Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
10. februar 2023Nr. 13
Fráboðan um broyting í fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýriskvinnurnar og landsstýrismenninar, sum broytt við fráboðan nr. 14 frá 10. februar 2023
§ 1
1) Í fráboðan nr. 164 frá 22. desember 2022 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýriskvinnurnar og landsstýrismenninar, sum broytt við fráboðan nr. 5. frá 24. januar 2023, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 4 verður aftan á nr. 1 sum nýtt nr. sett:
“2) Sbr. heimastýrislógini lista A nr. 12: Øll viðurskifti viðvíkjandi suðuroyartunlinum.”
Nr. 2 verður eftir hetta nr. 3.
2. Í § 21, stk. 1, 2. pkt. verður “og fastar ognir hjá landinum, sum ikki liggja hjá øðrum landsstýrismanni” strikað.
3. Í § 33, stk. 1 verður aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett: “Eisini umsitur landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum fastar ognir hjá landinum, sum ikki liggja hjá øðrum landsstýrismanni.”
4. Í § 34, nr. 2 verður aftan á “ferðsluviðurskifti” sett: “, tó ikki viðvíkjandi suðuroyartunlinum”.
5. § 49, stk. 1, nr. 61 verður orðað soleiðis:
“61) Lb. nr. 41 af 15. januar 2020 af lov om folketingsvalg på Færøerne, § 8, stk. 2, § 9, stk. 1, og § 20.”
6. Í § 54, stk. 1, nr. 6 verður “umhvørvis- og orkumálum” broytt til: “umhvørvismálum”.
§ 2
Henda fráboðan kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Løgmansskrivstovan, 10. februar 2023
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
/ John Rajani (sign.)