Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Fráboðan
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Løgmansskrivstovan
  • Útgávudagur: 08-10-2019
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2019 A - Fráboðan 130 frá 3. oktober 2019
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

3. oktober 2019Nr. 130

Fráboðan um broyting í fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar

§ 1

Í fráboðan nr. 128 frá 16. september 2019 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, verða gjørdar hesar broytingar:

 

1.    § 2, nr. 18 verður orðað soleiðis:

“18) L. nr. 638 af 21. december 1977 om renter ved forsinket betaling, m.v., § 5, stk. 2, sbr. ræðislógina, tá ið umræður heimildum, sum fyrr lógu hjá Justitsministeriet.”

 

2.    § 8 verður orðað soleiðis:

§ 8. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur tær fyrisitingarheimildir, sum eru hjá landsstýrinum í hesum lógum:

1)   L. nr. 7 af 30. januar 1875 om Udfærdigelse af reglementariske Bestemmelser for Benyttelsen af Havne m.m., sbr. ræðislógina § 2.

2)   L. nr. 69 af 7. mai 1881 om forpligtelse til jords afgivelse til offentlige veje, havne og landingssteder, samt til offentlige skoler på Færøerne, sbr. ræðislógina § 2.

3)   L. nr. 75 af 29. august 1904 om reders forpligtelse til at meddele statistiske oplysninger, sbr. ræðislógina § 2.

4)   L. nr. 127 af 29. apríl 1913 om anlæg af Havne m.v. på Færøerne, sbr. ræðislógina § 2.

5)   L. nr. 313 af 22. juni 1917 om afståelse af grund til anlæg af sporforbindelse fra kulminer til udskibningssteder, sbr. ræðislógina § 2.

6)   A. nr. 468 af 8. november 1921 hvorved lov om arveafgift af 27. mai 1908 sættes i kraft på Færøerne, § 3, stk. 4, § 9, stk. 2, § 13, stk. 2, og § 42.

7)   L. nr. 95 af 25. mars 1933 for Færøerne om statistik, § 1, stk. 2, og § 7, sbr. ræðislógina § 2.

8)   L. nr. 85 af 30. mars 1935 for Færøerne om inddrivelse af skatter og afgifter til det offentlige m.m., sbr. ræðislógina § 2.

9)   L. nr. 147 af 27. mars 1939 om udskiftning, § 8, stk. 6.

10) L. nr. 248 af 12. april 1949 om pengesedler m.v. på Færøerne, §§ 2 og 8.

11) Ll. nr. 1 frá 3. januar 1950 um statistikk, § 1.

12) L. nr. 28 af 29. januar 1964 om en investeringsfond for Færøerne, § 2, og § 3, stk. 3.

13) Ll. nr. 31 frá 5. juli 1971 um tænastumenn landsins, tó so viðv. § 3, stk. 1, at løgmaður í samráði við avvarðandi landsstýrismann setur tænastumenn í 39. lønarflokki og hægri, og aðrir tænastumenn verða settir av tí landsstýrismanni, sum verður teirra hægsti fyrisetti.

14) Ll. nr. 32 frá 5. juli 1971 um tænastumannaeftirlønir.

15) Ll. nr. 37 frá 5. august 1971 um tænastumannalønir v.m. og flokking av tænastumannastørvum.

16) Ll. nr. 50 frá 23. desember 1971 um íløgugrunnar.

17) Ll. nr. 51 frá 29. desember 1971 um skatt av rentutryggingum v.m.

18) Ll. nr. 52 frá 29. desember 1971 um skattligar avskrivingar v.m.

19) Ll. nr. 51 frá 25. juli 1972 um landsvegir.

20) Ll. nr. 30 frá 21. mai 1975 um prístal.

21) Ll. nr. 45 frá 9. mai 1976 um viðurskifti hjá starvsfólki á postverkinum í samband við yvirtøku.

22) L. nr. 638 af 21. december 1977 om renter ved forsinket betaling, m.v., § 5, stk. 2, sbr. ræðislógina, tá ið umræður heimildum, sum fyrr lógu hjá heimastýrinum og økonomiministeriet.

23) Ll. nr. 101 frá 1. desember 1978 um studning til fólkaháskúlar, § 3, nr. 5, og § 4.

24) Ll. nr. 38 frá 31. mars 1982 um vektgjald av motorakførum v.m., § 10, § 11, nr. 4, og § 13 a, stk. 2.

25) Ll. nr. 104 frá 19. oktober 1982 um hýruvognskoyring.

26) Ll. nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt.

27) Ll. nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti.

28) Ll. nr. 14 frá 2. mars 1988 um ferðslu.

29) Ll. nr. 37 frá 26. mai 1988 um ferðagjald.

30) Ll. nr. 68 frá 9. juni 1988 um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m.

31) Ll. nr. 33 frá 7. mai 1991 um Hagstovu Føroya, § 1, stk. 3, § 2, stk. 2 og 4, og § 7.

32) Ll. nr. 39 frá 7. mai 1991 um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn.

33) Ll. nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll.

34) Ll. nr. 66 frá 13. mai 1992 um húsarhaldsskúlar, § 10, stk. 3, og § 11, stk. 2, nr. 3.

35) Ll. nr. 75 frá 13. mai 1992 um umhvørvisgjald á smyrjiolju, § 5.

36) Ll. nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald.

37) Ll. nr. 179 frá 18. desember 1992 um serligt avgjald á brenniolju.

38) Ll. nr. 93 frá 11. mai 1993 um gjøld o.l. fyri innkrevjing av falnari skuld til landskassan.

39) Ll. nr. 193 frá 10. desember 1993 um lønarhæddaravgjald.

40) Ll. nr. 33 frá 23. mars 1994 um landsins almenna roknskaparhald v.m., § 1, stk. 1, § 2, stk. 2, §§ 3 og 4, og § 5, stk. 2.

41) Ll. nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya:

a)    § 43, stk. 1 og 3, og § 44, stk. 2 og 3.

b)    § 51, og § 54, stk. 2, hvat viðvíkur samskifti landsstýrisins mótvegis donskum stjórnarráði, sum umsitur samsvarandi málsøkið í Danmark.

c)    § 52 og § 54, stk. 1, hvat viðvíkur millumtjóða samráðingar og avtalur um skattaviðurskifti.

42) A. nr. 720 af 5. september 1995 om ikrafttræden på Færøerne af lov om erhvervsfremme, § 13 a, stk. 2.

43) Ll. nr. 151 frá 10. november 1995 um borgan fyri kommunulánum og umlegging av kommunulánum.

44) Ll. nr. 148 frá 30. desember 1996 um stuðul til rentuútreiðslur av lánum.

45) Ll. nr. 93 frá 6. juni 1997 um stuðul til ferðaútreiðslur.

46) Ll. nr. 95 frá 6. juni 1997 um stuðul til dupult húsarhald.

47) Ll. nr. 169 frá 30. desember 1997 um Toll- og skattafyrisiting.

48) Ll. nr. 171 frá 30. desember 1997 um skattafría samanlegging o.a.

49) Ll. nr. 75 frá 5. november 1998 um Føroya Realkreditstovn (Realin), § 1, stk. 2, § 2, stk. 1, § 4, § 5, stk. 2 og 4, § 7, stk. 4, og §§ 13 og 16.

50) Ll. nr. 99 frá 29. desember 1998 um gjald av vinningi við burturluting v.m.

51) Ll. nr. 25 frá 21. apríl 1999 um grannskoðan av landsroknskapinum v.m.

52) Ll. nr. 26 frá 21. apríl 1999 um at skatta inntøkur av kolvetnisvirksemi (Kolvetnisskattalógin).

53) Ll. nr. 6 frá 8. februar 2000 um fast samband um Vestmannasund.

54) Ll. nr. 16 frá 14. februar 2000 um álíkning, innkrevjing, eftirlit o.a. í sambandi við skatting av inntøku av kolvetnisvirksemi (Kolvetnisskattafyrisitingarlógin).

55) Ll. nr. 42 frá 24. mars 2000 um endurgjald til kommunur í sambandi við, at sjóvegis farleiðir hjá Strandfaraskipum Landsins verða lagdar niður.

56) Ll. nr. 87 frá 17. mai 2000 um kommunustýri (kommunustýrislógin), § 5, stk. 5, § 9, stk. 1-3, § 43, stk. 2, § 46, stk. 2, §§ 47 og 52, § 53, stk. 2, og § 54.

57) Ll. nr. 13 frá 16. februar 2001 um landskassaveðhald fyri lánum frá "Kreditforeningen af Kommuner i Danmark" til føroyskar kommunur.

58) Ll. nr. 47 frá 30. mars 2001 um at seta í gildi ásetingarnar í sáttmála millum Føroyar og Grønland at sleppa undan tvískatting av inntøku og ogn, § 25, stk. 2.

59) Ll. nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan, § 19, stk. 3.

60) Ll. nr. 82 frá 15. mai 2001 um fólka- og farmaflutning.

61) Ll. nr. 164 frá 21. desember 2001 um skatting av kapitalvinningi.

62) Ll. nr. 168 frá 21. desember 2001 um stovnan av partafelagi at gera fast samband um Leirvíksfjørð.

63) Ll. nr. 19 frá 12. mars 2002 um avgjald á framleiðslu og innflutningi.

64) Ll. nr. 33 frá 26. mars 2002 um fast samband um Leirvíksfjørð.

65) Ll. nr. 15 frá 20. februar 2003 um at byggja samferðsluhavn á Syðradali.

66) Ll. nr. 11 frá 31. mars 2004 um at verja havnir.

67) Ll. nr. 16 frá 8. mars 2005 um skráseting av útflutningi av vørum.

68) Ll. nr. 29 frá 8. apríl 2005 um umskipan av landsskatta-, mvg- og tollskuld v.m. hjá fólki.

69) Ll. nr. 81 frá 14. mai 2005 um rættindi løntakaranna í sambandi við, at landsstýrið yvirtekur mál og málsøki frá ríkismyndugleikunum.

70) Ll. nr. 67 frá 17. mai 2005 um viðbót til eftirløn hjá ávísum tænastumonnum.

71) L. nr. 528 af 24. juni 2005 om visse personalemæssige spørgsmål i forbindelse med de færøske myndigheders overtagelse af sager og sagsområder.

72) Ll. nr. 8 frá 28. februar 2006 um tinglýsingaravgjald, § 3 a, stk. 5.

73) Ll. nr. 59 frá 16. mai 2006 um at einskilja P/F Føroya Lívstrygging.

74) Ll. nr. 126 frá 21. desember 2006 um sínámillum umsitingarliga hjálp í málum um beinleiðis og óbeinleiðis skattir millum lond, sum eru limir í Europaráðnum ella OECD.

75) Ll. nr. 16 frá 5. mai 2008 um at seta í gildi sáttmála millum Føroya landsstýri og Ríkisstjórnina fyri Stóra Bretland og Norður Írland til tess at sleppa undan tvískatting og fíggjarligum undandrátti, hvat inntøku- og kapitalvinningsskatti viðvíkur.

76) Ll. nr. 33 frá 19. mai 2008 um avgjøld við skráseting av motorakførum.

77) Ll. nr. 60 frá 10. juni 2008 um at seta í gildi skattaavtalur millum Føroyar og Isle of Man.

78) Ll. nr. 1 frá 22. desember 2008 um gjaldførislán frá Føroya landsstýri til Ríkisstjórn Íslands.

79) Ll. nr. 40 frá 28. apríl 2009 um lántøku til landskassan.

80) Ll. nr. 42 frá 4. mai 2009 um landsins játtanarskipan.

81) Ll. nr. 43 frá 4. mai 2009 um at væla um Brúnna um Streymin.

82) Ll. nr. 50 frá 11. mai 2009 um Búskaparráð.

83) Ll. nr. 51 frá 11. mai 2009 um vegføring oman fyri Skálafjørð.

84) Ll. nr. 58 frá 25. mai 2009 um tunlar norður um Fjall við tilhoyrandi vegum.

85) Ll. nr. 61 frá 25. mai 2009 um at gera partafelag at gera fast samband um Skopunarfjørð.

86) Ll. nr. 67 frá 25. mai 2009 um trygging móti avleiðingum av arbeiðsskaða (Arbeiðsskaðatryggingarlógin), § 79, stk. 5.

87) Ll. nr. 71 frá 25. mai 2009 um at seta í gildi skattaavtalur millum Føroyar og ávikavist Guernsey og Jersey.

88) Ll. nr. 182 frá 22. desember 2009 um at seta í gildi skattaavtalur millum Føroyar og ávikavist Aruba, Bermuda, Bretsku Jomfrúoyggjarnar, Cayman Islands og Niðurlendsku Antillurnar PROTOKOL.

89) Ll. nr. 16 frá 19. mars 2010 um lántøku til landskassan.

90) Ll. nr. 53 frá 26. mai 2010 um einkarætt til at byggja, reka og fíggja undirsjóvartunnil undir Skálafjørð og Tangafjørð.

91) Ll. nr. 102 frá 11. november 2010 um at seta í gildi ásetingarnar í tvískattasáttmála millum Føroyar og Schweiz frá 23. november 1973, sum seinast er broyttur við protokol frá 21. august 2009.

92) Ll. nr. 64 frá 26. mai 2011 um manntal í 2011.

93) Ll. nr. 82 frá 7. juni 2011 um Búskapargrunn Føroya.

94) A. nr. 1248 af 19. december 2011 om ikrafttræden for Færøerne af lov om klage- og erstatningsadgang inden for sundhedsvæsenet, § 31, stk. 1.

95) Ll. nr. 18 frá 18. mars 2013 um tunnil til Viðareiðis við tilhoyrandi vegum.

96) Ll. nr. 49 frá 14. mai 2013 um eftirløn.

97) Ll. nr. 58 frá 17. mai 2013 um stuðul til Hvalbiar kommunu til umvæling av brimverju.

98) Ll. nr. 11 frá 20. mars 2014 um lántøku til landskassan í 2014.

99) Ll. nr. 30 frá 14. apríl 2014 um at stovna partafelag og at byggja og reka undirsjóvartunlar millum Streymoy og Eysturoy og millum Streymoy og Sandoy.

100) Ll. nr. 119 frá 15. desember 2014 um avgjald á veiðu av makreli og norðhavssild í 2015.

101) Ll. nr. 136 frá 19. desember 2014 um endurgjald til kommunur vegna frádráttir og serskattaskipanir.

102) Ll. nr. 36 frá 30. apríl 2015 um lántøku til landskassan í 2015.

103) Ll. nr. 48 frá 12. mai 2015 um rætt hjá P/F Vága Floghavn at fáa upplýsingar frá Akstovuni.

104) Ll. nr. 116 frá 24. november 2016 um Landsbanka Føroya og Føroya váðaráð.

105) L. nr. 1660 af 20. desember 2016 om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2016-2019.

106) Ll. nr. 56 frá 10. mai 2017 um talgildar rokningar.

107) Ll. nr. 77 frá 29. mai 2017 um Talgildu Føroyar.

108) Ll. nr. 56 frá 30. apríl 2018 um nýggjan Hvalbiartunnil við tilhoyrandi vegum.

109) Ll. nr. 61 frá 30. apríl 2018 um landskassatrygd fyri Oyggjaleikir í Føroyum.

110) Ll. nr. 137 frá 8. oktober 2018 um at byggja eykabát til Strandfaraskip Landsins.

111) Ll. nr. 182 frá 21. desember 2018 um at einskilja P/F Postverk Føroya.

112) Ll. nr. 196 frá 21. desember 2018 um at seta í gildi ásetingarnar í tvískattasáttmála millum tey norðurlendsku londini frá 23. september 1996.

113) Ll. nr. 11 frá 19. februar 2019 um varskógvaraskipan fyri alment sett starvsfólk (Varskógvaralógin).

114) Ll. nr. 69 frá 9. mai 2019 um talgildan samleika.

115) Ll. nr. 70 frá 9. mai 2019 um Virkisskrá.”

 

3.    Í § 26 verður nr. 14 strikað.

Nr. 15-71 verða eftir hettar nr. 14-70.

 

4.    Í § 32 verður nr. 35 strikað.

Nr. 36-42 verða eftir hettar nr. 35-41.

 

5.    Í § 38 verður aftan á nr. 25 sum nýtt nr. sett:

“26) Ll. nr. 3 frá 3. januar 1950 um vraking av føroyskum ullvørum til útflutnings.”

Nr. 26-92 verða eftir hettar nr. 27-93.

 

6.    Í § 38 verður nr. 93 strikað.

§ 2

Henda fráboðan kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Løgmansskrivstovan, 3. oktober 2019

 

Bárður á Steig Nielsen (sign.)

løgmaður

/ Marjun Hanusardóttir (sign.)