45) Ll. nr. 90 frá 10. juni 1982 um skipauppmáling.

46) Ll. nr. 77 frá 12. juli 1984 um bann móti burturkoyring av mold til sjós.

47) Ll. nr. 23 frá 13. mars 1986 um Heilsufrøðiliga Starvsstovu.

48) Ll. nr. 30 frá 7. apríl 1986 um frítíð við løn.

49) Lb. nr. 602 af 9. september 1986 om fragtaftaler ved international vejtransport, § 1, stk. 4, sbr. ræðislógina § 2.

50) Ll. nr. 4 frá 15. januar 1988 um starvsviðurskifti v.m. hjá sjófólki.

51) Ll. nr. 126 frá 3. oktober 1988 um nýtslu av freon.

52) Ll. nr. 128 frá 25. oktober 1988 um haruveiðu.

53) Ll. nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd.

54) Ll. nr. 82 frá 19. juni 1990 um hundar.

55) Ll. nr. 83 frá 19. juni 1990 um stuðul til bygging av farmaskipum.

56) Ll. nr. 57 frá 8. mai 1991 um sáttmálaveðhaldsgrunn fyri føroyskar skipasmiðjur.

57) Ll. nr. 20 frá 10. mars 1992 um innflutning og sølu av rúsdrekka.

58) Ll. nr. 78 frá 10. mars 1992 um Føroyska Altjóða Skipaskrá.

59) Ll. nr. 73 frá 2. apríl 1993 um íløgustuðul til alivinnuna.

60) Ll. nr. 134 frá 10. juni 1993 um sterkstreymsútbúnað.

61) Ll. nr. 142 frá 10. juni 1993 um løggilding av elinnleggjarum v.m.

62) Ll. nr. 73 frá 10. mai 1994 um íløt til øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir.

63) Ll. nr. 84 frá 30. mai 1994 um partapening í framtaksfelag.

64) Ll. nr. 1 frá 3. januar 1995 um lántøku til landskassan, § 1, stk. 2.

65) Ll. nr. 17 frá 1. februar 1995 um stuðul til nýggjar vinnur.

66) A. nr. 720 af 5. september 1995 om ikrafttræden på Færøerne af lov om erhvervsfremme, §§ 10-13, sbr. ræðislógina § 2.

67) Ll. nr. 73 frá 20. mai 1996 um studning til skipasmiðjur.

68) Ll. nr. 82 frá 28. mai 1996 um íløgustuðul til alivinnuna.

69) Ll. nr. 87 frá 28. mai 1996 um endurgjaldsgrunn til alivinnuna.

70) Ll. nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing.

71) Ll. nr. 31 frá 16. mars 1998 um kolvetnisvirksemi.

72) Ll. nr. 42 frá 3. apríl 1998 um umlegging av Telefonverki Føroya Løgtings til partafelag.

73) Ll. nr. 63 frá 3. juli 1998 um manning av skipum.

74) Ll. nr. 86 frá 14. desember 1998 um útjavningarstuðul til útjaðaraøki.

75) Ll. nr. 40 frá 23. apríl 1999 um djóralæknavirksemi v.m.

76) Ll. nr. 105 frá 22. desember 1999 um umskipan av Føroya Lívstrygging.

77) Ll. nr. 5 frá 8. februar 2000 um fyrsta útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum.

78) Ll. nr. 7 frá 8. februar 2000 um flyting av veðhaldi fyri lánum hjá Telefonverki Føroya Løgtings.

79) Ll. nr. 53 frá 28. apríl 2000 um vatnið í sumbiarbergholinum.

80) Ll. nr. 70 frá 11. mai 2000 um arbeiðsumhvørvi.

81) Ll. nr. 87 frá 17. mai 2000 um kommunustýri (kommunustýrislógin), tó ikki § 5, stk. 5, § 9, stk. 1-3, § 43, stk. 2, § 46, stk. 2, §§ 47 og 52, § 53, stk. 2, og § 54.

82) Ll. nr. 16 frá 23. februar 2001 um djórasjúkur (um fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá djórum og um marknaeftirlit við djórum og djóraúrdráttum).

83) A. nr. 182 af 22. mars 2001 om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven.

84) Ll. nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan, tó ikki § 19, stk. 3.

85) Ll. nr. 64 frá 27. apríl 2001 um vinnu.

86) Ll. nr. 81 frá 8. mai 2001 um Vinnuframagrunn.

87) Ll. nr. 135 frá 18. oktober 2001 um postvirksemi.

88) Ll. nr. 165 frá 21. desember 2001 um trygd á sjónum.

89) Ll. nr. 17 frá 6. mars 2002 um adressur.

90) Ll. nr. 41 frá 26. mars 2002 um fólkanøvn.

91) Ll. nr. 32 frá 6. mars 2003 um landbúnaðarstuðul.

92) Ll. nr. 58 frá 22. apríl 2003 um innflutning og hald av vandamiklum djórum o.ø.

93) Ll. nr. 27 frá 17. mai 2004 um annað útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av Kolvetnum.

94) Ll. nr. 38 frá 27. apríl 2005 um afturlatingartíðir fyri handlar.

95) Ll. nr. 59 frá 17. mai 2005 um verju av havumhvørvinum.

96) Ll. nr. 76 frá 27. mai 2005 um at leggja virksemið hjá Postverk Føroya í P/F Postverk Føroya.

97) Ll. nr. 137 frá 13. desember 2005 um at veita stuðul til infrakervið á útoyggjum.

98) Ll. nr. 21 frá 11. apríl 2006 um mál ið hoyra undir fasta gerðarrættin.

99) Ll. nr. 25 frá 12. apríl 2006 um bjargingarútgerð á opnum bátum og førum undir 20 tons (BT).

100)  Ll. nr. 110 frá 13. desember 2006 um kærunevnd í lendismálum.

101)  Ll. nr. 12 frá 22. februar 2007 um sjálvbodnar kommunusamanleggingar og kommunal samstørv í sambandi við lógarbundnar uppgávur.

102)  Ll. nr. 28 frá 30. apríl 2007 um spreingievni og spreingiarbeiði v.m.

103)  Ll. nr. 35 frá 3. mai 2007 um kapping.

104)  Ll. nr. 41 frá 8. mai 2007 um fólkayvirlit.

105)  Ll. nr. 45 frá 15. mai 2007 um landsjørð.

106)  Ll. nr. 46 frá 15. mai 2007 um kavaravinnu og kavaraútgerð.

107)  Ll. nr. 59 frá 7. juni 2007 um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni.

108)  A. nr. 1113 af 20. september 2007 om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde, sbr. ræðislógina § 2.

109)  A. nr. 1114 af 20. september 2007 om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder, sbr. ræðislógina § 2.

110)  Ll. nr. 103 frá 20. november 2007 um ognartøku og avhendan til flogferðsluendamál.

111)  A. nr. 1355 af 9. december 2007 om ikrafttræden for Færøerne af årsregnskabsloven, sbr. ræðislógina § 2.

112)  Ll. nr. 17 frá 8. mai 2008 um Vinnukærunevnd.

113)  Ll. nr. 19 frá 8. mai 2008 um marknaðarføring.

114)  Ll. nr. 20 frá 8. mai 2008 um skyldu arbeiðsgevarans at fráboða løntakaranum treytirnar fyri setanarviðurskiftunum.

115)  Ll. nr. 45 frá 28. mai 2008 um triðja útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum.

116)  Ll. nr. 55 frá 9. juni 2008 um tryggingarvirksemi.

117)  Ll. nr. 56 frá 9. juni 2008 um fyribyrgjandi tiltøk ímóti hvítvaski av vinningi og fígging.

118)  L. nr. 462 af 17. juni 2008 for Færøerne om udlændinges adgang til opholdstilladelse med henblik på visse former for beskæftigelse, § 5, stk. 1, § 6, stk. 6, og § 7.

119)  Ll. nr. 45 frá 11. mai 2009 um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir (grannskoðaralógin).

120)  Ll. nr. 67 frá 25. mai 2009 um trygging móti avleiðingum av arbeiðsskaða (Arbeiðsskaðatryggingarlógin), tó ikki § 79, stk 5.

121)  Ll. nr. 73 frá 25. mai 2009 um at hækka partapeningin í P/f Fiskaaling.

122)  Ll. nr. 74 frá 25. mai 2009 um elektroniska undirskrift.

123)  Ll. nr. 83 frá 25. mai 2009 aling av fiski v.m.

124)  Ll. nr. 58 frá 26. mai 2010 um matvørur v.m.

125)  Ll. nr. 63 frá 26. mai 2011 um at banna mismuni á arbeiðsmarknaðinum orsakað av breki.

126)  Ll. nr. 73 frá 31. mai 2011 um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagalógin).

127)  Ll. nr. 136 frá 6. oktober 2011 um keyp og sølu av fastogn o.a.

128)  Ll. nr. 137 frá 6. oktober 2011 um brúkaravernd í sambandi við at keypa og selja fastogn o.a., tó bert § 5, stk. 3.

129)  Ll. nr. 21 frá 16. mars 2012 um havnaloðsing.

130)  Ll. nr. 22 frá 16. mars 2012 um el riknar hitapumpuskipanir.

131)  Ll. nr. 60 frá 15. mai 2012 um at byggja bygningar o.a. (Byggilógin).

132)  Ll. nr. 61 frá 15. mai 2012 um tilbúgving, tó bert §§ 35-39 og 43 (og § 40 viðvíkjandi nevndu greinum).

133)  Ll. nr. 39 frá 13. mai 2013 um semingsstovn.

134)  Ll. nr. 34 frá 17. mai 2013 um Búnaðargrunn.

135)  Lb. nr. 1373 af 4. desember 2013 af anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om luftfart, tó ikki § 131, stk. 2.

136)  Ll. nr. 5 frá 13. februar 2014 um at keypa aftur privatu partabrøvini í P/F Atlantsflogi.

137)  Ll. nr. 20 frá 7. apríl 2014 um kommunalt samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m.

138)  Ll. nr. 62 frá 15. mai 2014 um P/f Visit Faroe Islands.

139)  Ll. nr. 64 frá 15. mai 2014 um loyvisgjald á alivinnu.

140)  Lb. nr. 969 af 27. august 2014 om ikrafttræden for Færøerne af lov om finansiel virksomhed, § 343 s, stk. 4 og 5, § 345, stk. 6, og § 354, stk. 5, nr. 27 og 29.

141)  A. nr. 483 af 20. april 2015 om ikrafttræden for Færøerne af forskellige love om ændring af varemærkeloven, § 61.

142)  A. nr. 485 af 21. april 2015 om ikrafttræden for Færøerne af designloven, § 60.

143)  Ll. nr. 53 frá 12. mai 2015 um P/F Lív lívs- og pensiónstryggingarfelag.

144)  Ll. nr. 72 frá 22. mai 2015 um fjarskifti (Fjarskiftislógin).

145)  Ll. nr. 68 frá 29. mai 2017 fjórða útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum.

146)  Ll. nr. 72 frá 29. mai 2017 um filmshús.

147)  Ll. nr. 146 frá 13. november 2017 um at veita lán til P/F Fiskaaling.

148)  Ll. nr. 170 frá 20. desember 2017 um afturbering av útreiðslum til filmsframleiðslu í Føroyum.

149)  Ll. nr. 23 frá 20. mars 2018 um bókhald.

150)  Ll. nr. 37 frá 30. apríl 2018 um at byggja umsitingarbygning til Sjóvinnustýrið.

151)  Ll. nr. 49 frá 30. apríl 2018 um djóravælferð.

152)  Ll. nr. 55 frá 30. apríl 2018 um mynstring.

153)  Ll. nr. 183 frá 21. desember 2018 um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi.

154)  Ll. nr. 185 frá 21. desember 2018 um tónleikaútflutningsstovu.

155)  Lb. nr. 25 af 9. januar 2019 af lov om folketingsvalg på Færøerne, § 8, stk. 2, § 9, stk. 1, og § 20.

156)  A. nr. 189 af 12. februar 2019 om ikrafttræden for Færøerne af lov om stedbestemt information, sbr. ræðislógina § 2.

157)  L. nr. 325 af 30. mars 2019 for Færøerne om oplysninger, der skal medsendes ved pengeoverførsler, § 2.

158)  Ll. nr. 49 frá 7. mai 2019 um fimta útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum.

159)  A. nr. 813 frá 12. august 2019 om ikrafttræden for Færøerne af lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask og finansiering af terrorisme (hvidvaskloven), § 7, stk. 3, og § 56, stk. 3, nr. 14.

Umsitingarøkið

§ 39. Landsstýrismaðurin í vinnu- og umhvørvismálum umsitur alimál, arbeiðsmarknaðarmál, arbeiðsumhvørvismál, brunaumsjón, búnaðarmál, byggimál, einkarætt, elveitingarmál, ferðavinnu, fólkayvirlit, handilsmál, integratiónsmál, jarðfrøði, kavaramál, kolvetni, kommunumál, tó ikki inntriv mótvegis kommunum vegna landsbúskapin og kommunalútjavning, kort- og landmátingarmyndugleika, lendisskipan, matrikulering og sundurbýti, merki, mynstur, náttúrumál, navnamál, oljumál, orkumál, samskiftismál, sjóvinnumál, skógarmál, sundurbýti, tinglýsing, tónleikavinnu, tryggingarmál, umhvørvismál, útjaðaramál, útskifting, vanlukkutryggingarmál, veðurlagsmál, veterinermál, vinnufeløg og vinnumál.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin í vinnu- og umhvørvismálum hevur heimildir landsstýrisins mótvegis:

1)   Búagrunninum.

2)   Fiskaaling P/f.

3)   Framtaksgrunninum.

4)   Visit Faroe Islands P/f.

Løgtingslógaruppskot

§ 40. Landsstýrismaðurin í vinnu- og umhvørvismálum fyrireikar og leggur á landsstýrisfund, til framløgu í løgtinginum, uppskot til løgtingslógir á hesum økjum:

1)   Sbr. heimastýrislógina lista A: Teir partar av hesum, sum snúgva seg um §§ 10-13, sbr. ræðislógina § 2. Umhvørvið á sjógvi og landi.

2)   Sbr. heimastýrislógina lista A, nr. 1: Lóg um løgtingval.

3)   Sbr. heimastýrislógina lista A, nr. 2: Kommunal mál. Harundir hoyra stjórnan av kommununum og eftirlit við teimum, undantikið fíggjar, íløgu og lønarviðurskifti í kommunum.

4)   Sbr. heimastýrislógina lista A, nr. 3: Byggingar- og brunamál. Ætlanir yvir býir. Fólkayvirlit. Navnalóggáva.

5)   Sbr. heimastýrislógina lista A, nr. 5: Tvungin vanlukkutrygging, arbeiðarar, arbeiðaraviðurskifti, hjálparmenn, frítíð.

6)   Sbr. heimastýrislógina lista A, nr. 6: Loyvisgjald á alivinnu. Tinglýsingargjøld.

7)   Sbr. heimastýrislógina lista A, nr. 11: Náttúrufriðan.

8)   Sbr. heimastýrislógina lista A, nr. 12: Post-, telegraf- og telefonmál í Føroyum. Elektrisk virki.

9)   Sbr. heimastýrislógina lista A, nr. 13: Landbúnaðarviðurskifti. Harundir almenn búnaðarlóggáva, festi, leiga, húsmannsbrúk, urtaalan, húsdjóraalan, urtagarðsbrúk, hjávinnur búnaðarins, jarðarbót, jakt og friðan av djórum á territoriinum. Djóralæknamál. Fyriskipanir móti skaðadjórum. Húsdjór, valdgerð, djóravernd, hundslóg. Matrikulsmál, útskifting, sundurbýtan, skógrøkt.

10) Sbr. heimastýrislógina lista A, nr. 14: Skipastrandingar. Trygd á sjónum. Eitur.

11) Sbr. heimastýrislógina lista A, nr. 15: Útgerðar-, framleiðslu- og býtingarmál. Prísansan, hámarksprísir. Skamtanir, rabat- og studningsskipanir. Tantiéme- og vinningarmark. Umfaran við vørum. Reglur um rúsdrekka. Reglur um afturlatingartíð. Matstovur og gistingarhús. Vinnumál. Handils- og felagsskráseting. Handilssemingsmenn, translatørar, dispachørar, vegarar, metarar. Grannskoðarar. Goymsluhús. Kommissión, agentur, handilsferðamenn. Agentur fyri útlendsk handilsfeløg. Bókførsla. Kreditfeløg o.l., tryggingarfeløg í Føroyum. Skipaskráseting.

12) Sbr. heimastýrislógina lista A, nr. 16: Ásetanir um framleiðslu av prenti. Ferðamannaviðurskifti. Tinglesing.

13) Sbr. heimastýrislógina lista B, nr. 3: Ráevni í undirgrundini. Radio.

14) Sbr. heimastýrislógina lista B, nr. 4: Jarðagrunnurin.

15) Sbr. heimastýrislógina lista B, nr. 5: Eftirlit við inn- og útflutningi tó bert viðvíkjandi inn- og útflutningi av kunningartøknisupplýsingum.

16) Sbr. Ll. nr. 93 frá 22. oktober 2007 um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum: Vinnufeløg, vinnugrunnar og ársroknskaparlóggáva, heruppií eisini um skipan av lutaíbúðafeløgum.

17) Sbr. Ll. nr. 54 frá 7. juni 2008 um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum: Mát og vekt.

18) Sbr. Ll. nr. 55 frá 26. mai 2011 um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum loðslógarøki).

19) Sbr. Ll. nr. 151 frá 12. desember 2018 um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum kort- og landmátingarmyndugleiki).

Ríkislógartilmælisuppskot

§ 41. Landsstýrismaðurin í vinnu- og umhvørvismálum fyrireikar og leggur á landsstýrisfund, til framløgu í løgtinginum, uppskot til ríkislógartilmæli á hesum økjum, eins og hann á somu økjum ummælir mótvegis ríkismyndugleikum, sbr. stýrisskipanarlógina § 49:

1)   Sbr. ræðislógina § 1, stk. 2: Fíggjarstovnar og eftirlit við slíkum.

2)   Sbr. ræðislógina § 1, stk. 2: Flogferðsla.

3)   Sbr. ræðislógina § 1, stk. 2: Ídnaðarhugverksrættur.

4)   Sbr. ræðislógina § 1, stk. 2: Sjórættur.

5)   Sbr. ræðislógina § 1, stk. 2: Útlendingaøki og marknaeftirlit.

Ræði á løgtingsfíggjarlógini

§ 42. Landsstýrismaðurin í vinnu- og umhvørvismálum hevur ræði á viðkomandi greinum í løgtingsfíggjarlógini.

Tænastuboð

§ 43. Landsstýrismaðurin í vinnu- og umhvørvismálum hevur yvirskipaða eftirlitið við hesum stovnum og hevur heimild at geva teimum tænastuboð:

1)   Arbeiðs- og brunaeftirlitið.

2)   Búnaðarstovan.

3)   Fjarskiftiseftirlitið.

4)   Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

5)   Jarðfeingi.

6)   Posteftirlitið.

7)   Rúsdrekkasøla Landsins.

8)   Sjóvinnustýrið (Skipaskrásetingin, FAS og Skipaeftirlitið).

9)   Skráseting Føroya.

10) Umhvørvisstovan.

Kapittul 9

Ymiskt

§ 44. Um so er, at landsstýrismaður er ógegnigur í ávísum máli sambært fyrisitingarlógini, boðar hann løgmanni frá hesum, og løgmaður ger tá av, hvør av hinum landsstýrismonnunum tá røkir skyldur landsstýrismansins í málinum.

Stk. 2. Løgmaður tekur í ivaføri avgerð um tulking av hesi fráboðan.

Stk. 3. Í førum har landsstýrismaður vegna sjúku, ella av øðrum tvingandi grundum, ikki fær røkt embæti sítt fyribils, røkir løgmaður málsøki landsstýrismansins, er ikki annað ásett. Sama er, um landsstýrismaður er farin frá, og ongin er settur í staðin.

Stk. 4. Í samband við at málsøki flyta frá øðrum landsstýrismanni til annan, hevur løgmaður í ivaføri heimild at gera av, at starvsfólk, sum starvast undir einum landsstýrismanni, framyvir skulu starvast undir øðrum landsstýrismanni. Í hesum sambandi kann løgmaður flyta ræðisrættin á hølum.

§ 45. Fráboðanin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 16. september 2019.

Stk. 2. Samstundis sum hendan fráboðanin kemur í gildi fer úr gildi fráboðan nr. 109 frá 18. september 2015 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar og landsstýrismennir, Høgni Hoydal, tjóðveldi, Hoyvík, Kristina Háfoss, tjóðveldi, Tórshavn, Poul Michelsen, framsókn, Tórshavn, Eyðgunn Samuelsen, javnaðarflokkurin, Klaksvík, Sirið Stenberg, tjóðveldi, Vágur, Heðin Mortensen, javnaðarflokkurin, Tórshavn og Hanna Jensen, framsókn, Norðragøta, fara úr embæti.

Stk. 3. Heimildir, sum lagdar verða landsstýrinum við løgtingslóg ella ríkislóg, eftir at henda fráboðan fekk gildi, verða útintar av tí landsstýrismanni, sum legði uppskot hesum viðvíkjandi fyri løgtingið.

Stk. 4. Tilvísingar til lógir í hesi fráboðan fevna eisini um seinni broytingar, sum komnar eru afturat.

 

 

Løgmansskrivstovan, 16. september 2019

 

Bárður á Steig Nielsen (sign.)

løgmaður

/ Marjun Hanusardóttir (sign.)

 



1) Broytt við fráboðan nr. 130 frá 3. oktober 2019.